Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 130 — 12. JULI 1994 Marita Petersen, løgmadur um samgongumøgu leikar: orgarligi meirlutin ræður — vit skáka okkum ikki undan Gerandisdagur er aftur í Tinganesi. Har hava tey eins nógv at gera sum undan valinum. Samstundis fer nýggja løgtingid til verka, og fyri- bils er bólturin hjá størsta flokkinum eftir valið. Sambandsflokkurin við Edmundi Joensen á odda, skal nú taka stig til at fáa eitt nýtt landsstýri upp at stan- da. Javnaðarflokkurin varð skerdur niður í helvt Hvat fer formaður floksins at gera við tað? - Nú er borgarligur meir- luti á tingi, so eg vænti, at teir fara - møguliga saman við Verkamannafylkingini, at brúka henda meirlutan. Í fyrsta umfari gera vit einki við tað, sigur Marita Peter- sen. Veljarin hevur valt tað - Skal demokratiská skipan okkara virka, eigur meir- lutin at lata valúrslitið koma til sjóndar í landsstýrinum. Fær tað ongar avleiðingar, hvar veljarin setur krossin, so er heldur eingin meining í hjá veljarunum at geva seg til kennis. Ti er tað upp til teir borgarligu at gera av, hvussu komandi landsstyri skal myndast, sigur Marita Petersen. - Ert tú ikki bangin fyri at teir borgarligu fara at synda sosialu skipan okka- ra. Tað søgdu teir seg vilja gera undan valinum? - Sjálvandi eri eg bangin fyri, hvat fer at henda við al- mannagkinum og gðrum gkjum við, um teir borgar- ligu fara at føra tann poli- tikk, sum teir førdu fram í valstríðnum. - Vandin er avgjørt eisini til staðar, um td. Verka- mannafylkingin fer í sam- gongu við teimum borg- arligu. Teir vilja eisini skerja almannagkið. Hetta kann hava við sær, at tey veikastu í samfelagnum verða við sviðusoð - eisini innan útbúgvingargkið og heilsugkið. - Er tað rætt undir slíkum umstødum, at javnaðar- flokkurin førir "fast taki tykkum" politik, av tí at veljarnir visti javnaðar- flokkinum bakið? - Nei, soleiðis skal tað ikki skiljast, men skal demokratiska skipanin fylgjast, so skal tað verða uttan um javnaðarflokkin. Tíðindablaðið (7, — Men um veljarin ikki sær avleiðingarnar av, hvar hann setir krossin, er eingin meining í hjá honum at geva seg til kennis, sigur Marita Petersen Verja vunnin rættindi á tingi - Hinvegin, so fer javnað- arflokkurin framhaldandi at berjast fyri at verja vunn- in rættindi. Tað kunnu vit gera í andstæðu á tingi í fyrsw atløgu. - Fólk tosa nógv um, at javnaðarflokkurin ikki skal skáka sær undan ábyrgd, hóast hann fekk so fáar atkvødur? - Veljarin er so vanur vid, at javnadarflokkurin tekur um endan. Tí havaso nógv atkvøtt fyri gðrum flokkum. - Sjálvandi kann ein vera bangin fyri at stabiliteturin í samfelagnum viknar, og vandi er fyri, at hørð tiltøk fara at verða sett í verk. - Er tað ikki uppgávan at verja borg, hóast valúr- slitið ikki gav flokkinum undiriøku? - Vånaliga úrslitið hevur vid sær, at vit ikki kunnu styra, men harfyri ber til at verja vunnin rættindi å tingi. Sjálvandi vil Javnað- arflokkurin verja borg - eis- ini í ringum tíðum, men styrkin er viknað nógv, og tí megna vit ikki tað, sum vit vilja, sigur Marita Petersen. - Hvat fer Javnaðar- flokkurin at leggja dent á í