Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 118 — 24. JUNÍ 1994 Páll Heinesen og Ottar Olsen á Strandferðsluni: Anna Arabo er væl kvalifiserað Leiðslan á Strandferðsluni vil ikki viðgera starvsfólkið alment. Men hon avvísir tí, Dan Klein hevur ført fram. Og hon heitir á hann um at hugsa um, at skrivingin hjá honum bæði skaðar arbeiðsplássið, og særir tey menniskju, hon rakar Dan Klein hevur lagt leiðs- luna á strandferðsluni undir at hava sett ein mann (Hee- gaard Haraldsen) frá, fyri at Anna Arabo - kona Thomas - skuldi sleppa framat. Og heta hevur verið gjørt, hóast Anna - sambært Dan Klein - ikki er kvalifi- serað. Fyrst segði Dan Klein, at Heegaard var uppsagdur - seinni bleiv tað til, at hann var tvungin at avspákað, fyri soleiðis at geva pláss fyri Onnu Arabo. Slutur >Tann ið tigir samtykkir<, sigur orðatakið. Er hetta orsøkin til, at leiðslan á Strandferðsluni ikki hevur talað at, tá Dan Klein alment hevur lagt hana undir at gera mun á fólki, og seta ókvalifiserað fólk í starv? - Nei, nei, tað er tað avgjórt ikki! siga Ottar Olsen, fíggjarstjóri, og Páll Heinesen, starvsfólkaleið- ari. Teir siga seg ikki so væl kunna fara at viðgera starvsfólk síni alment, og vilja tí helst halda seg uttanfyri hetta. Men av tí at teir pástandir og tær illgitingar, sum Dan Klein hevur sett fram, beinleiðis skaða bæði ar- beiðspláss og starvsfólk, játta teir kortini Sosialinum at gera nakrar viðmer- kingar. Heegaard Viðvíkjandi Heegaard gera teir fyrst greitt, at maðurin ikki er uppsagdur. - Tað er rætt, at hann skal avspáka eina tíð - men hetta hevur als einki at gera við Onnu Arabo. Og tað er ikki fyri at geva pláss fyri henni, at hann skal avspáka, siga teir. Hetta er forrætning Teir greiða frá, at Strand- ferðslan er ein almenn fyritøka, sum verður rikin eftir vanligum handils- prinsippum. Anna Arabo er eitt av leiðandi fólkunum innan tað, ið nevnist »catering« í hesi fyritøku. Hon arbeiðir við kundatænastu av Ottar Olsen og Páll Heinesen biðja Dan Klein hugsa um, at hann bæði skaðar arbeiðsplássið og særir ósek menniskju við tí, hann skrivar ymiskum slagi, sum kokkur - og avloysir eisini hov- meistaran á Smyrli, Páll Joensen, av og á. Teir leggja dent á, at Anna er fult kvalifiserað til hetta arbeiði. Og tað er sera langt frá veruleikanum, tá sagt verður, at hennara arbeiði hevur nakað at gera við, hverjum hon er gift vid. - Hjá okkum verða fólk sett eftir vanligum handils- ligum prinsippum. Tað eru kvalifíkatiónir og evnir, sum eru avgerandi fyri, hvørji fólk verða sett í tey ymisku størvini, siga teir. Skeiðið Viðvíkjandi kokkaskeiði- num, hildið varð á Hotel Norð, greiða teir soleiðis frá: -Tað eru komnar nýggjar reglugerðir, sum siga, at øll fólk umborð á skipunum skulu hava pappír, sum vísa, at tey eru kvalifiserað til tað arbeiði, tey gera. Tá kokkaskeiðið var hildið á Hotel Nord, luttóku fýra fólk frá Strandferðslu- ni, sum hava arbeitt hjá okkum í langa tíð, men sum mangla pappírini. Hesi fýra fólkini fingu farloyvi í 4-5 vikur frá okkum, soleiðis at tey kundu luttaka. Tey rindaðu allan kostnaðin sjålvi. Anna Arabo var eitt av hesum fólkum. Ouar og Páll leggja dent á, at Anna í hesum sam- bandi ikki á nakran hátt fekk ødrvisi viðgerð enn onnur starvsfólk. Hugsið um fylgjurnar Ouar Olsen og Páll Heine- sen siga seg sum sagt ikki viðgera nøkur av starvs- fólkum