Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 24 Nr. 116— 22. JUNI 1993 Tidindabladid [ søsialuin ] ( Lesarabrøv | 5 ) Viðmerking til úttalilsi frå Tryggingar- sambandinum í Sosialinum 17/6-94 Í samrødu við undirritaða í So- sialinum í farnu viku nevndi eg tað órímuliga í, at Tryggingar- sambandið framvegis krevur 13% í árligari rentu av lánum til kommunurnar. Stjórin í Tryggingarsam- bandinum vísir mínum úttalilsi aftur, men váttar samstundis, at 135 »bert« er 12% av komm- unuskuldini, sum verður rent- að við 13%, at medalrentan er uml. 11,5% og at seinasta lánið varð latið við 10% rentu. Hesir upplýsingar broyta ikki meining mína um, at Tryggingarsambandið tekur 6- rímiliga høga rentu í mun til núverandi rentustødi í Føroy- um, tí lánini til kommunurnar mugu roknast sum 100% trygg lán. Fyri slík lán svarandi til 1. veðrætt í sethúsum tekur Sparikassin bert 6,75% í rentu og tað mest rímuliga er, at Tryggingarsambandið hevur slíkt rentustødi fyri rygg lán. Fyri at lýsa málið betur verð- ur stjórin í Tryggingarsam- bandinum vinarliga biðin um at svara fylgjandi spurningum: Tygum nevna, at uml. 12% av kommunulánum hava 13% í rentu. Hvussu stórur partur av skuldini verður rentaður við ávikavist 12%, 11% og 10%? Hevur nakar partur av kommunuskuldini landskassa- veðhald? Hevur Tryggingarsamband- ið ikki ein fyrimun av, at eingin avtala um kommunuskuldina er gjørd, tí ein slík avtala vil væntandi lækka rentuna frá tí degi tá avtalan verður gjørd, soleiðis at jú longri tíð gongur, jú meira rentuinntøku fær Tryggingarsambandið? Eg hevði verið takksamur um, stjórin í Tryggingarsam- bandinum vil svara spurning- unum her í blaðnum. Fyrrv. bankamaður Aftursvar til Sjúrð Skaale Tað er fullkomiliga misskilt, tá sagt verður at Anfinn Kalls- berg ætlar at læna seg burtur úr trupulleikunum. Tvertur ímóti! Tað, sum núverandi sam- gonga hevur gjørt, er at lána seg burtur úr trupulleikunum. Inniverandi fíggjarlóg hevur eitt hall uppá 400 mill. kr., sum allar verða læntar. Uppskot fólkafloksins er at fáa gongd aftur á samfelagið, so fólk fáa arbeiði. Hamæst er neyðugt at lækka skattatrýstið munandi, fyri at fáa lønsemi í aftur. Pástandir um at fólkaflokk- urin vil syndra vælferðarsam- felagið, eru púra burturvið. Verður lønsemi ikki aftur í Føroyum, verður heldur onki vælferðarsamfelag í framtíð- ini, tí at trúgva tí, atnakar fram haldandi vil læna til almenna nytslu i Føroyum, bert fyri at uppihalda umfordeilingspoli tikkinum hjá sosialistunum í framtidini, er fåfongd. Skipanin við sosialistiskari umfordeiling er avprevað í eystureuropu, og hevur spælt fallit. Um sosialistarnir halda tað vera skaðiligt at lækka skatta- trýstið, má tað vera sera gott í teirra hugaheimi at hækka skattatrýstið Núverandi stóða kann so ikki halda fram, tí so verða 8- 10.000 arbeiðsleys um stutta tíð, uppaftur fleiri flyta av land - inum og landskassin kemur at hava brúk fyri at læna í milli- ardavis av krónum til sín tørv. Hetta ætlar fólkaflokkurin at forða fyri, sum einasti flokkur á løgtingi, og taka tey neyðugu stigini. Alt annað er veruleikafjart uttanumios, sum ongar trupul- leikar loysir, hvørki upp á stutt ella longri sikt. Anfinn Kallsberg Thomas Arabo kann ikki avvísa, at hann er ein orðloysingur Nú fer tann tíðin at styttast, sum eg komi at hava við Thom- as Arabo at gera. Til hansara seinastu »svadu« í bløSunum skal bert gerast tann viðmerk- ing, at Thomas Arabo kann ikki avsanna fylgjandi veru- leikar: 1. Tann 29. august 1991 sendi bræv við tilsøgn um eina mannagongd, soleiðis at Fiski- vinnu Starvsnevndin skuldi fáa m.a. uppskot til kungerðir til ummælis áðrenn tær vóru 2 Í brævi dagsett 29.november 1991 leyp landsstýrið frá hesi tilsøgn. 3. Á fundi millum undirritaða, formannin fyri Fiskivinnu Starvsnevndina og Thomas Arabo tann 3. maí 1993 varð avtalað ein greið mannagongd, sum samsvaraði brævinum hjá landsstýrinum dagfest 29. aug. 1991. Og tað er óneyðugt at siga, at høvdu hesar tilsøgnir verið hildnar, hevði heldur eingin trupulleiki verið. 