Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 9 Afturlatingarlógin skal endurskoðast S&K og Føroya Ar- beiðsgevarafelag vilja mæla Vinnumála- ráðnum til at endur- skoða aftur-latingar- lógina STONGT Rógvi Borðoy Tann 23. juni í ár varð nýggjur sáttmáli undir- skrivaður millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag. S&K fekk somu lønar- hækking sum Arbeiðarafel- øgini. Harumframt fekk S&K gjørt avtalu um yvir- tíð um kvøldið og leyg- ardag. Hetta merkir, at S&K og Arbeiðsgevarafelagið aftur kunnu gerðast samd um eitt tilmæli til Vinnumálaráðið um at endurskoða Afturlat- ingarlógina. Kundu ikki semjast Pætur Niclasen úr S&K sigur, at hansara felag ikki kundi ganga við uppá at broyta Afturlatingarlógina, fyrr enn hansara limir vóru tryggjaðir yvirtíð í nýggju upplatingartíðunum. - Í dag eru limirnir tryggjaðir yvirtíð, og tí vilja vit ikki seta okkum ímóti at upplatingartíðirnar hjá handlunum vera longd- ar, sigur Pætur Niclasen. Steðgaði í 2002 Fyrst í 2002 steðgaði ar- beiðið hjá Vinnumálaráðn- um við at gera eina nýggja Afturlatingarlóg, tí part- arnir ikki kundu semjast um broytingar í lógini. Nú er líkt til, at arbeiðið kann takast upp aftur, tí S&K og Arbeiðsgevarafel- agið eru samdir um eitt til- mæli, sigur Tummas Hanus Dam, formaður í Føroya Keypmannafelag. Tummas Hanus Dam sigur, at Føroya Keyp- mannafelag vil hava eina frígering av lógini sum heild. Hann sær gjarna, at upplatingartíðirnar fyri allar handlar verða øktar munandi. Lógin í dag Í dag er smásøla bert loyvd frá klokkan 7.00 til 17.30 gerandisdagar, og leygar- dagar til klokkan 14.00. Eina ferð um ársfjórðingin er tó loyvt at hava opið til klokkan 17.00 leygardag. Tummas Hanus Dam sig- ur, at hann gjarna vil hava upplatingartíðirnar at vera frá 6.00 til 23.00 hvønn dag uttan sunnudag. Og hann sær gjarna, at tað skal vera galdandi fyri alla smásølu, líka frá Miklagarði til ítróttarhandlar. Hann metir ikki, at forðingar eru fyri, at tað kann lata seg gera. Vinnumálaráðið fer í gongd Gunnar Holm Jacobsen, ráðgevi í Vinnumálaráðn- um sigur, at Landsstýris- maðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur tikið avgerð um at seta arbeiðið í gongd aftur. Hann sigur, at um partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru samdir, plagar tað at ganga lættari við at fáa lógarupp- skotið ígjøgnum. - Tað er eitt sindur ringt at spáa um, hvussu tað fer at ganga. Vit mugu hoyra, hvat løgtingslimirnir siga, tá tað kemur so langt, sigur hann. Hann vil ikki siga nakað um, hvussu langa tíð ar- beiðið fer at taka, men Vinnumálaráðið vónar, at tað verður í komandi ting- setu. Línubáturin Sig- mundur var ein túr á Føroya Banka herfyri, har teir royndu at egna við føroyskum høgguslokki AGN Rógvi Borðoy Mourits M. Joensen starv- ast til dagliga á Fiski-rann- sóknarstovuni, og undraðist ein dagin á, hvussu tað mundi riggað at egnt við føroyskum høgguslokki. Hann hevði fiskað nakað af høgguslokki á Føroya Banka við Magnusi Heina- syni, og hugsaði um at sleppa at royna høggu- slokkin sum agn. Hanus Eidesgaard, skipari á línuskipinum Sigmundi, var til dystin fús. Teir høvdu umleið 700 kg av frystum føroyskum høgguslokki við á Føroya Banka, og teir egndu eitt sindur av tí føroyska agn- inum hvønn dag. Úrslitið var til at síggja, hóast før- oyska agnið var eitt heilt ár eldri enn tað útlendska. - Vanligt fingu vit einar 10 toskar á línuni við tí útlendska agninum, men við føroyska høgguslokkin- um fingu vit ofta upp í 50, sigur Hanus Eidesgaard. 