andstødu? - Vit fara at føra ein mid- visan og konstruktivan and- stødupolitikk, vid at verda å varðhaldi, at samfelags- skipanin ikki fer fyri skeyti, og endar í nógv umrødda 80'arapolitikkinum aftur. Vandi fyri at alt endar í 80'arapolitikkinum - Veljarin hevur givið tvinni boð frá sær við valinum, hóast tey standa í mótsøgn til hvørtannad. Eitter viljin at gera upp vid 80'arapolitikkin, men sam- stundis hava veljarnir givið teimum flokkum meirlutan, sum vilja føra 80'rara poli- tikk. Tað haldi eg verða ógvuliga óheppið. - Hvat er hjá javnaðar- flokkinum til at taka, fyri at fóta sær aftur eftir stóru afturgongdina? - Tað kostar altid einum flokki at sita í landsstýri - serliga hetta seinasta skeið- ið, ið er tað truplasta sum vit vita um í søguni. - Tað hevur Ld. ikki verið møguligt at føra javnaðar- politikk. - Í stríðnum fyri at loysa trupulleikarnar, sum vóru dagsins mál hvønn dag, so mistu vit kanska eisini aðal- málið í flokkinum burtur. Ti er nú neyðugt at vit innanflokka fara at viðgerða støðuna og greina sundur, hvat kundi verið gjørt betri og ødrvisi, enn vit gjørdu. -* Eg dugi kortini ikki at siggja, at vit høvdu so nógv- ir lutir í at velja. Eitt nú stríddust vit fyri at varðveita politisku skipanina, og tað hevur eydnast, eins og vit megnaðu at varðveita sam- haldsfasta samfelagið. - Vit søgdu í valstríðnum, at vit ikki høvdu nakrar lætt- ar, einfaldar loysnir at vísa á. Hóast tað var ærligt sagt, so rakti tað okkum meint, at vit ikki góvu gylt lyftir, sum ikki kunnu halda kortini. Kanska vóru vit ov veik í okkara valstríði, av tí at hes- in boðskapur ikki kom nóg greitt fram. Kemur fyri seg aftur - Er flokkurin so fyrilagstur av afturgongdini, at hann ikki er førur fyri at fóta sær aftur? - Eg ívist onga løtu i, at vit koma fyri okkum aftur, men tað er ein sannroynd, at Jav- naðarflokurin hevur fingið skyldina av øllum tí, sum vórðu avleiðingarnar av førda 80'arapolitkkinum. Umframt tad tóku vit åbyrg- dina i landsstyrinum, tå alt mundi farið fyri skeyti. Tað hevur kosta okkum nógv - Tað kann sigast at verða órættvíst móti Javnaðar- flokkinum, at hóast vit tóku ábyrgdina - eisini skuldu fáa skyldina av, og at hinir flokkamir, sum allir vóru við í sama tðarskeiði, sluppu snikkaleysir. av 80'arapolitikkinum. Taka i egnan barm - Skal Javnadarflokkurin einsamallur bara taka å- byrgdina fyri afturgongd- ini i samfelagnum? - Vit skulu taka í egnan barm. Javnaðarflokurin var vid í 80'arapolitikkinum, men hann gjørdi tað hóast alt fyri at skapa arbeiðs- pláss og framgond í sam- felagnum. Tað skulu vit ikki renna undan - men vit eiga eisini æruna av, at samfelagið ikki fór um koll - og vit eiga eisini æruna av, attaðnú sæst at vit hava bøtt um arbeiðsloysið. Annars sigur Marita Petersen, at tey nú fara at rannsaka seg sjálv innan- flokka. Fundur verður í næstum í starvsneyndini, og síðani floksleiðslufundur, har umboð fyri øll feløgini fara at viðgerða politisku støðuna og tosa um, hvønn andstødupolitikk flokkurin skal føra, eins og hvørja stødu flokkurin skal hava til landsstyri, um hinir flokk- arnir ikki megna at skipa eina samgongu. Dagny | a