Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

>= S Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Hvat hendi å einum av okkara størstu arbeids- plåssum 29. juni 1992? Starvsfólkið møtti sum vant hendan morgun, og lítið mundu tey gruna, at hesin dagur seint bleiv gloymdur. Leiðslan varð boðað úl fundar, og leysatíðindi fóru at ganga. So frættist, at sparingar skuldu finnast áðrenn 1. juli, og at tað førdi við sær, at stívliga 100 fólk fóru at verða uppsegd. Boðini komu úr erva; men hver skuldi sigast upp, og hver skuldi gera tað. Var tað teirra ábyrgd, sum tað var á- lagt at fremja uppsagnirnar. Hvussu munni hesi fólkini hava tað í dag, og hvussu munnu tey hava tað, sum blivu uppsøgd og síðani sett aftur í starv. í{Norðstreymoy Birgir Waag Høgnesen, valevni javnaðarfloksins Her kom tyduliga tl sjóndar, at ein starvsfólka- politikkur vantar til at hand- fara tílíkar hendingar á ein slíkan hátt, at man hevur virðing fyri sær sjálvum og Javnaðarflokkurin er >AKTIA< tín í komandi oljuvinnuni — tað veitst tú. starvsfeløgunum. Hvussu hevði heilsuverk- ið sæð út í dag, um vit ikki høvdu megnað at fingið sett fólk í starv aftur? Latið tey trý sjúkrahúsini hava arbeiðsfrið, soleiðis at vit ikki gera umstøðumar hjá sjúklingum og starvs- fólki verri. Latokkum varð- veita verandi stæði og virð- ingina fyri fólki. Tá ið tú setur krossin 7. juli, minst so til, at teir borg- arligu flokkarnir lova stórar niðurskurður á tí almenna økinum. Meta Johannesen, valevni javnadarfloksins i Suðurstreymoy Teir oyddu fiskirikidømi -fyri løtuvinning! Komandi oljuvinnu — verjir javnaðarflokkurin Øll 80'ini royndu spekulantar at fåa løtuvinning burtur år okkara fiskirfkidømi. Úrslitið var mangan at hesir lótu veidufør og virki fara á húsagang og spekuleraðu víðari hvussu ter nú skuldu útnytta systemið. Javnaðarflokkurin vil tryggja, at føroyingar fáa mest møguligan lut í tí virksemi, ið er knýtt at oljuvinnuni, og flokkurin vil tryggja, at ágóðin av hesi vinnu ikki fer til nakrar fáar, men kemur hvgrjum mansbarni í Føroyum til góðar. Virkisskrá fyri Tíðindablaðið ES", Javnaðarflokkin Eydna, trivnaður og vælferð Menniskjunnar eydna, tivnaður og vælferð er endamálið við politikki javn- aðarfloksins. Flokkurin vil út frá grund- sjónarmiðunum í demokratisku sosial- ismuni menna, styrkja og byggja út væl- ferðarsamfelagið. Hetta merkir, at flokkurin vil reka ein politikk sum tryggjar javnad f øllum sam- felagsins vidurskiftum - sum styrkir valmøguleikarnar hjå ti einstaka - sum gevur tí einstaka møguleikar stødugt at mennast og trívast - sum tryggjar áhaldandi útbygging av vinnulívinum á sjógvi og landi sum ber í sær skilagóða og ábyrgd- arfulla røkt av Føroya náttúru og umhvørvi - sum bøtirum og styrkir nær- og ar- beidsumhvørvid sum byggir út og bøtir um útbúgv- ingarmøguleikarnar sum mennir og styrkir fólksins mentan og skapar betri fortreytir fyri einum rikum ands- og ment- anarlivi. Arbeiðsmarknaðarpolitikkur Arbeiðsmarknaðarmál Málið við arbeiðsmarknaðarpolitikkin- um er - atútvega arbeiði til allar vinnufør- ar hendur - altbøta um arbeidsumhvørvid - at skapa góð arbeiðs- og eftir- lønarvidurskifti at gera arbeiðsplássini trygg og å- hugaverd Rættur arbeidaranna og fiskimanna at vera umboðaðir í leiðslu av framleiðslu- tólunum og fognarrættur teirra verður lógarfestur. Tað almenna stuðlar royndum arbeiðar- anna og ella løntakaragrunnum teirra at ognast framleiðslu- og vinnutól. Lóggáva sum tryggjar løntakarunum medavgerðarrætt og innlit skal gerast Sum eitt munandi ískoyti til pensjónir- nar kemur arbeiðsmarknaðareftirlgnin. Flokkurin heldur fast við, at eftirlønar- skipanin skal virka frá 1997. Øll skulu hava sama rætt til arbeiði og løn. Álitisfólk, nevndarlimir og trygdarum- boð verða tryggjað móti uppsagnum og tysti vegna síni fakligu størv. Øllum løntakarum verður tryggjað upp- sagnarfreist, og skulu teir hava somu sømdir við sjúku og forfalli. Samhaldsfastur | barnsburðargrunnur verður settur á stovn. Lóggávan um arbeiðaravernd verður stødugt endurskoðað í samráð vid fak- felagsrørsluna. Arbeiðseftirlitið verður ment og tillagad broyttu viðurskiftun- um. Vidurskifti hjá arbeiðsleysum Ásannandi at arbeiðsloysi er ein sam- felagstrupulleiki, vil flokkurin styrkja arbeiðsloysistryggingina. Tað er bráðneyðugt at figgjartørvurin hjá arbeiðsloysisskipanini verður tryggjadur við låntøku, sum hitt al- menna veðheldur fyri. Sum frá líður skal hitt almenna taka beinleiðis lut í fíggingini av arbeiðsloysisskipanini og hava samsvarandi medávirkan. So leingi sum arbeiðsloysi er so stórt sum tað er er eingin grund til at hava rullandi útgjøld. Rullandi útgjøld skal ti takast av beinanvegin. Flokkurin leggur herðslu á, at arbeiðs- leysum verða útvegað arbeiðstilboð og útbúgvingartilboð. Verkætlanir á 6 royndum økjum og aðrir hættir, so sum skifti- og farloyvisskipanir verða settar í verk.