fríggjadagur 24. juni 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Sida5
Tíðindablaðið CSE
Thomas Arabo um |
hunddålkingina av familjuni:
Hetta
nivir
- Tå eg før uppi politikk, visti eg, at eg bleiv ein
almennur persónur, og at fólk fóru at taka stóðu
fyri og ímóti øllum ti, eg gjørdi. Men tað var mítt
egna val, og havi eg eisini lært at liva við at fáa
harða viðferð vidhvørt.
Men at síggja familjuna hjá mær verða
svínaða til - tað er hart. Tað nívir. Serliga tí tað er
so lítið, ein kann gera við tað
Tá Thomas Arabo í 1984 -
44 ára gamal - valdi at fara
uppí politikk, var tað eitt,
hann gjørdi sær heilt greitt:
Hann fór at gerast ein
almennur persónur, og hann
fór at verða noyddur at taka
avgerðir, sum nógv fóru at
venda sær ímóti. Hann fór at
verða ópopulerur millum
nógv fólk.
- Eg gjørdi mær heilt
greitt, at hetta fór at verða
prísurin. Men eg hevði tá
livað tætt uppat tí politisku
verðini leingi, og eg hevði
nakrar hugsanir, sum eg
betur kundi arbeiða fyri
innan- enn uttanfyri tingið.
- Tað er hetta - málini - eg
alla tíðina royni at halda
mær fyri eyga. Og hevur tú
eitt greitt mál at stýra eftir,
sum tú heldur vera rætt, er
lættari at ignorera tær smáu
>óbehagiligheitirnar<, sum
altíð eru á leiðini.
Hetta er ov nógv
Men tann hetzin, Dan Klein
famu vikurnar hevur ført
móti bæði konu- og synum
hansara, heldur Thomas
Arabo vera ov nógv av tí
góða.
- Hetta er tað grovasta, eg
havi verið úti fyri. Eg taki
tað ikki so tungt, um hasin
maðurin leggur eftir mær
vidhvørt. Men at familjan
skal svínast til bara av teirri
grundateg eri politikari, tað
er ringt at liva við. Tað
nívir.
at stena
Sum greitt frá aðrastaðni í
blaðnum, byggja søgurnar
hjá Dan Klein á lygnir úr
enda í annan.
- Men hetta hjálpir ikki,
sigur Thomas. Hóast flestu
fólk halda trúvirðið hjá Dan
Klein vera sera lítið, so eru
altíð nøkur, sum trúgva
tílíkum - og so gongur
slaturin.
Spurdur hví hann ikki
stevnir blaðstjóranum,
svarar Thomas Arabo:
- Tað hjálpir ikki. Eg
hevði sjálvandi helst fingið
hann dømdan - men so
hevði hann kunnað fylt
blaðið við hesum fleiri
ferðir afturat, í sambandi
við sakarmálið. Og tað
hevði bara gjørt alt verri.
- Og bótin, givin verður
fyri tílíkt, er valla so stór, at
Dan ikki vinnur tað fleiri
ferðir aftur við øktari sølu.
Thomas Arabo greiðir
frá, at hann hevur tosað við
sakførarar um at stevna,
men teir eru samdir um, at
hóast hann uttan iva hevði
vunnið sakarmálið, so
hevði hann ikki nátt sínum
máli - at steðga slatrinum,
Dan Klein hevur íbirt um
familju hansara.
Ov høgur prísur
- Eg ætli mær at halda fram í
politikki eina tíð afturat.
Umleggingin av okkara
fiskivinnu er ikki liðug enn,
men vit hava lagt eitt gott
grundarlag fyri tí komandi
arbeiðinum. Og tað vil eg
fegin vera við til, sigur
Thomas Arabo.
- Men tá tílíkt sum hetta
hendir, fer ein at ivast í, um
ikki prísurin fyri at vera við
er ov høgur.
S-S-
A
- Tað hevdi sanniliga verið vert tikið upp hjá einum blaði, um onkur bleiv
priviligeraður, bara tí hann stóð einum politikara nær. Men tað er ikki tilfeldið her
Hetta er lygn og latín úr enda í annan. Tað er tað, sum ger tað so beiskt