fríggjadagur 8. juli 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ] Nr. 128 —8. JULI 1994 Sida 11
Sirkusgrisarnir
Teir fimm sirkusgrisamir eru 6gvuliga væl
dåmdir. Ein grísur veit alt, tveir eru 6førir
súkkluakrobatar osfr. Hugtiknir áskoðarar
geva teimum nógvar rosinur og grísarnir
oveta seg, so teir at enda ikki klára at fram-
føra síni kynstur...
Friggiakvøldid kl. 21,50:
Vinirnir hjå
Eddie Coyle
Am. filmur frå 1973.
Robert Mitchum hevur høvudsleiklutin
sum ein smábrotsmaður, ið arbeiðir fyri
mafialeiðara í Boston, ið er serfrødingur í
bankaránum. Tá Eddie sjálvur verður tikin
og settur fastur, noyða teir hann at smetta
um leiðaran hjá sær. Tað, hann sigur, hevur
ikki nógv upp á seg, men leiðarin endar so í
Sýnum Nú er Eddie illa sperdur.
hóskandi fyri smærri børn.
Leygarkvøldid kl. 22.30:
Donsk prinsessa
i Berleburg
Poul Jørgensen tosar við Benadiktu prins-
essu, sum fylti 50 år i vår
Leygarkvøldid kl. 23.00;
llla sperdur
Enskur agentfilmur frå 1973.
Paul Newman hevur høvudsleiklutin sum
ein australiari, ið kemur til Onglands, har
hann skal greida eitt mål saman vid eini
vakrari blondinu (Dominique Sanda).
Óhóskandi fyri smærri børn.
nn Í 19.
Gátan um Súlukongin
Við eini veingjavídd uppá 3 metrar hevur
Súlukongurin igjøgnum øldir verið ein
gáta. Fylgt hevur verið við honum og fyri til
stuttum hevur ongin vitað hvaðani hann
kom ella hvagar hann fór.
Tyskvøldid kl. 21.10:
Tad byttasta,
eg havi gjørt
Tann 13. oktober 1992 gjørdi Bitten tað
býttasta, hon nakrantíð hevði gjørt. Saman
við soninum Kenneth rændi hon ein banka.
Tey stjólu 213.000 krónur og fingu ávika-
vist 4 1/2 ár og 6 mánaðar fongsulsdóm.
Men hvat var tað, sum fekk Bitten at ræna
ein banka, og hvat frætti hon frá soninum
eftir ránið?
Siroppur
Kirsten Lehfeldt og Peter Hesse Overgaard
hava høvudsleiklutimar í filminum, sum
Helle Ryslinge hevur leikstjórnað. Filmur-
in er um, hvussu kærleikin ofta verður
skúgvaður til viks, og arbeiðið verður tikið
framum. Kirsten Lehfeldt spælir ein gávu-
ríkur listamálari, ið kemur í samband vid ein
sjálvglaðan galleríeigara (Peter Hesse
Overgaard). Tey verða góð, men skjótt fer
alt av lagi, tí hvør í sínum lag bara hugsar
um sína egnu karrieru.
ikukvøldid kl 25:
Teldukærleiki
Kanadiskur sjónvarpsfilmur frá 1992.
Tann ungi granskarin fjasast við starvs-
felagan Lisu gjøgnum telduna hjá sær »Epi-
cac<. Men so verður >Epi< sjálv skotin í
Lisu...
Mikukveldið kl. 23.00;
Supermodellir
í heimsklassa
Vit sleppa aftur um ta glirandi fasaduna í
móta- og modellheiminum og hoyra um
dreymarnar, slaturin, kappingina og lønir-
nar. Vit fåa m.a. at vita, hvi svartar foto-
modellir ongantíð koma á forsidurnar á
teimum stóru amerikansku métablødunum.
Eitt dómi um sorgarleikir iumhvørvinum er
modellin Gia, ið endaði sum heroinmisnýt-
ari og doyði av AIDS.
Mikukveldið kl. 23.45:
Tann fyrsti
kossurin
- er nakað heilt serligt — í hesum førinum er
gentan eisini heilt serlig. Svenskur stutt-
søgufilmur, sum Mats Olsson hevur gjørt.
Hóskveldið kl. 18,50;
Djórasjúkrahúsið
Djórasjúkrahúsið í Grásten er miðdepil í
hesi nýggju rødini fyri øll. Ein vanligan dag
klára teir 8 djóralæknarnir á sjúkrahúsinum
75 vitjanir og 30 viðtalur. Í kvøld síggja vit
m.a. eina kúgv kálva. Heima í viðtaluhgl-
unum bíðar ein sjefari, sum hevur bruna í
eini tonn, og seinni skal ein ær hava keisara-
skurð. Uppgávurnar eru líka ymiskar sum
sjúklingarnir.
Hóskveldið kl. 21.05:
Deyð pinkubørn
á ruskplássum
— um ólógliga fosturtoku
í Pólandi
Í Pólandi finna tey ofta deyð pinkubørn á
ruskplássum, og nógvar kvinnur doyggja
eftir fosturtøkur. Síðani mars 1993 hevur
fosturtøka verið bannað í Pólandi. Eftir
kommunismuna skal nýggjur moralur
skapast, og tann katólska kirkjan setir
treytirnar. Polskir læknar og gynekologar
siga, at polskar kvinnur verða tvingaðar
aftur í miðgldina. Undir kommunismuni
vórðu 600.000 fosturtøkur framdar í Pó-
landi.
Hóskveldið kl. 21.45:
Glatað børn - 1:4
ltalsk mafia-krimirgð í 4 pørtum um skip-
að barna- og ungdómsharkalið og tey
vaksnu um tey. Í fyrsta parti síggja vit,
hvussu tann napolitanska Cammorran
brúkar tey ungu og børnini. Í Napoli kunnu
børn verða bæði bødil og offur.
Massimo Ranieri hevur høvudsleiklutin
sum Fedeli inspektøri.
Massimo Ranieri og Laura del Sol