500 pund á muni - Munurin var kanska upp ímóti 500 pundum á stokk- inum, heldur hann fram. Mourits M. Joensen er ikki heilt liðugur við út- rokningarnar, men sigur seg vera vísan í, at stórur og týðuligur munur er millum føroyska og útlendska agnið. Av tí, at teir ikki høvdu nokk til fleiri fullar setur, settu teir tríggjar stokkar av og á við føroyska agninum. Síðani hildu teir eyga við, hvussu nógv og hvat slag var á teimum stokkunum. - Tað var stórur munur á. Tað var altíð nógv meir og nógv størri fiskur á teimum stokkunum, sum høvdu før- oyskan høgguslokk, sigur Hanus Eidesgaard, skipari. Nakað er til Petur Steingrund, fiskifrøð- ingur á Fiskirannsóknar- stovuni sigur, at nakað er til av høgguslokki á Føroya Banka, men at ikki líka nógv er á landgrunninum. Fiskirannsóknarstovan hevur ongar stovnsmetingar av høgguslokkinum. Ein- astu mátingar, sum eru gjørdar, er veiða uppá roynd. Tað vil siga, at man fylgir við lutfallinum frá ár til ár. Hetta slagið av roynd sigur einki um, hvussu nógv er til, men fortelur bert um tað er meir ella minni í ár enn í fjør. Næstsíðsta dagin Hanus Eidesgaard sigur, at teir settu sama stað sum Polarstjørnan næstseinastu setuna. Tann dagin bland- aðu teir føroyska agnið uppí útlendska agnið, so tað ber ikki til at siga akk- urát, hvussu stórur munurin var. Men tann dagin fisk- aðu teir 14.000 pund. Her- av vóru 10.000 pund av toski, og tað heldur Hanus Eidesgaard vera sera gott. Annars sigur skiparin á Sigmundi, at fiskaíið hevur verið betri í ár enn í fjør, men at prísurin er verri. Føroyskur høgguslokkur fiskar væl Línuskipið Sigmund Mynd: Skipalistin Rætting Í blaðnum í gjár søgdu vit, at Siri Davidsen er úr Miðvági. Tað er ikki rætt, hon er úr Sørvági. Somuleiðis er handilin hjá Valdemar ikki í Miðvági, men í Sørvági. blaðm. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 3. juli. Kornelius. Mong eru halgimenni, sum bera navnið Kornelius, men teir vita ikki við vissu, hvør hesin er. Summir halda, at talan er um pávan Kornelius, sum varð tikin av døgum í 253. Aðrir siga, at sipað verður til høvuðsmannin Kornelius, sum var fyrsti heidningur, ið varð doyptur. Ápostlasøgan kap. 10. Latínskt navn ið kemur av orðinum cornu, ið merkir horn. Prógv 25 juni tók Theresa Turiðardóttir Kreutzmann av Tvøroyri, prógv sum Service Økonom á BTCB (Business & Technical College of Bornholm) Johnny í Grótinum tikið prógv sum búskapar- frøðingur 26. juni 2003 tók Johnny í Grótinum í Havn prógv sum búskaparfrøðingur (cand.polit) á Københavns Universitet. Serritgerðin útgreinaði tilfeingisbú- skaparligar spurningar í einum talgildum búskapar- mynduli fyri Føroyar. Ritgerðin er innstillað til ein prís á Økonomisk Institut, nevndur Zeuthen prísurin. Johnny er 27 ára gamal og klakvíkingur, sonur Karin, f. Rasmussen, og Magna Jacobsen í Klaksvík. Eftir at hann hevði tikið studentsprógv á Kambsdali og eitt ára lestur í stjórnmálafrøði og bú- skapi á University of Aber- deen, fór hann til Dan- markar at lesa búskapar- frøði. Meðan hann tók fyrra part av útbúgvingini, arbeiddi hann í Danmarks Nationalbank í tvey ár, og meðan hann tók seinna partin av útbúgvini, ar- beiddi hann í Føroya Banka. Síðan 15. apríl 2003 hevur hann starvast sum fulltrúi á Hagstovu Føroya, har hann arbeiðir við arbeiðsmarknaðarhag- tølum. Johnny er giftur við