leygardagur 25. juni 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
Tidindabladid [ sosialurin ] Nr. 119 — 25. JUNI 1994 Sida 3
Uttanlandsskuldin
minkar i storum
- Gjaldsjavnayvirskotid var 719 milliónir í 1993. Uttanlands-
skuldin minkadi 1,2 mia. Og tølini verða helst lika positiv í ár.
Tað er ongin ivi um, at hetta fer at hava við sær eina minking í
arbeiðsloysinum, sigur landsbankastjórin
Hóast inntøkurnar hjá før-
oyska samfelagnum - or-
sakað av fiskaloysi og
lágum prisi - vóru óvan-
liga smáar í 1993, síggja
fleiri av tølunum fyri
okkara búskap sera lov-
andi út.
Sigurd Poulsen, lands-
bankastjóri, upplýsir, at
avlopið á gjaldsjavnanum
var 719 milliónir í 1993.
Og uttanlandsskuldin min-
kaði við ikki minni enn
1,2 milliard.
Orsøkin til at skuldin
minkaði við meira enn
yvirskotinum á gjalds-
javnanum, er, at nakrar
kursbroytingar vóru til
okkara fyrimuns, og at
lángevarar avskrivaðu ein
part av sínum lánum í
Føroyum sum tap.
Høgur prisur
Orsøkin til, at vit vid so
småum inntøkum høvdu
so stórt yvirskot, er, at
nýtslan var so lítil. Bæði
tað almenna og tað privata
spardu meira enn nakran-
tíð, og sera fáar iløgur
vórðu gjørdar. - Fólk
hvorki kundu ella tordu at
investera.
- Tað ber tí til at siga, at
tað høga arbeiðsloysið var
prísurin fyri ið hvussu er
ein part av yvirskotinum,
sigur Sigurd Poulsen.
Kreppan
verður stutt
At sparingarnar eru so
ógvusligar ger, at kreppan
verður hørð. Men tað ger
eisini, at hon verður stutt!
heldur Sigurd Poulsen.
- Tað verður so nógv
spart í løtuni, at hóast
fiskiskapurin verður ver-
andi so vánaligur, sum
hann hevur verið higartil í
ár, so fara vit tá árið er av
helst aftur at hava eitt
yvirkot uppá einar 700
milliónir, sigur hann.
- Og fáa vit bara tvey ár
afturat við so stórum
gjaldsjavnayvirskoti, so
verður samlaða skuldin
minni enn fimm milliardir
um bara tvey ár. Tá fara
vit at hava somu skuld,
sum vit høvdu, áðrenn
hon varð uppjusterað í
1988.
Uppgongdin kemur!
Sjálvur sigur Sigurd Poul
sen seg ikki ivast i, at tað
fer at koma gongd á aftur
búskapin um eini tvey ár.
- Tá verður skuldin so
mikið lítil, at fólk fara at
tora at satsa eitt sindur
aftur.Bæði tað almenna
og tað privata kunnu aftur
gera iløgur, og arbeiðs-
loysið fer at minka, heldur
hann.
S-S-
Arheiðstilboð
Ert tú lættari rørslutarnad(ur) og hevur
hug til at fáa eina spennandi arbeiðs-
uppgåvu, so er hetta møguliga tilboðið
til júst tín.
Ein arbeiðsbólkur undir MBF hevur
ætlanir um at seta á stovn eitt minni
virki/verkstad, har 3—4 rerslutarnað
fólk kunnu fáa arbeiði.
Arbeiðsuppgávurnar hugsað verður
um eru fyrst og fremst at framleiða og
at gera ábetur á klædnavørur. Møgu-
leiki er somuleiðis fyri at fara undir
aðrar arbeiðsuppgávur.
Arbeiðsbólkurin heldur, at best hevði
verið, um tey, ið skulu arbeiða á virk-
inum, eru við til at leggja alt til rættis.
Miðað verður ímóti, at starvsfólkið við
tíðini skal eiga virkið, og at tað somu-
leiðis eina ferð skal geva fíggjarligt av-
síni egnu íbúð
Ein maður, sum eigur íbúð á Berjabrekku í Havn, skal út í sein-
asta lagi 1. oktober í ár
Nú er staðfest, at fólk ikki
kunnu loyva sær at gera
sum tey vilja, um tey eru til
ampa fyri sínar grannar.
Týsdagin feldi Føroya
rættur dóm í einum sakar-
máli, og dómurin var, at ein
maður varð dømdur at flyta
úr síni egnu íbúð.
Hetta er fyrsta sakarmál
av sínum slagi í Føroyum.
Teir nýggju býlingarnir
hava allir eigarafeløg, og
eigarafeløgini hava sínar
viðtøkur. Summi hava hes-
um eigarafeløgum hava
eina reglu, sum sigur, at
grannar ikki mugu gera
hvørjum ødrum ónáðir ella
gera nakað ødrum til ampa.
Slíka reglu hevur eigara-
íelagið á Berjabrekku, sum
stevndi manninum, ið nú
hevur fingið sín dóm.
Á Berjabrekku eru tætt
bygdar íbúðir, og ger onkur
ónáðir, merkist tað væl.
Fleiri grannar hava kent
ampa av hesum manninum,
og í rættinum greiddu teir
frá, hvussu maðurin hevur
hildið gang og hevur hótt,
og tað kom fram, at politiið
ferð eftir ferð hevur tikid
hann við sær á stødina.
Tá maðurin helt fram við
sínum atburði, fekk hann
fyrst skrivligar ávaringar
frá eigarafelagnum, men tá
tað ikki hjålpti, stevndi eig-
arafelagið.
Rætturin hevur einaferð
fyrr dómt mannin at flyta,
men tá sakarmálið var fyri,
møtti hvørki maðurin ella
sakførari hansara, og tá so
er, ber til at fáa málið tikið
uppaftur av nýggjum. Tað
varð gjørt í hesum førinum.
Hetta var ein orsøkin til,
at málið gjørdist so ovur-
honds drúgt.
Í rættinum greiddi sum
vitni eina kvinna frá ti ringa
grannalagnum. Hon eigur
íbúðina beint undir hjá hon-
um, sum nú er dømdur at
flyta út Maðurin hevði
órógvað hana so illa og hótt
fleiri ferðir, so hon noyddist
at leiga sína íbúð út og finna
sær og børnum sínum annan
bústað í bynum.
Grundgevingin fyri at
dóma mannin at flyta var, at
maðurin ferð eftir ferð við
sínum atburði grovliga hev-
ur brotið vidtøkurnar fyri
eigarafelagið.
Maðurin skal also flyta út,
men eingin kann nokta hon-
um at eiga íbúðina. Hann
kann bara ikki búgva har
sjálvur.
randi
kast. Ein skal tó ikki rokna við inn-
tøkum fyrstu tidina.
Vit halda ti, at hetta er tilbod til pen-
sionistar, sum hava hug til at rika til-
veruna við einari spennandi arbeiðs-
uppgávu.
Er hetta eitt tilboð, tú hevur hug til at fáa
nærri at vita um, vend tær tá til skriv-
stovuna hjá MBF á Bryggjubakka 4,
ella ring tlf. 17373. Karin M. Joensen-
Næs er at hitta månadag til friggjadag
frå kl. 10—16.
Arbeiðsbólkurin