Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 24 Nr. 118 — 24. JUNI 1993 Framhald av síðu 12 við sær, at Høgni í Jåkupsstovu noyddist i mål, og tad styrkti ikki um heimaliðið úti á vellinum. Skjóti Jónstein Petersen skoraði øll málini hjá NSÍ eftir skjót álop. Hann fekk hol á í 6. minutti, í 68. minutti økti hann til 2- 0, Kim Nielsen minkadi, tå tað restaði eitt korter, men tá B36 gjørdist upp aftur meiri framfysid fyri at javna, fekk Jénstein nyggjan møguleika f 81. minutti, og teir gulu fegnadust éført, tá sigurin var vunnin — ikki minst tå teir frættu, at ÍF hevði bast EB/Streymi og lagt lagnuna hjá NSÍ í teirra egnu hendur. Fuglfirðingar spældu fyri sínum møguleika, og tá tað eydnaðist, mundi tað kennast ikki sért snópisligt, at úrslitið í hinum dystinum lagaði tað soleiðis, at eingin meguleiki er kortini. Fyrra umfaripð vóru teir grammir og komu fram um við málum, sum Eyðálvur Petersen og øgni á Lakjuni gjørdu. Men eftir steðgin tók EB/Streymur alt meiri vir og trysti nógv móti F málinum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Bartal Eliassen staðfesti sigurin, tá hann gjørdi nýtslu av fríspæling frá Andrew Hansen. mSidsta korterið spældi IF vid tiggju monnum, ti Høgni á Lakjuni varð útvístur, tá hann fekk seinna gula kortið. Bólkur B Kanska var tað ikki púra óvæntað, at klaks- víkingar megnaðu at geva HB mótstøðu, tá hugsað verður um fyritreytirnar. Klaksvíkingarnir høvdu spæl í endaumfarinum at stríðast fyri, meðan havnaunglingarnir fyri langari tíð síðani“ hava vunnið sær sæti í kapp- ingini um FM heitið, og tað sást væl í dystinum. HB hevði valt at lata Julian Johnsson vera eftir í Havnini. Hann vandi saman við 1. deild, samstundis sum liðfelagarnir vóru í Klaksvík. KÍ legði fyri við ti hugburðinum, at mót- stødumenninir skuldu ikki hava frið nakra løtuna at skipa flótandi samanspæl. Tað eydnaðist stak væl, og tá so HB álopini í stóran mun vóru tengd at einmansavrikum hjá John Hera Dam, sum alla tíðina hevði minst ein og ofta tveir mótstøðumenn afturat sær, fekk heima- liðið yvirvág. Jóhan Liitzen fekk hol á eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Hegna Kastalag. Tá vóru 9 minuttir leiktir, og løtuna aftan á hevði HB tríggjar góðar møgu- leikar, sum ikki vólru nýttir á rættan hátt. Innan fyri fimm minuttir miðskeiðis í 1. hálvleiki var alt avgjørt. Fyrst fór Høgni Kastalag sjålvur og skoradi, og so stiitadi Jéhan Liitzen innlegg í kassan. HB minkaði stutt undan steðginum, men hóast teir eftir hvíldina royndu at leggja trýst á, so stóðust fáir møgu- leikar av, ti KÍ verjan - væl styrd av Egili Leivs- garð — var ógvuliga tølt. Simun Waag Høgnesen økti til 4-1 stutt fyri leiklok eftir at hann sjálvur hevði sett álop í gongd, og so var liðugt. Tað hjálpti ikki hjá HB, at teir síðstu løtuna leiktu við 10 minnum, ti Mikkjal Thomassen varð ríkin av velli fyri tvinni gul kort. Dysturin á Svangaskarði millum B68 og GÍ hevði ongan týdning fyri endaspælið um FM, men teir leiktu av lívsins kreftum. Tað var spenningur í, tá GÍ nakað inn í 2. hálvleik minkaði frá 1-4 til 3-4, men so kostaði álopshugurin í hinum endanum. Einki er at taka seg aftur í, at tað vóru profilarnir á liðunum báðum, sum skoraðu. Fróði Benjaminsen gjørdi nýtslu av brotssparki, sum var gjørt móti honum, hann fór eina ferð sjálvur, og eina ferð fekk hann mál eftir aftur og fram. Amfinn Olsen skoradi til 1-0, tå hann um meiri enn hálva vallarlongd sneiddi fleiri av, og Øssur JAcobsen staðfesti sigurin við góðum skoti. Hjá GÍ skoraði Sámal Joensen til 1-1 eftir horna og til 4-2 beinleidis upp å frispark, og Pól Ennigarð minkadi til 3-4 við at stúta horna inn um Allan Joensen. B36b spældi fyri sinum