teirra alment heldur ikki Heegaard Haraldsen, hóast hesin skuldsetir teir fyri álvarsligt svik. Men eitt vilja teir kortini siga við bæði Heegaard og Dan Klein: - Tað sum sagt verður í Oyggjatíðindi er ikki beint. Men tað skaðar okkara arbeiðsfólk. Og tað særir tey fólk, tað rakar. Hetta áttu tit at hugsað um. Sonurin Eisini sonur Thomas Arabo hevur verið drigin fram í Oyggjatíðindi. Hann ar- beiðir í Aberdeen á eini fyritøku, sum Strand- ferðslan hevur samskifti við. Tað, Dan Klein hevur skrivað um hetta, halda Páll og Ottar vera >langt úti<, sum teir taka til. - Skuldi vit ikki kunna hava samstarv við eini útlendska fyritøku, bara tí sonur Thomas Arabo arbeiðir har? Hatta er vitleyst! siga teir. SS Vrøvl Rasmus Lassen verdur av Dan Klein lagdur undir at lýða »harrabod« ur Tinganesi, og snýta við eina prévtøku. Men pråv'økan var aldrin hildin... Tá ein eft. kannar »gøl- urnar« hjá van Klein í Oyggjatíðindi, er tað fyrsta ein leggur til merkis, at hann slettis ikki tosar við tey fólk, hann dregur fram. Onkur vendir sær til hann við illgitingum og slatri um navngivnar persónar - og tað fer beint í blaðið. Persónar- anir, sum nevndir verða, sleppa aldrin at tala fyri seg Slapp Ikki til orðanna Soleiðis er eisini Í hesum máli. Ein teirra, sum verður drigin fram, er leiðarin á Hotel Norð, Rasmus Lassen. Dan sigur, at hann »hevur ikki viljað sett seg upp ímóti harra- boðum úr Tinganesi<. Hesi >harraboð< hava sambært Dan Klein verið, at hann skuldi lata konu Thomas Arabo klára seg jigjøgnum »prévtøkuna«. Hevdi Dan nå havt spurt Rasmus - ella onkran annan - so hevdi hann fingið sannleikan at vita. - Men so hevði eingin gøla verið til Oyggjatíðindi! Tí varð slaturin pren- taður, uttan at Rasmus slapp at svara fyri seg. Dan Klein: Vrevi og slutur Rasmus sigur við Sosi- alin, at tað fyri tað fyrsta er »vrøvl og slutur«, at hann skal hava fingið >harraboð< um nakað sum helst. - Eg havi hvørki tosað við Thomas Arabo ella nakran annan, sigur hann. Hatta er vrøvl og uppspinn úr enda í annan Einki provtøka Eisini sigur Dan Klein uttan at hava spurt seg fyri), at »prévtøkan« á kokkaskeiðinum — ikki fór fram á rættan hátt. Dan Klein skrivar: >Tað er eisini óhoyrt, at próvdómarar og lærarar eru teir somu. Men í Føroyum kann sum kunnugt alt henda. Bæði Rasmus Lassen og Mikkjal Joensen vóru lærarar å skeidinum. Teir vóru eisini próv- dómarar<. Til Hetta sigur Ras- mus: - Hatta er vrøvl. Hetta var bara eitt skeið fyri fólk, sum hava arbeitt leingi innan fakið, men ikki hava pappír. Tað er eitt nýtt krav, at øll fólk umborð á einum skipi skulu hava pappír. Tað var eingin próv- tøka eftir skeiðið! S-S- Eg haldi meg til sakkunnleikan Vit hava spurt Dan Klein hvihann ikki hevur spurt seg fyri hjá røttu vidkomandi, áðrenn hann hevur skrivað greinarnar um familjuna hjá Thomas Arabo. Hann greiðir soleiðis frá: - Eg haldi meg til sakkunnleikan. Sak- kunnleikin sigur, atkona landsstýrismannin ikki lýkur treytirnar fyri at kunna virka sum hov- - Men tú heingir fólk út, sum ikki sleppa at verja seg í blaðnum. - Nei, eg heingi ongan út. Eg haldi meg til sakkunnleikan. Og tað líkist svartasta ongum at handa konan fær hatta jobbid, bara tí hon er gift við einum landsstýris- manni. Og so hevði Dan ikki stundir at práta meir. Næsta útgáva av Oyggjatíðindi = skuldi gerast klár til prent- ingar... ss