fríggjadagur 24. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 118 — 24. JUNI 1994
Endurskoðið
Fiskavirking
Danski fólkatingsmaðurin og fóroyavinurin, Hans Jórgen
Jensen, sum júst hevur verið á vitjan í Fóroyum, heldur at
tíðin er komin hartil, at loysnin við Fiskavirking eigur at
verða endurskoðað.
Hann heldur, at Fiskavirking líkist í so nógv eini
skrivaborðsloysn og at Richard Mikkelsen-modellið hevur
tikið ov lítla hædd fyri arbeidsmøguleikunum í Føroyum, eitt
nú heldur hann tað vera heilt skeivt, at einki fiskavirki er opið
í Sandoynni. Sosialurin hevur hitt henda dámliga og fryntliga
danska javnaðarfólkatingsmannin
Hans Jørgen Jensen er
valdur í fólkatingið fyri
danska javnaðarflokkin
Har hevur hann verið í 14
ár. Umframt sítt politiska
virksemi hevur hann
drúgvar royndir sum fak-
felagsmaður. Hann hevur í
mong ár verið formaður í
Dansk Funktinærforbund
og nevndarlimur í LO. So-
statt hevur hann nátúrligar
rétur bæði í fak-
felagsrørsluni og í danska
javnadarflokkinum.
Sannur Føroyavinur
Men hví visa hesum lít-
illætna og sidiliga manni-
num ans í Føroyum! Er
hann nakað meira enn
bara ein vanligur danskur
fólkatingsmaður kundi
verið spurt!
Orsøkin er einfeld:
Hans Jørgen Jensen man
vera ein tann fólkatings-
maðurin, sum kennir Før-
oyar og føroyingar best.
Hann er sannur føroya-
vinur - og er tann fólka-
tingsmaðurin, sum út frá
sínum kunnleika til før-
oysk viðurskifti og sínum
alski til føroyingar og
Føroyar altíð er tilreiðar at
verja søk føroyinga ikki
bert á fólkatingi, men so
sanniliga eisini úti í
danska samfelagnum, tá
orðaskifti har snýr seg um
føroyingar og -føroysk
vidurskifti.
Umframt sitt politiska
virksemi og tilknyti til
fakfelagsrørsluna, so er
Hans Jørgen Jensen eisini
ein av oddamonnunum í
donsku fråhaldsrørlsuni.
Tað var tí eisini sera
nátúrligt, at gott vinarlag
knýttist millum hann og
Jákup Lindenskov, sum í
mong ár sat á fólkatingi
fyri føroyska javnadar-
flokkin. Í mongum av
teimum týðandi málunum,
sum Jákup Lindenskov
hevur virkað fyri til frama
fyri Føroyar á Christians-
borg, har hevur hevur
Hans Jørgen Jensen eisini
havt ein týðandi leiklut.
Hans Jørgen var m.a. við
til at stuðla arbeiðinum
hjá Jákupi Lindenskov at
fáa krígspensiónina at
fevna um føroyingar
eisini.
Eitt eyðkennir henda
dåmliga og stillføra mann-
in, og tad er, at hann ger
ikki nógv hóvasták burtur
úr sær sjálvum. Hann er
meira maðurin, sum ar-
beiðir aftan fyri leiktjóld-
ini, og har ger sína ávirk-
an galdandi.
At føroyingar kanska
ikki hava hoyrt so nógv til
henda mannin man vera
av somu orsøk: stóra ar-
beiði hansara til frama fyri
føroyingar er farið fram í
korridorunum á Christ-
iansborg, har hann eisini í
dag roynir at verja søk
føroyinga.
Aftur i Føroyum
Nú um dagarnar vitjadi
hann aftur í Føroyum og
nýtti Sosialurin høvi til at
tosa við hann um ymsar
aktuellar spurningar, sum
eru frammi í føroyska
samfelagnum.
Hans Jørgen Jensen
hevur sjálvur verið virkin
luttakari í ordaskiftinum í
donsku fjølmiðlunum um
støðuna í Føroyum.
Eitt av málunum, sum
hann hevur víst stóran
áhuga er stødan hjá før-
oyska fiskiídnaðinum og
nýggju konstellatiónina
Fiskavirking.
Hans Jørgen Jensen er
ikki samdur vid teimum
dønum og serstakliga ikki
starvsfeløgunum å Christ-
iansborg, eitt nå Kirsten
Jacobsen, sum bara finn-
ast at øllum i Føroyum.
-Vit vita, at Kirsten
Jacobsen bara finst at fyri
at finnast at. Hon dugir
ikki at rósa, tá hetta er upp
á sitt pláss. Sjálvur haldi
eg, at tit føroyingar hava
megnað at byggja hetta
landið upp, soleiðis at tað
í nógvum førum er ein
fyrimynd fyri onnur. Vit
eiga ikki at gloyma, at her
er talan um eitt oyggja-
land, sum hevur tørv á
vegum, tunlum og góðum
havnum. Tær fløgur, sum
tit hava gjørt í henda
infrastrukturin haldi eg
hava verið sera
skilagóðar, og er tað ein
sannroynd, at fløgurnar,
sum eru gjørdar å hesum
økjum, kunnu gera, at tit
skjótari koma burtur úr
trupulleikunum.
