Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Se —. Tidindabladid [ sosialurir | Nr. 130 — 12. JULI 1994 Sida 7 Koyrdi 180 km Ein madur missir koyrikortid i eitt hålvt år og fær stóra bót fyri at hava koyrt 100 km ov skjótt í ferð Koyra við ongum ljósum Seinastu tíðina hevur verið nógvur mjørki, sum ikki sért hevur seinkað ferðsluni. Politiið gremur seg um, at bilførarar ikki tendra ljósini á bilin- um, tá teir koyra í mjørka. Summi koyra við ongum ljósum, onnur bara við parker- ingsljósum, men tað er ikki nóg mikið. Var komin til Havnar Sunnudagin varð skotski 34 fót báturin "Ziba" eftirlýstur, tí eingin hevði frætt nakað frá bátinum sein- astu dagamar. Hann var seinast sæddur á Hebridunum. Men ikki varð neyð- ugt at seta nakra stórri leiting í verk, tí leyg- ardagin var "Ziba" komin á Havnina, og alt visti væl við. Innbrot í grillvogn Sum á flestu øðrum stevnum var alt stak fridarligt og hampiligt á vestanstevnu. Umframt hann, sum koyrdi ov skjótt, hendi einki annað lógarbrot enn eitt innbrot í ein grillvogn. Nakað av góðgæti og sígarettum er tikið. Klokkan ty sunnu- morgunin var einki menniskja at síggja úti longur, og tá var stevn- an sostatt av. Vunnu róðurin Tríggjar gentur á kapp- róðrarbátinum Gongu- rálvi vóru óhepnar leygardagin. Tær fóru í bili úr Havn í Vágarnar, men í Kaldbaksbotni, kom bilurin ov langt út í jað- aran, og bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, sum bóltaði runt. Ein genta breyt høgra arm og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri heila- skjálvta. Hinar báðar fóru kortini vestur, har tær fingu eina at rógva fyri ta skaddu, og tær vunnu róðurin. randi um tíman Á vestanstevnu var ferðslu- politiið statt í Vágum og sunnudagin seinnapartin vóru teir vitni til nakað gði- ligt. Ein bilur koyrdi við full- ari ferð móti Oyragjógv, og hann hevði slíkan skund, at hann yvirhálaði fleiri bilar oman gjøgnum brekkuna. Politiið sigur, at ferðin hjá bilinum var 180 km um tím- an, og tað er 100 kilometrar í ferð meira enn loyvt er at koyra á óbygdum øki. Politistarnir hildu tað vera óhugnaligt at uppliva slíka ferð hjá bilinum við fýra fólkum í. Onnur í ferðsluni vóru tó íkki í vanda. Maðurin umbar seg við, at hann hevði fingið at vita, at skundaði hann sær ikki, kom hann ikki við bátinum um sundið. Politiið sigur, at hetta als ikki var so, tí pláss var í bátinum, og bilurin var í góðari tíð. Haraftrat er eingin umbering fyri at koyra so skjótt. Maðurin, sum er av Streymoynni, missir koyri- kortið í eitt hálvt ár, og haraftrat fær hann stóra bót. Støddin er ikki ásett enn. Bótin er størri, jú meira ferðin er. Marni av Kák, sýslumað- ur í Vágum, dugir ikki at skilja, at nakar finnur upp á slíkt. Haraftrat var hetta ein maður, sum livir av at koyra bil. Tað kann hann ikki næsta hálva árið. randi Elstur á tingi Aftaná nýval er tað altíð elsti tingmadur, sum setir løgtingid. Fleiri teirra, sum hava verið í tinginum, eru ikki við longur, og miðalaldurin man vera lækkaður nógv. Sosialurin er komin til, at elsti maður í nýggja løg- tinginum verður Jákup Jo- ensen - Jákup í Lopra - sum er valdur fyri sambands- flokkin í Suðuroynni. Jákup Joensen verður 65 ár í september. Tað er meira sjáldan, at ein nýggjur tingmaður sam- stundis er elsti maður á tingi. randi Striðið heldur fram Osemjan, sum tók seg upp í sjålvstyrisflokkin- um, tá Lasse Klein fór úr flokkinum, er nú aftur sjónlig Tað bleiv ikki friður í sjálv- stýrisflokkinum, sjálvt um Lasse Klein fór úr flokki- num. Upp undir valið bleiv ósemjan sjónlig aftur, tí í valstríðnum boðaði Álvur Zachariassen frá, at hann var heitasti talsmaður fyri at fáa Lasse innaftur í flokkin. Hetta segði hann millum annað á almennum