Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 117 — 23. JUNI 1994 Sida 5 Carl August Fleischer, norskur professari: Vit standa sterkir um Svalbard — Í Svalbardtraktatini stendurat londini bert hava loyvi at fiska og veiða tætt við strendurnar. Men traktatin fevnir neyvan um økid út til 200 fjórðingar, sigur hann Norskir løgfrødingar meta at Noreg stendur rættuliga sterkt í trætuni um rættin at veiða við Svalbard skuldi hendan endað í altjóða dómstólinum í Haag. Ísland hevur mótmælt hvassliga, at norsk vaktarskip hava kvett veirarnar hjá íslend- skum trolarum. Íslendingar hava eisini boðað frá, at teir vilja hava eina avgerð um hetta mál í dómstólinum í Haag. Men norskir løgfrødingar eru bjartskygdir um, at norðmenn fara at vinna í Haag. Norski professarin í løg- fróði, Carl August Fleis- cher, heldur at Noreg hevur fullan rætt til at steðga veið- uni í verndarøkinum kring Svalbard. Fiskaren hevur tosad vid hann. — Ein stjórn hevur rætt til at nýta vald, sum liður í forsvarligari umsiting av einum øki, har hendan hevur myndugleika. Noreg hevur eftirlit við 200 fjórð- ing markinum úr stranda- linjuni á sama hátt sum við næstan allar aðrar strendur í heiminum í dag, sigur Carl August Fleischer. Svalbard-sáttmálin Vanliga fatanin í Noreg er at tað ber ikki til at nýta Svalbard-sáttmálan, har stendur m.a. atøll sum hava hava loyvi at fiska og veiða Hesin er bert galdandi tætt við land og ikki frá grundlinjuni og út á 200 fjórðingar. — Vit hava fingið umsit- ingarvaldið við Svalbard. Vit hava sett eitt verndar- økid fyri at verja stovnarnar og fyri at kunna gagnnýta teir á forsvarligan hátt. Noreg rekur objektiv frið- ingartilidk fyri at tryggja eina forsvarliga gagnnýtslu av av stovnunum, og tað er ikki pláss fyri íslendskum nýkomarum. Tað er ikki møguligt at reka eina forsvarliga fiskiumsiting uttan at áseta kvotur, sigur hann. Hvussu sterkt stendur Noreg um málið endar í Haag? — Noreg vil standa ógvu- liga sterkt í einum møgu- ligum málið í Haag. Tað stendur einki í Svalbard- sáttmálanum, sum gevur londum rætt til at fiska í økinum millum grund- linjuna og 200 fjórðingar, sigur hann. Fleischer hevur í mong ár verið ráðgevi hjá norsku stjórnini í fólkarætti og hann hevur serliga arbeitt Bíðað verður í spenningi eftir nær norsk vaktarskip fara at kappa veirarnar á skipum vid føroyingum umborð við Svalbardspurninginum. Rætt at umsita — Ósemjan um økid kring Svalbard er eins står i dag sum fyrr. Fleiri lond hava mótmælt. Noreg og ES kundu ikki semjast um Svalbard. Hóast hetta so er ongin ivi um, at Noreg hevur rætt at forvalta fiski- skapin kring Svalbard, sig- ur Geir Ulfstein fyrsti- amenuensis á stovninum fyri almennan rætt á uni- versitetinum í Oslo. Hann skrivar í løtuni doktara- ritgerð um evnið. Stríðið stendur um gkið kring Svalbard er búskapar- ligt øki hjá Noregi ella ikki. Hetta vil Noreg, men Sval- bard sáttmálin sigur nakað Íslendski uttanræikisráðharrin, Jón Baldvin Hannibalsson er ikki fegin um norska ágangin móti íslendskum trolarum annað. Við Svalbardsáttmálan- um fekk Noreg, eftir drúgv- ar altjóða samráðingar, yvirvaldsrættin yvir Sval- bard. Men yvirvaldsrætt- urin er avmarkaður. . Noreg hevur rætt tl at seta avmarkingar fyri tey sum reka vinnu við og á Sval- bard. Men Noreg hevur ikki rætt til at gera mun á lond- unum sum hava undir- skrivað sáttmálan orsakað av tjóðskapi. — Ísland staðfesti Sval- bardsáttmálan 11. maí í ár, men góðtók ikki, at Noreg hevði rættardømi á vernd- arleiðini. Sum såttmåla- partur kann Ísland krevja rætt at veiða við Svalbard, á jóvnum føti við hini londini, sum hava undir- skrivað såttmålan. Men sjálvt um Noreg ikki skal gera mun á londunum, so sleppa vit ikki undan at hyggja eftir søguligum rættindum í økinum, sigur Geir Ulfstein. — Ísland hevur ongi søgu- lig rættindi við Svalbard. Eftir mínari meting, so hevur Noreg fullar rætt, at tveita lond sum ikki hava søgulig fiskirættindi við Svalbard út, koma tey nú at fiska, eisini um Svalbard- såttmålin bert er galdandi fyri hetta økid, sigur hann. Hann metir at endar málið við altjóða dómstólin í Haag, so eru góðir møgu- leikar fyri at Noreg fær viðhald. Hann sigur at so logið tað ljóðar, so stendur Noreg sterkari í Haag, enn um málið skuldi enda í rættinum í Noreg. — Um okkara vaktarskip valdu at taka íslendsku trol- ararnar til lands, høvdu teir neyvan verið dømdir i ein- um norskum dómstóli. Norsk lóg er bert galdandi fyri friðingartreytir og meskavidd. Eisini er lóg um ásettu toskakvotuna fyri gkið, men hendan er ikki býtt sundur millum londini sum hava undirskrivað Svalbardsáttmálan. Sostatt hava íslendsku trolararnir ella kunngerð, sigur Ulf- stein. Avaring Íslendingar eru í gðini um, at norsk vaktarskip hava steðga íslendskum trol- arum. Fiskaren hevur spurt íslendska uttanríkisráðharr- an, Jón Baldvin Hanni- balsson um stríðið við Sval- bard fer at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum Ís- land og Noreg. — Heldur verandi stødan fram í dagar og vikur, vil tað fáa avleiðingar, sigur Hannibalson, men hann vís- ir aftur, at íslendska stjórnin hevur biðið íslendsku trol- ararnar um at fiska í verd- arleiðini við Svalbard. — Vit hava enntá tvær reisur ávara íslendsku reið- aramar um, at norskir myndugleikar fara at nýta vald móti trolarunum, um teir royna í verndarleiðini. Vit hava eisini sagt teimum, at vit ikki kunnu verja teir. Men hinvegin, vit kunnu ikki steðga íslendskum skipum at veiða við Sval- bard, sigur Jón Baldvin Hannibalsson, íslendskur uttanríkisráðharri. Føroyingar fingið frið Føroyingar umborð á skipum skrásett undir hent- leikaflaggi havaeisini roynt á verndarleiðini við Sval- bard. Men enn hava norsk vaktarskip ikki kappað veiramar hjá nøkrum av hesum. Føroyingar havaum 10 tolarar, sum fiska nordanfyri í altjóða sjógvi, harímillum við Svalbard og í Loynikrókinum í Barents- havinum. jústinus