Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sa ars sm Tidindabladid CD Nr. 118 — 24. JUNI 1994 Sida 23 Tórálvur Mohr Olsen á Sandi hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin í 16 ár til- samans. Hann er 67 ára gamal og heldur, at tíðin nú er komin at gevast í pos litikki. - Hóast eg ikki haldi tað vera so rætt, at fólk skulu leggja frá sær í ávísum ald- ri, so fari eg at halda meg til reglurnar. - Tað var Javnadarflokk- urin, sum broytti fólka pen- síónslógina. Høvudsenda- málið var at fáa fólk at leggja frá sær um 67 ára ald- ur. So geri eg tað eisini. Annað hevði verið skeivt av mær, sigur Tórálvur Mohr Olsen. Teir gomlu á tingi - Eg havi ongantíð ætlað mær at stilla upp aftur, og boðaði eisini frá hesum í 1988. Av tí at tað valskeiðið bert vardi tvey ár, stillaði eg kortini upp aftur, men bleiv ikki valdur. - Tað er rætt at lata aðrir sleppa framat, tó at tað hev- ur verið vanligt, at menn eru vorðnir gamlir á tingi. - Joen P. Davidsen, ver- faðir min, fylti 80 ár, meðan hann sat á tingi fyri Javnað- arflokkin, og eg veit, at ieiri aðrir vóru farnir um tey áttati, áðrenn teir góv- ust. Joen Poulsen, såli Strondum, er helst tann tingmadur, sum hevur sitið longst, hann var valdur fyri Sambandsflokkin í 1920, og varð sitandi til 1970 Hann var sostatt tingmaður í 50 ár, uttan steðg. Tórálvur Mohr Olsen var 43 ára gamal, tá hann varð valdur á ting fyrstu ferð. Hann hevði verið fiskimað- ur frá ungum árum. Sein- astu 15 árini róði hann út í Grenlandi. Av útróðri í tingið - Tað var ein stór broyting frá dagliga arbeiðslívinum at fara á ting, men eg hevði tosað nógv við verfaðir um tingarbeidid, so eg var ikki púra blankur. Tað tók eini fýra ár, áðrenn eg rættiliga dugdi at venda mær har. - Felags fyri allar ting- menn er, atteir bert eru van“ lig fólk, tó at teir, sum eru væl skúlaðir frammanund- an, hava ein fyrimun í byrj- anini. - Eg kom fyrstu ferð á ting í 1970. Tá vóru bert 26 ting- menn. Hetta valskeiðið var kanska størsta skiftið sum nakrantíð hevur verið. - Tá vóru 13 tingmenn nýggir, og av teimum høvdu bert tveir verið inni fyri annan mann áður. Nýggja tingmanningin darvaði kortini ikki arbeiði- num, tí grundstødid í flokk- unum vóru vandir politikar- Javnaðarmaður å sidulinjuni — Valurslitid er eins spennandi í dag, og tå eg var við i fremstu roð. Nú skulu tey ungu sleppa framat — lívið er bara soleiðis. Tað haldi eg, at oll skulu boyggja seg fyri, sigur Tórálvur Mohr Olsen á Sandi ar. - Tað verður møguliga ødrvisi hesaferð, nú heilir fýra nýggir flokkar fara at stilla upp. Tað fer ikki at gera tingarbeidid lættari í byrjanini. Krevini vuksu við inntskunum Um fíggjarligu støðuna í 1970 sigur Tórálvur Mohr, at har vóru ikki tær stóru peninganøgdimar at ar- beiða við. Tann fyrsta figgj- arlógin, sum hann var við ul at samtykkja, var um 70 mió. krónur. Hon vaks ikki nógv hesa tingsetuna, men seinast i sjeytiårunum vuksu yinntøkurnar hjá landskassanum munandi, og krøvini hjá fólkinum øktust samsvarandi. - Eg var í vega- og havna- neyndini, sum játtaði pen- ing til bygging. Tað var ikki tað stóra í byrjanini, men krøvini til fígging fleirfald- aðust við árunum. Taðer so lætt at vera eftir- klókur, men um hetta mundið vuksu krøvini til landskassan ov nógv. Vit áttu longu tá at hildið aftur. Ikki ein rødd á tingi ávaraði móti nýtsluni - Eg minnist kortini ikki eina ta einastu rødd, sum å- varaði móti at nýta so nógv- an pening. Landskassin var fullur av peningi, sum