val- fundi. Álvur Zachariassen varð valdur fyri sjálvstýrisflokk- in í Norðuroyggjum. Í Klaksvík verður sagt, at júst hann varð valdur, tí hann tók stóðu fyri Lasse, og har- aftrat gekk ímóti Karl Hera Joensen, sum eitt skifti var landsstýrismaður fyri flokkin, og síðan Asbjørn Joensen fór hevur verið løgtingsmadur. Tað hevur leingi ljóðað, atLasse Klein fór upp í KIF. langt undan, at hann fór úr Sjálvstýrisflokkinum, men tað avsannar Niels Pauli Danielsen, formaður í KrF. Neyvan verður lætt hjá Helenu Dam á Neystabø og Alvi Zachariassen at finna felags stev sum floksfelagar á tingi, tí tey hoyra til hvor sín vong í flokkinum. Í gjár skuldu tey hittast fyri fyrstu ferð. randi Vikan ið fér Randi Jacobsen, blaðkvinna, skrivar: So var løgtingsvalid av. Eitt ødrvisi val, sum vit fara at minnast leingi. Upp undir valið tóktist áhugin fyri valinum ikki at vera tann stóri. Orsøkin til tann lítla áhugan var neyvan bara fótbólturin í sjónvarpinum, og at vit hava summar. Líkt er til, at fólk ikki hava orku til at hugsa um politikk, summi hava heldur ongar vónir longur um framtíðina, og so er lættari at lata vera við at hugsa. Veljarakanningarnar vóru ikki so langt av leið víð- víkjandi býtinum millum flokkarnar av løgtingsmonn- um. Tað var heldur ikki óvæntað, at javnaðarflokkurin, sum hevur sitið við ábyrgdini tey seinastu strævu árini, fór niður í helvt, og at sambandsflokkurin og Verka- mannafylkingin, sum hava funnist hart at førda politikk- inum, fingu dygga undirtøku, ti fólk flest eru so mis- nøgd. Meira áhugavert er valúrslitið, hyggja vit eftir, hvørjir fullu, og hvgrjir vórðu valdir. Valúrslitið segði heilt greitt, at fólk vildu hava nýggjar kreftir í løgtingið. Eingin Ellefsen-ari varð valdur, Atli Dam fekk fólksins dóm, og Olaf Olsen fall eisini. Thomas Arabo fall ikki óvæntað, tí hann hevur verið so stødufastur í fiskivinnu- málum. Niels Pauli Danielsen fall eisini, men tað var meira av valtekniskum orsøkum. Av onkrari orsøk varð hann ikki dømdur av veljarunum fyri leiklut sin i åttati- årunum. Nå er bara at bíða eftir, um tað ber til at gera nakra sam- gongu. Einki er sjálvsagt. Og meðan vit bíða, njóta vit tað, sum eftir er av summ- arinum. Meginpartin av árinum er Havnin eitt frálíkt stað at búgva, men leggur eysturættin seg á sumri, er høvudsstadurin eitt mjørkahol, og vit síggja illa nokk millum húsini. Tey, sum hava summarfrí ella ikki hava arbeiði, koma snerkt aftur til Havnar eftir at hava vitjað á Leynasandi, Gøtusandi ella aðrastaðni norðanfyri. Vit onnur, sum enn ikki hava fingið summarfrí, brúka kvøldini til at njóta náttúruna. Mong góð kveld havi eg verið norðanfyri mjørkan. Tað tykist, sum fleiri fólk eru við at fáa eyguni upp fyri gðrum virðum, enn teimum, sum kunnu umsetast í pengum. Fleiri og fleiri gera urta- garð og finna plantur, sum finnast í føroysku náttúruni. At ferðast í náttúrini kann tó vera annað enn at síggja plantur, åir og fjøll og hoyra fuglaljóð. Eittsummarkveld herfyri steðgaðu vit á í Leynum, hadani menn fyri nøkrum árum síðan í fullasta álvara ætlaðu at bora hol yvir í Vágar. Teir settu á, so tað sæst aftur í benið, men so steðgaði arbeiðið. Tað niðurlagda byggiplássið stendur har sum ein óhugnaligur varði. Ikki bara sum ein varði um grskapin í áttatiárunum, men ilt er at skilja, hví hatta fyrrverandi byggiplássið skal varðveitast sum ein varði um órgkisskap hjá tí almenna. Har standa gravimaskinur og rusta umframt fleiri plattar av plátum, ið skuldu setast upp undir loftið á ætlaða holinum. Ber ikki til at fáa alt hatta undir tak ella um ikki annað at selja tað sum gamalt jarn? Hatta er ikki einasta dómi, sum argar eyga. Og vit, sum plaga at fegnast um okkara vøkru og óspiltu náttúru!