týsdagur 12. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ss rs sál bg ms lr lll 2600 úr lll | VG li rr dies ou JU 5 like lll. Á
Til arbeiðis A-B og Í
TAÐ var hugstoytt at síggja, hvat mál-
gagnið hjá vinnaranum av løgtings-
valinum, Dimmalætting, hevði at bera
mongu lesarum sínum eftir stóra val-
sigurin. Ístaðin fyri at bróta upp um
armar og birta uppundir arbeiðsgleðina,
nú flokkurin fekk álitisváttan frá velj-
arunum, so brúkti sambandsmálgagnið
ístaðin hetta góða høvi til at leita aftur í
tíðina og heégga niður á
javnaðarflokkin. Ístaðin fyri at brúka
hetta frálíka høvid til at eggja sínum
egnu at fara hugagóðar til arbeiðis og
uppfylla vallyftini, so brútki
sambandsmálgagnið - sær sjálvum líkt
- sigursløtuna til at vísa á gomlu
syndirnar hjá tí flokkinum, sum tapti
valið. Ístaðin fyri at vera uppbyggjandi,
hyggja frameftir, so kundi
sambandsmálgagnið ikki bara sær fyri
at niðurbróta og grava upp gamlar
syndir. Tað er annars góður siður ikki at
traðka á ein liggjandi.
MEGNAR sambandsmálgagnið tað
ikki, so skal tó vera okkum ein fragd at
biðja sigursharrarnar við valið um at
fara til arbeiðis. Tí betri grundarlag enn
valúrslitið hava teir ikki. Teir bóðu um
veljarans dóm, um eina álitisváttan, og
teir fingu hana. Tískil er bert at bróta
upp um armar hinir "gomlu” - fara í
slitmannaklæðini.
LAT tað vera sagt her beinanvegin, at
orð okkara eru ikki meint sum skaða-
fróði - eiheldur skulu tey skiljast, sum
at javnaðarfólk eru ringir taparar. Tvørt-
urímóti taka javnaðarfólk valúrslitið
sum tað tað er, nevniliga ein so dyggilig
misálitisváttan, at tað bert er ein gongd
leið eftir slíkt val, og tað er andstødu-
leiðin. Nú vil onkur siga, at flokkurin
hevur eisini ábyrgd av vera við í at
rudda upp eftir sær sjálvum, og tað
kunnu tað vælsaktans vera fleiri mein-
ingar um. Men mest nátúrliga avleið-
ingin má vera, at javnaðarflokkurin,
sum so dyggiliga varð vrakaður við
valið, finnur seg sjálvan aftur.
tør: Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi
OG hví tvinga størsta taparan til at taka
við ábyrgd, nú allir hinir flokkarnir
hava ynskt henda flokk, har piparið
grør, ja hava skýrt hann bæði líkt og
ólíkt og hava biðið vraka hann! Tað er
rætt, at fyrrverandi framstandandi javn-
aðarmenn undan valinum søgdu, at
flokkurin átti at gera alt fyri at koma í
samgongu. Men hetta var sagt við ú
vón, at flokkurin hóast alt ikki fór at
fáa eitt so vánaligt val. Vónirnar vóru,
at flokkurin fór at varðveita sínar 7 og í
hvussu er 6 tingmenn. Hvat hendi!
Flokkurin fekk ikki bert skot fyri
bógvin. Bæði brúgv og maskinrúm
vórðu rakt, og í slíkari stóðu verður ein
noyddur at fara á beding - tvs. í and-
stóðu fyri at umvæla skaðan. Tað er
hetta, sum tey javnaðarfólk, ið ikki
vendu flokkinum bakið valdagin, nú
kenna á sær, og hesa kenslu eigur floks-
leiðslan eisini at virða.
TÁ hetta er sagt, so er tað okkara av-
gjørda meining, at samband, fólka-
flokkurin eigur at fara í Tinganes, tí tað
var hetta teir buðu seg fram til sum
størstu andstøduflokkar. Teir bóðu velj-
aran vraka javnaðarflokkin. Tað gjørdi
hann. Men hesir báðir flokkar mugu
hava hjálp og hana kunnu teir fáa frá
einum flokki. Við Verkamannafylk-
ingini ber til at skipa landsstýri við
einans trimum flokkum. Allir aðrir
møguleikar, um farið verður út til sjálv-
stýri og sokalladar “kristiligar" flokkar,
krevja luttøku av fýra flokkum.
