Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eldrapolitikkur | á eftirløn Grundarlagið undir einum virknum eldrapolitikki eru góð ment- anartilboð og onnur undirhaldstilboð, ein góð heimarøkt og góð røkt á stovnum, heilsuverkið væl virkandi. Men høvudsgrundar- lagið er tað fíggjarliga Í Føroyum í dag eru eftir- lønarskipanimar ógvuliga ymiskar. Fyritreytin fyri at fólk kunnu hava nøktandi lívsvirðir eisini í otiunum er, at tað fíggjarliga grund- arlagið er á einum stødi, hvar pensionisturin ikki skal hava ampa av, um pen- ingur er til tær mest neyð- ugu dagligu útreiðslurnar. Í dag hava føroyingar vanliga hesar eftirlønar- møguleikar: 1. Fólkapensión frá 67. ári ella um onnur inntgka er, frá 70. ári. 2. Nakrir føroyingar fáa harumframt — krigspen- sión. 3. Umleið 1/3 av føroying- um fáa ella gjalda til aðra eftirlønarskipan. 4. Nøkur royna ella hava roynt at spara upp til egna eftirløn. 5. Frå 1997 skal hartil koma eftirlønin frå sokallada samhaldsfasta. f londunum rundan um okkum, sum vit vanliga laga okkara viðurskifti eftir, hava politikarar í eina tíð tosað um, at eftir aldarmót- ið fer vanliga fólkapensión- in ikki at røkka, tí alt fleiri gerast gomul — livialdurin hækkar — og í mun hertil verða alt færri at gjalda hesa fólkapensión, sum tí ikki fer at kunna hækkast, men kanska tvørturim6ti. Tí er neyðugt við gørum loysnum. Um einki hendir og stødan í dag heldur fram í eini 10-15 ár, so fáa vit umleið 1/3 av fólkapension- istum, sum vera væl fyri fíggjarliga, meðan restin verður minni væl fyri og nøkur vera heilt illa fyri. Hetta verður stættasamfe- lagið umaftur, sum vit nú áttu at verið sloppin frá. Samhaldsfasti er tíverri illa viðfarin av okkara polit- ikarum, og vónandi fær hann loyvi til at koma at virka í 1997, men hendan eftirløn má mennast mun- andi, skal hon fáa ta åvirl.- an, sum ætlað var. Nú er einki orð sagt um skatting av eftirlønum. Í prinsippinum er øll inntøka skattskyldug, men lika so neyðugt tað er vid einum trygdarneti fyri pensionist- ar, líka so greitt er tað, at vanligu pensiónsupphædd- imar, sum metast at vera lægsta sosiala inntøku- mark, ikki eiga at bera skatt. Nøkur fólk hava ráð til sjålvi at gjalda sína eftirløn, men tey eru ov fá. Tað er tí ein uppgáva hjá politikar- unum at leggja so til rættis, at øll koma at fáa eina eftir- løn, sum nøktar teirra ger- andisdag. Helst má ein veruligur reformur til á hes- um gkinum. Javnaðarflokkurin, sum framdi fólkapensiónina og samhaldsfgstu eftirlønina við lóg, fer framvegis at virka fyri betran á hesum økinum, soleiðis at vit fáa einangktandi eftirløn og ein enn meira positivan og mennandi eldrapolitikk i framtíðini. Eingin flokkur hevur sum javnaðarflokkurin = virkað fyri betri korum hjá fólka- pensionistunum. Veljið tí javnaðarflokkin. Birgir Mohr Fiskavirking Ein spegilsmynd av borgarligum politikki Fiskavirking, soleiðis sum hon verður umsitin, er imyndin av sam- bands- og fólkaflokspolitikki sum hann í roynd og veru er Solggið tað ljóðar, so gong- ur tað sum rótasúpan í Sandoynni, at tað er undir- ritaði, sum hevur ábyrgdina av at einki virksemi er í Sandoynni í løtuni. Faðirin at hesum tvætli er sagdur at vera John Peter- sen, løgtingsmadur og fyrr- verandi landsstýrismaður, sum tó tóktist at hava lítið skil fyri målsøkinum, sum hann umsat, og tí av mong- um hildin at vera óheppin ørindadrongur hjá åvisum embætismonnum í Tinga- nesi. Men, at henda søgan um flakavirkini í Sandoynni er heilaspuni og beinleiðis 6- sonn, tykist ikki at nerva John Petersen, ti hon er ætl- að at tæna einum ávísum endamáli, og tað endamálið er ikki torført at gita. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so roynir hann at sáða niður í fólk, at tað, at tvey virkir vórðu latin upp í Suðuroynni var tí, at tveir suðuroyartingmenn lovaðu bæði bål og brand um ikki so var, og tílíkt gjørdi Jógv- an Adolf ikki, tí hann svav í Hevur nakar hoyrt makan til óndsinnaðan heila- spuna? Nei, John Petersen — tú sigur aftur ósatt — og handan óvanan hevur tú fingið síð- an tú kastaði teg í føvningin á fólkaflokkinum — tí tað var als ikki nøkur politisk hóttan, sum ávirkaði at virkið á Tvgroyri og tað í Vági hildu fram, men ein ísakgld, kensluleys meting av einari nevnd, sum í høv- uðsheitunum er samansett av monnum úr teimum mannvondu flokkunum — sambands- og fólkaflokk- inum. Sannleikin um flaka- virkini er í stuttum tann, at tað kundi vera fullkomiliga líkamikið, um tey vórðu sanerað undir einum ella tey vórðu sanerað hvort sær, tí bankarnir áttu tey og kundu gera við tey, sum teimum lysti! Og tað gjørdi teir eis- Vónin hjá fólkaflokkin- um um at tey skuldu saner- ast hvort sær og síðani handast teimum gomlu eig- arunum aftur, bar onga leið, tí bankarnir vóru stutt og greitt ikki áhugaðir fyri tí. Teir vildu einans hava tey virkir opin, sum lógu høg- ligast fyri — og sum teir og teirra viðhaldsmenn og ar- beiðsgevarar ynsktu. Og teir vórðu sjálvandi valdir úr sambands- og fólka- flokkinum. Tí gjørdist eisini Fiska- virking eitt vónbrot — ja, sjálv ímyndin av tí politikki, sum hesir flokkar standa fyri — nevniliga at traðka tey veikaru í samfelagnum und- ir fótum. Eg havi sanniliga barst fyri at virkini í oynni skuldu lata uppaftur, men tíverri hevur tað higartil verið uttan úrslit. Eg havi eisini saman við ødrum úr javnaðarflokkin- um lagt fullfíggjað uppskot fyri stjóran í Fiskavirking um eina loysn viðvíkjandi hesum; men alt er strokið av borðinum. Men eg eri ikki givin enn, og eg ætli mær heldur ikki at gevast! Tí er tað eisini full- komiliga burturvið at geva mær skuldina fyri, at virk- semið í Sandoynni steðgaði upp, tí eg havi altíð — eftir førimuni — barst fyri at skapa virksemi í hesari oyggj — og eg haldi ikki, at mín lutur hevur ligið eftir. Eg havi í hvussu so er roynt. Og tað er heldur ikki mín skuld, at menn ikki royndust menn, tá ið tað galt um at halda orð og givin lyftir; tí, tað var týðiliga og greitt sagt og ofta endurtikid í fjøl- miðlunum, at tað skuldi í minsta lagi vera eitt virki opið í hvgrjari sýslu. At menn kortini eru so lit- ið at sær komnir, at teir als ikki standa við síni orð er harmiligt og ikki sért av- dúkandi! Tí hevði tað verið ynski- ligt at handa nevndin í Fiskavirking ásannaði hetta og fór haðani fyri at geva gðrum, sum kundu sýnt meira menniskjaligan at- burð, rúmd. Formaðurin í sambands- flokkinum, sum eisini er næstformaður í Fiskavirk- ing, og hansara fylgisneytar hava í hvussu so er ikki í verki sýnt, at teir hava teir eginleikarnar. Teimum dáma betri at jarðleggja eina heila sýslu og hungra fólkið, ið har bú- leikast! Edmund Joensen hevur snøgt sagt einki gjørt fyri at skapa nakað sum helst í Sandoynni. Tí er tað eisini ógvuliga margháttligt, um nakar í Sandoynni setir álit- ið á sambandsflokkin. Jógvan A. Johannesen, valevni javnaðarfloksins í Sandoyar valdømi