hósdagur 3. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 • hósdagur • 4. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Sosialurin á Guernsey:
Ingrid Bjarnastein,
blaðkvinna
Álvur Haraldsen,
myndamaður
Jákup Mørk, blaðmaður
Í einum sera spenn-
andi endaspurti
eydnaðist Boga
Lenvig at renna seg til
bronsu á 5.000
metrum týsdagin
RENNING
Jákup
Guernsey:
Tað vóru bert
14/100 part sekund, sum
skilti Boga Lenvig og got-
lendingin á fjórða plássin-
um, tá 5.000 metra renn-
ingin hjá monnum var á
skránni týsdagin.
- Ja, hatta var ein spenn-
andi spurtur. Tá vit fóru um
seinasta hornið, var eg
framvegis nummar fýra,
men eg megnaði so at
spurta meg fram á brons-
una, men tað var so ikki
meira enn akkurát, helt
Bogi, tá vit hittu hann á
orði eftir renningina.
Og talan var alla tíðina
um eina spennandi kapp-
ing. Kim Godtfredsen úr
Grønlandi tók gullið við
tíðini 15.00,62, men frá
silvurinum og til fjórða
plássið var bert eitt sekund.
Sjálvur var Bogi so
hampuliga væl nøgdur um
bronsuna, men hann hevði
tó havt vónir um meira.
- Eg fór sjálvandi eftir
gullinum. Men samstundis
visti eg, at skuldi tað eydn-
ast, so mátti alt rigga per-
fekt, men eg eri ikki
ónøgdur. Í ár havi eg satsa
meira upp á teir styttru
teinarnar, so hetta er bara
aðru ferð í ár, at eg renni
5.000 metrar. Og sam-
stundis skar eg 23 sekund
av persónliga metinum, har
venjarin hjá mær annars
hevði roknað við einum 10-
15 sekundum, so eg fái illa
verið ónøgdur, helt hann.
Annars var talan um ein
rættiliga
skjótan
5.000
metur, tó at hesin ikki tók
metið fyri teinin, sum var
sett í 1991. Men í mun til
tíðina á Isle of Man, var
nógv ferð á. Fýra teir
fremstu rennararnir vóru
soleiðis væl undir vinnandi
tíðini frá teirri ferðini.
Umframt 5.000 metrar-
nar skal Bogi eisini taka lut
í 1.500 metrum, sum verður
hósdagin og so hálvum
marathon,
sum
verður
fríggjadagin. Fyrst skuldu
tey í frælsa ítróttinum tó
njóta mikudagin, sum var
frídagur, áðrenn hósdagurin
byrjar við heiðursmerkja-
handanini
fyri
5.000
metrar.
Annika Vang tók bæði
seg sjálva og onnur á
bóli, tá hon so ruddi-
liga setti persónligt
met í recurve-skjót-
ingini
BOGASKJÓTING
Álvur/Jákup
Guernsey: Hóast føroyska
liðið - sum tað framgongur
aðrastaðni – misti gullið í
bogaskjótingini týsdagin,
var so væl og virðiliga rúm
fyri smílum á liðnum.
Eingin av hesum mundi
tó hava størri smíl enn
Annika Vang. Sum vit
skrivaðu í mikudagsblað-
num, so hevði hon á 70
metrunum betra persónliga
metið við ikki færri enn 50
stigum, og tó at hon seinni
datt av bronsuplássinum, so
var talan so ruddiliga um
persónligt met hjá bert 14
ára gamla skjúttanum.
At hon hevur tað í blóð-
inum, er einki at ivast í.
Foreldrini bæði, Schandorff
og Sigrid, hava gjøgnum
árinin vunnið hópatals gull-
merki heim til Føroya.
Bæði hvør sær og í felag.
Nú skal mann nokk ansa
sær at rópa húskið fyri tað,
sum
danir
nevna
»en
skydeglad familje«, men
tað munnu í øllum førum
fara nakað væl av pílum
gjøgnum luftina millum ár
og dag. Og
Tá alt varð talt saman um
hálvgum fýra tíðina, stóðu
ikki færri enn 954 stig á
kontini, og tó at hon ikki
hevði staðið seg eins væl á
50 metrunum, so var frøin
stor. Eftir at hon stórleyp-
andi var komin yvir at háls-
fevna pápan og siga frá,
hvussu seinasta umfarið
hevði skorist, fingu vit
orðið á hana.
- Nú havi eg ikki endaliga
talið enn, men á 70 og 60 í
gjár var í øllum førum
persónligt met. 50 meturin
var á leið tað sama, sum eg
havi skotið heima, og 30
meturin havi eg ikki enda-
liga fingið talið á enn, men
samanlagt man hetta í
øllum førum vera tað besta,
sum eg havi skotið.
Og at fáa slíkar seriur
sum hesar á oyggjaleik-
unum, er tað ikki nakað
heilt fyri seg?
