Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (NH Eyðólv Dimon, valevni í Suðurstreymoyar valdømi: Eingin loysn Limaskapur er ikki nokk, um vit skulu klára okkum í altjóða sam- felagnum. Kappingin er hørd, og sum limaland heldur kappingin ikki uppat. Skulu vit klára okkum í ES, mugu vit fyrst prógva, at vit klára okkum uttanfyri, skrivar Eydélv Dimon m.a. Spurningurin um ES lima- skap verdur frammarlaga eftir valið, og um heilt illa vil til, so fellur eisini av- gerðin um føroyskan ES- limaskap valkveldið. Sam- bandsflokkurin boðaði eftir landsfundin í 92 frá, at teir høvdu tikið nýggja stóðu í ES-málinum og mæltu til, at føroyingar bóðu um sam- ráðingar um føroyskan ES- limaskap sum skjótast Ríkistelagsskapurin Ikki avgerandi Hetta er ein slóðbrótandi stóða, tí fólkaatkveðan í 7'unum við stórum meiri- luta mælti frá føroyskum ES-limaskapi, og hesum tóku allir flokkar á tingi undir við. Tað kann tykjast løgid, tá afturhaldsflokkur- in í føroyskum politikki nú fer í offensivin. Men hin- vegin, so er sambands- flokkurin óivað vaknaður við kaldan dreym, tí gongd- in í ES seinnu árini hevur verið, at Briissel tekur sær stórri og stórri vald frá parlamentunum í limalond- unum. Hetta ræðir óivað sambandsflokkin, sum sær fyri sær, at ríkisfelagsskap- urin kann koma í vanda, um føroyingar ikki hoppa aftan á gongdini í Danmark, og saman vid dønum flyta seg nærri Briisse. Limaskapur ikki fyrsti spurningurin Taðer øllum greitt, at neyð- ugt verður at betra handils- avtaluna. Men eg síggi onga orsøk til, at limaskapur skal vera fyrsti spurningur, ið vit skulu taka støðu til. Heldur eigur at verða roynt, hvussu langt vit kunnu útbyggja verandi handilsavtalu, so vit fáa sum mest burtur úr henni. Møguleikar eru, ið ikki eru troyttir, bæði hvat viðvíkur marknaðargongd, gransking, útbúgving, heilsu og flutningi. Sam- ráðingar eru í løtuni á em- bætisstigi, sum m.a. benda á, at vit fara at fáa somu fyri- munir sum td. EBS-londini hava fingið á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Limaskapur opnar Ikki allar vegir Sambandsflokkurin roynir at tekna eina mynd av ES sum treytin fyri framtíðini. Sambandinum líkt, so verð- ur egnt við peningaliga stuðlinum, ið teir siga, at vit fara at fáa sum útjaðaragki í ES. Hetta kann ávirka stødutakan fólksins, nú vit eru í kreppu, og ongar lættar loysnir eru; men tað er als einki, sum talar fyri at vit fara at fáa henda stuðul. Sum limaland er eisini kapping Sjálvsagt liggja fyrimunir í betri atgongd til ES markn- aðin. Men neyvan opnast allir vegir av teirri orsøk. Havast má í huga, at toll- forðingin einans er um 100 mið. kr. árliga, og hetta er neyvan nóg mikið til at spæla hasard við framtíð okkara fyri. Um vit skulu klára okkum í altjóða sam- felagum, er ein limaskapur í ES ikki nóg mikið. Kapp- ingin er hørð, og tollforð- ingar gera okkara kapping- arføri verri, men sum lima- land heldur kappingin ikki uppat. Vit mugu ásanna, at á nógvum gkjum eru vit eftir- bátar í mun til ES limalond. Her hjálpa ongar undan- førslur um ytru fortreytir- nar, og skulu vit kunna klåra okkum í ES, mugu vit fyrst prógva, at vit klára okkum uttanfyri. Fiskivinnupolitikkurin endurskoðast Taðeigur somuleiðis at viga tungt at galdandi fiski- vinnupolitikkur í ES, sum er ein skiftisskipan, skal end- urskoðast um 9 ár. Eingin kann í dag siga, hvussu hesin fer at síggja út, men greitt er, at hann verður fult og heilt í ráð við EF