fríggjadagur 24. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SX)
Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Síða 17
Jógvan Adolf Johannesen:
- Sandoyggin er soleiðis
fyri, at her valdar full-
komið arbeiðsloysi.
Føroya Fiskavirking
gjørdist eitt felag, sum
legði seg á einkarrættin í
fiskiídnaðinum á landi og
alt rikidømid á land-
grunnunum
Tað hendir ikki nógv í
Sandoynni um dagarnar, og
ikki eru útlitini alt ov bjørt-
skygd fyri framtíðina held-
ur.
- Stórur partur av arbeiði-
num hjá politikararunum,
sum sleppa inn um tinggått
eftir valið, verður at arbeiða
fyri at venda gongdini, so
arbeiðið aftur fæst til tey,
sum búgva í Sandoynni,
sigur Jógvan Adolf Johann-
esen, valevni Javnaðarflok-
sins í Sandoynni.
Legði seg á
einkarrættin
- Sandoyggin er soleiðis
fyri, ather valdar fullkomið
arbeiðsloysi. Saneringin,
sum seinni førdi til Føroya
Fiskavirking, gjørdist sam-
stundis eitt felag, sum legði
seg á einkarrættin í fiski-
idnadinum á landi og alt
rikidømi& á landgrunnu-
num, sigur Jógvan Adolf
Johannesen.
Hann kennir seg vón-
sviknan av gongdini, og
heldur, at Fiskavirking ikki
hevur hildið orð. Hóast teir
søgdu, at í minsta lagi eitt
virki skuldi vera í hvgrjari
sýslu, so er einki hent í
Sandoynni enn.
- Eingin - heldur ikki nak-
ar politikari - hevdi imynd-
að sær, at tað skuldi gerast
so trupult. Politikararnir
hava - sum er - einki vald at
venda gongdini, tí peninga-
stovnarnir og Føroya Fiska-
virking styra øllum virk-
seminum.
- Hetta gera teir uttan um
politikararnar, sigur Jógvan
Adolf Johannesen. Hann
sigur, at ein nevnd er í Fisk-
avirking, men at hon púrt
ongan áhuga hevur víst at
fáa virksemið aftur í Sand-
oynna.
Jógvan Adolf Johannesen, valevni javnaðarfloksins í Sandoyar valdømi:
Sandoy - oyggin sum
varð við sviðusoð
Eingin hevði kunnað ímyndað sær, at saneringin í
fiskiídnaðinum fullkomiliga skuldi basa ollum virksem-
inum í Sandoynni. Tað heldur Jógvan Adolf Johanne-
sen ikki fer at bera til í framtíðini. Hansara uppgáva —
um hann verður afturvaldur — verður at arbeiða fyri at
venda hesi óhugnaligu gongd
teir, sum eiga P/F Flesja-
berg og P/F Dalssnípuna
taka yvir virkið, men tað fór -
eisini av knóranum, hóast
roynt varð at hava tað opið
til 10. oktober, tá Føroya
Fiskavirking yvirtók tað.
Skopuningar og eg
sjálvur høvdu væntað, at
bert stuttur steðgur fór at
verða, til virkið læt upp
„ aftur, men enn er enki hent.
Politikarar eru ósekir
- Hetta kann ikki leggjast
politikararunum til last, at
so er vorðið. Komandi løg-
ting hevur ti til uppgåvu,
framhaldandi at arbeiða fyri
at fáa sandoyingum arbeiði.
Eingin kann góðtaka, at
Fiskavirking so fullkomi-
liga kann halda einari heil-
ari sýslu niðri. Tað kann
ikki vera rætt, og tað ber
heldur ikki til, sigur Jógvan
Adolf Johannesen.
Virkið Sólarris í Skopun
fór á húsagang. og fekk ikki
virkið aftur. Bankin bað
- Ein umbering er, at
Sandoyggin liggur so illa
fyri, at hon ikki kann kapp-
ast við hinar oyggjarnar.
- Tað fái eg meg ikki til at
trúgva, tí virkið í Skopun er
eitt hitt frægasta í landinum.
Tað hevur m.a. gjørt fiska-
úrdráttir til Mark á Spenc-
er, sum eitt av trimum í
landinum.
Útróðrarmenn
gjalda meirprísin
- Nú verður fiskurin upp-
skipaður í Sandoynni og
førdur til Eidis. Tað hevur
ført við sær, at útróðrar-
menn í Sandoynni noyðast
at gjalda eini 50 oyru meir
fyri flutningin, sigur Jógvan
Adolf Johannesen.
- Hvussu er tað at:stilla
upp til val í ár, í mun til áð-
ur?
- Tað er spennandi á tann
hátt, at tú ikki rættiliga veit,
hvat fer at henda.
- Hetta valskeiðið hevur
verið nakað serligt og nógv-
ar óvæntaðar hendingar
hava verið. Eitt nú fóru
bankarnir á húsagang. Vit
hildu, at bankarnir vóru væl
fyri. Sama dag Sjóvinnu-
bankin fór á húsagang.
søgdu teir, at bankin fram-
Jógvan Adolf Johannesen
er fyrstilærari í Skopunar
skúla, men tað er tó á
tingi, hann hevur verið
størsta partin thetta
valskeiðið. Her tosar
lærarin við næmingarnar
stuðul til vinnulívið. So fór
Føroya Banki somu leið, og
heldur ikki væntað.
- Størsti trupulleikin í hes-
um valskeiðnum hevur ver-
ið, at politikaramir hava
verið bundnir av, at eingin
peningur hevur verið at ar-
beitt við.
- Tað verður tí eisini
størsta avbjóðingin í kom-
andi tingarbeidinum at ar-
beiða fyri at venda samfel-
agsgongdini.
Politikarar hava
roynt at ávirka málið
- Tað hevur eisini verið ført
fram, at orsøkin til, at tvey
virki eru í Suðuroynni var
ein politisk loysn. Tað er
ikki rætt. Allir tingmenn
hava politiskt roynt at á-
virkað støduna, uttan at
megna nakra loysn.
- Var tað rætt at sanera
fiskavirkini undir einum?
- Tað kann illa leggjast
okkum politikararunum til
last, tí hetta varð hildið at
vera skjótasta og besta loysn
at góðtóka eina felags saner-
ing, og bankarnir áttu virk-
ini. Eg haldi ikki, at bank-
amir høvdu sanerað fleiri
virkir, enn teir høvdu brúk
fyri.
- Tað er ein nærum óloys-
ilig uppgáva at fáa hesi við-
urskifti at sita saman, men
enn torfgrari er tað at góð-
taka, at Føroya Fiskavirk-
ing ikki hevur hildið orð,
sigur Jógvan Adolf Jo-
hannesen.
Hann er til reiðar at stríð-
ast fyri hesum máli, enn
sum áður. Hann hevur ikki
mist mótið, hóast brotin
lyftir og óhepnar umstødur
ikki hava givið tingmanni-
num nakað munagott at vísa
sínum veljarum á í farna va-
lskeidi, orsakað av at sam-
felagsstødan gjørdist so út
av lagi vánalig.
- Tað skal bera til at venda
gongdini, so vit aftur fáa
livilig kor her í oynni. Tað
fari eg at arbeiða fyri, um eg
verði valdur aftur, sigur
Jógvan Adolf Johannesen.
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar