hósdagur 3. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
7
Jens Christian er 38 ára
gamal í dag, og leiðin hjá
honum á sjónum er longu
drúgv. Akkurát nú, meðan
hesar reglur verða skriv-
aðar, hevur hann sett kós
móti Flemmish Cap á veg
yvir til Montreal og Quebec
og har var hann eisini í
sjeytiárunum. Tá var tað
bara við einum munandi
minni skipi, Sigurfari, sum
millum
unglingar
og
dreingir norðanfyri varð
hildið at vera eitt stórt skip.
Jens Christian engdi, var
sárhentur og sá neyvan
dagsins ljós í mánaðir,
meðan hann kýtti seg um-
borð á yvirdekkaða Sigur-
faranum, eitt stásskip tá í
tíðini. Og síðan fór hann á
laks við skipi, lá norðuri í
oyðuni, langt frá bygdum,
og tráaði eftir laksi, sum
brúkarin vildi rinda nógv
fyri, men sum var so hervi-
liga sinnaður, at hann bara
fekst í ódnarveðri. Laksa-
fiskiskapinum rósar fáur,
annað enn avrokningini. Og
nú er alt hetta eisini søga.
Jens Christian gongur
aftur og fram í kontrollrúm-
inum, sum ikki sleppst utt-
anum, skal tú umborð at
vitja størri handilsskip, tí
ganga allir vegir ígjøgnum
hetta rúmið. Hann hugsar
um blýfrítt bensin í tíggju-
túsundtonsatali, og at hann
ikki sleppir í Settorvuna í
ár. Og meðan hann skipar
fyri, fortelir hann mær, at
tað hevur einki at gera við
førligheitina hjá einum
manni, hvussu tungur hann
er at draga upp úr bergin-
um, heldur hvussu hann
dugir at bera seg at í línuni.
Hann skipar til skyldmann-
in hjá sær, morbróðurin,
løgmaður, sum er tiltikin
lættur at draga. Rópt verður
allastaðni eftir Jens Christi-
ani, meðan hann gongur
tungt klyvjaður av ymisk-
um telefonum og so rópar
hann á skiparan og fortelir,
at gestir eru komnir um-
borð.
Mørkøre, men ikki av
bakaraslagnum
John Mørkøre er 43 ára
gamal klaksvíkingur. Hann
er ættaður av Myrkjanoyri,
sum onkur danskur prestur
hevur forbronglað til Mørk-
øre. Hann er ikki nær í
familju við teir kendu fót-
bóltsbrøðurnar úr Klaks-
vík, men heldur við Kjartan
Mørkøre,
emeritus,
íð
merkir leysliga prestur,
sum hevur lagt frá sær
vegna aldur.
John gongur í stuttum
buksum í kaki, og vóru tað
ikki tær fýra strípurnar á
herðunum, sum skulu verða
sjónligar, tá skipið er í
havn, so sá tú slett ikki á
honum, at hann var skipari.
Umborð á Tormskipum
hava teir ongantíð borið orð
fyri at verið formligir og
trivnaðurin er góður um-
borð, tí ikki er langt millum
skipara
og
deksdrong.
Hetta fortelja teir mær ikki
umborð á Torm Gertrud, eg
veit tað frá mongu skipa-
vitjanunum í Singapore fyri
nøkrum árum síðan.
- Eg havi verið skipari á
hesum skipinum, síðan tað
var bygt. Tað er ikki so
gamalt, fór fyrsta túrin 26.
november í fjør. Skipið er
bygt í Korea og roynist væl.
Rullar eitt sindur í ballast,
men rørir seg ikki við last,
sigur John Mørkøre og er
eitt sindur errin av skútuni.
Hugsar tú ongantíð um
vandan, um alt fer í luftina,
tá tú siglir við 39.000 tons-
um av bensini?
- Nei, um eg allatíðina
hevði hugsað um vandan,
so hevði eg ikki siglt. Vit
gera tað sum forskriftirnar
siga, og so er ikki meira at
gera. Tann løgurin, sum
liggur oman á bensininum,
má ikki innihalda meira
enn 8 prosent ilt, so skuldi
ikki borið til, at eldur kom
í, sigur John Mørkøre.
Hann hevur siglt 13 ár
við Torm og tey seinastu
fimm árini hevur hann
verið skipari. Hann byrjaði
sum 2. stýrimaður og fór so
spakuliga niðan trappurnar.
Hann er fegin um at kunna
sigla saman við føroyingi,
tað hevur nógv at siga fyri
trivnaðin at kunna tosa
føroyskt saman, men leggur
hann afturat, tað gera vit
bara, tá vit eru einsamallir.
- Eg og Jens Christian
hava siglt saman fyrr, tá var
eg yvirstýrimaður, tað var í
1994 við Torm Kristinu,
men nú rokni eg ikki við, at
eg sigli leingi saman við
honum afturat. Hann fær
skjótt sítt egna skip sum
skipari, sigur John Mørk-
øre. Í 1994 var eisini Jógv-
an Horn á Sandi við sum 2.
stýrimaður. Hann er skips-
verkfrøðingur í dag.
John hevur eisini verið
fiskimaður. Hann byrjði
sína karrieru við Sjúrða-
berg í 1977, og tá átti Kjøl-
bro
framvegis
skipið.
Sjúrðarberg er til enn og
eitur í dag Ljósafelli.
Fimm føroyskir
skiparar
15 føroyingar sigla við
Torm í løtuni og harav eru
ikki færri enn fimm før-
oyskir skiparar. Teir eru
Kristian Joensen ættaður úr
Kollafirði, giftur í Frederic-
ia, Mikkjal Poulsen úr
Hvalba,
Karl
ímillum
Garðarnar í Klaksvík, John
Mørkøre úr Klaksvík og
John Petersen úr Klaksvík.
- Eg haldi, at tilgongdin
av føroyingum er minkað
seinastu árini. Serliga síðan
teir fóru undir aspirantút-
búgvingina upp á sjey ár.
Tað er ov long tíð at binda
seg í sjey ár fyri føroyingar.
Annars merkir Tormreiða-
ríið væl, hvussu gongur við
fiskivinnuni í Føroyum.
Gongst væl, so eru tað
færri, sum søkja í handils-
flotan og gongst illa, so eru
tað fleiri, tað er kanska ein
orsøk til, at teir ikki seta alt
ov nógvar føroyingar í starv
í senn, sigur John Mørkøre.
- Annars er hetta gott lív,
vit eru tríggjar mánaðar
umborð og tríggjar heima.
Vit høvdu hugsað okkum at
verið tíggju vikur úti og
tíggju heima, so hevði tað
passað við at vit vóru
heima onnur hvørji jól.
Sum nú er broyta vit út-
mynstringina eitt sindur
fyri at fáa hetta til at passa.
Teir fýra ovastu umborð
hava fast skip. Og tað eru
fyrimunir við hesum, tí so
kenna vit eisini skipið til
fullnar, sigur hann. Vit eru
nú ikki á skiparakamarin-
um, sum er sum ein stór
stova til støddar. Og tá eg
skrivi stór, so meini eg stór.
Á
skrivstovuborðinum
stendur ein fín gáva út-
stillað, eg kann ikki siga
hvør hon er, men hon er til
9 ára gomlu dóttrina hjá
skiparanum. Og størsta
gleðin hjá foreldrum við
gávum er ofta frá tí hon er
keypt og til hon er givin.
- Jens Christian var í
landi í gjar, og eg fekk hann
at keypa hana, sigur John
eitt sindur umberandi.
Norður um lágtrýstini
- Seinasta túr fóru vit
gjøgnum Ermasund, men
hendan túrin ætla vit okk-
um norður um Skotland.
Hetta kemst av, at vit ætla
at sleppa okkum norður um
lágtrýstini ella at fáa tey við
okkum. Lágtrýstini mala
ímóti klokkuni, og tað hev-
ur nógv at siga fyri veður
hvørjumegin tú er, eisini
um summarið. Vit skulu til
Montreal og Quebec, men
vit óttast ikki SARS. Vand-
ar eru allastaðni í heimin-
um, sigur John Mørkøre.
Og meðan vit tosa um
vandar, so vísir hann mær
bjargingarbátin, sum hong-
ur langt uppi í luftini afturi
á reyv. Hetta er ein ordi-
ligur bátur, sum kann sigla
gjøgnum eld, og tað er ein
ordans brestur, tá hann
kemur niður í sjógvin.
Bresturin er so harður, at
menninir mugu sita í
trygdarbelti umborð.
