leygardagur 25. juni 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikkjal Sørensen, løgtingsmadur:
Nytsluskatt
heldur enn
inntøkuskatt
Tað er avgjørt neyðugt at
broyta skattalógina, soleið-
is at inntøkuskatturin lækk-
ar, og nýtsluskatturin økist.
Tað heldur í hvussu so er
Mikkjal Sørensen, løg-
úngsmaður:
Vit kunnu læra av tí,
danir hava gjørt. Teir hava
lækkað inntøkuskattin
nógv, samstundis sum grøn
avgjøld eru komin. Hetta er
ikki nakað, sum verður
gjørt eftir einum degi, og
sjálvsagt skal slík skipan
lagast eftir føroyskum við-
urskiftum, men hugsanin er
góð. At skattgjaldarin fær
stórri ávirkan á, hvat tað er,
hann skal gjalda fyri, er
bæði rætt og rimuligt.
Annars dámar Mikkjal
Sørensen væl hugsanirnar
viðvíkjandi = skattaspurn-
inginum í nýggju virkis-
skránni hjá javnaðarflokk-
inum.
-Tað verður sagt, at trýst-
ið á lág- og miðalinnigkum-
ar skal lækkast, og at øll
skulu vinna eina skattafría
upphædd, sum svarar til
fólkapensiónina, og tað
dámar mær stak væl. Og eg
rokni eisini við, at tað ber
til, um vit fara meiri inn á at
gjalda nýtsluskatt í staðin
fyri inntøkuskattin.
Persónliga haldi eg, at
javnaðarflokkurin eigur at
leggja alla orku í at fáa hesi
viðurskiftini broytt. Tað er
eisini týdningarmikið, at
tað er fólkinum greitt, hvat
langtíðarmálið er, og at tey
tiltøk, sum verða fram í dag-
liga politiska yrkinum alla
tíðina bera á kósina, sum
ber móti langtíðarmálinum.
ag.
Tað árið un Mikkjal
Sørensen var formaður í
rættarneyndini, vóru nógv
tydningarmikil mál fyri í
løgtinginum, sum vórðu
beind í rættarneyndina. Her
verður hugsað um lógina
um legtingsins umboðs-
mann, lógin um alment inn-
lit og so allar vinnulógirnar,
sum nú eru samtyktar.
- Tað skal ikki vera nøkur
loyna, at målsøkini, sum
hava mín størsta áhuga eru
fíggjar- og skattamál, og at
verða nevndarlimur og for-
maður í rættarneyndini
hevði eg ongar hugsanir
um. Men umstødurnar lag-
aðu tað soleiðis, at eg gjørd-
ist formaður eitt ár, og eg
má siga, at tað var spenn-
andi at arbeiða nevndu mál
fgjøgnum.
Størsti trupulleikin í tí
sambandinum var tann, at
málini komu ov seint fram í
tinginum og tískil varð tíðin
at arbeiða í nevndini ofta ov
stutt. Tað er ein óskikkur, at
øll tingmålini koma bølt-
andi seinasta framløgudag.
Tingmenn og landsstýri
vita, nær síðsti framløgu-
dagur er, og um tingarbeið-
ið skal ganga væl, so er
neyðugt, at tingmenn og
landsstýrið leggja seg meiri
eftir alla tíðina at syrgja
fyri, at mál koma fram.
Tað verður ofta havt á
munni, og tað slepst ikki
uttan um tað: Suðuroygg-
in er háborgin hjá javnað-
arflokkinum. Seinast
hetta var undirstrikað, var
á løgtingsvalinum í 1990,
tá flokkurin fekk 1.686 at-
kvødur í Suðuroy og
Wíggjar umdømisvaldar
tingmenn.
Men at suðuroyingar
stuðla javnaðarflokkinum
væl er einki nýtt. Fyrstu
ferð flokkurin stillaði upp
eftir stovnanina í 1925 var
tilløgtingsvalid í 1928, og
tá var annar av teimum
báðum, sum vórðu valdir
atumboða flokkin, valdur
í Suðuroy.
Stóra undirtøku
kreppuárini
Tríatiárini vóru einki
serlig í Føroyum, og í
hvussu soer suðuroyingar
valdu tá at standa saman
um javnaðarflokkin. Tað
sæst aftur í, at flokkurin
bæði á valinum í 1936 og
aftur í 1940 fekk triggjar
menn valdar har suðuri.
Krígsárini høvdu um-
skifti við sær á so nógvum
gkjum. Hetta gjørdi seg
eisini galdandi í atkvødu-
býtinum millum flokk-
arnar, ikki minst tí spurn-
ingurin um vidurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark komu at standa so
frammarlaga í politiska
Størsti skansin
er Suðuroyggin
Síðani 1932 hava altíð tveir umdømisvaldir javnad-
armenn umboðað sunnasta valdømid í landinum
tjakinum. Á valinum í
1943 fekk fólkaflokkurin
fyri fyrstu ferð mann vald-
an í Suðuroy, og javn-
aðarflokkurin og sam-
bandsflokkurin fingu
tveir í part.
