Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 3 Nevndin í B71 hevur tikið avleiðingarnar av, at tað hevur gingið so illa hjá besta liði felagsins. Venjarin, Tom Saintfiet úr Belgia, er sagdur úr starvi, og hetta er hann ógvuliga vón- brotin um FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Avgerðin bleiv tikin eftir dystin móti KÍ leygardagin, tá B71 tapti 2-0. Tá fleyt bikarið hjá nevndini yvir, og venjarin varð skiftur út. – Orsøkin til uppsøgnina er, at úrslitini hava verið ov vánalig. Stigatalvan talar fyri seg, sigur Brandur Sandoy, varaformaður í B71. Úrtøkan hevur heilt einfalt verið ov vánalig. Tað hevur gingið av skriðuni til hjá sandoying- um í hesum kappingar-árin- um. Eftir sjey dystir hevur B71 bert fýra stig og liggur næstaftast í stigatalvuni. Ein 2-0 sigur á B36 á heimavølli í fyrsta dystin- um í landskappingini og ein 1-1 javnleikur heima móti Sumba eru einastu stigini, B71 hevur fingið. Annars hevur B71 tapt fyri AB, ÍF, VB og KÍ á útivølli og LÍF á heimavølli. Higartil hevur B71 bert skotið trý mál í sjey dystum. Vilja longur upp – Vit hava avgjørt ein hóp, sum kann liggja í toppinum í 2. deild, og málið er at liggja í oddinum. Tað eru bara úrslitini, sum vanta, sigur Brandur Sandoy. Tom Saintfiet varð settur í starv sum venjari hjá B71 áðrenn kappingarárið í fjør. Hann hevur tískil sitið í starvinum hálvtannað kappingarár, áðrenn hann varð sagdur úr starvi. Nú er bert ein dystur eftir áðrenn summarsteðgin, og tá fer málverjin Valdemar Nowicki at taka sær av venjingini, meðan Páll á Reynatúgvu fer at hjálpa til. Enn hevur nevndin ikki funnið nakra langtíðarloysn uppá venjaraspurningin. Kom óvart á Tom Tom Saintfiet er sera vón- brotin av, at hann ikki longur er venjari hjá B71. Sunnukvøldið komu nevndarlimir hjá B71 á gátt hjá Tom og góvu honum tey tungu boðini. – Hetta kom ógvuliga óvart á meg, hóast úrslitini hjá okkum í ár hava verið vánalig. Eg fekk ongantíð undan uppsøgnini nakra ábending frá nevndini um, at hon var ónøgd við meg sum venjara, sigur Tom Saintfiet. Hann vísir á, at hópurin hjá B71 júst hevði mist tíggju leikarar, tá hann tók við starvinum í 2002. Und- an kappingini í ár misti B71 aftur tíggju leikarar. Hetta vóru stuðulsleikarar so sum Jógvan Jón Petersen, Ib Mohr Olsen, Bergleif Sól- sker, Sverrir Kjærbo og nakrir útlendskir leikarar. – Vit kláraðu okkum sera væl í fjør, tá vit endaðu á øðrum plássi og vóru ógvu- liga nær við at flyta upp. Vit vistu eisini, at tað fór at vera torførari í ár, tí so nógvir leikarar eru farnir úr felagnum, sigur Tom. Tað var um reppið, at B71 flutti upp í fjør. Liðið endaði á øðrum plássi í landskappingini aftanfyri FS Vágar og skuldi spæla ímóti EB/Streymi um seinasta plássið í bestu deildini. B71 tapti fyrra dystin á Mølini við einum máli móti ongum og vann tann seinna á heimavølli 1-0. Síðani skuldi spælast tvær ferðir fimtan minuttir, men dóm- arin valdi at blása dystin av, tí tað varð vorðið ov myrkt at spæla. Dysturin skuldi so spælast umaftur, og tá tapti B71 og misti harvið møgu- leikan at flyta upp. Dámar væl í Føroyum – Eg veit ikki, nær eg fari aftur til Belgia. Fyrst skulu ymisk viðurskifti viðvíkj- andi sáttmálanum fáast í rættlag. Eg hevði fegin viljað verið verandi her, um tað var møguligt. Tom Saintfiet leggur dent á, at hann als ikki ber agg ímóti nevndini í B71, og at honum dámar sera væl í Føroyum og serliga á Sandi. – Eg havi bara góð minn- ir úr Føroyum, og eg eri errin av at hava verið venjari hjá B71. Eg rokni eisini við, at B71 vinnur á B68 leygardagin. – Tað eru bara tvey sløg av venjarum. Tað eru teir, sum