týsdagur 12. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 130 — 12. JULI 1994
Politiken:
Politiken samanber valid
i Føroyum vid »protest-
valið< í Danmark í 1973.
Blaðið harmast um at
fleiri nýggir protestflok-
kar vórðu valdir, sum
hvør í sínum lagi hava
sett heilt órealistisk krøv
í valstríðnum.
Sambært Politiken er
tað einasta positiva í
hesum úrslitinum, at
Frælsisfylkingin og Hin
Føroyski Flokkurin ikki
eisini kláraðu uppum
sperrumarkið - átta
flokkar er nóg ringt.
Og blaðið staðfestir, at
føroyingar, sið hesum
valinum, iukki hava gjørt
tað lætari fyri seg sjál-
van. Men hinvegin var
hetta einasti møguleiki,
føroyingar høvdu at vísa
sina énøgd við tann
måtan, oyggjarnar er
OLAVSØKU CRUISE
Føroyingar
gjørdu tað
ikki lættari
Tad er næstan absurd at eitt
samfelag vid 45.000 fólkum ikki
kann semjast um at arbeiða
saman. Nú er einasta alternativ
| ein breið samgonga
stýrdar farnu árini.
Absurd
Politiken heldur tað vera
framskygt at arbeiða fyri
eini breiðari samgongu,
og skrivar, at >skal
kreppan í Føroyum kun-
na loysast á rímuligan
hátt, og áðrenn sam-
felagið fer heilt í spønir,
so er einki alternativ til
eitt breitt samstarv«. - Og
hetta må vera fingid at
rigga áðrenn samráðin-
gamar í Keypmanna-
havn i august.
Føroyingar spjaddu
kreftimar vid valinum.
Nú er at samla tær aftur.
Tad er næstan absurd at
eitt samfelag vid 45.000
fólkum ikki semjast um
at samstarva, heldur Po-
litiken.
við NORRONU
> Meira fæst at
ÆR
SMYRIL LINE
- títt ferðasamband við útheimin -
vita á telefon
900
At Atli Dam neyvan
verður aftur at síggja í
tingsins réðarapali, var
millum hóvuðstíðindini í
danskari pressu
leygardagin
Tíðindablaðið (XI
„Det er svært at sige om
Ekstra Bladets journa-
lister er ondskabsfulde -
eller bare fulde«.
Soleiðis siga danir
stundum um sítt størsta
dagblað.
Og føroyingar mugu
siga tað sama - ikki minst
eftir teirra >reportasju<
um løgtingsvalid.
Blaðið hevur onga
oddarein um føroyska
valið, men stórt sæð
sama grein, sum hevur
staðið í blaðnum aftur og
aftur farnu árini, verður í
staðin endurprentað: Fø-
royingar hava havt heim-
sins størsta yvirforbúk -
og nú er tað danski skatt-
gjaldarin, sum skal bløda
fyri tað.
Frá valinum verður
bara sagt at Jógvan
Sundstein, Pauli Ellef-
sen og Atli Dam ikki
vórðu afturvaldir - og so
verður Atli Dam, sum
vanligt har í blaðnum,
hongdur út sum ein kor-
ruptur svindlari.
Feilir
Hetta kemur undir tað
Ekstra Bladet:
Hetsin hel-
dur fram
Sambært størsta danska blað-
num, blivu bæði Lasse 7g Dan
Klein valdir á Løgting…
óndsinnaða.
Men tað sum fær ein at
halda at blaðmaðurin
helst eisini er fullur, eru
feilir sum hesin: >To
færinger kan bryste sig
over oprydningen i det
nordatlantiske. Både
Lasse Klein og Dan
Klein blev indvalt i det
nye Lagting
Lasse var ham, der
langt om længe væltede
Marita Petersens rege-
ring. Dan var ham, der
med bøder og sagsom-
kostninger på 1,5 mio.
kr. er blevet Europas
mest straffede bladmand
ved Ø-tidene for at
skrive sandheden på en
efter domstolenes me-
ning ubehøvlet og lov-
stridig måde«.
Og tølini eru so sum
so. Sagt verður t.d. at fø-
royingar nú hava fingið
sjey milliardir úr Dan-
mark.
Eitt er vist: Tad er ikki
upplysing, sum er enda-
málið vid »tidindaflut-
ninginum< hjá hesum
blað...
Atli væntaði ikki
at blíva valdur
"Færøernes bredeste bryst”, kallar Jyllands Posten Atla
Dam, i eini samrødu, har hann greidir frå hvussu tad
kenst at fáa skuldina fyri allar landsins ólukkur,
meðan aðrir politikarar kappast um at vaska hendur
Tað er Atli Dam, og tað at
hann ikki bleiv afturvaldur,
sum er høvdssøgan frá
føroyska valinum í flestu av
donsku blødunum.
Men Jyllands Posten er
einasta blað, sum hevur
prátað við hann.
Henda samrøda varð
gjørd mikudagin - altso
dagin fyri valið.
Atli dylur ikki fyri danska
blaðnum, at tað er hann sum
hevur fingið skyldina fyri
tað mesta av tí, sum hent er.
- Sjálvsagt ávirkar allur
hesin kritikkur meg, sigur
hann við blaðið.
- Men eg havi kent til
løgmansembætid alt mitt
liv, ti påpi min hevdi sama
starv, og hann bleiv eisini
kritiseradur og åkærdur fyri
snyt og bedragari. Hvar eru
allir pengamir farnir og
tílíkt. Í tí starvinum ert tú
antin hetja ella bandittur -
set bandittur í gásareygu.
Tað er altíð galið
Atli nýtir eisini høvi at visa
á, at tað hóast alt ikki er
hann, sum hevur tikið allar
tær skeivu avgerðirnar, sum
eru tiknar. - Hóast teir nú
eru nógvir, sum vaska sínar
hendur.
Men hann hevur ikki at
ødrum føroyskum politik-
arum fyri teirra gerðir:
- I politikki er tað soleiðis,
at satsar tú, er tað galið, og
satsar tú ikki, er tað eisini
galið.
Men donsku stjórnini
hevur hann kortini eitt
sindur at: Teir hava sett ov
hørð krøv, og gera tað
trupult hjá føroyingum at
arbeiða - ikki minst við
krøvunum um kvoturnar.
Neyvan valdur
At hann ikki bleiv aftur-
valdur, kom kanska ikki so
óvæntað á Atla, sum fleiri
halda. Móti endanum av
hesi samrøduni, tekur hann
nevniliga soleiðis til:
- Odds eru ímóti mær, tí
nógv vilja leggja ábyrgdina
fyri dlukkurnar á javnaðar-
stýri. Tað er neyvan sann-
líkt, at eg verði valdur.
Orð: s-s-