Fimtiårini vóru vánalig
flestu staðni í Føroyum,
og tå spurningamir um
sosiala trygdarnetið stóðu
frammarlaga í politiska
tjakinum, góvu suðuroy-
ingar javnaðarflokkinum
aftur dygga undirtøku. Í
1958 hevdi flokkurin sitt
besta val, og tá stóðu suð-
uroyingar ikki aftastir.
Triggir javnaðarmenn
vórðu valdir, og hetta talið
varð hildið tvey tey næstu
valini.
Striltid at fåa
tridja mannin
Í 1970 datt talið niður á
tveir umdømisvaldar, og
har var tað eisini í 1974. I
1978 vóru teir tríggir aft-
ur, men tey næstu trý val-
ini vóru tveir javnaðar-
menn valdir. Tað var ikki
tí, suðuroyingar vendu
flokkinum bakið. Heldur
tvørtur í móti, tí atkvødu-
talið lá við øll valini —
burtursæð frá í 1984, tátað
var 1457 — støðugt oman
fyri fimtan hundrað, og í
1988 var tað 1607, men
hóast tað eydnaðist ikki at
vinna triðja mannin aftur.
Orsøkin til, at tað gekk
Tiinggblaðið [ sosialurin | Nr. 119 — 25. JUNI 1994 Sida9
so striltið at vinna triðja
mannin aftur, var, at tjóð-
veldisflokkurin = hevði
vaksið seg so mikid stór-
an, at hann átti ein um-
dømisvaldan bæði í 1970,
1974 og aftur síðani 1984.
Vit sóu oman fyri, at tá
kreppan gjørdi vart við
seg í tíatiárunum og
fimtiårunum, gktist at-
kvødutalid hjá javnaðar-
flokkinum í Suðuroy, og
tá kreppan aftur gjørdi um
seg í okkara tíð, tóktist
suðuroyingar at lita á
somu politisku rók. Í
hvussu so er fekk javnað-
arflokkurin í Suðuroy á
seinasta vali stórri undir-
tøku, enn hann nakrantíð
áður hevði fingið. 1686 at-
kveður fekk flokkurin, og
tríggjar umdømisvaldar
tingmenn.
Men tað skal ikki so
ógvuliga nógv til at missa
triðja mannin. Um sam-
bandsflokkurin = hevði
fingið niggju atkvøður
meiri, enn suðuroyingar
góvu teimum, so fekk
hann umdemisvaldan
mann í staðin fyri ein
eykavaldan. Og so hevdi
ein javndarmadur færri
verið, uttan at hann hevdi
komið aftur sum eyka-
maður. Tað vil siga, at val-
dømid hevdi verið verri
umboðað í tingmannatali,
enn tað hevur verið síðani
1990.
Rullandi útgjaldið má takast av
— og gjaldið sett til 90% av vanligari løn
Fyri brátt tveimum árum
síðan bleiv ein skipan sett í
verk, sum fekk navnið Ar-
beiðsloysistryggingin.
Henda skipan skuldi tryggja
teimum, sum vóru og komu
at blíva arbeiðsleys, rætt til
løn, meðan tey vóru tk á
arbeiðsmarknaðinum.
Somuleiðis skuldu tey, sum
arbeiða á fiskavirkjum og
ikki fingu fulla vikuløn, fáa
løn fyri 32 tímar.
Hvussu hevur henda
trygging so roynst? Jú, tá
hon bleiv sett í verk, var hon
eitt stig á leiðini at tryggja
fólki við ongum ella næstan
ongum arbeiði manssómu-
lig kor her á hesum nú eina-
ferð so harðbalnu klettum.
Men stokkut var gleðin.
Nú bert tvey ár seinni er
henda skipan komin (orsaka
málburðin) á gravarbakka.
Vit, sum gera nýtslu av hesi
skipan, hava verið vitni til at
sett er í verk eitt sokallað
rullandi útgjald, sum hevur
havt við sær at útgjaldið er
minkað so nógv, at tað er
hvorki til at liva av ella at
liva við.
Hvat gera vit, sum bjóða
okkum fram sum valevni,
við hesi eftirhondini ótol-
andi viðurskifti?
Mítt boð uppá hetta er at
rullandi útgjaldið verður
avtikið beinanvegin og
gjaldið sett til 90% av eini
vanligari vikuløn. Hvussu
tryggja vit so eina tílíka
skipan?
Akutti peningatørvurin
verður tryggjaður við láni,
sum landskassin veðheldur
fyri. Á fíggjarlógini fyri
1995 skal avsetast peningur
til at gjalda hallið hjá ALS.
Hetta hevði verið ein góð
hjálp til at steðga ti stóru
fólkaflytingini av landin-
um.
Niclas Sigurheim,
valevni javnaðarfloksins
í Suðuroy