leygardagur 25. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
perla
VÁGSBYGD er perlan í Suður-
oy, yrkir eitt av lokalu skaldun-
um í Vági. Og tað kann av sonn-
um sigast, at Vågsbygd er ein
perla. Bygdin er millum tær all-
arbest hildnu frå fjøru nidan at
fjallatrom, og hetta er ein bygd,
sum hevur verid merkt av virk-
semi — bædi vinnuliga og ment-
unnarliga — og av gestablidni.
HETTA fáa óivað mongu jóan-
sekugestirnir at kenna hetta
vikuskiftið. Og øll kappróðrar-
áhuga minnast jú bragd vág-
binga fyri tveimum árum síðani.
Eftir fáum tímum høvdu teir
megnað at hýst fleiri hundrað-
tals kappróðrarfólkum, tí fyri
veður varð neyðugt at útseta
kappróðurin til dagin eftir —
sunnudagin.
EITT eyðkenni fyri vágbingar
fram um so nógvar, er felags-
skapurin — felagslívið og tað at
virka í felag. Millum tey stóru til-
tøkini, sum av sonnum kunnu
sigast at vera fólkamentan, er
nýggjárshaldið við Vveitslu,
skemti, guðstænastu, kyndla-
gongu og dansi til tann ljósa
morgun. Eitt annað er nýggja
stevnan við grindabátum, sum
hevur eggjað monnum at virðis-
meta og halda við líka foroyska
båtin. Og eitt triðja er bragðið at
fáa sluppina Johannu TG 326
riggaða aftur til seglskip. Tað
var eitt ódnartak, sum eingin ger
vágbingum eftir.
HETTA verður nevnt fyri at vísa
á, hvussu nógv tað hevur at siga
fyri trivnaðin í eini bygd, at fólk
duga at virka í felag og at ein
sonn fólkamentan livir. Hetta
eru virði, sum vit kanska ikki gáa
so nógv um í gerandisdegnum,
men sum eru ómetilig.
TÁ hetta er sagt, so skal leggj-
ast afturat, at bygdin hevur eis-
ini eitt vi:sið dansifelag, sum
førir gamla mentaarvin víðari. Á
hinum bógnum hevur bygdin
fostrað frálíkar tónleikarar, ein
hin fremsta enterteynaran, ein
tann besta harmonikuspælaran
og so framvegis. Bygdin hevur
fostrað eina av mætastu listar-
kvinnum okkara, segumenn og
sidsøgufrøding, målfrøding og
so framvegis. Hetta visir, at har
býr eitt mentað fólk.
Á ITROTTARØKINUM hava
vágbingar ikki ligið á latu síðuni.
Mangan hava teir vunnið í kapp-
róðri og í kvinnuhondbólti eru
teir millum tær frægu. Við fót-
bóltinum hevur gingið upp og
niður, men sum onkur hevur
sagt, so eru teir heimsins bestu
taparar.
MEN einki av ollum hesum letur
seg gera uttan eitt gott og sterkt
vinnulív. Í síni tíð var Vágur
saman við Tveroyri fremstu
vinnubygdirnar í Feroyum og
stórur floti sigldi út av Vágsfirði.
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Talefax: 14720
Flestu hava hoyrt um stóru virk-
ini — Garðarnar, Lødhamar, á
Tjørn og á Marknoyri. Ja, tey
frálíka vøkru nøvnini siga frá, at
hetta er gomul bygd — ein væla-
bygd. Upp og nidurgongutidir
hava verið, og líkt er til, at bygd-
in aftur er um at menna seg eftir
seinasta nosið.
TÁ tað fyri nøkrum árum síðani
varð tikid stig til at stovna nýtt
felag at keypa flakavirkið í bygd-
ini, sum tá var farið av knór-
anum, stóð ikki á at fáa pening.
Tann ætlanin varð av ongum.
Nú hava vit fingið ta miðstýrdu
Fiskavirking. Eitt grátt heiti —
Fiskavirking Vágur. Og neyvan
fer at standa á hjá vágbingum,
tá hevi verður aftur at ogna sær
virkið, eins og tað er eydnast at
keypa flestu skipini og onnur
skip. Tí enn eins og áður verður
tað fiskivinnan, sum er álitið hjá
Vágsbygd. Góða jóanseku og
góðan byr!
Sosialurin
Eyðun Zachariasen frá March for Jesus '94«
15 MILLIÓNIR KRING ALLAN HEIM
Til gongu fyri
Jesus í dag
Í dag kl. 10.30 byrjar stóra
tiltakið >March for Jesus
"94< á Skansanum í Havn.