møguleika í Gundadali, tá KÍb vitjaði. Merkis- vert var, at KÍ venjarin heldur valdi at stuðla sínum b liði í Gundadali í staðin fyri at vera í Klaksvík, har a liðið spældi fyri plássi í endaumfarinum. Tað sýnir góðan sosialan hug- burð. Sum tað sæst á yvirlitinum leyp Magni Mouritsen bukk um fleiri á málskjúttara- listanum, tá hann skoraði fýra ferð, m.a. øll try málini fyrra umfarið. At vit ikki hava røttu raðfylgjuna kemst av, at dómarin ikki hevur skrivað dómaraseðilin, sum hann eigur. Fleiri av toftaungling- unum fara í dag av landinum við 10. flokki, so teir gjørdu útsetta dystin móti KÍb burtur av sær tyskvøldid. Hóast klaksvíkingar bara vóru tiggju, so megnaðu teir fyrra umfarið bara at vera aftanfyri 2-1, men so setti B68 ferð á og vann 10-2, m.a. kom málverjin Allan Joensen á málskjúttaralistan, tá hann skoraði upp á brotsspark, og mið- vallarleikarin Fróði Benjaminsen gjørdi hesa vikuna eitt orduligt skarslop á skjúttaralista- num. -nn- SÍ misti luftina 2. deild menn, LÍF-SÍ 6-2 (2-1) Sambært skipanini skuldi hesin dysturin ikki av- greiðast fyrr enn 6. august, men orsakað av U16 ferðini var hann framskundaður. Heimaliðið var frammanfyri 2-0, tá korter var leikt. Árni Jacobsen fór igjøgnum í høgru og gav Pouls Suna Dam møguleikan, tå 7 minuttir véru leiktir, og so fór útisetin, sum er komin heim í summarfrí, eina ferð aftur at sjálvur, og hesa ferð skoraði hann sjálvur. Fram móti steðginum minkaði Georg Harald- sen, tá hann tveitti seg fram og var fyrstur á fløtum innleggi úr vinstru. SÍ trýsti nógv hesa løtuna, m.a. høvdu teir úr stuttari fjarstødu drønskot dygst uppum. Arni Jacobsen stútaði tíðliga í 2. hálvleiki LÍF upp á 3-1 eftir innlegg frá Gert Langgaard, men tá Kári Reynheim við frálíkum fluktara mink- aði til 3-2 vóru leir- víkingar rættiliga trýstir í langa løtu. SÍ trysti og trysti, men tá Berg Vatnhamar, sum stutt framman undan var komin inn, minkaði eftir trunkaspæl, fór luftin úr sørvingum. LÍF vann 6- 2, men soleiðis sum tað artaði seg síðstu 20 minuttirnar kundu teir væl vunnið 10-2. Gert Langgaard og Hjørleif Olsen fingu síðstu málini. Ofta vóru fimm grønir við tveimum verjuleikarum, men teir søpladu møguleikarnar burtur. Vit bida til tysdagin vid at gera støduna upp. (-nn-) Málskjúttaralistarnir frá yngru deildunum koma í blaðið í morgin Tíðindablaðið HAGTØL Úrslit, unglingar, bólkur A: B36-NSÍ 1-3 (0-1) 0-1: Jónstein Petersen 0-2: Jónstein Petersen 1-2: Kim Nielsen 1-3: Jónstein Petersen iF-EB/Streymur 3-0 (2-0) 1-0: Eydålvur Petersen 2-0: Høgni å Lakjuni 3-0: Bartal Eliassen Stødan, unglingar, bólkur A: B36a 6 93 1 3 23-13 ÍF 6 3053 16-23 EB/Str 5 2 1 3 12-12 NSÍ 5 1 3 3 10-13 Úrslit, unglingar, bólkur B: B68-Kib 10-2 (2-1) B68: Fróði Benjaminsen (3), Øssur Jacobsen (2), Pól Knút Davidsen (2), Mannbjørn Nesá, Allan Joensen (br.), Bogi Petersen KÍb: Rúni Sigurðsson (2) KÍ-HB 4-1 (3-1) 1-0: Jóhan Liitzen 2-0: Høgni Kastalag 3-0: Jóhan Liitzen 3-1: Hedin Lamhauge 4-1: Simun Waag Høgnesen B36b-Kib 9-1 (3-1) B36b: Magni Mouritsen (4), Dånjal Hoydal, Fróði Jacobsen, Jóhan Krogh, Allan Manai, Ken Zachariassen Kib: Tummas Anthoniussen B68-GÍ 6-3 (2-1) 1-0: Amfinn Olsen 1-1: Såmal Joensen 1: Fróði Benjaminsen (br.) 1: Fróði Benjaminsen 1: Øssur Jacobsen 2: Såmal Joensen -3: Pól Ennigarð 3: Fróði Benjaminsen 3: Ossur Jacobsen Stødan, unglingar, bólkur B: HB 10 8 II 71-12 B36b 10 6 2 2 31-25 Kia 9 6 I 2 48-19 B68 10 3 16 31-41 GÍ 9 2 I 6 22.36 KÍb 8 0 9 8 10-80 Stødan, dreingir: B36a 9 7 | Í 56-12 HB 9 6 2 | 32-12 K Í 9 6 1532 37-14 NSÍ 7 4 1 2 27-1S SÍF/MB 9 405 21-49 iF 8 305 16-32 B36b 9 1 26 13-39 B68 8 206 15-25 LÍF 9 1 1 7 11-35 sostalurin ss SG 17 14 13 15 14 13 AOR