Duritu, f. Simonsen, dóttir Margrethu, f. Toftenes, og Høgna Simonsen í Havn. Durita og Johnny eiga dóttrina Rebekku. Sveinbjørn Kvilt 80 ár 2. juli fylti Sveinbjørn Kvilt á Skála 80 ár. Svein- bjørn er av Eiði, sonur Thominu, f. Andreassen, og Hans Jacob Poulsen, sum var fyrsti løgtings- maður fyri Javnaðarflokkin í Eysturoynni. Pápin, ið eisini var fiskimaður, doyði meðan børnini vóru smá, bert 43 ára gamal, og mamman sat eftir við 6 børnum, tey eru: Mar- gretha, g. Sigurðsson, Poul Engberg Poulsen, Svein- bjørn Kvilt, Tórhallur Koll- sker, Alfred Poulsen,og Ásmundur Poulsen. Svein- bjørn giftist við Katrin, dóttir Kristionnu, f. Han- sen, og Johan Kallsoy, lær- ara og løgtingsmann, eisini av Eiði, og settu tey búgv á Skála. Sveinbjørn og Katrin eiga 4 børn, Tórhild, sum býr í Havn, Elinborg og Trúgva, sum búgva í Dan- mark, og Jórun, sum býr í Runavík. Sum ungur fór Svein- bjørn til skips, og sigldi hann eisini nógv undir krignum. Seinni sigldi hann nógv ár við norðmonnum. Tey síðstu mongu árini arbeiddi hann á Skala Skipasmiðju á planloftin- um. Sveinbjørn er góður til hendurnar og bygdi t.d beiggjanum, Poul Engberg, ein speedbát. Eisini høvdu tey Kafé á Skála, har konan eisini hevur frisørsalong. Frisørfakið er gingið í arv, tvær av døtrunum og fleiri av barnabørnunum eru fri- sørar. Sveinbjørn er ein væl vit- andi maður, sum lesur nógv, og hevur sínar av- gjørdu meiningar um ym- isk samfelagsviðurskifti. Føðingardagin helt hann heima á Skála. 16. juni 2003 vóru liðin hundrað ár síðan Ford Motor Company varð stovnað. Tað var Henry Ford (1963-1947) sum stovnaði fyri tøkuna 16. juni 1903. Henry Ford var føddur í 1863. Hann var bóndasonur, men hugur hansara stóð meira til mekanik enn til jarðarbrúk. Tá tey motordrivnu akfør- ini komu fram, fekk hann beinanvegin stóran áhuga fyri teimum, og longu í 1888 gjørdi hann royndir við bensinmotorum á sín- um egna lítla verkstaði. Fyrstu bilarnir vóru Ford A, síðan komu Ford B. Ford T, sum komu á marknaðin í 1908, blivu seldir í yvir 15 milliónum eindum fram til 1927. Sum tann fyrsti í heiminum byrjaði Henry Ford í 1913 at framleiða bilar á samlibandi. Henry Ford andaðist 1. apríl í 1947, 83 ára gamal. Ein sermerktur persónur, ið lat eina risastóra fyritøku eftir seg. Ford hevur ment seg til eina alheims fyritøku. Amerikanska høvuðssætið er í Dearborn við Detroit. Fyritøkan er privat, og ovasta leiðslan hevur alla tíðina verið í Ford familj- uni. Ford 100 ár C M Y K 9 8 Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 Skráseting Føroya hevur í dag móttikið fusiónsætlan samsv. § 134 a í P/F- lógini: A.Navn: P/F Vestlax (P/F-nr. 1008), 350 Vestmanna. og B. Navn: P/F Bláfosslaks (P/F-nr. 2593), 410 Kollafjørður. Og C. Navn: Sp/f Laksafóður (Sp/f-nr. 2111), 410 Kollafjørður. Og D. Navn: P/F Salmex (P/F- nr. 2594), 410 Kollafjørður. Harumframt hava vit móttikið váttan frá metingarmanninum samsv. § 134 c, stk. 4 í P/F-lógini. Skráseting Føroya tann 1. juli 2003 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2957, Sp/f E. J. Asfalt, 660 Søldarfjørður. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Edvard Højgaard Mikkelsen, 660 Søldarfjørður og Jóhannes Rasmussen, 660 Søldarfjørður. Felagið er tann 27.05.2003, farið í likvidatión við Inga Højgaard, advokati, Yviri við Strond 4, Box 359, 110 Tórshavn sum likvidator. Skráseting Føroya tann 1. juli. 2003. Kristin Balle _______________________