Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 117 — 23. JUNI 1994 Síða 15 Tíðindi frå Havnar Sjónleikarfelag: Kongliga Teatrið á leikferð »Men alt er endnu i sin vorden« Annika Johannessen lesur/framførir tekstir hjá Williami Heinesen. Undirspæl: Øssur Bæk. Tónleikur: Sunleif Rasmussen. Fyri fyrstu ferð í nógv ár hevur Kongliga Teatrið skipað fyri »Summarturné« og leiðin gongur til Føroya. Bólkurin telur tvey lista- fólk, bæði føroysk — Ann- ika Johannessen, sjónleik- ari i starvi á Danska Tjóð- leikhúsinum síðani 1990, og Øssur Bæk, konserva- torivútbúgvin tónleikari, síðani februar í ár í starvi í Kongliga Kapellinum. 24. november í fjør varð Annika heiðrað við Ársins Henkelprísi 1993 fyri fram- >Men alt er endnu i sin vorden< SKRÁ: Sunnudagin 26. juni kl. 20.00: Í Hvalvikar kirkju, tlf. 22344 Mánadagin 27. juni kl. 20.00; Í »Atlantis Bio« í Klaksvik, 56870 Týsdagin 28. juni kl. 20.00: Unbord á »Høganesi«, tif, 48214 Mikudagin 29. juni kl. 20.00: Í »Sjénleikarhåsinum« í Havn, tlf. 11131 Fríggjadagin 1. juli kl. 20.00: Í Skúlanum heima á Sandi, tlf. 61 184 Leygardagin 2. juli kl. 19.30: I Skúlanum i Bø, tlf. 32813 úrskarandi sjónleikakynst- ur sítt, og í síni réðu til hennara segði kendi um- mælarin Jens Kistrup m.a.: >Annika Johannessen er noget sá sjældent som en rigtig poetisk — en rigtig romantisk — skuespiller- inde. Oven i købet med et pust af det fjerne og fremm- ede helt deroppe fra klippe- øerne i Nordatlanten. Og på den baggrund er det ikke underligt, at man placerer hende som en anakronisme. En skuespillerinde, der næsten er for poetisk og for romantisk til at høre vores tid til. En skuespillerinde, derer sin egen tid, men som må nærme sig ad omveje. Derved kan hun paradoksalt nok virke mere morderne, fordi hon afdækker nogle lag i tiden, der ikke er umiddelbart synlige. På visse betingelser er det poetiske og det romantiske også en del af vores tid. Det handler historien om Annika Johannessen måske inders inde om«. Sum takk fyri henda stóra heiður skipaðu Annika Jo- hannessen og Kongliga Teatrið fyri tveimum upp- lestraframførslum á Hov- teatrinum við teksti hjá Williami Heinesen og tón- leiki hjá Sunleifi Rasmus- sen og Williami Heinesen. Tekstirnir Annika lesur/ framførir eru úr Laterna Magica, Tårnet ved Verd- ens ende, Gemaliel Besætt- else, Godaften Måne, god- aften min ven. Yrkingar eru úr Panorama med regnbue og úr Hymne og Harmsang. Øssur spælir á Solo- bratsch brot úr > Vagn op og slá pá dine strenge< eftir William Heinesen og á Soloviolin — Fyri stykker til >Syvstjernen< — eftir Sun- leif Rasmussen. Til Føroya ferðina hevur Annika broytt skránna eitt sindur, so framført verður bæði á donskum og á før- oyskum. Tilllagað soleiðis, at eisini ferðafólk skulu kunna fáa uakað burturúr. Pápi hennara, Eyðun Jo- hannessen, hevur verið ráð- gevi við valinum av teksti. Alt tiltakið varir í einar 80 minuttir og framført verður á seks plássum kring landið. Høvi verður at síggja og hoyra tey í kirkjuni í Hval- vík, í »Atlantis Bio« í Klaksvík, umborð á slupp- ini »Høganesi«, í Sjónleik- arhúsinum í Havn, í skúlan- um heima á Sandi og í skúl- anum í Bø. Við á ferðini verður Jane Holkenfeldt, stjóri fyri »Turné og Arrangementaf- delingen< hjá Kgl. Teatrin- um, og maður hennara. Havnar Sjónleikarfelag hevur lagt leikferðina í Før- oyum ul rættis og hevur fingið sera góða hjálp og vælvild frá sjónleikarafe- løgunum, lærarum og gør- um á teimum stóðum fram- ført verður. Eisini hevur fe- lagið fingið góða hjálp frá ferðavinnufólkunum. Men alt er endnu i sin vorden er virkad til vid studli frå Føroysku um- boðsstovuni í Keypmanna- havn.