4. Í brævi dagfest 22. september 1993 váttaði landsstýrið, at:tað eisini var lopið frá nevndu til- søgn frá 3. mai. Hetta sigur alt um: 1. Trúvirði hjá javnaðarflokk- inum og serstakliga hjá lands- 2. Ta »virbing« flokkurin hev- ur fyri fakfeløgunum. Óli Jacobsen Vegna grótarbeiðið í fjøruni í Sandavági Av tí at eg framvegis meti meg fyri Sandavágsfólk at vera og av tí at eg eigi húsini Við Anna hjá ommu mínu Kristionnu Jacobsen, seinri ogn hjá Jógvan Við Ánna, so eri eg sera góð við Sandavágs bygd. Ti eri eg eisini út av lagi kedd um tað, sum nú fer fram í fjøruni í Sandavági og við hesum mótmæli eg harðliga og inniliga. Hetta er til óbótaliga sorg fyri meg og onnur Sandavágs- fólk, sum hava vakið eyga fyri tí, sum fer fram í natúr- uni. Fjørin og sandurin í Sandavági hava í øldir giv- ið bygdini sermerki og í serligan mun verið við til at gera bygdina vakra. Nærumhvørvid har er eis- ini tann mest søguligi part- urin av Sandavági. Jens Pauli Heinesen hevur í bókum sínum skrivað nógv júst um hendan partin av Sandavági. Og ikki minst hevur Ludvík Petersen, fyrrverandi = landsskúla- stjóri, greitt frá hesum søguligu stýðunum á Loftagrund og Við Anna. Sandurin hvarv helst av lítið umtonktari ovurnýtslu av ensku hermonnunum undir seinasta veraldarbar- daga. Og nú hvørvur so fjóran... tann vakrasta hav- in ein kann hugsa sær. Tað søguliga umhvørvid har verður so heilt broytt uttan iva til tað verra. Eg føli "meg fullvísan í, at ein brim/aldubrótari kundi verið „konstruerað- ur“ meiri fikst enn at leegja eitt av Sandavágsprýð- unum: Fjøruna, undir heilt. Og hvussu ber tað til at „bygdafólkið“ einki veit um hetta fyrr enn tá tey síggja hetta henda fyri teirra undrandi eygu. Og so hesin grótmúrurin so ógvusligur at ein ræðist... og heilt óneyðug- ur í slíkari hædd. Eg kann ikki hugsa mær at ein fullmannað friðing- arnevnd og yvirfriðingar- nevnd hevur góðkent hetta projekt. Í útlondum og serliga í Danmark... hagani hetta misfostrið stavar, er tað sagt mær... er tað umráð- andi, at sovorðin tiltøk vera gjøórd varisliga, soleiðis at natúran ikki verður spolerað, nærum- hvørvid hjá teimum sum búgva har til dagligt. Mín heilsa til Sandavágs- bygd og til tey sum har ráða fyri borgum er: STEÐGIÐ... STEÐG- IÐ... STEÐGIÐ... hesum meðan tíð enn er. Gott í tykkum finni onkra aðra loysn. Landbúnaðar- teknikkari Royndarstødin sekir ein landbúnaðar- teknikkara — at seta fyribils í eitt ár. Arbeiðið umfatar eftirlit, skráseting og synistøku í sambandi vid royndir, við høvudsatliti at royndum við neytum. Umsøkjari skal hava praktiskar royndir við mjólkneytum og åstødiliga útbúgv- ing sum landbúnaðarteknikkari/agrar- økonomur. Umsøkjari við »grønum prógvi< ella svarandi minst til tað, kann møguliga setast. Løn sambært sáttmála. Starvssetan 01.08.1994. Umsóknin skal vera okkum í hendi inn- an 30.06.1994. Royndarstoðin 410 Kollafirði LEIKARAR SØKJAST Til stóra getusjónleikin dlavsøkudag sóknast vit eftir leikarum. Vant verður um kvøldarnar í juli mán- aði. KRAV: At tú hevur áhuga og heldur tað vera stuttligt at lutaka. Sig frá á tlf. 18617. Leikarafelag Føroya SUMMARFRI Frá og við mánadegnum 11. juni 1994 ogtríggjar vikur fram, verður skrivstova Fótbóltssambandsins stongd vegna summarfrí. Skrivstovan verður opin aftur mánadagin 1. august 1994. Heitt verður á feløgini og onnur, sum hava bráðfeingis avgreiðslu fyri neyð- ini ella fyrispurningar til Fótbóltssam- bandið, í nevnda tíðarskeiði, um at venda sær til avvardandi nevndarfor- mann ella kappingarstjóra hesum við- víkjandi. Eisini ber til at leggja bráð- feingis boð á telefonsvararan 16707. Við ítróttarkvoðu Fótbóltssamband Føroya Tað er ikki alt sum kann betalast fyri pening. Land- ið betalir 75%. Við heilsu Kristianna Nordendal