Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NU skatturin lækkast aftur Fyrst fall Fólkaflokkurin frå, síðani skrædnaði Sjålvstyris- flokkurin. Tað krevur bæði styrki og dirvi at standa við róðri í tíðum sum hesum. Vit vóru teir einastu, sum hildu til tað. Og tí eru vit nú komin so mikið aftur á beint, at skatturin kann lækkast nakað Spurdur hvat hann heidur verður størsta uppgávan hjá einum komandi Løgtingi, svarar Hendrik: Nummar eitt: at lækka skattin! Nummar tvey: at lækka skattin! Nummar trý: at lækka skattin! Hendrik vísir á, at tað skattatrýst, vit hava fingið nú, tekur dirvi og hugin frá fólki. - Her Suðuri hjá okkum er rættiliga fitt av arbeiði í løtuni, men tað nyttar so lítið, tá allur hesin skatt- urin fer av. Fyri at fáa veruliga gongd á aftur, mugu vit lækka skattin, hóast prísurin er eitt hall á fíggjarlógini. Hevur verið neyðugt - Vit hava ríkið ein stramman politikk farnu árini. Tað hevur verið hart, men tað hevur verið neyðugt. Og Javnaðar- flokkurin hevur verið ein- asti flokkur, sum hevur havt rygg til tað. Hendrik minnir á, at tá sambandsmenn umsótu fíggjarmál í 1989 og '90, var undirskotið á fíggjar- lógini ávíkavist 490 og 500 milliónir. - Hetta bar ikki til, her mátti strammast, sigur hann. Og síðani hava vit bart okkum igjøgnum fýra ár við hørðum politikki, fyri at venda gongdini. - Fyrst fall Fólkaflokk- urin frá, síðani skrædnaði Sjálvstýrisflokkurin. Tað krevur bæði styrki og dirvi at standa við róðrið í tílíkum tíðum. Og eg eri stoltur av at kunna siga, at Javnaðarflokkurin var einasti flokkur, sum helt til tað. Men nú kunnu teymarnir loysast Men nú heldur Hendrik, at tað ber til at loysa tann stramma fíggjarpolitikkin eitt sindur aftur. - Vit hava so stórt yvir- skot á gjaldsjavnanum nú, at eg haldi vit kunnu loyva okkum at hava eitt sindur leysari teymar. Men vit eiga at minnast til, at uttan tann harða politikk, vit hava rikið, hevði tað íkki borið til. Hevði sambandið hildið fram tá vit tóku um endan í 1990, hevði ikki sæð gott út í dag. - Og ti ræðist eg fyri avleiðingunum, um hesir garparnir nú aftur skulu taka leiðsluna. Vit vilja gera alt fyri at steðga tí. Uppilagstir fiskimenn skulu hava nengarnar Í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum varð sam- tykt herfyri, er ásett, at skip bara fáa fullan prís fyri ta hýsu og tann tosk, tey gava loyvi at fiska. Tað, sum tey fiska útyvir kvotuna, fáa tey bert upsaprís fyri. Men virðið á hesum fiski er kortini tað sama, og tí fekk Hendrik Old saman við gørum treytað sær, at meirvirðið av hes- um fiski fer aftur til fiskimenn. Í viðmerkingunum til lógina stendur, at pening- urin skal latast í ein grunn, sum skal vera ein hjálp hjá fiskimonnum, sum leggjast uppi áðrenn pensiónsaldur. Eru uppslitnir - Tað er ofta so, at tá ein fiskimaður er um tey 60 árini, so orkar hann ikki meira. Serliga beinini og ryggurin eru viknað eftir eitt hart arbeiðslív, og hann noyðist tí at leggjast uppi, sigur Hendrik Old. Amnesty International - Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja- dag kl. 10-16. Tlf, 15816. 6 - Men hann sleppur jå ikki í pensiónsskipanina fyrr enn hann hevur rætta aldurin, og tí kann hann vera hangandi »i leysari luft« í fleiri ár. Hendrik greiðir frá, at hugsanin hjá honum var, at ådurnevndi grunnur skuldi veita eitt slag av pensión til hesar menn, til tann almenna pensiónin tók við. Býtt í fimm Men hóast tað stendur í viðmerkingunum til lógina, verður tað ikki gjørt. Peningurin verður í staðin býttur út á fimm aðrar almennar konti. - Eg skilji ikki at løn- javningargrunnurin bara kann síggja burtur frá ti, Løgtingid hevur sagt. Og eg haldi ikki tað kann góðtakast. Nú gerst ikki nógv afturat áðrenn valið - men hetta skal takast uppaftur í tí nýggja Løgtinginum. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 04. aug. 1994, kl. 12.00 Umsitingarleidari Eitt starv sum umsitingarleidari å Heilsufrødiligu Starvsstovuni er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Tann, sum verður settur i starvid, fær yvirfyri stjóranum ábyrgdina av, at alt samskifti bæði innanhýsis og millum stovnin og úteftir er lagt so til rættis, at mest og best fæst burturúr. Umframt vanligt skrivstovuarbeiði skal viðkom- andi hava ábyrgd av viðurskiftum sum málskipan, savnan av upplýsingum, sum kunnu vera til taks fyri deildirnar á stovninum, áminningarlistum yvir út- og inngangandi mál, bókasavnið og ymsum innanhysis skipanum, sum EDV-kerv og felags forrit v.m. Tann, sum verður settur í starvið, skal hava lokið prógv innan HA, HD, cand merc. ella líknandi. Harafturat eru royndir á umsitingarøkinum ein fyri- munur. Kunnleiki til EDB er ein treyt. Umsitingardeildin virkar sum savnandi liðið á stovninum, ið er samansettur av 5 dynamiskum og framárættaðum deildum: 3 linjudeildir (fiskivinna, mat- ur og umhvervisvernd) og tvær kann- ingarstovudeildir (evnafrødi og smá- livfrødi). Stovnurin hevur sostatt nógv samskifti úteftir og nógv ymisk sløg av málum koma til stovnin. Tað er tí serstakliga umráðandi, at umsitingarleiðarn hevur sera góð evnir at samstarva, evni at arbeiða sjálvstoðugt, er lættur at kommunikera við og hevur hug til at bróta upp úr nýggjum. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála millum Føroya Landsstyri og avvarð- andi yrkisfelag. Nærri upplýsing um starvið fæst við at venda sær til Marjuna Hánusardóttir, stjóra. Umsókn skal sendast til Heilsufrødiligu Starvsstovuna, V. U. Hammerhaimbs- getu 11, 100 Tórshavn innan 8. juli tvangsauktion, (AS 97/94) over matr. nr. 1030 d, Tórshavn beliggende Handan å 1. Auktionen er begæret af advokat Petur Even Djurhuus, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 496/91) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et kontor/erhvervs- bygning/beboelseshus på en 511 kvm. stor grund. Det bebyggede areal udgør 96 kvm. i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 22.06.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. 1994. BILLUTIR FLEST ast til ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. 21605 Fax. 21666 Heilsufrødiliga Starvsstovan Food and Environ- mental Institute BT palletvognar 2000 og 3000 kg Gaffillongd 910 og 1150 m/m — Eru á goymslu. Kaj Andreasen Pf. Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600