Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| S Tíðindablaðið (EST, Atli P. Dam, valevni Javnadarfloksins í Suðurstreymi: Bert veljarin kann vraka meg -Hvørki "gadens parlament" ella sjålvgjørdir og eftirklókir vísmenn skulu gera av, um eg skal halda fram í fóroyskum politikki eftir valið, sigur Atli P. Dam Tað eru tey sum halda, at 61 ára gamli Atli P. Dam hevur verið nóg leingi í føroysk- um politikki. Tað heldur Atli P. Dam at bert veljarin skal taka støðu til. Hann er næsta ættarlið av javnaðarmonnum í Føroy- um, og hevur nú tænt flokk- inum í 25 ár. Atli P. Dam varð staddur í arbeidsørindum í Kuwait í 1970, tá boð komu eftir honum at koma til Føroya at vera landsstýrismaður. Mistu tveir týðandi janvaðarmenn Javnaðarflokkurin hevði tá mist tveir týðandi javnaðar- menn í landsstýrinum eftir stuttari tíð. Petur M. Dam, løgmaður, doyði í 1968, og um árskiftið 1969/70 doyði Villi Sørensen, lands- stýrismaður í fiski- og sam- ferðslumálum. Tað var sessin hjá Villa Sørensen, sum Javnaðar- flokkurin vildi hava Atla P. Dam at yvirtaka. - Eg umhugsaði gjølla at taka av, men tað var eingin lø avgerð, tí eg hevði á- hugavert og væl lent Atli P. Dam veit ikki, hví Javnaðarflokkurin fór so oyum í 21 år, so hevdi hann havt so neyvt samband við so hesi árini, at in hevur mett hann sum besta boð júst tá. - Eg hugsaði ikki um, hvussu leingi eg skuldi sita í politiskum arbeiði. Eg var bert 37 åra gamal og hevdi stóran áhuga fyri mínum starvi sum verkfrødingur og helt, at yngri fólk í Javnað- arflokkinum kundu avloysa meg. - Tað vísir seg, tá tú kem- ur í slíkt starv , so er torført at gevast. Eg bleiv hangandi, sigur Atli P. Dam. Atli P. Dam: - Eg havi brúkt 25 ár av mínum lívi at virka fyri eini hugsjón og fyri at skapa fr kreppu nú, men tað hava vit eisini havt áður. Tað skal ikki taka meg úr føroyskum politikki. Vilja veljararnir hava meg, so eri er til reiðar at fara til verka, um ikki, so skal hann fáa høvi at vraka meg Kendi tað sum mína skyldu at taka við - Hvussu var tað hjá tær at taka við í Javnaðarflokk- inum, sum pápi tín heyði stovnað og var oddamaður fyri, alla sína tíð? Kendi tú teg bundnan av at føra hansara lívsverk víðari? - Eg kendi tað sum mína skyldu at taka við, og kundi eg leggja nakað aftrat ti, sum pápi mín hevði staðið fyri, so vildi eg gera tað. Eg hevði tó onga hugmynd av at eg skuldi halda fram í fótasporum Petur M. Dams. - Uppgávurnar broytast og tíðirnar skifta. Mín tíð bleiv ein onnur enn tann, sum pápi mín livdi og virk- aði í. - Hevdi tú viljan og dirv- ið, so kundi tú fara lagt, tí fiskirikidømid var stórt, og nógvar tjóðir vildu hava samskifti við okkum. - Tøknifrødin innan fiski- skapin broyttist hesi árini, og rækju- og laksafiski- skapurin tók seg upp. Menningin gekk so nógv - Hetta var nakað nýtt og líktist als ikki tíðini hjá Petur M. Dam. - Eg hevði onki ímóti at vera sammettur við pápa min, tí eg hevði stóra virð- ing fyri honum. Eitt orðatak sigur, at tann sum kemur eftir annan