longu eru uppsagdir, og so eru tað teir, sum verða uppsagdir, sigur Tom skemtandi at enda. B71 sagt venjaran úr starvi Eli Hentze, formaður og spælari í B71, tók saman við hinum í nevndini støðu til, at venjarin hjá skuldi skiftast út vegna vantandi úrslit Savnsmynd Givna loyvið til Elek- tron og peninga- stovnarnar at brúka nýggju Gjaldskipan- ina dettur ikki burtur, hóast ein nýggj kunn- gerð útgreinar, at per- sónsupplýsingar ikki mugu útflytast. Tað sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Løgmála- ráðnum. Sostatt stendur loyvið hjá Dátueftirlitinum við GJALDSKIPAN Ingi Rasmussen Tað er bert Dátueftirlitið, sum kann taka loyvi aftur hjá peningastovnum til at brúka nýggju Gjaldskipan- ina. Tað er greiði boðskapur- in frá Rúna Joensen, aðal- stjóra í løgmálaráðnum, sum sjálvur hevur lagt navn til eina nýggja kunngerð um persónsupplýsingar saman við Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Gjaldskipanin er partur av sonevndu BetalingSer- vice hjá PBS, og tað hevur við sær, at upplýsingar verða fluttar av landinum, tí tær sjálvvirkandi flytingar- nar fara til Danmarkar at venda. Tað er ikki í samsvari við eina feska kunngerð, sum Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmálum, hevur lýst tann 16. juni. Kunngerðin er beinleiðis vend ímóti peningastovn- unum og nýggju Gjaldskip- anini og er sett at hava gildið frá 1. januar 2002. Tað vil siga áðrenn skip- anin fór at virka. Sostatt er lóggivið aftureftir, men sambært aðalstjóranum merkir tað ikki, at lands- stýrismaðurin hevur tikið Gjaldskipanina av. Løgmálaráðið hevur ikki ta áskoðan, sum hevur ver- ið førd fram í fjølmiðlun- um, at kunngerðin hevur við sær,at givna loyvið av sær sjálvum dettur burtur, ger aðalstjóri í løgmálaráð- num púra greitt. »Dátueftirlitið hevur tikið eina avgerð, har Elek- tron og peningastovnarnir fáa loyvi at flyta persóns- upplýsingar av landinum í GS-skipanini. Um eitt tílíkt gildugt loyvi skal takast aftur, er tað bert tann myndugleikin, sum hevur givið loyvið, sum kann taka tað aftur, og fyrisitingarliga eru fastar reglur fyri, nær hetta kann ella skal gerast,« sigur Rúni Joensen í einum kunningarskrivi. »Sostatt er tað einans Dátueftirlitið, sum kann broyta avgerðina og taka loyvið aftur,« sigur Rúni Joensen, »og hetta skal gerast sambært einari met- ing við støði í vanligum fyrisitingarligum megin- reglum um afturtøku«. Brot úr kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003: § 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum hjá peninga- stovnum § 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persóns- upplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –nýtsla eru peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum. § 3. Brot á § 2, stk. 1 í kunngerðini verður revsað við bót Fakta GjaldSkipan heldur fram Samanborið við okkara grannalond er játtanin til hægri útbúgvingar á einum óvanliga lágum støði í Føroyum, sigur Sven Caspersen, rektari á Ålborg universiteti. Malan Marnersdóttir, rektari, ásannar veruleikan, men heldur at onnur atlit eisini skulu takast VITAN Ingi Rasmussen Á seinastu fíggjarlógini fær Fróðskaparsetur Føroya smáar 20 milliónir krónur. Tað ljóðar kanska av nógv- um, men skuldu vit lyft okkum upp á støðið hjá okkara grannalondum, skuldi játtanin verið nærri teimum 100 milliónum krónunum. – Um vit samanbera Norðurjútland og eisini Ísland við Føroyar og hyggja at íløgunum í hægri útbúgvingar, verður úrslitið ógvusligt. Fróðskaparsetrið skal vaksa frá umleið 20 ársverkum til 100 ársverk, um samanberingin skal leggjast til grund, sigur Sven Caspersen, rektari á Ålborg universiteti. Sven Caspersen, sum í 80-árunum var limur í ráðgevandi nevndini fyri Føroyar, hevur sjálvur arbeitt saman við Fróð- skaparsetri Føroya. Hann leggur stóran dent á, at vit ikki gera hann til føroya- serfrøðing, tí nú eru nakað síðan, at hann hevði sína jøvnu gongd í Føroyum. Men kortini torir hann at siga, at vit kundu fingið stóra nyttu burturúr at sett meiri pening av til gransk- ing og hægri útbúgvingar. 