leygardagur 25. juni 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Flakavirkið
Nr. 119 — 25. JUNI 1994
er bjargingin
— Vágur hevur bert flaka-
virkið sum arbeiðspláss
á at líta. Tí eru vit heppin
at hava nútíðar virki, sum
í lotuni tryggjar eini 150
fólkum arbeiði, sigur Páll
Augustinussen, býráðs-
limur í Vág
Suðuroyggin og einamest
Vágur varð serliga hart rakt
av arbeiðsloysinum fyri
bert tveimum árum síðani.
Tá var at kalla einki arbeiði
efnum.
dag er stødan batnað
munandi, og tað hava tey
har suðuri flakavirkinum
fyri at takka. Nógv og stød-
ugt arbeiði hevur verið á
flakavirkinum, har eini 150
fólk arbeiða í løtuni.
Saltfiskaarbeiði er hvønn
dag, og flakakvinnurnar ar-
beiða ikki undir triggjar
dagar um vikuna, og tær fáa
ískoytisveiting frá ALS.
25 smábátar rógva út
Útróðurin hevur eisini verið
góður. Einir 25 smábátar
rógva út og avreiða í Vági,
og teir hava fingið væl av
upsa í seinastuni.
Páll Augustinussen og
Eyðfinn Mørk eru býráðs-
umboð fyri Javnaðarflokk-
in, sum situr í samgongu við
Sambandsflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum.
- Vit hava ikki ráð at gera
so nógv í býráðnum í løtuni,
men vit megna kortini at
halda okkara skyldur. Nú
bíða vit eftir, at kommunu-
skuldin verður umløgd, og
or
fg 33
seu
það
vit vóna, at tað gevur
okkum størri virkismøgu-
leikar, sigur Påll August-
inussen.
Í Vági hava átta ungfólk
arbeiði í summar undir
skipanini "Ung í arbeiði".
Tey hava samlað inn ull og
virkað hana. Ein annar
bólkur hevur fingist við um-
væling, eitt nú hava tey mál-
að skúlan, kirkjugarðin og
gjørt åbøtur ymsa staðni.
ár verður jéansøkan í Vági,
og í hesum sambandi verður
gøtuumhvørvid fríðkað.
- Vit eru so heppin at hava
eitt nútíðar flakavirki. Her
er tað bert fiskurin, sum
kann geva arbeiði, nú fleiri
almennir stovnar eru fluttir
aðrastaðni.
Fíggjarætlanin heldur
- Í februar 1992 steðgaði alt
virksemi upp í Vági, og
flakavirkið læt aftur. Lítið
og einki arbeiði var har til í
maí 1993, men síðani hevur
tað gingið framá, sigur Páll
Augustinussen og leggur
aftrat, at fíggjarætlanin hjá
kommununi higartil hevur
hildið, og at teir fara at
røkka teimum málum, sum
teir høvdu sett sær fyri í år.
Tíðindablaðið (SF
Fiskaarbeiðið gevur
teimum flestu úrigkuna í
Vági, men har eru eisini
nakrir mans í arbeiði á
skipasmiðjuni, umframt tey
føstu arbeiðsplássini í skúl-
anum og aðrastaðni í býn-
um. Í hesum valskeiðnum
eru eisini hægru skúlarnir
fluttir til Vágs, eitt nú FHS -
HH og Fiskivinnuskúlin.
HF-skeið er nú bert í Vági,
og vónandi kemur studenta-
skúlin í heyst.
Býráðið hevur tosað um
at lækka kommunuskatta-
prosentið, sum eins og aðra-
staðni í landinum er ein
Nógv og stødugt arbeiði
hevur verið á flaka-
virkinum, har eini 150
fólk arbeiða í løtuni, og
eini 25 smábátar rógva út
og avreiða í Vági
trupulleiki hjá borgarunum,
men tað verður ikki gjørt
beinanvegin.
