fríggjadagur 24. juni 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Helst meiriluti fyri nýggjari stýrisskipanarlóg
Framvegis ber til
at hava val í ótíð
Vit skulu hava 33 heldur enn 32 tingmenn, og landsstýrismenn
skulu leggja løgtingssessin frá sær so leingi teir eru í landsstyrin-
um. Hetta eru millum broytingarnar, sum serliga stýrisskipanar-
neundin hjá løgtinginum mælir til
Mikudagin kom serliga
Styrisskipanarnevndin hjá
løgtinginum við sínum áliti,
og líkt er til, at ein meiriluti
er á tingi, sum vil broyta
núverandi stýrisskipanar-
lóg.
Skal stýrisskipanin
broytast, er mannagongdin
hon, at fyrst skal uppskotið
verða samtykt eftir at hava
havt triggjar viðgerðir á
tingi. Síðani skal eitt nýtt
løgting eftir valið sam-
tykkja uppskotið óbroytt.
Eftir at ein bólkur av
serkónum hevði gjørt eitt
nppskot til nýggja stýris-
skipan, hevur tað verið til
viðgerðar í landsstýrinum,
sum mælti til ávísar broyt-
ingar. Nú hevur uppskotið
so verið í serligari løgtings-
nevnd, sum eisini hevur
gjørt sínar viðmerkingar og
hevur eisini nøkur broyting-
aruppskot.
33 tingmenn
Stýrisskipanarnevndin hjá
løgtinginum heldur, at best
er at mestatalið av ting-
monnum er ólíka tal, og
mælir til, at veljast kunnu
33 tingmenn heldur enn 32,
sum er i dag.
Spurningurin um løgting-
id eigur at sita i fyra år ella
møguleiki enn skal vera fyri
vali í ótíð hevur eisini verið
umrøddur. Nidurstødan er,
at eisini framyvir skal vera
møguligt at hava val í ótíð.
Ikki bæði á tingi
og landsstýri
Embætismannanevndin
mælti til, at teir landsstyris-
menn, sum eru valdir ting-
menn, skulu siga tingsessin
frå sær medan teir eru
landsstyrismenn. Men tad
heldur landsstýrið ikki.
Stýrisskipanarnevndin hjá
løgtinginum tekur í hesum
fóri undir við embætis-
mannanevndini og skýtur
upp, at landsstýrismenn,
sum eru valdir tingmenn,
eiga at siga tingsessin frá
sær so leingi teir eru í
landsstýrinum.
Tingformaðurin
kann setast frá
Bæði landsstýrið og embæt-
ismannanevndin hava mælt
til, attingformaðurin verður
valdur fyri fýra ár og kann
ikki setast frá í ótíð. Men
styrisskipanarnevndin hjá
løgtinginum heldur nakað
annað. Nevndin mælir til, at
tað verður gjørligt at seta
tingformannin frá um 4/5 av
tingmanningini eru fyri tí.
ES-limaskapur
Serliga Stýrisskipanar-
nevndin er tó ikki samd í
øllum málum. Edmund
Joensen heldur, at í upp-
skotinum hjá landsstýrin-
um er ov nógvur ivi við-
víkjandi teimum broyting-
um í stýrisskipanarlógini,
sum skulu fremjast, um so
er, at Føroyar søkja um
limaskap i ES.
Sambandsflokkurin held-
ur, at spurningurin um Før-
oyar skulu lima seg inn i ES
kann avgerast vid løgtings-
samtykt og sidani at hava
félkaatkvødu.
Í løgtngsnevndini, sum
hevur viðgjórt nýggju
stýrisskipanina hava verið
umboð úr gllum flokkum.
Vilhelm Johannesen er for-
maður.
Týsdagin kemur upp-
skotið til aðru viðgerð á
tingi.
tór.-
Vilhelm Johannesen er
formaður í serligu
styrisskipanarnevndini hjá
løgtinginum.
Mynd: Kalmar
Nr. 118 — 24. JUNI 1994
Avgreiðslutíðir
Í summar (til og við friggjadegnum 2.
sept.) er avgreidslan opin hesar tidir:
Sida 9
Mánadag-Hósdag frá 8—17.30
Fríggjadag frá 7-17.30
| Leygardag frá 9-12.00
SD, SMYRIL LINE
+
J. Broncksgøta 37
Box. 370 - 110 Tórshavn
Tlf. 15900 - Fax. 15707
LÆKNA EXAM.
KOSMETOLOGUR
Tif. 19118
Åarvegur. Tlf. 11300 11305
Nyggj keyboard
” frá Roland
'Besta dygd - krås fyri
- oyrað. Kom inn og hoyr
» hvussu væl tey ljóða og
„hvat tey kunnu.