Hann letir lúkuna upp, og
vit fara innar. Innan sær
báturin út sum ein lítil
flúgvari. Her er eitt setur til
hvønn mannin og øll neyð-
ug útgerð. Motorur er í
bátinum og ein kumpass.
Tað er yvirstýrimaðurin,
sum skal stýra, hinir skulu
bara sita til hjálp kemur, í
hvussu er fyrstu tímarnar.
- Hetta er betryggjandi,
serliga at hann kann sigla
gjøgnum eld, tí søkkur eitt
skip
sum
okkara
við
bensinlast, so er eldur í og
eldur er kring alt skipið á
sjónum. Tað er eldur í sjó-
num.
Her
duga
ikki
gummibjargingabátar. Vit
venja ofta, og hvør maður
veit akkurát, hvat hann
skal, skuldi óhappið verið
úti.
Skipasosialurin
kemur væl við
Teir halda teldutøku útgav-
una av Sosialinum, Skips-
sosialurin, og teir eru sera
fegnir um, at hetta kann lata
seg gera.
- Skipssosialurin fer av-
stað við nógvari av míni
frítíð. Eg man brúka ein
tíma hvønn dagin, hann
kemur út at lesa tíðindir
heima, og tað er ikki tað
sama. Eg veit líka nógv,
hvat hendir í Føroyum, sum
tey har heima, sigur Jens
Christian Simonsen og vísir
mær hvussu riggar.
Og
nú
spyr
lesarin
kanska, hvar myndirnar til
hesa grein eru frá. Vit
smuglaðu einki kamera
umborð, men føroyingurin
er sjálvdan ráðaleysur, teir
áttu eitt kamera umborð og
vit fingu myndirnar á tann
hátt.
Nú í hesi løtu skuldi
Torm Gertrud ligið onkun-
staðni sunnan fyri og vest-
an fyri Føroyar og havt
undanvind í summarlýðk-
uni, meðan blýfría bensinið
í lastini bíðar eftir at renna
niður í stórar amerikanskar
biltangar uppmált í gallons.
REPORTASJA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Hull: 39.000
tons av blýfríum bensini
hevði helst sæst aftur í
føroyska
húsarhaldinum
undir verkfallinum herfyri.
39.000 tons er mongdin
sum millum annað John
Mørkøre, skipari úr Klaks-
vík og Jens Christian
Simonsen, yvirstýrimaður
av Grømma á Viðareiði,
skulu føra yvir um Atlants-
havið í hesi vikuni. Tá tit
lesa hetta hava teir longu
loyst, eftir ætlanin skuldu
teir avstað mánakvøldið
klokkan sjey.
Sosialurin er við hjálpar-
manninum
á
Føroysku
Sjómanskirkjuni í Hull,
Henrik Olsen, á skipavitjan
í Immingham, har Torm
Gertrud liggur og lastar
bensin. Tað lá ikki fyri hjá
prestinum Hjørdis Kjærs-
gaard í dag, hon skuldi um-
boða kirkjuna til ein mót-
tøku hja The Mayor, borg-
meistaranum í Hull. Tríggir
havnabýir við munnan á
stóru Humber ánni. Norðan
fyri liggur Hull, sunnan fyri
nakað yvir av Hull liggur
Immingham, og ytst á syðra
munnanum liggur Grimsby,
einaferð størsta fiskivinnu-
havn í heiminum. Vit síggja
vitan í innsiglingini til
Grimsby, her vit standa á
veg út til Torm Gertrud.
Áðrenn vit koma til inn-
koyringina til oljuhavnina
vísir Henrik mær, hvat teir
føroysku flakatrolararnir,
Sundaberg, Enniberg og
Vesturvón plaga at liggja.
Teir eru eisini stór skip,
sætt í mun til sleipibátarnar
vit koyra framvið, men
jollur í mun til stóru skipini
hjá DFDS, sum liggja
skamt í frá. Alt er jú rela-
tivt. Henrik er júst blivin
prestvígdur og hann skal
halda
gudstænastuna
í
morgin. Hann er meira
tigandi enn vanligt, tað er
nokk prædikan, sum melir í
høvdinum á honum.
Strangt eftirlit
IOT,
Immingham
Oil
Terminal eitur havnin, sum
vit skulu vitja, og teir eru
strangari í portrinum í dag
enn vanligt. Undirritaði
sleppir ikki at taka fototól
við, líka mikið hvussu stór-
an ómak eg geri at yvirtala
vaktarmannin. Vísi honum
pressukortið, men uttan
úrslit.