Sjálvandi er eisini nokk við tjóð-
veldisflokki. Men neyvan fer hann í
samgongu aftur við sambandsflokk,
sum vann valið so dyggiliga.
SUM góðir taparar hava vit “no hard
feelings" móti nýggju Verkamanna-
fylkingini. Vit hava fyrr gjørt stóðu
okkara greiða mótvegis hesi fylking,
men nú hevur hon so røynt seg á vali og
fingið dygga undirtøku og skulu vit
bert ynskja henni tillukku við valinum.
Men tá tað er sagt, so vilja vit eisini
minna hesa fylking á, at hon undan
valinum gjørdi púra greitt, at hon metti
ikki spurningarnar um høgra og vinstra,
Suðuroyingar—
akk fyri álitið
Hóast javnadarflokkurin
var fyri einum lemjandi 6-
sigri til hetta løgtingsvalid,
so er flokkurin framvegis
størstur í oynni, og Suður-
oyggin er tíbetur framvegis
javnaðarháborgin. = Hetta
eiga veljararnir stóra tøkk
fyri.
Men var Ósigurin stórur
fyri flokkin, so fekk eg per-
sónliga eitt framúr gott val.
Tí vil eg takk ateimum
mongu, sum góvu mær sín
stuðul. Henda ålitisvåttan
setir króv, og vil eg leggja
alla orku í at liva upp til álit-
ið.
Farna valskeið hevur ver-
ið sera baldrut serliga fyri
ckkum, su hava mannað
Tinganes. Tað frøir meg
nógv, at suðuroyingar við
hesi álitisváttan hava viður-
kent tað arbeiðið, eg havi
gjørt.
Hóast flokkur okkara nú
bara hevur fimm tingmenn,
so eri eg sannførdur um, at
vit øll fara at leggja alla
orku í at verja vunnimn
virði og at føra javnaðar-
hugsjónina fram.
Eg eri onga løtu í iva um,
at javnaðarflokkurin við
einum virknum politikki vil
prógva, at hesin flokkur og
henda hugsjónin eigur eina
serliga stóðu í føroyskum
politikki. Okkara samfelag
fær ikki verið hann fyriutt-
an.
Hetta vilja vit týðiliga á-
sanna, tá ið teir borgarligu
leggja til brots.
Suðuroyggin eigur nú
fimm tingmenn, har teir
um samband ella loysing at vera teir
avgerandi. Eisini segði oddamaðurin
frá, at hann metti ikki fólkaflokkin vera
verri samstarvspartnara enn javnað-
arflokkin. Hann metti tað avgerandi
vera at fara til arbeiðis og skaffa
arbeiðspláss. Við ålitinum “Karmar um
framtíðar vinnu" í báðum hondum -
hetta álit var bæði grundarlag og
skjøldur floksins - vístu Oli Jacobsen
og Ingeborg Vinther á, at her lá loysnin.
Um somu tíð gjørdi fólkaflokkurin
greitt, at sama álitið var at meta sum
sjálvur vinnulivspolitikkurin hjá flokk-
inum. Við ødrum orðum skuldi einki
verið til hindurs fyri einum samarbeiði
millum Verkamannafylking og fólka-
flokkin og ti heldur ikki við sambandið.
Sama fylking hevur givið javnaðar-
flokkinum alla skyldina fyri støduna í
samfelagnum, og var tað eisini hon,
sum megnaði at klúgva flokkin í tvey
og harvið senda flokkin út í myrkuri.