- Eingin skattalækking
verður fyribils, men tað er
ikki óhugsandi, at tað fer at
verða gjørt sum frålidur,
sigur Páll Augiustinussen,
ið dagliga arbeiðir sum
roknskaparmaður á flaka-
virkinum í Vági.
Dagny
Suðuroyggin
ikki ringast fyri
— Hóast krepputíð, er Tvøroyri ikki ring-
ast fyri viðvíkjandi arbeiði, siga tær báð-
ar Ketty Andreasen, formaður í Sosial-
demokratiska felagnum, og Elisabeth
Matras-Olsen, formaður í Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelag
Hóast vit hoyra nógv um
stóra arbeiðsloysið í Føroy-
um, so sæst tað ikki væl
aftur í Suðuroynni.
Á flakavirkinum á Tvør-
oyri verður í løtuni arbeitt í
tveyskiftisvakt, tilsamans
eini 167 fólk eru í arbeiði.
- Tvøroyri er ikki ringast
fyri, hvat arbeidi vidvikir,
sigur Kettuy Andreasen.
Nógv arbeiði er á flaka-
virkinum, og fleiri bátar eru
komnir til Tvgroyar í hesum
valskeiðnum, síðani krepp-
an tók seg upp.
Ketty Andreasen og
Elisabeth Matras-Olsen eru
samdar um, at virksemið í
bygdini hevur einum sterk-
um javnaðarflokki á tingi
fyri at takka, at tað stendur
so frægt til.
SN merkt
- Sjálvandi merkja vit eisini
kreppuna, eitt nú við ti
ovurhonds stóra skatta-
trystinum. Eisini hava vit
arbeiðsloysi innan byggi-
vinnuna. Handverkarar
hava at kalla einki arbeiði.
Annars hevur byggivinn-
an havt nógv at gera við at
byggja sjúkrahús, posthús
og bankabygning í mið-
býnum, men nú eru hesar
byggingar lidnir.
Serliga fegin eru vit um
sjúkrahúsið á Tvøroyri,
sum nú um nakrar i
verður tikid í nýtslu.
- Gamla sjúkrahúsið var
bygt í 1952, og har hava
ongar åbøtur gjørdar síðani.
Í 1977 varð røktarheimid
stovnað. Pláss er fyri 21
sjúklingum á sjúkhúsinum.
oyingar eru samdir um, so
Ketty Andreasen og Elisabeth Matras-Olsen eru formenn í hver sínum jav
naðarfelag í
Suðuroynni. Tær eru samdar um nógv í felagsarbeiðinum og stuðla hver aðrari í hesum
arbeiði. Her eru tær á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum í Havn
er tað, at vit fáa tryggjad
okkum góðar umstødur til
tey sjúku og veiku í oynni.
- Vit hava veruliga brúk
fyri sjúkrahúsinum, siga
Ketty Andreasen og Elisa-
beth Matras-Olsen.
Stúra fyri borgarligu
flokkunum
- Nú eru vit kortini farin at
stúra fyri, hvat hendir, um
teir borgarligu flokkarnir
sleppa framat. Vit eru bang-
in fyri, at teir fara at spara
at tað fyrst og fremst fer at
raka Suðuroynna.
"Elisabeth Matras-Olsen
sigur, at barnagarðurin varð
stovnaður á Tvøroyri fyri
fýra árum síðan. Har eru í
dag 75 børn, og fleiri standa
á bíðilista. Tað er eisini eitt
tekin um, atnógv fólk hevur
arbeiði í oynni.
- Ætlanin hevur eisini
verið at bygt eina lækna-
miðstøð, men tann ætlanin
num.
- Nú hevur stýrið fyri
Suðuroyar sjúkrahús bjóð-
að býráðnum at leiga bygn-
ingin, har umsítingin á
sjúkrahúsinum heldur til.
Hon flytir í nýggja bygn-
ingin, tá sjúkrahúsið verður
tikid í nýtslu til heystar. Á
fíggjarlógini er peningur
avsettur til atumvæla bygn-
ingin fyri.
Dagny"