Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 25. JUNI 1994 Tíðindablaðið (67 Hendrik Old - sjómaðurin í tinginum Hendrik Old umboðar fyrst og fremst tann fóroyska sjómannin á Løgtingi. Sambandið vid sjógvin, og tað fólk, ið har búleikast, er tí av stórum týdningi fyri tingarbeiðið hjá honum. Og tað eru tær praktisku royndirnar hann heldur seg til, í sínum mongu dystum um føroyskan fiskivinnupolitikk Hendrik Old stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 1984, og var beinanvegin valdur. Harvið fekk hann tað fyrsta fasta arbeiðið hann hevur havt uppi á landi, síðani hann sum 15-16 ára gamal plagdi at arbeiða sild á keiini í Vági. Annars hevur hann verið sjómaður burturav. Best er hann kendur sum skipari á Nýrborg. Henni var hann við í 17 ár, og førdi hana í 10. Einasta arbeiði hann sum vaksin annars hevur havt á landið, var tá hann sumrini 1968 '69 og '70 var á Nordafar stødini í Grønlandi. 300 dagar i sjonum Tað var júst orsakað av sjólívinum, at Hendrik ikki stilladi upp fyrr enn í 1984, hóast hann altíð hevur verið politiskt á- hugaður. Ofta var var hann meira enn 300 dagar á sjónum um árið, og tá ber sjálv- sagt ikki til at røkja ting- arbeiðið. Men í 1984 avgjørdi hann so at stilla upp. Og suðuroyingar tóku dyggi- liga undir við honum. Hann varð saman við Atla Dam valdur fyri Javnaðar- flokkin. Stórar friðingar Hann var afturvaldur í 1988, og tá fekk hann eitt av tingsins týdningar- mestu størvum: Hann bleiv valdur til formann í Legtingsins Fiskivinnu- nevnd. Tað var í hansara tíð sum formaður, at stór gýtingar- og vakstrargki vóru friðað. Og hóast tað var illa móttikið av nógvum, er hann í dag glaður um, at hetta eydnaðist. Men tað er eitt, sum framvegis harmar hann frá teirri tíðini: Eftir trýsti frá serliga Fólkaflokkinum í nevnd- ini, var hann noyddur at ganga við til við sera stuttum skotbrá at tveita nótabátarnar av Norðhav- inum. Nótamenninir høvdu riggað til, og vóru klárir at fara til fiskiskap - og so skrykti Legtingið teppið undan teimum. Tað er nettupp tilikum, Hendrik annars hevur roynt at steðgað í tingi- num. Pappírsveldið Hann er nevniliga fram- vegis sjómaður, hóast hann situr í tinginum. Hann fer ein túr av og á tá tingið ikki er saman kortini, og roynir soleiðis at halda sambandið við fiskivinnuna, og tað fólk sum har búleikast, við líka. Og hetta heldur hann vera av sera stórum týd- ningi fyri sítt arbeiði sum tingmaður. - Løgtingid og alt tað politiska og bureaukrat- iska apparatið kann lætt- liga gerast ein verð fyri seg sjálvan, sigur hann. Menn sita og arbeiða við lógarteksti og reglugerð- um, og vita ofta ov lítið um tað samfelag og tey fólk, sum skulu liva undir hesum lógum. Hetta er orsøkin til, at Hendrik hevur roynt at varðveitt sambandið við sjómannin. - Í umhvørvinum kring Legtingið eru tað somu sjónarmið, sum aftur og aftur verða ford fram - nevniliga sjónarmiðini hjá sonevndum »serfrøding- um« av øllum handa slagi, sigur hann. - Eg skal ikki seta niður á hesar menn, men eg haldi, at teimum ofta tørvar eitt mótspæl. Fiski- maðurin má eisini sleppa til orðanna. Tí hann hevur slettis ikki altíð somu hugsanir sum serfrøding- arnir. Hansara meiningar byggja á veruligar, prak- tiskar royndir, og tað er ógvuliga skeivt, at tær ikki í stórri mun verða tiknar við í tingsins arbeiði. u i Tann øvugta verð Hendrik Old hevur sum nevnt verið við til nógvar friðingar. Tað var eisini hann, sum við góðari hjálp frá Peturi Reinert fekk friðingina av Føroya Banka ígjøgnum. Men hann heldur íkki, at vit skulu seta vinnuni fleiri avmarkingar. - Vit noyðast at friða tey tydningarmestu økini, men har tað er loyvi at fiska, má tað eisini vera loyvi at fiska frítt, sigur hann. Hendrik heldur, at tær TAC og kvotuskipanir, sum nú eru settar í verk, ganga beint ímóti tí nátt- úrliga atburðinum hjá einum sjómanni. - Menn mugu støðugt hugsa um lógir og paragraffir við hesi skip- anini. Tú mást næstan ansa eftir ikki at fiska, har nógvur fiskur er - fært tú ov nógv, er vandi fyri at tú brýtur lógina... Skulu vit hava eitt TAC, so átti tað bara at verið veg- leiðandi. Tað ber íkki til at driva fiskarf innanfyri so knívskarpar bureaukratiskar rammur. Hendrik heldur, at henda skipan meira enn nakað vísir, at fiskivinnu- politikkur ikki bara kann rekast av fólki á landi. Fólk, sum dagliga liva og virka í vinnuni, mugu eisini takast upp á ráð. - Vit eru bara nakrir heilt fáir fiskimenn í tinginum. Tað er spell, at vit ikki eru fleiri, heldur Hendrik Old. Mugu góðtaka óvissuna Fridingin av Føroya Banka hevur framvegis ikki ført til ta stóru framgongdina í stovni- num, sum m.a. fiski- frødingar høvdu væntað. Tad sær Hendrik sum enn Hendrik Old á keiini í Vågi. Hann fegnast um, at tað aftur er arbeiði í bygdini, men mælir til at skattatrýstið verður læk- ka, so fólk hevur meira eftir - hóast prísurin er eitt undirskot á fíggjar- lógini ud: Jan eitt prógv um, at tað ikki ber til at gera útrokningar og reglugerðir sum við vissu siga, hvussu eitt tiltak í fyrsta lagi ávirkar ein stovn og í ødrum lagi fer at ávirka fiskaríið. - Tað eru viðurskifti í sjónum, sum vit íkki kenna. Tú mást læra teg altíð at liva við eini ávísari Óvissu, tá tú fæst við fiskiskap, sigur hann. Tað haldi eg, at fiskimenn duga - men tað knýpur hjá fiskifrødingum. Og tað er hesin grundleggjandi munur, sum ger, at eg so ofta havi verið í orðadrátti við teir. Hendrik vísir á, at tað í løtuni er nógvur fiskur undir Føroyum. Og hann er stórur - eini 65 cm. - Vit vita ikki rættiliga hvaðani hann kemur, ella hví hann er her. Men sjónarmiðið hjá fiski- monnum er at hann skal fiskast, meðan hann kann fiskast - á teimum økjum, sum íkki eru friðað. Fiskifrødingar vilja hin- vegin við neyvum rokni- stykkjum sum grundarlagi hava hann vardan á bæði ein og annan hátt. Mítt sjónarmið er, at tað als ikki letur seg gera at seta upp so neyv roknistykki. Vit skulu friða stór øki - men har tað er loyvi at fiska, skulu menn eisini sleppa at fiska! Utleiguambod Kompressarar Borimaskinur Brekkarar Forskalling Håtrystreinsarar Fæst til leigu. Kaj Andreasen PF Kiingran 5 - Hoyvík - TY. 15600