mann, ofta ikki verður hildin at røkka tí undanfarna til kníggja. - Kundi eg røkka pápa mínum til øklar, so var tað nóg mikið fyri meg, sigur Atli P. Dam. Havi Ikki broytt steðu - Hví stillar tú upp aftur nú, eftir at tú legði frá tær sum lógmaður fyri slókum tveimum árum síðan. Hev- ur tú broytt stóðu? - Valið í 1990 gav Javnað- arflokkinum ógvuliga stóra framgongd, og eg kendi tað sum eitt krav, at eg tók við. Samstundis gjørdi eg greitt, at eg bert fór at sita sum løgmaður í tvey ár, tí eg var álvarsliga sjúkur. Eg segði samstundis, at eg einki hevði ímóti at stilla upp aft- ur, um flokkurin hevði brúk fyri mær. - Tað er sostatt ikki nøkur nýggj stóða, sum hevur tikið seg upp, nú eg stilli upp aft- ur, sigur Atli P. Dam. Nr. 116 — 22. JUNI 1994 Síða 19 - Hvussu kennist tað at verða hildin upp sum odda- maður, tá tosað verður um "gulltíðina" í áttatiáru- num? - Tíðin í sjeytiárunum var sera trupul og varð nýtt til at samráðast um fiskisåttmål- ar at troyta í åttatiårunum. Munur á politiksum hugsjónum - Eg eri greiður yvir, at onn- ur viðurskifti kundu havt ávirkan á åttatiårini, men tú røkkur ikki meir enn eitt vist, og mangan forðar munurin í politiskum hug- sjónum fyri eini skilagóðari loysn. - Tað er heldur einki loyndarmál, at borgarliga hugsjónin var at hava so frítt HU amburð her á landi. Vit hava spæl sum gjørligt, meðan Javnaðarflokkurin heldur vildi hava tryggar karmar, og at tilfeingið skuldi koma heildini til góðar. - Eg eri samdur við teim- um sum siga, at vit í 80'u- num ikki høvdu nóg neyvt eftirlit við lánigkum og kapitalinnflutningini = til Føroya, men eg eri ikki samdur við teimum, sum siga, at útbyggingin av sam- felagnum og vinnulívinum hevur skapt allar trupul- leikarnar. - Veruleikin er tann, at vit øll brúktu ov nógv, og at tað komu ov nógvur peningur til landið. Hvørki peninga- stovnarnir ella figgjareftir- litið gjørdi nakað fyri at bremsa gongdini. - Tað argar meg, at vit 7 tt ve > ” AN ikki høvdu tað neyðuga eftirlit við peningastreym- inum hesi árini. Tað var eitt mistak, sigur Atli P. Dam. - Eg dugi ikki at síggja, at eg havi verið sereyðkenni fyri "gulltíðina", tí menn fóru undir at kappast um at gera iløgur í 1980, og tá var eg ikki løgmaður. Demokratiskur rættur - Hevdi tað ikki verið lætta- ri hjá tær at givist? - Tað haldi eg als ikki er skilagóð tala. Vit liva í ein- um demokratiskum samfel- ag, og eg havi brúkt 25 år av minum lfvi at virka fyri eini hugsjón og fyri at skapa framburð her á landi. - Vit hava kreppu nú, men tað hava vit eisini havt áður. - Tað skal ikki taka meg úr føroyskum poltikki, sig- ur Atli P. Dam og leggur aftrat: - Eitt er vist, eg havi ikki gjørt nakað, sum ikki tolir dagsins ljós. - Júst tí havi eg nógv at stríðast fyri. Verði eg vald- ur, so eri eg til reiðar at fara til verka enn eitt valskeið, um ikki, so skal veljarin fáa høvi at vraka meg. - Hvørki "Gadens parla- ment” ella sjålvgjørdir og eftirklókir vismenn, skulu avgera hetta, sigur Atli P. Dam. Mynd:Kalmar