mikudagur 22. juni 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 116 — 22. JUNI 1994 Tíðindablaðið { sosialurin |
Løgtingsvalid '94
Ríkisfelagsskapur
ella íkki
Eitt av valevnum sambandsfloksins skrivaði ein
dagin nakað soleiðis: Einasta trygdin fyri at vit koma
at hava tað gott her á landi, er ríkisfelagsskapurin við
Danmark.
Tað má ljóða logið í mongum oyra í dag, nú alt
liggur í skeljasori í landinum. Eg kann minnast frá
fyrr, tá valevni komu her til bygdar at hava valfundir,
so var altíð niðurlagið hjá sambandinum hetta: at
hildu vit saman við Danmark, so høvdu vit onga
neyð. Hesum trúðu nógv fólk tá, men nú er ødrvisi,
nú vita vit, at tað ber væl til at fara á heysin hóast vit
eru danskir ríkisborgarar, tað hava vit oll merkt á
okkara kroppi, meira og minni.
Fólk eru noydd at rýma frá húsi og heimi, sam-
stundis verða vit útspilt í donskum bløðum. Tað var
nakað annað fyri nøkrum árum síðan, tá illa var
gangandi í havnargøtum fyri donskum arbeiðsfólki,
sum fingu arbeiði fram um føroyingar. Tá var víst alt
í lagi.
Onkur vil siga, at danir hjálptu okkum við bank-
unum. Teir mundu heldur hjálpa sær sjálvum og
bjargaðu Den Danske Bank, avhøvdadu Fossbankan
og fingu okkum bankamonopol.
Til samanberingar kann nevnast, at í oynni Man
eru nakrir og 60 bankar, meðan vit hava tann eina.
Seinasta bragdið, danir gjørdu móti okkum, var at
teir atkvøddu móti áhugamálum føroyinga í hvala-
málinum og sostatt kanska gera tað, at vit verða
noyddir at gevast at drepa grind.
Nei, hava vit ikki sæð tað fyrr, so síggja vit tað nú,
at føroyingar verða ikki viðfarnir sum aðrir ríkis-
borgarar.
Føroyingur
Skrædugåkalyndi
Í Dimmu idag, 14. juni, skrivar J. eina grein, id hann
nevnir skræðugákalyndi og skræðugákarnir eru
sambandsmenn, skilji eg greinina rætt.
Hann skrivar, at hann er føddur í einum sjálvstýris-
heimi fyri meira enn sjeyti árum síðan; tað eri eg
eisini, so vit eru mestsum javngamlir báðir, men tað
er nakað, sum skilir okkum; eg havi altíð verið og eri
enn sjálvstýrismaður við lív og sál; og um eg ikki
hevði verið tað fyrr, so hevði eg avgjørt verið tað nú
til hetta valið.
So skrivar J.: Hvi skal tað vera bæði mannmink-
andi og ésømiligt at Danmark hjálpir okkum.
Tað haldi eg heldur ikki vera Gsømiligt at verða
hjálptur, tá ið ástendur, men tað Gsømiliga er tað ikki
at royna at klára seg sjálvan, men bert líta á at fáa
hjálp frå gðrum, og tað er sambandspolitikkurin.
Taðer næstan tað sama sum at hjálpa einum manni
upp at standa og hesin tímir ikki at seta beinini undir
seg, men bert lítur á aðrar.
J. skrivar cisini, at hann roknar við at eg man ganga
í barnaskóm cnn og ti ikki veit, at sambandsflokk-
urin er so nógv broyttur gjøgnum árini.
Eg dugi so ikki at síggja ta stóru broytingina,
endamálið cr so tað sama: at liva av donskum peng-
um, og líta alt upp í hendurnar á dønum.
Til endans eina lítla søgu frá tidini tá ið valevni
reistu runt og hildu valfundir. Á einum fundi spurdi
ein sjálvstýrismaður, hvat sambandið vildi; ein skilti
ikki teirra stóðu. Tá svaraði ein, ið hevði sitið og
durvað alla tíðina: Teir vilja samband.
