fríggjadagur 24. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
|
At spjaða at-
kvødurnar er
ikki til frama fyri
lóntakaran
Fólkafloksformaðurin sigur
at »umfordeilingspolitikkur-
in hevur spælt falitt«, so um
tit vilja hava minni javna og
størri órættvísi, er at atkvøda
fyri fólkaflokki ella sam-
bandi. Men >svart-hvítur
fakfelagspolitikkur« er ikki
nóg mikið í einum heildar-
politikki, góða Ingeborg!
FORMADURIN í Føroya Arbeiðarafe-
lag heldur í grein í Sosialinum mikudag-
in, at veljarin dugir at døma, hvert fak-
félagsmál liggja betur í hondunum á
fakfelagsfólkum, sum hava mótmælt
rikna politikkinum seinastu árini, ella
fakfelagsfólkunum, sum framvegis
stuðla javnaðarflokkin.
OG so verður javnaðarflokkurin ákærd-
ur fyri at hava seplað milliardir burtur
Fyri at hava hækkað skattatrýstið,
hækkað meirvirðisgjaldið, lækkað lenir-
nar, lækkað frítíðarlenina og skert
summarfrítíðina. Og sambært Ingeborg
Vinther eru inntrivini ikki gjørd fyri at
bjargn bankunum, men fyri at bjarga út-
lendskum kreditorum sína áogn.
EINS og el! onnur, sum ikki hava havt
ábyrgd av at ikki alt rapaði og halda
samfelagnum gangandi, so hevur Inge-
borg Vinther ikki eitt tað einasta boð
uppá, hvussu bankakreppan skuldi ver-
ið loyst. Heldur ikki hevur hon eina met-
ing av, hvat hevði hent, um bankarnir
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgota
1, 100 Torshavn, afholdes
Torsdag den 11. aug. 1994, kl. 10.40
R 2Q7
tvangsauktion (AS 687
Blankagøta 6
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 93027) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 457 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 77 kvm. i 2 etager
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret
Færøernes fogedret, den 2!
Mette Søgaard-Nielsen
dim
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
93) over matr.
nr. 1145 aq. Tórshavn. beliggende
FRÆLSI -- JAVNADUR — BRØDRALAG
lótu aftur.
TAÐ er torført at ímynda sær, men sam-
felagsfrødingar og búskaparfréðingar
eru á einum máli um, at so hevði verið
hurlivasi. Fólkaflytingin ikki verið av-
markað til tey 4000 fólkini, sum eru far-
in. Hon hevði verið fleirfalt so stór. Og
arbeiðsloysið hevði ikki verið avmarkad
til eini 4000 fólk, men tað hevði verið tví-
falt.
EINGIN peningur hevði verið at arbeitt
við. Men tað var ikki bara peningurin
hjá útlendskum kreditorum, sum var
farin. Eisini peningurin hjá teimum
flestu føroysku spararunum hevði verið
farin. Og hvar hevdu tær hundraðtals
milliónirnar, sum fakfelegini eiga, verið
farnar? Jú, tær vóru eisini horvnar sum
døgg fyri sól. Og høvdu fakfeløgini og før-
oyski arbeiðarin so verið betur fyri? Tað
er meguligt, at Ingeborg Vinther heldur
tað. Vit halda tað ikki!
TÍ er tað ov bíligt at sleingja út, at bank-
arnir vórðu bjargaðir fyri at tryggja út-
lendskum kreditorum sína áogn. Tá eitt
av fremstu fakfelagsfólkunum í landin-
um stillar upp — ein formaður sum vit
hava allarsterstu virðing fyri og sum vit
hava havt gott samstarv við síðani hon
kom í stjårn Føroya Arbeidarafelags í
1977 — so kann tað ikki hava eina so ein-
falda ella »svart-hvita-stødu« til sam-
felagsgongdina. Samfelagspolitikkur er
annaðenn einvísur fakfelagspolitikkur!
TAÐ eru nakrir veruleikar, sum íkki
slepst uttanum. Fiskanegdin, sum kem-
ur upp á land, er minkað niður í helvt
síðani miðskeiðis í åttatiårnum, og hon
er minkað ein triðing síðani í 1991.
Prísirnir eru ikki hækkaðir og nógvir
eru lækkaðir. TY er tjóðarúrtekan lækk-
að. Og tí hevur verið neyðugt at skerja
her og har.
OG harafturat kemur so bankakrepp-
an! Hvussu hevði Ingeborg Vinther takl-
Jústinus Eidesgaard
rgdarblaðstjóri Dahí Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseing P/T Sastalurin
Fyns MR pre rene Pront: PAT Pressan 1981
að hesar trupulleikarnar? Hevði hon
bara latið staðið til ella hevði hon sent
rokningina til onkran annan, sum
summir ábyrgdarleysir tjóðveldismenn
hava mælt til, tí teir syngja eins og Pauli
Ellefsen: »G6da mamma, tað var ikki
eg«. TY danir hava skyldina?
SJÁLVANDI kundi okkurt verið gjørt
ødrvisi, og tað, at landsstýrið keypti Før-
oya Banka, og læt Den Danske Bank
nærum sleppa snikkaleysan undan á-
byrgd, var skeivt, men sum politikari
mást tú taka alt sum eina heild. Og okk-
urt mistak verður gjørt í eini truplari
stæðu. Hetta er eitt av fleiri, men hevur
Ingeborg Vinther einki mistak gjørt? Vit
kunnu nevna fleiri, men vit halda hana
kortini vera eitt av okkara bestu fakfe-
lagsfólkum, sum javnaðarfólk vóna aft-
ur at fáa gott samstarv við!
MEN tá hetta er sagt, so skal leggjast
afturat, at tað harmar ongan meira enn
júst javnaðarflokkin, at landsstýri og
legting hava verið noydd at hækka
skatt, meirvirðisgjald, lækka lenir,
stytta frítíðina og lækka frítíðarlenina.
MEN tað, sum Ingeborg Vinther og so
nógv onnur gloyma, er, hver hevur slóð-
að fyri flestu av hesum ágóðum, arbeið-
aramálum, sum nú eru skerdir nakað.
Hon gloymir at nevna fleiri onnur fram-
stig, sum javnaðarflokkurin hevur slóð-
að fyri, men sum eru skerd ella liggja
lamin. T.d. arbeiðseftirlitið og minsta-
lenin.
TAÐ harmar ongan meira enn javn-
aðarflokkin. Og tá tað harmar javnadar-
flokkin, so verður hann sjálvandi tann
fyrsti aftur at fáa ágóðar og framstig,
arbeiðaramál og fakfelagsmál, aftur
upp á eitt rímuligt stæði.
TAÐ verður hverki sambandsflokkurin
ella fólkaflokkurin, sum aftur vinna fer-
oyinginum, ella arbeidarafjøldini, hesar
batar. Men tað eru hesir báðir borgar-
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Torshavn, afholdes
heim
88
havn, tlf. 1.1260
etage
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
Torsdag den 04. aug. 1994, kl. 13.10
(AS 133994
nr. 610a, Vågur tilhørende í
Auktionen er Degærst af acvoxat
an Páli Lassen. Brygg
Ejendommen er en erhvervsbygning.
Det bebyggede areal udgør 24 kvm. i 1
VJAS
harð viA
nemsyn på Dommerkontoret
Færøernes fogedret, den 21 06 94
Mette Søgaard-Nielsen
dm
67. ÅRGANGUR
Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr. Postsmoga 76
Argjum 110Térshavn
Telefon: 11820 Teletax: 14720
ligu ella høgrasinnadu flokkar, sum fåa
ágóðan av, at atkvødurnar verða spjadd-
ar til nýggjar flokkar og fylkingar —
verkamannafylkingina, frælsisfylking-
ina, føroyska flokkin osfr.
VIT sóu tað í Sosialinum fyrradagin, har
formaður fólkafloksins á tingi, Anfinn
Kallsberg, sigur við atliti til Eystur-
europa, at »umfordeilingspolitikkurin
hevur sligid feil«.
STÓRUR partur av fakfelagspolitikki
og javnaðarpolitikki er ein útjavningar-
politikkur, tí vit ásanna, at øll virði í
samfelagnum stava frá framleiðslu og
útflutningi, sum fiskimadurin fær til
vega og arbeiðarin virkar til útflutnings.
Restin er í stórum og heilum tænastur at
fáa samfelagið at virka.
MEN tað letur seg ikki gera uttan stríð
og strev fiskimanna og arbeiðaranna, tí
grundarlagið er fiskivinnan á sjógvi og
landi. Og tí skal útflutningsvirðið koma
temum og øllum ødrum løntakarum til
góða. Og vit eru sannførd um, at besti
mátin at gera tað er við einum javnaðar-
politikki. Og ikki við tí nýliberala poli-
tikki, sum fólkaflokkurin og sambandið
boða frá, tí tá verða tað bara »molarnir«,
sum koma fólkinum til góða.
TIT sóu orðini hjá fólkafloksformannin-
um: »umfordeilingspolitikkurin hevur
spælt falitt«! Hetta heldur sambands-
flokkurin eisini. So vilja tit hava lønar-
lækking, minni javna og sterri órættvísi
í samfelagnum, so kunnu tit atkveða fyri
hesum báðum borgarligu flokkunum.
MEN vilja tit hava eitt samfelag, har
samfelagsvirðini verða javnad til allar
landsins borgarar, so vit kunnu tala um
lívsfrælsi og lívsdygd, so er at standa
saman um javnaðarflokkin.
sosialurin
ABERDEEN :
SEN
FAMILJU PAKKI
í Caravane
STRANDFARASKIP Mr
%
1040
-