hósdagur 23. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 117 — 23. JUNÍ 1994
Tummas Arabo, landsstýrismaður umborð á Shinkai Maru, har japanari vísir honum part av surimiverksmidjuni,
sum nú er før fyri at fáa kritahvítt og lýtaleyst surimi burtur úr føroyskum svartkjafti. Mynd kalmar
7 taka, landstjýri
Komnir á mál
við svartkjafti
-Vit eru komin á mál við svartkjaftinum. Samstarvið millum
Føroyar og eina japanska fyritóku um at fáa lønandi vinnu úr
svartkjafti er so mikið væleydnað, at tað longu í næsta ár verður
farið undir ítókiligt samarbeiði. Hetta sigur Tummas Arabo,
landsstýrismaður, sum hevur vitjað umborð á Shinkai Maru.
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum er sera fegin um
samstarvið við japanar, tá
tað snýr seg um at fáa
lønandi vinnu burtur úr
svartkjafti á føroyskum
gki. Tað eru nú try ár
síðani, at landsstýrið og
ein japonsk fyritøka
gjørdu ein sáttmála um
samarbeidi.
Tummas Arabo vitjadi
umborð á japanska roynd-
arskipið Sinkei Maru í
farnu viku, har hann
tosaði við skipara og
manning um royndirnar
higartil.
-Eg eri vorðin sann-
førdur um, at vit eru
komnir á mál við svart-
kjaftinum og at talan nú
kann blíva um veruliga
lønandi samarbeiði sigur
landsstýrismaðuri og sip-
ar við hesum til, at
føroysk skip helt longu í
1995 kunnu avreiða til
japanskt framleiðsluskip
og fáa góðan prís fyri
fiskin, nú hann verður
brúktur til matvøru.
Tummas Arabo sigur,
at hann fekk mangt
áhugavert at vita umborð
á japanska skipinum. Tað,
sum hann serstakliga beit
merki í, var sjálvur fiski-
skapurin hjá japanska
skipinum. Tað hevur sagt,
at skipið fiskar minni enn
onnur skip og er hetta
eisini rætt. Men tað hevur
sína skilagóðu frágreiðing
sigur landsstyrismadurin.
Sterri meskar
Japanar brúka nógv stórri
meskar enn aðrir. Tá før-
oyingar fiskaðu svartkjaft
til matna, var tað vanligt,
at meginparturin kundi
ikki skerast til flak, tí
fiskurin var ov lítil. Hjá
japanarum eru tað bara
eini 10-15%, sum er ov
smátt til at skera til flak.
Hetta er tí, at teir leggja
seg eftir at brúka stórri
meskar og harvið bert taka
tann stórra fiskin. Harvið
fara teir eisini væl við
stovninum.
Tummas Arabo sigur,
at japanar av somu orsøk
bert nýtast at hava eina
lítla skiljimaskinu um-
borð. Meginparturin av
fiskinum fer til flak og
surimi. Japanska skipið
hevur havt eitt brúkiligt
fiskarí og framleiða
matvøru burtur úr tí teir
Miðskeiðis í 80-unum
vórðu drúgvar royndir
gjørdar umborð á før-
oyskum skipum og í landi
at framleiða surimi til
japanska marknaðin. Ein
trupulleikin tá var, at
fiskakjøtiO var ov myrkt.
Hetta hava japanar nú
loyst. Nú er bæði smækk-
ur og litur í lagi.
Víðari samarbeldi
Landsstýrismaðurin sigur,
at landsstýrið nú fer at
tosa við japanar um úrs-
litið av trý ára royndum
og helst kemur tað hartil,
at landsstýrið fer at heita á
teir um at leggja eitt
framleiðsluskip á føroysk-
um øki, sum føroysk skip
kunnu selja svartkjaft til.
Japanar hava tann fyri-
Tíðindablaðið (SFT
mun, at teir kunnu fáa
lønandi vinnu burtur úr og
teir hava eisini marknaðin.
Upp á fyrispurning hví
ikki vit sjálvir kunnu hava
eitt framleiðsluskip á øki-
num heldur enn eitt
japanskt sigur Tummas
Arabo, at vit bara mugu
viðganga, at vit í løtuni
eru ikki góðir nokk. Vit
dugað framvegis ikki at
arbeiða nóg skipað, og tá
aðrir duga betur enn vit,
so mugu vit royna at fáa
sum frægast burtur úr tí.
Hvat hetta so kann útvikla
seg til í framtíðini er ein
heilt annar spurningur.
Vinnulivspolitikkurin
uppå longri sikt er so at
vit føroyingar sjålvir bædi
skulu veida og framleida
té í tøttum samstarvi vid
japanar, sum jú hava
lykilin til japanska
marknaðin.
Endamálið við avtaluni
við japanar var at vita, um
vit kunnu fáa eina brúki-
liga vøru burtur úr svart-
kjaftinum. Såttmålin
gongur út í heyst og verða
nú fyrireikaðar nýggjar
samráðingar.
Skilagóður vinnu-
lívspolitkkur
Tummas Arabo heldur
annars fyri, at júst sam-
starvið við japanar vísir, at
hetta landsstýrið rekur ein
skilagóðan vinnulívspol-
itikk.
-Tað hevur verið funn-
ist at okkum fyri einki at
gera til tess at skapa ar-
beiðspláss og at fáa
vinnuhjólini í gongd.
Hetta er ikki rætt. Vit
føroyingar mugu bara
ásanna, at vit í alt og
mongum førum duga ikki
at arbeiða nóg skipað og
nóg miðvíst. Alt ov oftani
verður lopið út í eitt ella
annað projekt, uttan at
hava gjørt nóg nógv
fyrireikingararbeiði. Tað
oftani ger meira skaða enn
gagn, tí miseydnast tað, so
fer eingin í gongd aftur
nógv ár fram í tíðina.
Landssstýrismaðurin
sigur, at vit eiga at hugsa
um bæði hvat kann gerast
her og upp á longri sikt
Men skal tú upparbeiða
nýggjar møguleikar, so
mást tú hava tíð til tess, og
her er samarbeiði við
japanar eitt gott dómi. Eitt
samarbeiði, har leitað
verður eftir nýggjum
burðardyggum
lívsgrundarlag.
At arbeiða upp á
longri sikt
Grønlendingar eru á
nógvum gkjum fremri enn
vit føroyingar. Tað er ti, at
teir arbeiða við fimmára
ætlanum. Teir arbeiða
miðvíst, góðtaka eitt und-
irskot í eina tíð og vita, at
hetta undirskotið um eina
tíð verður vent til eitt
yvirskot.
-Funnist hevur verid at
okkara vinnulívspolitikki
og sagt hevur verið m.a.
frá Fiskimannafelagnum,
at vit gera ov lítið við
royndarveiðu. Hetta er
ikki rætt. Fortreytin fyri
hesum er at tú sær eina
lønani vinnu í tí tú gert, at
tú arbeiðir miðvíst, lang-
siktad og skipað og ikki
bara leitar í tí Óvissa.
John Smith og Tummas Arabo umborð á Shinkai Maru.
Her hyggja teir eftir skiljimaskinuni, sum teir bert hava
eina av umborð. Teimum nýtist ikki fleiri, tí teir taka bert
tann stórra fiskin. Mynd kalmar