Eg haldi tað er tað sama í dag.
M.
ADUC -Heitsotan
Láarvegur 14 - Tårshavm- Tlf. 15828 - Fax 15893
” ARBEIDSHANDSKAR
til oll endamál — bæði á sjógvi og landi
orðaskifti
Verkamaðurin best vardur
gjøgnum javnaðarflokkin
Hyggja vit igjøgnum uppstill-
ingarlistar hjá verkamanna-
flokkinum, síggja vit straks, at
har er onki at velja í, uttan and-
stødingar til systemið og end-
urreisingina av Føroyum. Eg
vil her heita á verkamannin um
ikki at stara seg blindan upp á
hesar menn og kvinnur, títað er
ongin av teimum, ið kann kall-
ast konstruktivur ella hevur
nakað at bjóða verkamannin-
um annað enn posamat og
hann er sum vituligt ódrúgvur.
Nei, verkamannsins rættindi
og endurreising Føroya lands
liggja hjá einum sterkum javn-
aðarflokki; har finnur tú kvinn-
ur og menn við áræði, og sum
vita hvat javnaðarflokkurin
stendur fyri, og honum at
takka, at ongin líður hungur
her á landi. Fólk, ið siga so,
hava ikki upplivað ringar tíðir,
enn minni sæð eitt tómt spísi-
kamar.
Eg haldi, at javnaðarflokk-
urin er ein konstruktivur flokk-
ur í samanhangi, og við góðum
samarbeiðsvilja við verka-
mannin. Verkamaðurin hevur
onki mist frá javnaðarsíðu,
heldur er tað fakfelagsrørslan,
ið hevur yvirlivað seg sjálva,
við uppreistrarsinnaðum leið-
arum og uppreistur er ikki tað
okkum nýtist í hesum sváru
tíðum. Leiðararnir í hesum
verkamannaflokkum ganga í
fleiri bólkum, so har verður
ikki semja um nakað ting,
heldur fara teir at forkoma
rættindunum hjá arbeiðandi
fólkinum, sum eigur sín holl-
asta stuðul í javnaðarflokkin-
um.
Javnaðarflokkurin megnar
eisini at fáa teim arbeiðsleysu
og óhjálptu eina ljósari og betri
framtíð, bæði materielt og við-
gerðarliga. Hetta verður ikki
framt av nýggja verkamanna-
flokkinum, teir koma við tóm-
um hondum, og ongum upp-
skotum landinum at bata, bert
við ordaskvaldri og uppreistr-
aranda.
Sambandsflokkurin er held-
ur onki alternativ til javnadar-
flokkin, har høvdingur fór
heim, tf hann hevdi fingid sær
so nógvar figgindar, ikki 6-
grundað, men gjøgnum veru-
máta og førda politikk sín. Nú
sær hann sær aftur ein kjans, nú
skeivar prognosur alla staðni
frá boða sambandsmonnum
valsigur. Hesin sambands-
høvdingi ella Føroya stóra
vón, meðan hann enn var á flat-
londum, hann keypti, ella var
forsprákari fyri at keypa, ein
kemikaliuflota dýrt, alt skip, ið
lógu og rustaðu í havn í Norra
og Sveríki vegna vantandi
flutning. Sotad var bara gott, at
hetta ørvitisprojekt varð steðg-
að av javnaðarmonnum meðan
enn tíð var. Sambandið hevur
onki at vísa á sum landsloysn,
uttan at róta í 80'unum, og at
finna feilir hjá javnaðarflokk-
inum og tað er ikki nøkur itøki-
lig loysn. Svartkjaftaprojektið
hjá javnaðarmonnum hevur
eina natúrliga og neyvari for-
kláring enn sambandið kemur
við. Svartkjaftaprojektið
kundi blivið ein lønandi vinna,
um rætt varð atborið í sølulid-
num og umborð á skipunum,
tey ið fingu ambodini, megn-
aðu stutt sagt ikki at gagnnýta
tey og har endaði søgan um
svartkjaftin. Harmuligt men
satt, ti kunnu vit ikki geva javn-
adarpolitikarum skyldina fyri
at hetta ævintýr fór so syrgiliga
í søguna.
