Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Tíðindablaðið CD LÆ) flokkin í Sandoyar valdømi trý tey seinastu valskeiðini og hann tekur eisini avbjóð- ingina hesaferð. Hann heldur, at tað er ser- liga tungt hesa ferð at fara á val, nú javnaðarflokkurin hevur siti& við ábyrgd í ringastu = afturgongdstíð seinastu fýra árini og harvið verið í andgletti alla tíðina. — Høvudsendamålid við politikki javnaðarfloksins hetta valskeiðið bleiv at byrgja upp fyri, at skrædlid ikki kom at verða stórri, enn tað annars hevði verið, um aðrir flokkar vóru í fremstu leiðsluni, sigur Birgir Mohr. Vit hava varðveitt vælferðarsamfelagið — Nú er uppgávan hjá okk- um at greiða fólki frá, at politikararnir í javnaðar- flokkinum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at varðveita stóran part av vælferðarsamfelagnum. Vit hava varðveitt eitt væl útbygt skúlaverk, eitt væl- virkandi heilsuverk, vit hava eina rímuliga væl vir- kandi samferðslu á landi, sjógvi og í luftini, og vit hava eitt sera ríkt mentanar- lív. Vit hava góð tilboð inn- an frítíðarvirksemi og ítrótt- urin stendur í blóma. — Tað er eisini uppgávan hjá okkum at berjast fyri, at varðveita hesi rættindi fyri allar føroyingar. Hinvegin so eru eisini vidurskifti, sum vit hava verið minni heppin við. Har er tað okk- ara uppgáva aftur át menna, broyta og tillaga viðurskift- ini, so tað aftur gerst gróð- rarríkt. — Eitt nú tey nógvu ar- beiðsplássini, vit hava mist og tað harav komna stóra arbeiðsloysið. Og so tað, at sonógyv fólk eru flutt burtur. Í Sandoyar valdømi eru umleið 10% av fólkunum flutt år oynni. Nøkur til Danmarkar, onnur til Ís- lands, Grønlands, Noregs og so nøkur til Havnar. Tað svarar til umleið 170 fólk, sum eru flutt. — Hetta er so mikið meira harmuligt, av tí at vit fyri bert fimm árum síðani høvdu eitt blómandi vinnu- lív í Sandoynni. Í dag hava vit mist fleiri skip og onnur liggja við bryggju. Harnæst standa tvey flakavirkir gap- andi tóm. Her má vend koma í. Broyta bygnað — um neyðugt — Sjálvur var eg ivasamur um loysnina hjá Fiskavirk- ing. og í okkara flokki vóru tað serliga javnaðarfólk úr Sandoy, sum vóru im6t hesi loysn, men okkum varð lovað minst eitt virki opið Birgir Mohr, valevni javnaðarfloksins í Sandoyar valdomi: Blómandi vinnuliv fyri fimm árum síðan — Vinnan må endurreisast. Í dag hava vit mist fleiri skip framt at tvey flakavirkir standa gap- andi tóm. Megnar Fiskavirking íkki at halda sítt orð, er neyðugt at broyta fiskivinnubygnaðin, sigur Birgir og nøkur liggja, um Mohr aftur beinanvegin, og 10—12 flakavirkir opin eftir saner- ingina í øllum Føroyum. Men hetta bleiv ikki so. — Tað nyttar tó ikki at tosa um hetta í dag, nú mugu vit liva við Fiskavirking fyri- bils í hvussu er, og um Fiskavirking ikki megnar uppgávuna ella ikki stendur við sítt orð og letur upp fiskavirki her í oynni, so er neyðugt at broyta bygnaðin í Fiskavirking, og helst eis- ini at broyta allan fiskiidnar- bygnaðin, sigur Birgir Mohr avgjørdur. Hvat er mest týðandi mál í valstríðnum? — Tað verður at betra um avtaluna við donsku stjórn- ina, soleiðis at innihaldið í avtaluni byggir á karmarnar av ríkisfelagsskapinum og heimastýrislógini. Harvid vita vit, at ríkið eigur at bera partar av stóru skuld okkara í sambandi við saneringar- nar. Tað verður neyðugt at fáa danir at sleppa Ogvus- ligu treytunum til Føroyar á fiskivinnugkinum. Danir hava kortini ikki skil fyri hesum, men tað hava føroy- ingar. Eisini aðrar treytir, Ld. úl fíggjarlógina og í sambandi við arbeiðsloys- isskipanina, sum eiga at verða linkaðar. — Tá tað er fingið upp á pláss, so mugu vit gera eina fíggjarlóg, sum tekur hædd fyri, at ikki fleiri gerast ar- beiðsleys, og at tey arbeiðs- leysu fáa mannsømulig kor. — Tað er als ongin loysn, sum teir borgarligu tosa um at senda 1000 alment sett fólk meira út í arbeiðsloysi, tí harvið spara vit einki. Tey koma bert inn í arbeiðsloys- isskipanina, sum so fellur saman enn meira, umframt tað reint menniskjansliga, sum hetta kemur at kosta okkara fólki. Vit mugu minnast til, at peningur er neyðugur, men hann er ikki alt — peningur er einki mál í sjálvum sær, men bert eitt amboð, sigur Birgir Mohr. Nýggjar sølu- marknaðir — Neyðugt verður at leggja fiskivinnupolitikkin so til rættis, at skipini fáa fiskað. Sum nå er, er skipanin ov avmarkað og ólagalig. Vit skulu nógv meira arbeiða råvøruna og útflyta liðugt j verur. Verða mark- naðarviðurskiftini fingin í rættlag, er ikki neyðugt at hugsa bert um ES-londini ella bert at arbeiða fyri lima- skapi har. Hava vit dugnalig sølufélk, kunnu vit eins væl samstarva við hini norður- londini. Neyvan øll verða limir í ES. Finna vit fleiri marknaðir í USA og Japan, er ikki neyðugt bert at satsa upp á ES. Ein limaskapur í ES kemur eisini at kosta okkum sum fólk, tað er púra vist. — Arbeiðsloysið er — sum tað longu framgongur - nógv tann størsti trupulleik- in í Sandoyar valdømi — og hetta má tað gerast nakað munagott við, einamest inn- an fiskivinnuna á sjógvi og landi, sigur Birgir Mohr. Birgir Mohr: - Tað er als eingin loysn, sum teir borgarligu tosa um at senda 1000 fólk alment sett fólk út í arbeidsloysi, tí harvið spara vit einki. Vit mugu minnast til, at peningur er neyðugur, men hann er ikki alt- ” peningur er einki mál í sjálvum sær, men bert eitt amboð