- Jú, hetta hevur verið
stuttligt. Virkeliga stuttligt.
Og so havi eg eisini fingið
nakrar royndir, sum heilt
víst kunnu koma mær til
góðar seinni. Vónandi um
tvey ár, tá man aftur er á
oyggjaleikum, segði ein
fegin Annika at enda.
Bronsa til Boga
Stjørnuskot millum skjúttarnar
Annika Vang var føroyski skjúttin við størsta frambrotinum í fyrstu kappingini, og spennandi verður at vita, hvat hon megnar í
head-to-head kappingini miku- og hósdagin
11
10
Nr. 123 - 3. juli 2003
Okkurt er við at henda við almenna og
privata búskapinum. Eftir at búskaparliga
framgongdin hevur verið sera stór og nógv
ferð hevur verið á búskapinum, eru nú tekin
um, at gongdin er við at venda tann skeiva
vegin. Fyrstu tekinini komu longu í fjør, tá
fíggjarnevndarformaðurin tók fíggjarmála-
ráðharran av ræði og minkaði hansara
fíggjarlóg munandi. Almenni búskapurin
kom tá í ta støðu, at fyrst vórðu tær 366
blokkamilliónirnar skornar burtur, sam-
stundis sum fíggjarlógaruppskotið hjá Kar-
sten Hansen var skert. Hetta hevur ivaleyst
hava sterka ávirkan á almenna og privata
búskapin.
Nú er so nýggi búskaparligi veruleikin av
álvara við at ganga upp fyri landsstýrinum.
Í Degi og Viku týskvøldið boðaðu fíggjar-
nevndarformaður og fíggjarmálaráðharri
frá, at nú koma skerjingarnar. Komandi
fíggjarlóg fer at hava hall og tí má skerjast.
Hetta hendir samstundis sum báðir partar
vissa okkum um, at tað framvegis gongur
væl – bara ikki so væl, sum tað hevur ging-
ið. So verður sum vanligt tikið til tey ráð at
skera har tað nívir mest t.v.s. at spara á al-
mannaøkinum. Nú skulu menningartarnað,
gomul og óhjálpin, ið hava stóran tørv á
heimarøkt gjalda fyri tann búskapar-
politikk, ið m.a. merkti eina minking av
blokkinum uppá 366 milliónir og skatta-
lættar til tey vælbjargaðu.
Hetta hendir alt meðan menn leggja ætlanir
um fleiri yvirtøkur og enn minni blokk.
Hetta hongur ikki heilt saman búskaparliga
uttan so, at almenna virksemið verður
munandi skert. Hetta merkir so aftur, at
vandi er fyri, at somu bólkar, tey veikastu,
skulu rinda fyri gildið. Hetta er spell, tí
ásannast má, at nógv gott er hent hesi
seinastu árini, og framgongdin í samfel-
agnum hevur verið stor. Víst hevur hetta
mest verið fiskaprísum og fiskastovnum
fyri at takka. Men spell er kortini, at tað nú
fer at ganga hinvegin og at teir ráðandi
sjálvir tykjast skúgva undir skeivu
gongdina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sansar nú at?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sparingarnar sum forsvunnu:
Øravík-Hov tunnilin/Samferðsluhavn
Regin Hammer
Fleiri løgtingsmenn hava
postulerað at framskundan
av Øravík-Hov verkætlan-
ini fer at føra til sparingar á
samferðsluhavnini uppá 45
mió. kr. Við at hyggja nærri
at tølunum sæst at hesar
sparingar
eru
ikki
veruligar.
Nú hava limir í fleiri
politiskum flokkum, og
fleiri løgtingsmenn í eitt
longri
tíðarskeið
verið
frammi og útbasunerað at
sparingar á 45 mió. kr. eru
at vinna, bert ein tunnil
verður gjørdur millum Øra-
vík og Hov sum skjótast.
Hetta er sagt bæði í útvarpi,
bløðunum og í sjálvum
álitinum frá Løgtingsins
Vinnunevnd.
Talan skal vera um tvær
sparingar. a) Tunnilin sum
NCC skjýtur upp at gera í
staðin fyri tann sum Lands-
verkfrøðingurin hugsar sær
viðførir eina sparing uppá
30 mió. kr. b) Harumframt
sigast 15 mió. kr vera at
spara við at brúka grót úr
tunlinum til samferðslu-
havnina. Ergo 45 mió. kr.!
Latið
okkum
tó
nú
hyggja nærri at teimum
omanfyri nevndu 45 milli-
ónunum, sum Føroya Fólk
fer at fáa tilgóðar av at
frammskunda Øravík-Hov
tunnilin.
Sparing a) Tær fyrstu 30
milliónirnar er sparing sum
kemst av at gjørdur verður
ein annar tunnil enn tann
sum Landsverkfrøðingurin
upprunaliga hugsaði sær.
