hósdagur 3. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
5
Týsdagin 1. juli fekk
skúlaskipið Dragin
endaliga siglingar-
loyvið, og fyrstu upp-
gávurnar hjá skip-
inum verða útferðar-
túrir í sambandi við
Nordvesten, sum er í
Klaksvík og Fuglafirði
SKÚLASKIP
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tíggju ára ar-
beiði er liðugt. Dragin ligg-
ur púra liðugur við kei í
Klaksvík. Hann skal nýtast
til útferðir frá nú og til
skúlin byrjar aftur í august.
Tá fer hann so at standa
sínar fyrstu royndir sum
skúlaskip.
Hans Eli Hansen, for-
maður í stuðlafelagnum
Dragin, er ein sera fegin
maður í dag. Í mong ár nú
hevur hann glett seg til
henda dagin, tá skipið endi-
liga fekk loyvini og kann
setast í brúk.
– Nú vóni eg bara, at øll
fara at fáa gleði av skipin-
um. Tað hevur verið sera
stuttligt og spennandi, men
nú er tíðin komin til, at
skipið skal nýtast til tað
endamál, tað er ætlað, sigur
Hans Eli.
Fyri tíggju árum síðani
setti Hans Eli seg í sam-
band við fleiri aðrar mans,
og saman hava teir staðið
fyri øllum arbeiðinum við
at gera Dragan siglingar-
kláran.
– Hetta er eitt gott dømi
uppá, hvat kann koma
burturúr, tá menn sam-
starva, sigur Hans Eli
Hansen.
Tað, sum er so serstakt
við Draganum, at hetta er
alt sjálvboðið arbeiði. Tað
vil siga, at menn hava nýtt
teirra frítíð til at arbeiða
umborð. Og nú Dragin er
siglingarklárur er heldur
ongin skuld at dragast við.
Hans Eli sigur, at heldur
lata arbeiðið taka ta tíð, tað
hevur tikið og koma væl og
virðiliga undan tí, enn at
gera alt skjótt og kanska
standa við eini skuld, sum
skipið so ikki megnar at
rinda aftur.
Dragin verður sum sagt
nú fyrst nýttur til útferðir.
Og stovnar, virkir, feløg
ella einstaklingar – øll
kunnu leiga Dragan til eina
útferð. Og so tá skúlin er
byrjaður aftur, tá vónar
Hans Eli eisini, at skúlar
kring landið fara at gera
nýtslu av einasta skúlaskip-
inum í Føroyum í dag.
Tey, ið hava hug at leiga
Dragan, kunnu seta seg í
samband við Hans Eli
Hansen á tlf. 456661.
Hans Eli leggur dent á, at
tað hava verið nógvir mans
um hetta arbeiðið.
– Tað verður altíð tosað
við meg, men vit hava verið
fleiri um hetta arbeiðið,
sigur hann at enda.
Teir, ið hava verið mest
við í arbeiðinum við Drag-
anum eru:
Poli Mikkelsen, stjóri á
Klaksvíkar Sjómansskúla
Eyðun Joensen, smiður
Martin Olsen, bedings-
meistari
Símun Johansen, timbur-
maður
Hans Olaf Hansen, tann-
lækni
Dorius
Frederiksberg,
kokkur
Kristin Rasmussen, verk-
frøðingur
Fischer Johannesen, tollari
Hans Eli Hansen, lærari
Og so hava aðrir veitt
eina hjálpandi hond eisini.
Heini Heinesen, maskin-
maður og alt el-arbeiði
hava Páll Mortensen, Áki
Justinussen, Jákup Eydnu-
garð og Bogi Simonsen
gjørt.
Dragin fingið siglingarloyvi
Týsdagin var ein at
síggja til stórur
oljuplettur at síggja á
Trongisvágsfirði.
Pletturin var við
norðara landinum,
men talan er ikki um
nakað óhapp, sum var
orsøk til dálkingina
DÁLKING
Solby A. Eliasen
Frá Havnaskrivstovuni á
Tvøroyri verður sagt, at
talan bert var um olju, sum
savnar seg saman, tá veðrið
er gott. Og tískil verður
ongin kanning gjørd av
dálkingini. Tað gekk væl at
fáa oljuna uppaftur.
At síggja til sá pletturin
út til at vera rættuliga stór-
ur, men av Havnaskrivstov-
uni verður sagt, at tílíkt
ofta kann síggja nógv størri
út, enn tað í veruleikanum
er.
Sperrur vórðu tó lagdar
út, tí stutt harfrá liggja ali-
ringar. Men har var ongan-
tíð vandi á ferð við teimum,
tí at ættin skifti stutt eftir,
og so rak oljan inneftir aft-
ur, verður sagt frá havna-
skrivstovuni á Tvøroyri.