megin- reglumar. Hetta merkir, at meginfyrisitingin í Briissel skal útgreina og umsita fiskivinnupolitikkin, og at allir borgarar í ES skulu hava somu rættindi at virka alla staðir. Nú, meðan skift- isskipanin er í gildi, eru limalondini sjálvi sloppin at umsita sjógki innan fyri 3 fjórðingar, men hetta verður ikki eftir 2003. Vit minnast stríðið fyrst í 80'unum mill- um Danmark og Ongland, tá galdandi skipan skuldi orð- ast, men seinni eru fiski- vinnutjóðir sum Portugal og Spania komnar við í felags- skapin, og hetta ger alt upp- aftur fløktari. Skulu vit eis- ini í framtíðini vera eitt fiskivinnusamfelag, er tað ábyrgdarleyst at hugsa um limaskap, áðrenn vit vita hvussu framtíðar fiski- vinnupolitikkurin verður eftir ár 2003. ZA Havast má í huga, at toll- forðingin er einans uml. 100 mið. kr. árliga, og tað er neyvan nóg mikið til at spæla hasard við framtíð Føroya fyri, skrivar Eyð- óly Dimon m.a. Eitt danskt amt Eisini mugu vit taka við at Føroyar ikki gerast eitt sjålvstødugt limaland í ES, men koma í felagsskapin sum ein partur av Danmark, og soleiðis verður tað Dan- mark, sum fer at umboða føroysku åhugamålini. Havandi í huga hvussu »væl« henda skipan hevur roynst okkum td. í hvala- veidunevndini, so verður hetta neyvan til fyrimuns fyri okkum. Eyðólv Dimon, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Birgir Waag Høgnesen | valevni javnaðarfl. í Norðstreymi Eldra- politikkur teirraerat spara Í heilsu- verkinum - Javnadar- flokkurin sigur kortanei Sjålvt å tingi bera teir fram, at teir vilja minka um starvsfólkið í heilsu- sektorinum, eitt nú heimahjálpir og heima- sjúkrasystrar. = Hetta siga vit í javnaðarflokk- inum kortanei til, tí skipanin verjir tey veiku. Vel javnaðar- flokkin. Uttanlandsskuldin má ' burtur ella minkast - og vit eiga at halda okkum burtur frå ES-limaskapi Annar partur Hetta sker ikki við føroysk- ari makt aleina. Javnaðar- flokkurin torir at samráðast við danir og fáa skil á hes- um viðurskiftum. Halda okkum langt frá E.S. Sjálvtum vit eru stórir í orð- um, eru vit innast inni ofta pinkulingar. Og soleiðis verður okkara stóða í E.S. Vit hvørva. Tier betur at hóra uttanum, enn at hvørva í ragnarrokinum ES. Persónliga havi eg ta á- skoðan, at E.S. upploysist innanífrá. Besta prógvið um skila- loysið í E.S. er hatta 4-floya húsið teir bygdu, og sum teir nú mugu ríva niður, tí har er ikki livandi inni. So- leiðis meti eg verður endin á ES. Men so leingi E.S. er til, mugu vit fáa eina góða av- talu við E.S. Tað skuldi íkki verið so torført, tí sannleik- in er, at E.S. tørvar okkum meira enn vit teir. Tit sum fara at samrådast: latid hetta vera tykkara hug- burd til E.S. Vit hava alt, sum teir mangla, ti kunnu vit standa sterkir í samráð- ingum. Skattur — grundupp- hæddin skattafrí I virkisskrå floksins stend- ur, at grundarlagið fyri inn- tøkuskattinum mskal vera ein skattaskipan, har øll verda skattad av allari inn- tøkuni oman fyri grundupp- hæddina í fólkapensiónini, og hetta er at vóna kemur undir land skjótast, og hes- um vil javnaðarflokkurin stríðast fyri. Manne Næs, valevni javnaðarfloksins í Suðuroynni Framhald TEKJUTRUPULLEIKAR - Ikki við Hertalan EPDM v Reint gummi - einki PVC VW 100% tøtt W Elastisk frå 50' til 4150" W 15 ára trygdarvåttan Vegl. prisur ålagt v/ trygdarvåttan Kr. 170—-220/m? (u. MVG) Nærri upplysingar og óbindandi tilboð FINNUR SIMONSEN, Timburmeistari Borgartún 4 - 160 Argir Tlf. 14549 — 87549 — 84549