100 milliónir Fíggjarætlanin hjá Ålborg Universitet er umleið ein milliard krónur árliga. Føroyar eru umleið tíggju ferðir minni, og tað vil siga, at vit skuldu játtað einar 100 milliónir krónur árliga, um vit skuldu verið á sama støði. – Sjálvandi ber til at rað- festa øðrvísi, og sjálvandi spælir tað inn, at føroyingar fara aðrastaðni at fáa sær útbúgving. Men eg kann siga, at sterka raðfestingin av Ålborg universiteti hev- ur ført til eina stóra øking av vitan í økinum, og tað er gongda leiðin hesi árini. Vit hava fingið eina sera væl skikkaða arbeiðsmegi, sum lyftir alt økið, og tað hevur stóran týdning fyri menn- ingina av samfelagnum, sigur Sven Caspersen. Málið við Fróðskapar- setrinum var millum annað at skapa ein væl skikkaðan vitanar- og granskingar- miðdepil í Føroyum, sum kundi tryggja útbúgvingar- støðið og Føroyum evnini til sjálvar at framleiða og skapa ta vitan, ið eitt sam- felag sum tað føroyska krevur fyri at yvirliva. Hóast málið partvíst er eydnast, heldur Sven Casp- ersen, at eitt nú sam- felagsvísindin ikki er nóg høgt raðfest og ikki livir upp til dreymin, sum eina- ferð var. Betri karmar Á samkomu á Fróðskapar- setrinum, reisti tann ný- klakti stjórnmálafrøðing- urin Oyvindur av Skarði spurningin, um vit raðfesta hægri útbúgving nóg høgt í Føroyum. Hann helt ikki. Malan Marnersdóttir, rekt- ari á Fróðskaparsetri Før- oya, sigur seg ikki vera ósamda við teir báðar, hóast tølini eru nakað fýr- kantað sett upp. – Sjálvandi kundu vit ynskt, at Setrið varð hægri raðfest, og at tað vóru fleiri starvsfólk á miðdeplinum fyri hægri útbúgvingar í Føroyum. Fram um alt hevði eg ynskt, at fysisku karmarnir vóru betri og meira inspirerandi. Tað hevði givið okkum møgu- leikan at savna tey lesandi og givið betri gróðrar- líkindi fyri einum lívligum og mennandi arbeiðsum- hvørvi, sigur Malan Marn- ersdóttir. Hon leggur samstundis dent, at játtanin er hækkað síðstu árini, so tað hóast alt er batnað munandi. Tøl ikki alt Spurningurin kann eisini vendast til, hvat Fróðskap- arsetrið skal. Trýstið uttan- ífrá hevur verið, at Setrið skal bjóða alsamt fleiri útbúgvingar. Kanska er tað eins umráðandi at dygdin hækkar á teimum kjarnu- økjum, sum kunnu kallast føroysk. – Tað er eitt kjak vert, um vit skulu lívga um tað, vit hava fingið. Skulu vit gerast raskari og dugna- ligari til tað, sum vit longu duga, ella skulu vit alla tíð skapa nýggjar útbúgv- ingar?, spyr Malan Marn- ersdóttir. Tøl eru ikki alt, við- gongur rektarin sostatt, men hon heldur tað vera stuttligt at spæla sær við tankanum, hvat kundi verið fingið burturúr, um 100 starvsfólk vóru á Fróðskap- arsetrinum. Men er tað realistiskt? – Tað veldst um, hvussu skjótt tað skal henda. Tosa vit ikki um beinanvegin, so er tað ikki óhugsandi. Tað veldst eisini um, hvat tú tekur við, tí eitt nú sjúkra- røktarfrøðingar taka nú eina útbúgving, sum er á universitetsstigi, so tær koma eisini undir hægri út- búgving, sigur Malan Marnersdóttir. Setrið er lítið av miklum Malan Marnersdóttir er rektari á einum universiteti, sum liggur langt aftan fyri grannalondini í raðfesting, tá samanborið verður lutvíst við stødd og játtan C M Y K 3 2