Nú hevur
Dragin fingið
endaligu
siglingar-
loyvini, og
hann fer sínar
fyrstu
útferðartúrar
nú, meðan
Nordvesten
stevnan er
Mynd:
Jens K. Vang
Oljudálking á
Trongisvágsfirði
Tað gekk bæði skjótt og væl at fáa oljuna burtur, sum lá á
Trongisvágsfirði týsdagin
Mynd: Áki Bertholdsen
Tað verður í fyrsta
lagi í oktober mánað,
at Tórshavnar Býráð
fær at vita um tað
sleppur at dýpa
framvið Tinganesi, so
at nýggi Smyril kann
fáa atløgupláss á
Bursatanga
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN:
Áki Bertholdsen
Tað verður ikki enn á sinni,
at Høgni Hoydal fer at taka
støðu til ætlanina hjá Tórs-
havnar Býráð at spreingja
og dýpa framvið Tinganesi
fyri at gera atløgupláss til
nýggja Smyril, tá ið hann
kemur í oktober næsta ár.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum, sigur, at hann
fer nú at biðja allar partar í
málinum siga sína hugsan
um málið, áðrenn hann
tekur endaliga støðu.
Ætlanin hjá Tórshavnar
Býráði er at gera nýggja
Smyrli atløgupláss á Bursa-
tanga, undir liðini á Nor-
rønu. Norrøna skal so
liggja í krókinum, har hon
liggur nú og Smyril skal
hava sítt atløgupláss beint
uttan á.
Men skal tað lata seg gera,
er tað neyðugt at dýpa
framvið Tinganesi tí Smyril
er so stórur.
Men tað er ikki sum at
siga tað, tí nú hevur Forn-
minnisfelagið mælt lands-
stýrismanninum í menta-
málum til at økisfriða
Tinganes heilt út á 10 metra
dýpdarlinjuna.
Tað ljóðaði, at Høgni
Hoydal skuldi taka støðu til
málið í síðstu viku. Men
tað verður so av ongum, tí
hann sigur, at hann ætlar at
hugsa seg væl um, áðrenn
hann tekur eina støðu.
Og fyri at hava eitt so
haldgott grundarlag at taka
støðu út frá sum gjørligt,
fer hann tískil nú at senda
málið til hoyringar hjá øll-
um pørtum, sum vara av tí.
– Hoyringarfreistin er
tríggjar mánaðir og fyrrenn
tann freistin er farin og
partarnir í málinum hava
sagt sína hugsan, verður
ongin støða tikin í málin-
um.
Sostatt verður endaligur
úrskurður ikki tikin, fyrr-
enn um tríggjar mánaðir.
Fer at viga fyri og
ímóti
Høgni Hoydal sigur, at
hann fer at lurta eftir teim-
um fakligu grundgevingun-
um fyri at friða Tinganes út
á 10 metra dýpdarlinjuna.
Men hann fer eisini at
taka hini atlitini í málinum
við í metingina, eitt nú
sjónarmiðini hjá Tórshavn-
ar Kommunu. Og tá ið hann
hevur fingið útgreinandi
sjónarmiðini
frá
øllum
pørtum, fer hann at viga
fyri og ímóti og at taka eina
støðu eftir tí.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at Tinganes er av okkara
allar fremstu fornminnum
og tað rúmar bæði okkara
politisku
søgu,
okkara
byggisøgu,
handilssøgu,
umsitingarligu søgu og
kirkjusøgu og tí umfatar tað
stutt sagt ein stóran part av
allari okkara samfelags-
søgu.
– Men Tinganes er eisini
eitt livandi fornminni, legg-
ur hann afturat.
– Tí er tað merkisvert, at
spurningurin um at friða
Tinganes ikki hevur tikið
seg upp fyrr. Nú er málið so
á borðinum og støða verður
tikin til tað. Men tað skal
farast fram eftir bókini so at
vit fáa eina so væl undir-
bygda avgerð sum gjørligt,
sigur hann.
Hann sigur, at tað er
ongin ivi um, at Tinganes
skal varðveitast.
– Tað, sum ivi kann vera
um, er, hvørja ávirkan tað
fer at fáa á Tinganes, at
dýpd verður framvið Tinga-
nesi og at atløgupláss verð-
ur gjørt so tætt við. Eitt nú
er tað nevnt, at tað ber ikki
til at tryggja seg ímóti, at
spreingingar á botni ikki
fara at føra til rivur í hell-
una omaná sjónum.
– Men tað er alt hetta,
sum ætlanin er, at hoyringin
skal geva okkum svar uppá
og fyrrenn tá, ber ikki til at
taka støðu, sigur Høgni
Hoydal.
Hann skilir framvegis
ikki, hví Tinganes
skal friðast út á 10
metra dýbdarlinjuna,
tí tað kann verða ein
stór forðing fyri
útbyggingum í
Tórshavnar Havn. Og
hvat verður av nýggja
Smyrli, veit hann ikki
TINGANES
Áki Bertholdsen
– Eg skilji hetta framvegis
ikki. Men hetta kann gerast
ein stórur trupulleiki og tí
mugu vit sessast at tosa um
viðurskiftini.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn, er ikki samd-
ur við tilmælið frá forminn-
isnevndini um at friða Tin-
ganes heilt út á 10 metra
dýbdarlinjuna.