borg- aramir og lokalpolitikarnir eisini hildu seg hava krav at fåa lut f. Allir politikarar vóru sjálvsagt áhugaðir fyri at hjálpa sínum valdømi. - Vit vóru komin langt út í áttatíárini, áðrenn tosað varð um at tåtta í. Ráðgev- andi nevndin gjørdi árliga sína frágreiðing, og hon var ikki langt frá veruleikanum, men vit tóku tað ikki nóg álvarsliga. - Andstødan vísti á frá- greiðingarnar, men tað vóru bert vanligar politiskar at- finningar, sum teir brúktu í- móti okkum í andstøduni. - Tað, sum gjørdi enda á okkum, var fiskaloysi, sam- stundis sum prísirnir lækk- aðu. Vanligt hava vit havt góð og ring fiskaár, men tá var eisini vanligt, at um nógvur fiskur var, so mink- aðu prisimar, og samsvar- andi - tá liul fiskur var, so fingu vit meir fyri fiskin. Nýtt Jaoing og landsstyri broytir einki - Hvat heldur tú, at fram- tíðin hevur at bjóða okk- um? -Um nakar heldur, at bert vit fáa nýtt løgting og lands- stýri, so verður alt sum van- ligt dagin eftir, verða fólk vónsvikin. Eg ivist kortini ikki i, at vit fara at fóta okk- um aftur, men tað fer at taka fleiri ár. - Teir lova skatta- og av- gjaldslækking, men um tað skal bera til, skal okkurt 6- vanligt henda, eitt nú at nógv olja verður funnin við Føroyar. Tað hevði - ið hvussu so er - bøt um kredittvirði okkara. - Hvussu heldur tú, at Bór - Javnaðarflokkurin er åbyrgdarflokkur, og hann hevur ongantíð verið bangin fyr: at tikið ábyrgd. Tað hevur hann eisini prógvað seinastu fýra árini, sigur Tórálvur Mohr Olsen, sum nú fer at njóta sítt otium Javnaðarflokkurin fer at klára seg hesaferð? - Eg øvundi ikki teimum fólkum, sum skulu arbeiða á tingi komandi fýra árini. - Javnaðarflokkurin er á- byrgdarflokkur, og hann hevur ongantíð verið bang- in fyri at tíkið ábyrgd. Tað hevur hann eisini prógvað seinastu fýra árini. - Sjálvandi, tá tú ger nak- að, so er vandi fyri at gera feilir. Okkurt av ti, sum Javnaðarflokkurin = hevur gjørt, hevði verið betur 6- gjørt. - Her hugsi eg serliga um tvey mål, eitt er MVG skip- anin, sum legdi 25% omanå alt virksemið í landinum. - Hevdi MVG verið sett í gildi í áttatiárunum, tá virk- semið var ov nógv, so hevði tað virkað tálmandi. Tað virkaði tíeisini skeiva vegin nú, og hevur elvt til at smá- fyritøkurnar ikki hava liv lagað. - Hitt er, at studulin til fiskivinnuna minkadi ov skjótt. Øll fiskivinnan hev- ur livad av studningi hig- artil, og tá alt varð ukið av eftir stuttari tíð, fekk vinnan ikki virkað. - Serliga tá hugsað verður um, at hini londini, sum vit skulu kappast við, eisini nýta studningsskipanir. Eg haldi, at tað er legið at vit koyra skipanir burtur, sum aðrir brúka - Tað var eisini í lagi at minka stuðulin, men tað er skeivt, at vit soleiðis hava kappað á stokkinum, sigur Tórálvur Mohr Olsen. Hann fer nú at njóta sítt otium, sum hann tekur til. Nóg mikið attakast við - Eg havi nakað av jørð og heimaseyði, og eg gangi nógv burtur í haga. Tað havi eg gjørt í eini 25 ár, so eg fari ikki at keða meg. Iva- leyst er til at fáa tíðina at ganga, sigur Tórálvur Mohr Olsen. - Hóast tú ikki beinleiðis ert við í valstríðnum, so er tað spennandi at standa við síðulinjuna og eygleiða, hvussu leikur fer. - Eg vóni tað besta fyri Javnaðarflokkin, og sanni- liga eisini, at hann fær á- virkan komandi árini, so landið kann fáast á beint aft- ur. - Nú skulu ungar kreftir sleppa til. Lívið er bara so- leiðis, og tað haldi eg, at vit øll skulu boyggja okkum fyri, sigur Tórálvur Mohr Olsen. Orð: Dagn Mynd: Kalmar