fríggjadagur 24. juni 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S
íða 18
dómi
Sum ein heilsan frá
Sosialinum, Javnaðar-
flokkinum og valevnun-
um, verður blaðið í dag
borið í hvert hús í Sand-
oyar valdømi.
Soleiðis fara vit at
halda á at senda Sosialin
í hvert hús í hinum
valdømunum eisini.
I morgin verður blaðið
borið út í hvert hús í
Suðuroy. Síðani koma
Norðoyggjar 28. juni,
Nr. 118 — 24. JUNI 1994
Í hvert hús í
valdøminum
Í dag verður blaðið borið i
hvort hús í Sandoyar val-
Norðstreymoy 29., Suð-
urstreymoy 30., Eystur-
oy 1. juli og í Vágum
verður blaðið borið í
hvert hús 2. juli.
Eru fólk, sum ynskja
tilfar í júst hesi blød,
eiga tey at venda sær til
Sosialin skjótast gjør-
ligt. Hjå lysarum ber
eisini til at nyta hetta
g6da høvi, nå bladid
verdur borid i hvørt hus.
Borgarligur politikkur:
Tidindabladid (SF)
Privatu fáa
yvirskotið
— og so kann landið eiga tað, sum gevur undirskot.
Soleiðis vilja borgarligu flokkarnir reka Strandferðsluna, men tað
vil javnaðarflokkurin ikki, skrivar Jógvan A. Johannesen, løgtings-
maður
Tað er einki at loyna, at tað
er ein sannur ynskidreymur
hjá teimum sonevndu
høgraflokkunum á tingi at
allar tær farleiðir, sum geva
yvirskot, skulu latast teim-
um privatu.
Óneyðugter at siga, at tær
farleiðirnar, sum geva und-
irskot, als ikki hava teirra
áhuga. Tær kann landið
sleppa at umsita.
Hetta er bert eitt lítið
dómi um hvussu hugsunar-
hátturin hjá teimum er. Tað,
sum ber seg, skal latast ein-
staklingum. — Tað, sum ikki
ber seg, skal hitt almenna
gjalda.
Og tí verður undirskotið
hjá tí almenna sjálvandi
eisini stórri.
Tí má tað aldri henda, at
hesin ynskidreymurin hjá
teimum verður veruleiki.
Og hesum ætla vit at stríð-
ast ímóti!
Eitt hitt fyrsta, sum hin
fyrrverandi landsstýris-
maðurin hjá fólkaflokkin-
um, sum m.a. eisini umsat
samferðslumál, gjørdi, tá ið
hann setti seg upp afturá í
landsstýrisstólinum úti í
Nesinum, var at seta ein
stjóra við ógvuliga víðum
heimildum.
Ja, hesin stjórin kundi
gera nærum tað, sum hann
sjálvur vildi — bara hann
kundi spara pening! Soleið-
is var í hvussu so er sagt.
Landsstýrið skuldi halda
fingrarnar burtur!
Tí var tað heldur ikki so
løgid, at ein navnframur
fólkafloksmaður støkk úr
sæti, tá ið Frank Davidsen
og Jógvan Adolf Johanne-
sen høvdu dittað sær til at
leggja uppskot fram á tingi
um broytingar í ferdagjøld-
um.
Sagt varð, at um hetta
uppskotið varð samtykt,
skuldi tað sanniliga fáa av-
leiðingar fyri samgonguna.
Uppskotið fall!
Men, mangt umskiftist á
mansins ævi — tó, at hug-
burðurin hjá ávísum monn-
um skuldi broytast so nógv
eftir so stuttari tíð, tað hevði
fáur trúð.
Landsstýrismaðurin hjá
fólkaflokkinum í sam-
ferðslumálum var farin úr
stólinum og Signar á Brúnni
úr tjóðveldisflokkinum var
komin har at sita.
Men, nú fóru tveir fyrr-
verandi landsstýrismenn
hjá fólkaflokkinum at finn-
ast at at strandferðslan var
farin undir at hækka gjøld-
ini.
Eg skal geva teimum rætt
í tí, at nýggju ferdagjøldini
eru sannir okursprísir, men
Svend Áge hevði jú sjálvur
sett samferðslustjóran,
hann skuldi fáa figgjarætl-
anina at hanga saman.
Men, Jógvan Adolf viss-
aði teimum báðum fyrrver-
andi landsstýrismonnunum
hjá fólkaflokkinum um at
hann skuldi styðja teirra
uppskoti um lækking — tó í
broyttum líki.
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður, setti knyklar í
brýr, men tað ávirkaði ikki
mína stóðu, sum var óvikað
enn sum áður.
Ferdagjøldini skuldu ikki
hækka.
T6, enn einaferd striddist
eg til fånytis.
Uppskotið fall.
Men, eftir stendur í hug-
anum hvat ið strandferðslu-
stjórin heldur um hesa kú-
vending hjá fyrrverandi
landsstýrismanninum. Eg
rokni ikki við, at nakar fær
tað at vita.
Og satt at siga hevur tað
heldur ongan týdning.