Jú
pressukortið
hjálpir eitt sindur, tí tað fær
hann til at ringja til onkran,
sum er yvir honum, men
úrslitið er tað sama, telefon
og fototól má vera eftir hjá
vaktarmanninum, skulu vit
umborð. Nú datt líka sum
hugskotið við hesi skipa-
vitjanini burtur fyri mítt
viðkomandi, eri ikki longur
í starvi sum hjálparmaður
hjá presti úti í heimi og fór
hálvgum súrur umborð.
Heimurin er ikki tann sami
aftaná 11. september, tá
sæð við yvirgangseygum,
tann mest væleydnaða yvir-
gangsatsóknin
nakrantíð
varð framd í New York.
Sjómenn merkja hana alla-
staðni og í USA í ser-
deilisheit.
Ein oljuhavn er ein olju-
havn, og tær eru eins keði-
ligar allastaðni tú kemur í
heiminum. Har er einki
annað at tað, sum tænir til
at flyta oljuúrdráttir úr
skipum og í skip. Vaktar-
menninir síggja eisini eins
linir út, sum teir gera í
Singapore og í Hamborg,
har eg eri kendur. Í Imm-
inghavn er so væl skipað
fyri, at tú kann koyra heilt
til skipið, soleiðis er ikki
allastaðni. Í eini líknandi
havn í Singapore skuldi tú
ganga langt og tað í steikj-
andi hita. Men í Imming-
ham koma vit til skipið í
øllum góðum. Niðri á
bryggjuni liggja nakrir
trossar. Teir eru spildur-
nýggir, sverir og flættaðir
saman. Kranin á keiini er
ov lítið til at hiva teir um-
borð, og manningin á Torm
Gertrud sleppur ikki at
brúka sínar egnu hivigrejir,
fyrr teir eru lidnir at lasta
skipið, tað ovasta av tang-
unum fylt við løgið, sum
má vera lættari enn bensin
og lokið væl skrúvað á. Tað
eru trygdarreglurnar, og eg
hugsi, at gott er, at teir eru
fyrivarnir. Hugsið tykkum
um eldur hevði komið í
39000 tons av bensini,
enntá blýfríum, tað hevði
verið eitt ordans bál, tað er
kalt niður eftir rygginum, tá
eg hugsi so. Hvat um tað
hendi beint nú, meðan eg
eri her?
Viðingur tekur í móti
Ein viðingur, tekur í móti,
tá vit koma inn í eftirlits-
rúmið umborð á Torm Ger-
trud. Vit kennast ikki, men
hann er blíður og týður.
Hann eitur Jens Cristian
Simonsen, er av Grømma
og omma hansara, Hanna,
er ættað av Bakka í heim-
bygd míni Oyndarfirði. Vit
hava beinanvegin nakað til
felags at tosa um, um ym-
iskar eginleikar hjá ymisk-
um familjum og soleiðis
gongur ein løta, til tann
fyrsta eitt sindur flovisliga
fremmandheitin hevur lagt
seg.
Yvirstýrimenn eru teir,
sum hava mest at gera um-
borð á skipunum í handils-
flotanum, í hvussu er tá
skipið er í havn, og tað er
kanska náttúriligt, tí yvir-
stýrimansposturin er tann
seinasti, áðrenn ein er kom-
in á mál í starsvstiganum
umborð, og tá ein er stadd-
ur her á ovasta trininum,
áðrenn ein er útnevndur til
kaptain, so skal ein eisini
kunna alt sum kemur fyri
umborð á skipi.
Føroyingar ábyrgd av dýrari last
Frá vinstru; Jens Christian Simonsen, yvirstýrimaður og John Mørkøre, skipari, avmyndaðir á brúnni
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Torm Gertrup í ringum veðri í Norðuratlantshavi á veg vestur eftir í vetur
Mynd: Torben Breyen, maskinstjóri
Fyri at stytta sær stundir, so súkla teir kring dekkið í góðum veðri. Teir keyptu seks súkklur í Korea, áðrenn skipið var latið
eigarunum
Mynd: Jan Ibenhard, maskinstjóri.
Yvirstýrimaðurin Jens Christian við Skipssosialinum, sum fer av stað við fittum parti av
hansara frítíð
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.
C
M
Y
K
7
6