Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Sida 3 Solskin vid Gjogv tå Norrøna kemur Ferðafólk fýlast á, at ferðamannaheimið Gjáargarður letur betri at veðrinum í veðurtíðindunum í útvarpinum, enn tað í veruleik- anum er. Hetta er serliga galdandi tá Norrøna kemur til landið Um summarið er útvarpið meira neyvt við veðurtíð- indunum. Tá fáa vit eisini at vita hvussu veðrið er í teim- um ymisku bygdunum kring landið. Hesi lokalu veðurtíðindi er serliga ætlað ferðafólki og tað eru heim- ildarfólk úr teimum ymisku bygdunum sum siga út- varpinum frá veðrinum. Tað fyrsta tey gera hvønn morgun er at fara út undir vegg at kaga upp í himmalin og síðan meta um veðrið. Tey kaga uppí ættina at vita um hann fer at halda sær, tey minna seg á um tað var túrt á seinastu flóð og ann- ars síggja tey tekin í fjóru og á himni um dagurin fer at gerast turrur, ella um åarføri verður. Seinasta mánadag boðaði útvarpið frá á bæði á før- oyskum, enskum og donsk- um, at sólin skein norðuri við Gjógv. Har var turt og har var gott veður. Heimild- armaðurin hjá útvarpinum við Gjógv er eigarin og leiðarin á Ferðamanna- heiminum Gjáargarði, John Sivertsen . Norrøna kom eisini á Hav- nina hendan dagin og or- sakað av góðu veðurtíð- indunum hendan mánadag við Gjógv, so tustu ferða- fólk norður. Vøkur og drag- andi er bygdin og Gjógvin, eisini góðveðursdagar. Men tá ferðafólkini komu norður oysti niður. Breiðar rípur av gráhvítum avfallið sóust, sum trivaligir líggja- Illar tungur vilja verða við at John Sivertsen letur betri at veðrinum við Gjågv enn verul- eikin er fyri at fáa ferðafólk norður. "Tað kemur mær aftur um brekka at lúgva sigur ein avgjørdur John Sivertsen, sum vísir aftur skuldsetingunum skógvar, í samregninum. Regnið stóð tætt og tungt oman gjøgnum dalin, heilt undan Gráfelli og tekju Føroya fyri norðan. Onga ábyrgd av veðrinum Vit spurdu John Sivert- sen um hann lat betri at veðrinum fyri at fáa ferða- fólk norður til Gjáar? — Nei, veðrið takið eg ikki ansvarið av, eg havi nógmikið av kvalum fram- manundan, sigur John Sivertsen. Men er tað ikki tú sum letur veðurtíðindini til út- varpið? -Jú, tað er rætt. Eg greiði teimu frá hvussu sær út, tá teir ringja, teir har suðuri úr Havn. Eri eg ikki inni, so greiður onkur annar, sum starvast hjá okkum, frá veðrinum. Men eg stýri ikki veðrinum, tað kann síggja gott út um morgunin og so fer at regna seinni, sigur Johan Sivertsen. — Tað ber heldur ikki til hjá mær at lúgva um veðrið fyri at fáa ferðafólk hendan- vegin, tað kemur bara aftur um brekku seinni, sigur ein avgjørdur John Sivertsen. Færri ferðafólk John letur ikki væl at ferðafólkastreyminum í ár og John hevur royndir á hesum gki. Hann er ein av undangonguminnunum innan ferdavinnu í Før- oyum, hevur ríkið ferða- mannaheim við hegni í mong ár bæði í Havn og nú norðuri við Gjógv. --Tað er ovfåar krabba- goggur og telt sæst næstan ikki longur. Fólk tíma ikki at koma til eitt land sum bara verður umrøtt fyri "neyð og elendigheit" í føroysku og útlendsku fjølmidlunum. Tey hava nóg nógvar kvalir heima. Tað eru heldur fleiri týsk- arar í ár, men hesir klára ikki at viga ímóti teimum fækk- andi norðurlendingunum, sigur John Sivertsen. jústinus fe Bordoyarnes heimkomin Um 11 tíðina i gjåra- morgunin kom Borð- oyames á Havnina. Hann legði at uttalaga á molanum og setti nakrar manns av, síðan bakkaði hann frá aftur og fór norður á Klaksvík. Borðoyarnes er komin av Flemmish Cap. Hann hevur verið burtur í triggjar mánaðir og fiskiskapurin hevur ver- ið smáligur. Hann hevur 120 tons í saltfiski inni. Borðoyarnes var éitt skifti fyrr í ár í Barents- havinum við línu. Har var bara heilt fit at fáa. Norðoyingar halda at tað er ikki meir enn rímuligt at teir stóru saltfiskalínubátarnir = í Klaksvík fáa ein túr í Barentshavinum í part. Hetta gevur bæði arbeiði á landi og arbeipði til nógvar mans umborð. jústinus Tombolapengar til sjúkrahús Væleydnað køkutom- bola var í SMS og al- mennur dansur í Veitsluhøllini á Lands- sjúkrahúsinum tann 3. juni 1994. Við køkutombola komu inn kr. 4.700,-, og við dansin ein nettoá- góði upp á kr. 15.588,-. Hesin peningur fer 6- skerdur til innanlands- Ring til: FLYTA??? til/úr NOREGI/DANMØRK ferðir hjá sjúklingum á psykiatrisku deildun- um. Tey, sum hava fyri- reikað, takka hjartaliga fyri góða undirtøku, øll- um teimum sum hava latið gávur, teimum, ið hava hjálpt til við tiltak- inum og gllum, sum møttu upp og gjørdu, at tad eydnadist so væl. DANNY TRANSPORT Tlf. 19192 - 89192 - 84100 Vit hava eisini flytikassar! Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita å tlf. 031-242268 ella 031- 578999.