Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 3. juli 2003 13 Andrass Thomsen setti týskvøldið nýtt føroyskt met í 200 metra frísvimjing. Hann átti sjálvur gamla metið frammanundan SVIMJING Álvur/Ingrid Guernsey: Týskvøldið var føroyski svimjarin, Andrass Thomsen, við í 200 metra frísvimjing finaluni. Tað gekk væl hjá Andrassi, sjálvt um hann endaði á einum sætta og aftasta plássi, men við tíðini, setti svimjarin nýtt føroyskt met. – Jú, eg eri væl nøgdur. Eg átti sjálvur tað gamla metið, og eg betraði tað við 70 hundraðpartum av ein- um sekundi, segði ein glaður Andrass Thomsen, tá hann var komin úr hylin- um. Sjálvt um føroyska metið ikki var nóg mikið til eitt heiðursmerkið, so tóktust øll at vera glað og nøgd. Bert tveir hundrað- partar av einum sekundi vantaðu í fyri at føroysku svimj- ararnir skuldu fáa silvur í stafettini í fýra ferðir 50 metrar frí. Hetta kann ikki sigast annað enn at vera ein endurtøka frá kvøldinum fyri SVIMJING Álvur/Ingrid Guernsey: Tveir hundrað- partar av einum sekundi vóru nóg mikið til, at føroyingar fingu bronsu ístaðin fyri silvur týskvøld- ið. Kristoffur Hentze, Andrass Thomsen, Dia Jacobsen og Eivind Eystur- oy kappaðust í fýra ferðir 50 metrar frísvimjing, og vóru teir bert tveir hundr- aðpartar av einum sekundi aftan fyri nummar tvey. Tað er ikki heilt frítt, at hetta kann tykjast sum ein endurtøka, tí kvøldið fyri vóru svimjararnir bert fimm hundraðpartar av ein- um sekundi frá at vinna gull í blandaðari stafett. Men svimjararnir vóru væl nøgdir aftaná svimj- ingina, og eisini venjarin hjá føroyska svimjilands- liðnum var væl nøgdur. – Eg eri væl nøgdur við dagin, og eg vóni, at tað fer at halda fram á henda hátt, segði ein fegin venjari eftir seinastu finaluna týskvøld- ið. Sættapláss og føroyskt met Endurtøka Føroyska stafettliðið. F.v: Eivind Eysturoy, Dia Jacobsen, Andrass Thomsen og Kristoffur Hentze Tað er lívligt í svimjihøllini bæði undir svimjingini og millum kappingarnar. Her dansa starvsfólk og tíðtakarar »Macarena« Andrass Thomsen setti týskvøldið føroyskt met í 200 metra frísvimjing 13 12 Nr. 123 - 3. juli 2003 Føroyski svimjarin, Asbjørn Hanse, tryggjaði Føroyum fyrsta gullið á oyggja- leikunum á Guernsey. Hann vann finaluna í 50 metrar bringu- svimjing við tíðini 30, 48 sekund SVIMJING Álvur/Ingrid Guernsey: Lagið var held- ur betri millum føroysku svimjararnar týskvøldið enn tað var mánakvøldið. Mánakvøldið misti stafettin á stokkinum, og var bert fimm hundraðpartar av einum sekundi frá at fáa gull. Týskvøldið vóru trumm- urnar og alt sum larmar funnið fram, tí nú skuldi gullið togast inn. Og hesu- ferð gekk tað eftir ætlan. Asbjørn Hansen megnaði at vinna føroyingum fyrsta gullið á oyggjaleikunum her á Guernsey. Tað hevur fleiri ferðir verið nær við áðrenn. Bæði hjá fimleik- arunum, svimjarunum og bogaskjúttunum hava før- oyingarnir akkurát verið ov stuttir til gullið, men týs- kvøldið gekk tað endiliga eftir bókini. Tað var í 50 metra bringusvimjing, at Asbjørn fekk gullið til hús. Hann var væl frammanfyri hinar svimjararnar, og sveik hann ikki álitið. Hann lá eisini nummar eitt frá innleiðandi umfarinum, sum hevði verið fyrr um morgunin. Asbjørn kom á mál við tíðini 30,48 sekund. Tann næsti sum kom á mál hevði tíðina 31,16 sekund. Væntaði tað Heilt týðiligt var, at hinir føroysku svimjararnir og Asbjørn sjálvur vóru væl nøgd við úrslitið. – Hetta var fínasta slag. Eg eri bæði glaður og væl nøgdur, segði føroyski oyggjaleika-gullvinnarin, Asbjørn Hansen, stutt eftir, at hann var komin úr hylin- um. Til seinastu oyggjaleikir- nar vann Asbjørn eisini gull á 50 metra bringusvimjing, so ein kann siga, at hann eitt fyrsta pláss at verja. – Aftaná innleiðandi umfarið í morgun, so kann eg siga, at eg hevði væntað tað, tí eg var skjótari enn hinir, sigur Asbjørn. Mánakvøldið var hann við í finaluni í 100 metra bringusvimjing, men har gekk ikki eins væl, og tað hevði hann væntað áðrenn. – Eg havi vant meira til teir 50 enn til 100. Í morgin (mikudag, red.) er tað 50 metrar firvald, og har vóni eg at sleppa í finaluna. Men eg veit so onki meira um, hvat eg kann vænta fyrr enn tað innleiðandi hevur verið. Og endiliga kundi før- oyska flaggið koma fyrst upp á veggin, og føroyski tjóðsangurin var týskvøldið fyri fyrstu ferð at hoyra her á oyggjaleikunum á Guern- sey. So var fyrsta gullið heima Endiliga slapp ein føroyingur uppá hægsta heiðursskammilin. Asbjørn Hansen syrgdi fyri fyrsta føroyska gullinum á hesum oyggjaleikunum – Hetta var fínasta slag. Eg eri bæði glaður og nøgdur, sigur Asbjørn Hansen eftir, at hann hevði vunnið gull í 50 metra bringusvimjing C M Y K 12