Hálvan tíma seinni verður
farið til gongu gjøgnum
Havnina, og væntandi fara
fleiri hundrað føroyingar at
taka undir við tiltakinum og
vera við í stóru skrúðgong-
Maritu Petersen, løgmanni, yvirlýsing frá fyrireikarunum uni, ið leggur leiðina nidan
gjøgnum miðbýin, eftir Dr.
Jakobsensgøtu og J.C. Sva-
bosgøtu út til Landssjúkra-
húsið og niðan á Frælsið,
har endað verður við einum
lovsongs- og bønarmøti á
Læraraskúlanum.
Hetta er triðja ferðin, at
skipað verður fyri hesum
tiltakinum í Føroyum, og
hini bæði undanfarnu árini
hava um 400 fólk verið við
hverja ferð.
>March for Jesus< var
fyrstu ferð í London í 1987,
tá 15.000 fólk í oysandi
regni vóru við, men síðani
hava fleiri og fleiri tikid
undir við tí, sum árini eru
gingin, og roknað verður
við, at einar 15 milliónir
fara at vera við í »March for
Jesus "94< kring allan heim í
ur vid tiltakid
hevur fyrireikingarbólkurin -
fyri »March for Jesus "94« í
Føroyum í vikuni verið í
landsstýrinum og handað
Maritu Petersen, løgmanni,
eina yvirlýsing, har heitt
verður á landsstýrið um at
virka fyri, at tey virði, sum
fólkaskúlalógin byggir á,
aftur verða sett í hásæti.
— Vit hava kristniundir-
vising, ið leggur gott í bein-
ini á næmingunum, men tað
er ein sannroynd, at hendan
verður undirgravað í øðrum
lærugreinum, verður mill-
um annað sagt í yvirlýsing-
ini.
hj.
Tuska millum húsini
Enn merkja fólk lítið til, at heilsu- og heimasjúkrasystrarnar
hava sett bilar sínar
Leiðarin á Heilsurgktini,
Brynhild Danielsen, hevði
væntað, at fleiri fóru at
ringja og kæra sína neyð
um, at heilsu- og heima-
sjúkrasystrarnar nú ikki
vitja líka fast, sum tær ann-
ars plaga.
Men í gjár visti hon bara
hendinga dómi um, at nakar
hevði ringt
Tað merkir kortini ikki, at
tað ber til í longdini, at
heilsu- og heimasjúkra-
systrarnar skulu ganga frá
húsi til hús. Enn er bara so
stutt frá litið, og sjúkra-
systrarnar høvdu fyrireikað
seg soleiðis við at vitja
niðurfyri í teimum húsum.
sum dagliga ikki skulu vitj-
ast.
Á middegi í gjár hevði
sjúkrasystrafelagið = enn
ikki frætt nakað úr lands-
stýrinum, og úr landsstýri-
num bar ikki til at fáa at vita,
um útlit eru fyri, at heilsu-
og heimasjúkrasystrarnar
fáa tænastubilar, sum tær
krevja at fáa.
Tað man vera fyrsta
ferðin, at sjúkrasystrar í
Føroyum hava gjørt upp-
reistur, men nú mistu tær so
tolið.
Sjúkrasystrafelagið hev-
ur síðan 1989 samráðst við
landsstýrið um at fáa krav-
ið, at tær sjálvar skulu hava
tænastubilar, strikað.
Higartil hava tær fingið
2,90 krónur fyri hvønn
kilometur, men tað halda
tær ikki vera nóg mikið.
Landsstýrið hevur ikki
viljað toygt seg longur enn
at bjóða teimum eitt fast
gjald, sum tó skuldi
skattast, men tað góðtók
sjúkrasystrafelagið íkki.
Sjúkrasystrafelagið krevur,
at tænastubilar skulu verða
tøkir 1. januar næsta år, og
at allar skulu hava tænastu-
bilar 1. januar 1998.
Heilsu- og heimasjúkra-
systrarnar eru umleið 50 í
tali. Tær hava tilsamans
umleið 600 fólk at vitja.
Brynhild Danielsen sigur,
at tá arbeiðsdagurin hós-
dagin var av, vóru tær út-
koyrdar, sum tær høvdu
tusakð fyri at koma til so
nógv hús sum gjørligt.
Summastaðni er so langt í-
millum húsinum, at ein stór-
ur partur avdegnum fór við
al ganga.
Heilsusystrarnar, = sum
vitja smábarnafamiljur,
royna at fara út eftir føri-
muni, men tær valdu eisini
at koma í samband við fleiri
á tann hátt, at tær sótu ein
part av degnum við tele-
fonina og góvu ráð.
randi