Hetta var eitt eygnakast í
bakspeglið, men har finna vit
ikki loysnina og bjargingina av
hesum samfelagnum. Nú er
heldur at standa saman um teir
vinnumøguleikar, ið standa
okkum í boði framyvir. Vit
mugu á meira skynsaman hátt
gagnnýta okkara tilfeingi í sjó-
num, og framleiða eitt liðugt-
produkt, líka til tær stóru hand-
ilsketurnar ella beinleiðis til
njótaran av liðugt produktum.
Viteigaikki at útflyta eitt hálv-
liðugt produkt, men vidgjørt til
síðsta lið. Vit eiga at finna okk-
ara keyparar, við einari vælvið
farnari veru, sum vit mugu
fylgja gjøgnum alt produk-
tiénslidid við einum dyggum
eftirliti, soleiðis at vit kunnu
vera vís í, at tað er ein fyrsta
floks vera, matmóðurin setur á
borðið í útheiminum. Vit hava
ikki bara ES at dúva uppá, tí
jarðarbúgvar hungra eftir pro-
teinum, og tí kunnu okkara pro-
dukt seljast kring allan heim.
Men vit vanta dúglig sølufélk,
sum kunnu føra okkara pro-
duktir fram. Hesa arbeiðsmegi
eiga vit longu í unga fólkinum,
ið kunnu til lítar alheimsmál og
hava hollan kunnleika annars
frá skúlabonki. Vit vanta eisini
dúgliga og útbúna arbeiðsmegi
á virkjunum, sum óivað er tók
eisini millum ungdómin, sum
vil mugu motivera at gera
nakað gott fyri Føroyar, um tað
so er handaligt arbeiði, ið kann
vera líka nøktandi og upp-
byggjandi, sum at læsa seg ov
leingi á skúlabonki. Eg sigi ikki
vitskulu hava fólk við akadem-
iskar útbúgving, tí teim er tørv-
ur á eisini í gðr'm samfelags-
liðum, men vii eiga sum sagt at
satsa uppá eina vinnu, ið kann
geva nakað av valuta til Før-
oyar og fólki, ið heldur til her.
Vit hava eisini longu virkir
her landi, sum bert framleiða til
heimamarknaðin og onkran
hissini ferðamann. Hetta er alt
dygdargott handverk, sum vit
áttu at kunna avsett í heims-
høpi, bert vit vísa hóvsemi og
fantasi og hava eitt dygt um-
boðs- og søluarbeidi aðra-
staðni, tí tað er tað, sum vantar
okkum mest. Føroyingar eru
minst líka dugnaligir við hond-
unum sum onnur fólkaslog.
Hetta hava vit sjón fyri søgn
fyri alla staðni vit venda okk-
um í samfelagnum.
Eisini eiga vit stórar møgu-
leikar at hópframleiða innan
landbúnaðin til útflutnings og
heimamarknaðin. Her eru verri
enn so allar súður syftar. Tað
ræður um at finna skynsamar
stigtakarar og fólk við áræði, tí
møguleikamir liggja beint
framman fyri okkum.
Vit eiga eisini møguleikar
innan oljuvinnuna, og her eru
pengar at heinta, um vit ikki
fara fram eftir fummum, men
bera okkum skynsamliga at,
eitt nú við at selt rættindi til at
útvinna oljuna móti einum
føstum gjaldi, í samarbeiði við
eina frammanundan útbygda
oljuvinnu í USA ella Danmark,
ellaeitt heilt triðjaland. Her eru
og blíva fleiri møguleikar fyri
at vinna pening. Vit eiga eisini
longu fólk, sum kundi gjørt eitt
arbeiði innan botnfrødina; her
hugsi eg um EDV -tól og brúks-
tól av alskyns slagi, sum sakt-
ans kann, í samarbeiði við
aðrar tjóðir, blíva okkum til
virksemi og vinning.
