Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 117 — 23. JUNI 1994 Nyhugsan er neydug Nøkur av størstu vandamálum, ið mugu loystast av komandi løg- tingi og landsstyri eru: Fólkaflytingin, arbeiðsloysið, húsaskuld- in, vónloysi og fiskaloysi. Hesi og onnur vandamál mugu valevnini hava eitt boð uppá, um fólk skulu taka tey í álvara. Kegl og briksl er ikki nakað, ið fólk kunnu liva av í hesum | dógum. Hetta skrivar Hendrik Thomsen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymi. Hann ætlar í komandi blødum at hava eitt boð uppá hvussu hesi mál kunnu loysast. Arbeiði til fleiri hendur Allir flokkar og flestu val- evni eru samd um at tað mugu útvegast fleiri ar- beiðspláss. Hvussu hetta skal gerast hava tey onki boð uppá. Vit hava til vana her í landinum at hugsa, at alt sum ikki hevur við fisk at gera, ber ikki til. Men vit hava nú nærum ongan fisk sambært fiskifrødingum, sum eg trúgvi hava rætt í hesum máli. Tað gongur sjón fyri søgn. I hesum landi finnast fleiri møguleikar, sum langt frå eru nyttir til fulnar. Innan landbúna kunnu eftir stuttari tíð fáast fleiri 10 tals arbeiðspláss. Her eru eisini møguleikar at skapa ein ávísan ídna í sambandi við landbúnaðarfram- leiðslu. Hetta fer at spara okkum nógvar milliónir í spardum valuta. Vansin vid øllum nýggj- um fyritakssemi f løtuni er, at ongin figging fæst. Upp- skot mítt er tí, at hesi nýggju arbeiðspláss í byrjanini kundu fingið stuðul frá ALS, við at annars arbeiðs- leys fingu arbeiði og varð- Meskarnir eru ov stórir 4700 borgarar, tv.s. 10% av okkara borgar- um, eru rýmdir av land- inum. Nógv av hesum duttu igjøgnum meskarnar. Tað eru ikki mans- sømulig kor at geva fólki í 2 ár við rullandi — fall- loysistrygging. Ei heldur eru tað manssømulig kor at geva fólki fólkapensións- grundupphædd við evt. eykaveitingum til børn. Tað er hvorki til at liva ella doyggja av. Tí er rætt at umhugsa hverja skipan, ið vit hava ráð til. Heldur eina góða al- mannaveiting, sum tekur hædd fyri tørvin- um hjá hvørji einstakari familju, enn skipanir, ið ongin dugur er í. Súsanna Holm, valevni javnadarfl. í Norðurstreymoy Birgir Waag Høgnesen, valevni javnaðarfloksins | í Norðstreymoy veittu stuðulin frá ALS í einum byrjanartíðarskeiði tilhetta fyritakssemi hvíldi í sær sjálvum. Nógvir aðrir møguleikar eru, sum eg vil koma aftur til. Hendrik Thomsen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Vilt tú tað? Tíðindablaðið (SHU Fiska aftur á fjarleiðum — Stórsta uppgávan hjá nýggju tingmanningini er at skapa møgu- leikar at fiska á fjarleiðum, skrivar Manne Næs, valevni javnaðarflok- sins í Suðuroy Fyrsti partur Einaferðenn mugu vit å- sanna orðini hjá skaldin- um: »Saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her bliv- ið<. Aftur stendur val fyri durum, flokkarnir bólgna upp eins og hundaland. Menn kunnu ikki semjast, so nýggjan flokk. Betur hevði verið at havt uppgerð innan- flokka, og har funnið hvønn annan, so hesar góðu kreftir kundu drig- ið somu línu, og á tann hátt vunnið framá, og gjørt tað liviligari í hesi trongu tíð, vit nú eru í. Ikki skal nógv tl fyri at fáa vent gongdini til tað betra, og alt fer aftur at blomstra. Nú er summar og tað grør und- ir gangandi fóti. Vit hava jú eitt vælút- bygt land við góðum fólki, sum stendur á lopi eftir møguleikum fyri at koma burtur úr arbeiðs- loysinum, vit í løtuni eru Í, Fiska aftur á fjarleiðum Hugburðurin, at fiska ikki skal loysa seg, má broytast. Vit síggja at okkara grunnar eru ov smáir. Størsta uppgávan hjá nýggju tingmanningini erat skapa møguleikar at fiska á fjarleiðum. Vit hava nú í alt ov nógv ár verið ov trong- skygdir og múrað okk- um inni á heimaleið. Nei, ein loysn er at koma burtur frá Føroyum, og har gera nýtslu av hesum góðu og nýggju skipun- um. So tey kunnu veiða til gleði og gagns fyri land og fólk. FRAMHALD Manne Næs, valevni javnadarfl. í Suðuroy Javnaðarflokkurin sigur kortanei! Sleppa teir at útføra tað, teir skriva, so hava tíni børn ongar møguleikar at ganga í skúla í nærum- hvørvinum, tí sambands- og fólkaflokkurin hava longu boðað frá, at sparitil- tøkini fara at raka skúlar og annað alment virksemi. Tað man fara at verða sera tung boð at fáa, at børnini skulu ganga í skúla í teim- um størru skúlunum, fjart fráheimbygdini, bara tí teir fara at spara, so alt kostar minni. Javnaðarflokkurin sigur kortanei til slíka skipan, vit meina at øll børn skulu hava høvi at ganga í skúla í heimaumhvørvinum. Javnadarflokkurin verjir rættin til skúlan í nærum- hvørvinum — tað veitst tú. Í er Teir spara smærru skúlarnar burtur —