Tískil hevur hendan spar-
ing onki við samferðslu-
havnina at gera, men kann
hendan sparing fremjast
sjálvt um ongin sam-
ferðsluhavn so varð gjørd.
Hendan sparing kann tí ikki
tilroknast frammskundan-
ini av Øravík-Hov tunlin-
um.
Sparing b) 15 mió. kr.
sigast vera at spara við at
nýta grót úr Øravík-Hov
tunlinum, tí alternativið
vildi verið at keypt grót úr
grótbroti til samferðslu-
havnina. Hinvegin hevur
einki verið nevnt um, at um
tunnilin ikki hevði kunnað
selt grót til samferðslu-
havnina, so hevði tunnilin
kunnað selt grótið til onkra
aðra verkætlan í oynni ella í
versta føri kundi tunnilin
selt grótið til grótbrotið
sum so kundi goymt grótið
eina tíð. Tað spillist helst
ikki av at liggja nøkur ár
inntil ein vegur ella ein
havn aftur skal gerast í
oynni. Tapið av hesum vildi
so verið tíðarvirðið av
teimum 15 milliónunum,
sum í t.d. 5 ár við 3%
diskontering vildi verið
uml. 2 mió. kr.
Sostatt sær út sum at
sparingin uppá 45 mió. kr
er vorðin ein sparing uppá
umleið 2 mió. kr. Hetta er
eisini ein sparing sum verd
er at hava í huga, og sum
eisini hjálpir landshúsar-
haldinum. Tí er møguliga
eisini eitt sindur av haldi í tí
sum ávísir tingmenn føra
framm, nevniliga at ein
fyrimunur kann fáast við at
frammskunda Øravík-Hov
tunnilin. Men um hugt
verður at støddini á teimum
so er ein upphædd uppá 2
mió. kr. sera lítil í mun til
óvissurnar í einari saml-
aðari verkætlan uppá 152
mió. kr. (92 mió. kr. til
tunnilsgerð við uppskotin-
um frá NCC + 60 mió. kr.
til samferðsluhavn). Har-
umframt stóð mikudagin
fyri Páskir at lesa í bløðun-
um, at NCC gjørdi vart við
at tølini 92 mió fyri tunn-
ilin og sparingina uppá 15
mió. kr. til havnagerð bert
vóru leysligar metingar, og
als ikki bygdar á veruligar
kostnaðarmetingar
ella
tilboð. Hetta ger bert óviss-
una um tølini enn størri.
Løgtingsmenn
hava
fingið høga løn fyri starv
sítt tí nú skuldi tað vera at
rokna sum minst hálvtíðar-
starv. Tískil var argument-
erað fyri at nú skuldu størri
krøv setast til tingarbeiðið.
Tó eru eftir hesum at døma
ikki stórvegis tekin um
hesa størri dygd í tingar-
beiðinum at hóma. Ting-
fólk sleinga pástandir um
risasparingar út, sum eru
tiknir meiri ella minni úr
leysum lofti, bert fyri at fáa
ávísar
regionalpolitiskar
ætlanir gjøgnumtrumfaðar.
Eitt er, at beinleiðis skeiv-
leikar verða framsagdir, tað
slepst kanska ikki undan,
men tað løgna við hesum
er, at slíkir pástandir fáa
loyvi til at standa eftir sum
tann endaligi sannleikin
uttan at nakar av hinum
tingmonnunum ger vart við
skeivleikan í tølunum.
Nú er málið um sam-
ferðsluhavnina á Trongis-
vágsfirði so avgreitt í
tinginum og endaliga av-
gerðin varð at grótið í mest
møguligan
mun
skuldi
takast úr Øravík-Hov tunl-
inum. Møguliga var hetta
eisini besta loysnin, men
sera harmiligt er, at ting-
menn eru so kreativir tá
veldst um at trýsta sítt
ígjøgnum at tað gongur
útyvir trúvirði Løgtingsins.
TÍÐINDASKRIV
Sunnudagin 6. juli ber til at
keypa sær stásið til Vestan-
stevnuna. Stásið kundi eitt
nú verið skógvar og klæði
til vaksin, børn og barnkon-
ur. Eisini ber til at fáa hol í
oyrað og at keypa sær
smartar linsur til eyguni í
nógvum spennandi litum.
Til ber eisini at fáa settar
lokkar í hárið, lokkar í
ymsum litum, soleiðis at
hárið verður eitt litspæl.
Eisini verður café, har til
ber at keypa kaffi, te,
kakur, pylsur við breyði og
sodavatn.
Tað
eru
handlarnir
Sørvágs Skósøla, Sørvágs
Ursmiðja,
Hjá
Sannu,
Klædnabúðin í Sandavái,
Sirri, Events og Zig Zag, ið
skipa fyri.
Fyrireika seg til Vestanstevnuna
C
M
Y
K
10