týsdagur 12. juli 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið Æ't
ormaður sambandsfloksins:
Edmund Joensen
Allar hurðar
standa opnar
Landsins størsti politiski
flokkur og stóri sigurs-
harrin við valið, sam-
bandsflokkurin, er nú so
spakuliga farin at fyrireika
seg upp á at skipa nýtt
landsstýri. Til tess er
neyðugt at samansjóva
nýggju tingmanning
floksins og síðani at taka
upp samráðingar við hinar
flokkarnar á tingi.
Tey åtta tingfólkini hjá
sambandsflokkinum møttu
í flokshglunum fyrrapartin
í gjár. Edmund Joensen
formaður floksins segði
við Sosialin undan fund-
inum, at flokkurin ætlar at
taka upp samráðingar við
fólkaflokkin um skipan av
nýggjum landsstýri longu
mikudagin. Síðani verður
farið víðari til hinar flokk-
arnar - eftir stødd.
Hóast formaður sam-
bandsfloksins enn einki
vil siga alment um,
hvgrjar samgonga hann
kundi ynskt sær, so sigur
hann, at allar hurðar
standa opnar. Sosialurin
skilir annars støduna
soleiðis, at
sambandsflokkurin fegin
sær eina stóra samgongu
við sambandinum, fólka-
flokki og javnaðarflokki.
Sambandsmenn halda
tað vera skeivt av javn-
aðarflokkinum - hóast
valósigurin - at tvíhalda
um at fara í andstøðu. Teir
meina, at javnaðarflokk-
urin, sum hevur havt
ábyrgdina av gongdini og
stóðuni í landinum, nú
eisini er pliktaður til at
vera við til at stýra land-
inum burtur úr brota-
sjógvunum.
Javnaðarfólk haraftur-
ímóti halda tað vera skeivt
av flokkinum, nú veljarin
hevur vrakað hann, át fara
út aftur í Tinganes. Nú
eiga hinir, sum, bjóðaðu
seg fram og høvdu loysn-
irnar at taka við ábyrgdini.
Sosialurin fer at fylgja
væl við politisku støduni í
landinum nú eftir valið og
komandi samráðingum
um skipan av nýggjum
landsstýri. Hóast summar-
frítíðina, so kemur blaðið
út fimm dagar um vikuna.
jan
Nr. 130 — 12. JULI 1994
Síða 5
Edmund Joensen, for-
maður sambandsfloks-
ins er í góðum hýri.
Tað hevur hann alla
orsøk til, tá hugsað
verður um valúrslitið.
Um hýrurin verður eins
góður tá farið verður
undir samgongusam-
ráðingarnar er ein
annar spurningur.
Myndir jan
Nýggi tingbólkur sam-
bandsfloksins. Fv
Finnbogi Arge, Ivan
Johannesen, Jógvan
Ingvard Olsen, Margit
Hansen, Lisberth Pet-
ersen, Edmund
Joensen, Bjørn á
Heygum og Jåkup
Joensen.