TÁ so oddamaðurin í fylkingini val-
kveldið sigur, at hann ikki ynskir at
gerast klípi í eini borgarligari samgongu
men heldur ynskir eina breiða sam-
gongu kundi hóskandi verið spurt, hvat
hann meinar við! Hugsar hann her um
at fáa javnaðarflokkin við í eina sam-
gongu, tá haltar við logikkinum, ja tá er
hann beinleiðis sjálvmótsigandi. Tí tú
kanst ikki fyrst fara til val upp á at
knúsa javnaðarflokkin og biðja veljar-
arnar vraka henda flokkin, tí hann hevur
ført landið út í ófgri - fyri síðani eftir
valið at vilja tvinga leivdirnar av sama
flokki at taka við ábyrgd. Óli Jacobsen,
Ingeborg Vinther og Kristian Magn-
ussen vórðu teir veruligu vinnararnir á
valinum. Kanska størri vinnarar enn
sambandsflokkurin. Tit vunnu hetta val
m.a. við at aftur og aftur at trútta niður í
veljararnar, at javnaðarflokkurin hevði
stýrt landinum út av tromini. Tit bóðu
veljaran geva javnaðarflokkinum dura-
fjórðingin. Og veljarin tók tykkara
atfinningar til eftirtektar - góðtók tær.
Nú má tað so vera tykkara skylda at
tryggja, at Føroyar fáa eitt nýtt stýri
sum skjótast. Alt annað vil vera at meta
sum tað størsta ábyrgdarloysi. Tað vildi
fýra eru úr syðru helvt,
meðan eg einsamallur eri úr
norðaru helvt.
Hóast eitt sjálvsagt sam-
starv til frama fyri oynna, so
fari eg við spenningi og ar-
beiðshuga undir tað starv,
tað er at vera umboð fyri
Suðuroynna á tingi.
At hetta verður neyðugt,
prógvaði sjónvarpssend-
ingin friggjakvøldid. Tað,
sum vit javnaðarmenn
førdu fram í valstríðnum
um ætlanina hjá sambands-
flokkinum. viðvíkjandi
eisini verið ógvuliga rímuligt, at Óli
Jacobsen, sum fekk slíka dygga und-
irtóku, gjørdist "skimálaráðharri í
komandi stýri. Hana hevur júst skotið
fiskivinnupolitikkin hjá Arabo sundur
og saman - og sigur seg sjálvan hava
loysnina at seta ístaðin.
TÍÐIN er komin til, at teir flokkar, sum
hava víst á einastu gongdu leið - teir
flokkar, sum vunnu valið - at teir nú
sleppa at vísa orð síni í verki. Tað vil
vera tað mest rættvísa skulu tær demo-
kratisku spælireglurnar haldast. Og tá
so lítið skilir samband, fólkaflokk og
Verkamannafylking - og tað í veru-
leikanum vóru hesir, sum vunnið valið,
so eiga hesir sum skjótast at fáa skil á
aftur hetta land - fyri at brúka teirra
egnu orð. Tit bóðu um veljarans álit - tit
fingu tað - rættið nú skútuna uppaftur,
sum tit síga javnaðarflokkurin hevur
kollsiglt.
EFTIR okkara hugsan er bert hesin eini
samgongumøguleikin skal landið íkki
verða stýrt av sokalladu kristiligu små-
flokkunum. Tað er A og B saman við I.
Eftir okkara tykki er luttøkan hjá hesi
fylking í eini samgongu ein trygd fyri,
at ikki landið fullkomiliga verður kopp-
að á til høgru. Hesa trygd hava vit ikki
- í hvussu so er ikki tey, sum kenna seg
heima vinstru megin miðjuna - um
Tordur og prestur koma til. At prestur
eisini longu skal hava sett sum “treyt"
fyri at koma í samgongu, at landsstýris-
maðurin verður úr Norðoyggjum, vísir á
hverjum stødi eitt samstarv tann vegin
liggur. Adrenn tú er farin at tosa um
politikk ger hesin flokkurin eina luttøku
í eini samgongu til ein persónsspurning.
Hetta prógvar best av øllum, at tað er
bert tann eini samgongumøguleikin. A-
B og I til arbeiðis. Javnaðarflokkurin
eigur so at vísa seg sum ein ábyrgdar-
flokkur í andstøðu.
SOSIALURIN
teimum smáu sjúkrahúsu-
num, fingu vit rætt í. Ein ný-
valdur tinglimur fyri henda
flokk gjørdi næstan bart,
fyrstu ferð hon tók blaðið
frá munninum. Men her
vilja vit vera á varðhaldi, og
ikki skulu teir rósa av, teir
lættan sigur fá.
Enn einaferð tékk góðu
oyggjarfelagar fyri álitið,
sum eg biði til vil verða
oyggj okkara at frama.
Vinarliga
Jóannes Eidesgaard