Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Færri og færri flyta Flytingin av landinum er framvegis stór, men hon minkar tó mán- að fyri mánað. Enn kann tó einki sigast um, hvat hendir summar- mánaðirnar Tað hevur leingi ljóðað, at eitt ótal av familjum úr Klaksvík eru fluttar ella eru við at flyta av landinum. Talið 14 familjur er ofta at hoyra. Men torført er at fáa hetta vátta. Kanska er tað tí bara ein søga. Á Skipafelagnum í eina ella tvær bingur um vikuna. Á Posthúsinum í Klaks- vík siga tey, at av adressu- broytingunum sæst, at tað alla tíðina eru nøkur, sum flyta, men ikki so nógv, sum tað ljóðar. Fimm teir fyrstu mán- aðirnar í ár fluttu 933 fólk av landinum. Tað eru 217 meira enn í fjør. Tann stóra økingin kemur av, at so óvanliga nógv fluttu av landinum í januar, 325. Í januar mánað í fjør fluttu eisini heilt nógv, 217. Men um hugt verður at haggtlunum fyri í ár, minka tølini mánað fyri mánað - eins og í fjør. Í maí mánað í ár fluttu 128, og tað er at kalla tað sama sum í maí mánaði í fjør. Vert er at geva gætur, at rímilig flyting er til Føroya. Teir fyrstu fimm mánað- irnar í ár fluttu 354 fólk til landið. Hagtølini siga einki um, hvussu stórur partur av hesum eru fólk, sum velja at flyta heimaftur, og hvussu nógv eru handverkarar, sum hava verið burturi og ar- beitt. Tað er hugsandi, at fleiri fara at flyta nú í summar, bæði tí Norrøna siglir, og tí fólk, sum ætla sær burtur, ofta velja at fara í summ- arfrítíðini, í staðin fyri mitt í einum skúlaári. I juli og august er altíð stór fráflyting, tí hægru útbúgv- ingarnar byrja tær flestu tá. randi Mynd: Kalmar Eiðisvegurin liðugur Fyrsta dagin verður koyrandi eftir nýggja eiðisvegnum omanfyri Norðskála og Svínáir Teir eru vid at vera lidnir við at asfaltera nýggja vegin, sum seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt við, úr tunnilsvegnum omanfyri gjørd ein rundkoyring við oyggjum, og har verdur r so ókunnug ikki renna í myrkri. Hjá Lands- Á karin meta teir, at trygdin í rundkoyringini verður so góð, sum hon kann blíva. Oyggjarnar skulu nú ger- ast lidnar, fyllast upp við gróti og flagi. LÆKNA EXAM. KOSMETOLOGUR - Tif. 19118 Hetta skuldi alt væntandi verid lidugt f vikuni. f sambandi vid, at nyggi vegurin og rundkoyringin verda tikin f nytslu, fer ferdsludeildin hjå Lands- verfrødinginum at senda út leiðbeining um, hvussu ein eigur at bera seg at í slíkari rundkoyring. Nýggi vegurin fer at lætta nógv um ferðsluna gjøgnum Norðskúla og Svínáir, har vegirnir eru smalir, og útsýnið í stødum er sera vánaligt. randi Mazda 626 til sølu sum eykalutir. Tlf. 56570 Nr. 117 — 23. JUNI 1994 Sida 3 Arbeiði at fáa í Noregi 10 føroyingar, konur sum menn, kunnu fáa arbeiði á einum fiskavirki í Finn- mørkini Nú eru aftur boð eftir føroyingum at koma til Noregs at arbeiða. Tað er eitt rækju- og flakavirki í Vadsø, sum tørvar arbeiðsmegi. Í fyrsta umfari vilja tey hava tiggju fólk, sum eru roynd í flakaskering og pakking á flakavirki. Tey bjóða íbúðir til tvey fólk við innbúgvi, og húsaleigan er 3000 krónur fyri hvgnn. Akk- ordin er, og miðal lønin erumleið 100 krónur um tíman. Skattaprosentið í Finnmørkini er bara um- leið 30. Vadsø liggur heilt har norðuri í Finnmørkini vid Varangursfjørðin, millum Vardg og Kirke- nes. 6.500 fólk búgva í býnum, sum er 165 ára gamal. Fólkið tosar finskt, samiskt ella norskt. Mentanarlívið er ríkt í býnum, sum bæði hevur sjónleikarhús/biograf, fleiri ítróttartilboð og svimjihøll. Fleiri virkin feløg eru í býnum. Nær- indis býnum eru fimm. alt, var í fjør umleið 100 mið. krónur. Umframt at brúka nógvar pengar uppá at nútímansgera virkið, hava tey eisini lagt nógva orku í at tryggja góðskuna. - Vit eru umleið 90 fólk, sum arbeiða á virk- inum og leita nú eftir meira arbeiðsm egi, tí væl ætla at framleiða meira og gera aðrar vør- ur eisini. Umhvørvid er gott her. Vit ynskja tí okkara føroysku vinum vælkomnum til Vardø, skrivar rakstarleiarin Per Sture Heiland Ped- ersen. randi Kristian Thorsted í Føroyahåsinum Fram til hálvan august hevur Kristian Thorsted listaframsyning í Før- oyahúsinum á Vester- brogade 18 í Keyp- mannahavn. Hann málar bæði na- turalistiskt og abstrakt, inspireraður av føro- ysku náttúruni. Kristian Thorsted er 29 ára gamal, føddur í Danmark men hevur eisini føroyskar røtur. Hann er útbúgvin peda- gogur. ..