– Hevði hon mælt til at
friða Tinganen 10 metrar úr
landi, kundi eg skilt tað.
Men verður Tinganes friða
heilt út á 10 metra dýbdar-
linjuna, fer tað at elva til
stórar trupulleikar hjá Tórs-
havnar Havn, tí tann linjan
røkkur heilt yvir á bryggju-
kantin, har skipini leggja at.
– Var tann friðingin kom-
in fyrr, høvdu vit ikki
sloppið at gjørt atløgupláss
til nýggju Norrønu, tí tað
økið hevði verið friðað,
sigur borgarstjórin.
– Tað verður eisini a-
vmarkað, hvat vit kunnu
gera av hvat vit kunnu
byggja út í Tórshavnar
Havn hereftir.
Eftir
yvirlitinum
hjá
Landsverkfrøðinginum
yvir havnir, er tað bara
framvið sjálvum høvuðs-
molanum, at Tórshavnar
Havn er 10 metrar djúp,
alla aðrastaðni er hon
grynri.
Jan Christiansen sigur, at
hetta er heilt órímuligt og
hann skilir framvegis ikki
tilmælið frá Fornminnis-
nevndini.
– Eftir tilmælinum frá
Fornminnanevndini kunnu
vit gera eini háhús á sjálv-
um bryggjukantimum, men
beint niðurvið fáa vit ikki
dýpd, ella lagt nýggjar
fendarar,
ella
styrkt
bryggjukantin, ella gjørt
nakað sum helst, uttan at
fáa loyvi frá friðingarmyn-
dugleikun um. Tað er heilt
órímiligt og gevur eina
ómetaliga tunga arbeiðs-
gongd, sigur Jan Chistian-
sen.
Smyril sleppur ikki at
Býráðið verður ein av pørt-
unum, sum verður hoyrdur
í málinum, nú landsstýris-
maðurin skal taka støðu til,
um Tinganes skal friðast út
á 10 metrar, ella um Tórs-
havnar Býráð skal sleppa at
dýpa framvið, eins og vit
hava greitt frá omanfyri.
– Tá fara vit at greiða
nærri frá okkara ætlanum
og hvussu vit tryggja, at
hellan ikki fær skaða av
spreingingum, sigur hann.
– Tí mugu vit finna eina
loysn sum allir partar
kunnu liva við, tí tað ber
heldur ikki til at steðga
allari útbygging.
Hann sigur at tað skal
ongin ivi vera um, at út-
gangsstøðið hjá øllum pørt-
um er tað sama, tí eisini
Tórshavnar Býráð leggur
stóran dent á at varðveita
Tinganes og alt Reynið og
hevur brúkt nógvan pening
upp á tað endamálið.
Jan Christiansen sigur, at
Bursatangi er einasta at-
løgupláss, sum Tórshavnar
Havn hevur at bjóða nýggja
Smyrli.
– Men sleppa vit ikki at
dýpa, sleppur Smyril heldur
ikki at liggja har og slepp-
ur sostatt ikki at leggja at
har, tá ið Norrøna er her
eisini, so einfalt er tað.
Hetta verður ein trupulleiki
mánamorgun,
mikudag
seinnapart og fríggjamor-
gun, tá ið bæði Norrøna og
Smyril eru á Havnini ísenn.
– Smyril kann ikki liggja
undir Skipafelagnum, tí har
er ov grunt og annars verð-
ur tað eitt altjóða krav, at
ferðafólk og farmur skulu
vera hvør sær og hvar hann
so skal liggja, veit eg ikki.
– Og tað er púra greitt, at
Smyril verður ikki tikin
framum onnur skip, sum
plaga at liggja at í Havn,
eitt nú Smyril, farmaskipini
hjá Skipafelagnum og Eim-
skip og onnur skip, tí tá ið
tey skipini skulu liggja at,
má Smyril víkja.
Hann sigur eisini, at
hóast Tórshavnar Havn fær
loyvi at dýpa framvið Tin-
ganesi í oktober, er tíðin so
knøpp, at hann veit ikki um
tað eydnast at gera ferju-
leguna til Smyril til skipið
kemur.
– Tað verður vanærilig
skomm at koma við nýggj-
um skipi í oktober næsta ár
og so ikki fáa lagt tað at
nakrastaðni,
sigur
Jan
Christiansen.
Ongin avgerð um dýping
við Tinganes fyrrenn í heyst
Tað ganga minst tríggjar mánaðir, áðrenn Høgni Hoydal fer at taka støðu til, um Tórshavnar
Býráð skal sleppa at dýpa framvið Tinganesi
Jan Christiansen skilir framvegis onki
– Tað verður vanærilig skomm at koma við nýggjum Smyrli í oktober næsta ár og so ikki fáa
lagt tað at nakrastaðni, sigur Jan Christiansen.
C
M
Y
K
5
4