Onkur heldur hetta eru bara
dreymar og mjørkatos, men
onkur er eisini, ið dugir at finna
eing lotta í hesum nevndu
meguleikum, um tær peninga-
ligu fyritreytirnar eru til staðar,
og tað verða tær vónandi um
ikki so langa tíð.
Egkundi hildið fram atnevnt
útflutningsmeguleikar, men
velji at steðga her fyri ikki at
fara í detaljur og vóni at onkur
skilir, hvat borð hetta ber á, og
er tað alt vælmeint og vóni ikki,
at orð mini eru nøkrum til
ampa, og um onkur skuldi kent
segraktan, soer tað við vilja, og
fari eg ikki at biðja um umber-
ing fyri sannleikan.
Við javnadarkvødu
vælmeinandi
N.B.
At gera og skíra hvønn annan
skålk og svikara vegna 80'ini,
kundi ikki fallið mær inn, held-
ur eiga vit at leggja neista til
sama bál, ið brennur fyri Før-
oya framtíð og lagnu, og síðani
gloyma og skrínleggja alt um
80'årini, tí teimum byggja vit
ikki landið við.
Avgerandi verður at fáa skatta-
prosentið --niður um 50!
Tíverri eydnaðist ikki at fáa
lækkað kommunuskattapro-
sentið meira enn við einum
prosenti.
Tað harmar meg ómetaligt,
hevði vónað meira. Tí í huga
mínum er høga skattaprosent-
ið, saman við drepandi MVG'
num og teimum mongu óbein-
leiðis skattunum, við til at av-
fólka Føroyar, og so hvert tað
hendir verða møguleikar teirra
eftirverandi verri og verri.
Rætt er, sum ført varð fram á
fundinum, at kommunuskatta-
prosentið er bert ein partur av
skattinum. Men at fáa lætt um
hendan hevði verið ein byrjan.
Ført varð eisini fram, at rætta
staðið at ført hesi sjónarmið
fram var á Føroya Løgtingi, tí
har vóru møguleikarnir fyri
slíkum atgerðum størri.
Hettaer partvíst rætt, tí tú må
til eina og hverja tíð, og á
hverjum stað, royna at gera
tína ávirkan galdandi fyri tí tú
metir vera rætt! Eisini um tað
kostar tær vanvirðing, og av tí
lættast hevði verið at tagt.
Men hinvegin vil eg Mið-
floksins vegna lova, at skuldi
okkum verið unt, og tað álit
verið víst okkum, at fáa umboð
á Løgting, og vónandi í Lands-
stýrið, so lova vit Føroya fólki
at leggja alla orku okkara í at
fáa skattaprosentið til undir
50%, og síðani miða ímóti mið-
visari lækking til liviligt stødi.
Men hvaðani skal peningur-
in koma at fíggja slíka lækking,
verður spurt.
Til tað er at siga, at figgjar-
serfrødingar visa á, at ein
skattahækking úl yvir 50%
gevur als onga eykainntøku. Tá
skatturin fer upp um hetta mark
(psykologiska skattamarkið
nevna teir tað), minkar hugurin
til arbeiði, fólk freistast til svar
arbeiði, onnur rýma vegna
høga skattatrýstið, og onnur
vegna ta neyð, sum av hesum
uppstendur. Hartil kemur, at
í samfelagnum ger, at alt
virksemi steðgar upp, arbeiðs-
loysið veksur enn meira, og
ónda og skaðandi ringrásin,
sum vit kenna lat ov væl her hjá
Endin verður eitt oyðimark-
Henda gongdin má steðgast,
og ein skatta- og avgjaldslætti
er bráðneyðugur.
—