Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Tíðindablaðið ES, útav at selt sildina. Her hevði tað gagnað, um tað al- menna kundi stuðlað, har tað privata ikki røkkur, sig- ur Eystein Dalsgaard, og leggur aftrat: - Tað er sum við so nógv- um øðrum í Føroyum. Fara menn undir at stovna virki, so krevja teir at gerast milli- éningar eftir einari viku. Annars tíma teir ikki. - Sølulidid er tað veikasta liðið hjá okkum. Í Noregi útflyta teir Ld. makrel og sild til Japans. - Seinast vit skipaðu sild upp í Noregi, var ein japa- nesari á staðnum, sum kann- aði sildina. Hetta hava nor- menn fingið í lag, meðan vit í Føroyum avreiða sildina ótilvirkaða til russar. Úr Føroyum til Noregs at kanna lastina - Hesin japanesarin var komin beinleiðis úr Føroy- um í somu grindum. Hann helt, at vit áttu at hava lagt lastina upp í Fuglafirði, men eg tímdi ikki at siga honum, at vit í Føroyum fingu so lít- ið fyri sildina. - Hetta er harmiligt, tá hugsað verður um, hvussu nógv hava brúk fyri at fáa arbeiði í Føroyum í dag. - Tað er enn meira harmi- ligt tá vit vita, at tað ikki eru tær stóru fløgumar, sum skulu til fyri at bóta um við- urskiftini. Fiskurin skal landast, so fer hann inn á virkið, har hann verður skildur sundur í støddir. Síðani gera pakki- fólkini sítt arbeiði, áðrenn sildin verður fryst og koyrd á goymslu. Sama manna- gongd verður nýtt viðvíkj- andi makrelveiðuni. - Høvdu vit átt slík virkir, sum tóku ímóti sild og mak- reli í stórum mongdum, so høvdu eisini skotar og irar avreitt i Føroyum. - Tad hevði ligið væl fyri, tí makrelurin stendur tætt sunnanfyri Føroyar, og tað hevði verið nógv høgligari hjá skipunum at lagt at í Føroyum. Tað sama hevði verið galdandi viðvílkjandi sildini. Týðandi táttur í samfelagnum Eystein Dalsgaard væntar ikki, at Javnaðarflokkurin fer at missa so nógv, sum spátt verður í fjølmiðlu- num. Hann heldur, at fólk eru greið yvir, at tað er neyðugt at stuðla Javnaðar- flokkininum. Tað, sum hes- in flokkur stendur fyri, er ein týðandi táttur í samfel- agnum, sigur Eystein Dals- gaard. Dagny Stillarar Javnadarfloksins í Sandoy Gustav Hentze, stýrimaður, Sandi Sólvit Simonsen, skipari, Sandi Tórálvur Mohr Olsen, fiskimaður, Sandi Johanne Elisabeth Djurhuus, flakakvinna, Sandi Karstein Lydersen, fiskimaður, Skálavík Ellintur Olsen, fiskimaður Skálavík Anfinnur Johannesen, arbeiðsmaður, Dali Ásbjørn Kjærbo, arbeiðsmaður, Skopun Wenningsted Hansen, útróðrarmaður, Skopun Sámal Petur Lognberg, arbeiðsmaður, Skopun Petur Hans Winther, sjómaður, Skopun Óluva Bærentsen, flakakvinna, Skopun Elisabeth Joensen, húsmóðir, Skúvoy Bjartur Térarenni, arbeiðsmaður, Skúvoy Ár Fólkaflokkurin Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjálvstýrisfl. Tjóðveldisfl. KFF Framsóknarfl. Framburðsfl. Framburðs- og Fiskivinnufl. Sos. Loysingarfl. Ár Fólkaflokkurin Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjålvstyristl. Tjédveldisfl. KFF Framburðs- 8 Fiskvinnufl. Sos. Loysingarfl. Framburðsfl. 78 4062 5950 5099 1624 4604 1393 227 171 224 48 239 4399 5558 5063 1953 4415 251 138 253 37 260 42 Alt landið 84 5433 5321 5866 2128 4896 1495 301 114 291 43 286 17 6692 6115 6280 2029 5517 1580 611 315 124 281 re Blind oði 90 6234 5367 7805 2489 4178 1681 SANDOYI i steden Rætttrúgvandi fólkafloks- menn sæta sær sjálvum Við veldugum ágrýtni og einum serligum hegni at rangsnúgva veruleik- um. Tað er serliga hin hårda kjarnan í fólka- flokkinum, sum stendur á odda í einari sannari herferð móti hesum flokki. ;, Og hin harða kjarnan í Í følkaflokkinum er sum flestum kunnugt saman- sett av teimum fyrrver- andi landsstyrismonnunum Svend Åge Ellefsen og John Petersen. Men eisini hin ungi viðsetingurin í Sørvågi roynir at halda seg framat. Felags fyri hetta >triumviratið< er, at teir ikki kunnu torga javnaðarflokkin ella nakað av tí, sum hann stendur fyri. Endamálið hjá rætttrúgvandi fólkafloksmonnum er jú sum kunnugt at sæta sær sjálvum fyrst. Og tað skal sigast teimum trimum til rós, at rætttrúgvandi fólkafloksmenn eru teir út í æsir. Men, tað tykist kortini eitt sindur hugstoytt, at ein so stak sáttligur og sidiligur maður sum John Petersen, sum er sprottin av javnaðarrót, fullkomiliga skal hava gloymt sítt upphav og givið seg skrímslum í vold. Tí, máti skal vera við umvending, tí hóast hann nú spælir hin beinharði fólkafloksmaðurin uttast á høgra veingi, so vita øll, sum kenna hann, at hetta als ikki hóskar til hansara góðsliga, eyðmjúka og spak- føra lyndi. Kortini skerst tað ikki burtur, at hann í løtuni er vilstur av leið, og saman við teimum báðum ands- frændunum vesturi í Vágum høggur um seg í blindari og sansaleysari ødi. Men, hóast alt havi eg kortini eitt sindur av sam- kenslu við teimum báðum fyrrverandi landsstýris- monnunum. Ti, eyðvitað má tað kennast eitt sindur ørkymlandi at leggja seg til hvíldar á kveldi við einum friðsæl- um brosi um lokin avriksverk, og so tíðliga á morgni vakna við kaldan dreym og hoyra seg tveittar út úr Tinganesi, tí teir vóru ikki mettir at vera grannhav- andi longur. Hetta var beiskt, øgiliga beiskt, og hesin bitin, sum teir settu í hálsin, tykist ikki at vera losnaður enn! Og í grundini var hetta ógvuliga nasvíst av frúnni Maritu, tí har høvdu teir sitid so fjålgt og gott úti í Nesinum og tað kann jú eisini geva persónligar fyri- munir. Men, hetta kendist eisini beiskt á annan hátt — tí í somu løtu sum Svend Åge Ellefsen mátti ganga ta tungu gongd úr Tinganesi, mátti hin ungi sørvingurin lata tingsessin, sum hann hevði til láns, frá sær, og tað tykist at hava notið honum fast! Als ikki nakað legið at teir eru illir — fúkandi illir. Jógvan Adolf Johannesen