-Sjálvandi hava tit eisini
gjørt mistøk, men hvat
samfelag hevur ikki tað!
Tað kann í hvussu er ikki
vera rætt av donskum
fólkatingsmonnum bara at
klikkja niður á føroyingar
og "hongja" tykkum út í
fjølmidlunum, tí m.a. nátt-
úran hevur verið í so hørð
við tykkum. Og áðrenn vit
vísa á tykkara mistøk, so
eiga vit sjálvir at taka í
egnan barm.
Útistongdir á
fjarleiðum uppruni
til kreppuna
Hans Jorgen Jensen sigur,
at kreppan í Føroyum
byrjaði, tá fiskivinnu-
trupulleikar tóku seg upp
úti í heimi í sambandi við,
at 200 fjórðinga fiski-
mark varð ásett. Tá mistu
føroyingar nevniliga fiski-
rættindi å mongum fjar-
leidum.
Hans Jørgen Jensen
heldur, at tad eigur at
verða kannað og skift orð
um á millumtjóða stigi,
um lond, ið burturav liva
av fiskivinnu, sum eitt nú
Føroyar, Grønland og
Ísland, kunnu fáa eina
ella aðra hjálp ella sømdir
Hans Jørgen Jensen
hevur altíð havt stóran
áhuga fyri føroysku
náttúruni og føroyskari
mentan. Her vitjar hann í
Kirkjubø. Mynd jan
frá altjóða samfelagnum.
Tá føroyingar áður hava
livað av at fiska á fjar-
leiðum og bráddliga hava
mist allar hesar møgu-
leikar, so eigur tað at
verða ein uppgáva hjá al-
tjóða samfelagnum at
hyggja nærri at, hvussu
lond sum Føroyar, ið bara
hava fiskivinnuna at líta á,
kunnu halda fram at virka.
Hetta er so ein spurningur,
sum eigur at verða um-
røddur bæði í Føroyum, í
Danmark og aðrastaðni
við. Við hesum sipar hann
ikki til, at hann hevur eina
patentloysn upp á trupul-
leikarnar í Føroyum, men
vil bert gera vart við, at
altjóða samfelagið má
geva samfeløgum, sum
bara hava fiskivinnuna at
liva av og eru í kreppu,
gætur so ella so.
-Bara tað at vit kunnu
fáa eitt orðaskifti í lag og
at politikarar og onnur
tosa um henda spurningin
kann vera við til at seta
okkurt positivt í gongd
heldur hann.
Tíðindablaðið (7);
Fiskavirking má
endurskoðast
Og tá fiskivinnan er so alt-
avgerandi tåttur í føroyska
samfelagnum, hvat heldur
Hans Jørgen Jensen tå um
loysnina vid Fiskavirking?
-Eg ivist ikki í, at Rich-
ard Mikkelsen og hansara
fólk hava gjørt eitt stórt
arbeiði, men eg loyvi mær
at ivast í, um teir hava
gjørt nóg nógv fyri at
kortleggja allan henda
stóra spurningin, áðrenn
uppskot um loysn varð
lagt á borðið sigur hann
og leggur aftrat:
-Tá tað finnast oyggjar
sum eitt nú Sandoyggin,
sum als einki fiskavirki
hava, so er okkurt galið.
Øll ætlanin vid Fiska-
virking manglaði eftir
míni hugsan eina samlaða
metan av arbeidsmøgu-
leikunum f teimum ymsu
økjunum.
Tað var gott, at stig
varð tikið úl eina loysn á
kreppuni í fískiídnaðinum,
og her var Fiskavirking
ein byrjan. Men eg haldi,
at tidin er komin hartil, at
neyðugt er við eini jus-
tering av Fiskavirking.
Privatisering
Hans Jørgen Jensen held-
ur, at møguliga átti Fiska-
virking at tikid til eft-
inektar gongdina i Klaks-
vík, soleiðis at privat ini-
tiativ fekk meira at siga
enn tað ger í Fiskavirk-
isloysnini í dag.
-Eg haldi eisini, at
loysnin við Fiskavirking
kundi verið eitt sindur
breiðari enn hon gjørdist.
Hon líkist eitt sindur eini
skrivaborðsloysn. Ov lítið
hevur verið hugt at av-
leiðingunum fyri smærri
oyggjamar.
-Heldur tå tå, at Fiska-
virking átti at verið tikið
av ella grundleggjandi
broytt?
-Nú hevur ein valt hesa
loysnina og so má tað vera
spurningurin at hyggja at,
hvat kann broytast og
endurskoðast, soleiðis at
virksemi kann koma í
gongd aftur.
Hans Jørgen Jensen
heldur eisini, at tað átti at
verið kannað, um ikki
figgjarumstødur eru á
fleiri plåssum í Føroyum
at fara í gongd aftur av
nýggjum.
Richard Mikkelsen
-Men skilur tú teir før-
oyingar, sum eru ímóti
Fiskavirking og eru
ónggdir við, at ein pen-
sioneraður tjóðbanka-