Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 3. juli 2003 15 Tveir heilkiksaðir pílar frá føroysku bogaskjúttunum vóru sera dýrir, tá gullstøð- an frá mánadegnum broyttist til silvur týsdagin BOGASKJÓTING Álvur/Jákup Guernsey: Tá farið varð undir seinna kappingardag- in í vanligu skjótingini í Compound og Recurve á oyggjaleikunum mundu tey flestu rokna við, at talan fór at gerast um gull til Før- oyar. Í øllum førum í lið- kappingini, meðan tað hinvegin mundi vera meira ivasamt, hvussu var hjá einstaklingum. Her lág Sigrid K. Vang til bronsuna hjá kvinnunum, meðan Schandorff Vang og Per Holm Andersen taldust millum teirra, sum helst skuldu stríðast um silvurið. Longu teinarnir vóru liðugt skotnir mánadagin, og á styttru teinunum plag- ar broytingin vanliga ikki at vera hin heilt stóra, men tað stóð skjótt greitt, at her fór at gerast tungt. Undan seinasta umfarinum høvdu skjúttarnir av Jersey togað seg 15 stig framum før- oyska liðið, sum annars var 22 frammanfyri við dags- byrjan, og tó at føroyska liðið endaði væl, so var hetta ikki nóg mikið. Fimm stig vóru framvegis upp til Jersey, sum sostatt kundu fara avstað við gullinum fyri fyrstu ferð. Beint sum skjúttarnir vóru lidnir at skjóta, fingu vit orðið á Schandorff Vang, og spurdu vit hann, hvat tað var, sum hevði kostað føroyingunum so dýrt hendan dagin. - Pent sagt, so gekk tað ikki serliga væl hjá okkum í dag. Tú plagar jú at siga, at tað er á teimum longu teinunum, at tú vinnur kappingarnar, men í dag taptu vit hana á styttru tein- unum. - Vit skjóta als ikki nóg gott í dag, men fyrst og fremst er tað vindurin, sum spælir okkum eitt puss. Og tá tú so fyrst byrjar at flákra eitt sindur og missa nakrar pílar, so er skjótt, at tað gongur skeiva vegin. Sam- stundis fekk onkur av teimum undir okkum ferð á, soleiðis at teir veruliga fóru at trýsta. Men sum føroyingar eru tit væl saktans vanir at skjóta í vindi? - Jú, men tað kann als ikki samanberast við hetta. Tá tað er somikið lýtt, so kennis vindurin heilt øðr- vísi, og tí hava vit ofta lyndi til at undirmeta, hvussu sterkur hann í veru- leikanum er. Tú følir tað at kalla ikki, men tá tú so tekur sikti, so sært tú knappliga, hvussu stórt sveiggið er, og tá er ofta trupult at finna ta góðu kensluna, sum tú helst skalt hava. Javnvágin í skjóting- ini fer snøgt sag út av lagi. - Og so missa bæði Per og eg ein píl í part á 30 metrum, sum altso fer heilt við síðuna av skivuni. Tað eru pílar, sum skulu geva níggju ella tíggju stig fyri hvønn, so bara tað kostaði liðnum í minsta lagi 18 stig. Tað er í øllum førum nakað, sum merkist. - Nú veit eg ikki, hvat Jersey fekk hesaferð, men vit royndu so at toga tað mista innaftur. Hetta sein- asta umfarið skutu vit báðir heilt væl, og sjálvur misti eg bara fýra stig seinastu 20 pílarnar, so vit hava í øllum førum roynt at vinna tað mista aftur. Samstundis sá eg hjá Jersey her við síðuna av, at har fóru fleiri uttan fyri mittastu ringarnar á skivuni, og so er spurning- urin, hvussu nógv vit hava vunnið aftur. Eg rokni ikki við, at tað er nóg mikið, men tað vildi nú verið stuttligt, um tað kortini bleiv til gull. Tað veldst eisini um, hvat Sigrid hevur skotið í mun til sín mótpart, og tey tølini kenni eg ikki. Komu uppaftur Sum nevnt omanfyri, so var seinasta toganin tó ikki nóg stór til gullið. Fimm stig vóru framvegis á muni, men hóast alt so fekk Schandorff sjálvur togað seg til bronsuna. Og hóast alt, so fegnaðust føroysku skjúttarnir um, at tað hevði eydnast teimum at enda væl. - Vit skulu jú skjóta aftur í morgin, tá tað verður ein móti einum. Tí hevði tað ótrúliga nógv at siga, at vit endaðu væl, soleiðis at vit sálarliga kunnu koma upp- aftur, tí tað er júst sálarligi parturin, sum hevur so nógv at siga í komandi kappingunum. Fert tú tá niður við høvdinum, so er mest sum ógjørligt at toga seg uppaftur, so nú mugu vit royna at fokusera upp á tann positiva partin, segði Schandorff Vang at enda. Føroysku úrslitini Compound menn nr. navn 90 70 50 30 íalt 3 Schandorff Vang 300 317 314 336 1267 6 Per Holm Andersen 295 319 308 334 1256 7 Jóannes Poulsen 295 299 320 331 1245 10 Anders Jønsson 286 320 298 326 1230 kvinnur nr. navn 70 60 50 30 íalt 3 Sigrid Vang 301 311 301 313 1226 10 Alberta Gaardlykke 219 240 226 269 954 Liðið samanlagt nummar tvey við 3749 stigum Recurve menn nr. navn 90 70 50 30 íalt 10 Rói Johannesen 214 248 249 304 1015 16 Rógvi Mohr 156 241 253 310 960 19 Kristian Niclasen 151 249 242 298 940 22 Hans Jørn Nielsen 172 238 237 275 922 kvinnur nr. navn 90 70 50 30 íalt 7 Annika Vang 248 239 198 269 954 11 Annlott Rasmussen 183 207 196 252 838 Alt kiksaði Hóast tað ikki varð talan um gull hesaferð, so var tí til bæði eitt smíl og klemm, nú dótturin hevði staðið seg somikið væl Eins og restin av liðnum mátti Sigrid hesaferð lata sær lynda, at onnur stóðu ovast í sigurspallinum 15 14 Nr. 123 - 3. juli 2003 Singlurnar hjá monn- um vóru avgreiddar í fyrradagin. Ikki gekst nakað serliga væl hjá føroysku monnunum, sum allir taptu TENNIS Álvur/Ingrid Guernsey: Føroysku tenn- isleikararnir tóku ketsj- ararnar fram aftur týsdagin. Tá vóru singlurnar á skránni, og vóru vónirnar frammanundan ikki nakað selriga góðar. – Kristin vann fyrsta dystin í fyrstu rundu í gjár. Hann vann 2-0. 6-4, 6-4 ímóti einum St. Helena. Jón hevur spælt í dag (týsdag, red.), og hann tapti 2-0, segði venjarin Johan Krog áðrenn ímillum tveir dystir týsdagin. Skráin fyri tennisleikar- arnar er eitt sindur seinkað, tí tað regnaði illa mána- dagin, og tí vórðu dublur- nar, sum skuldu byrja seinnapartin týsdagin út- settar til mikudagin. Martin best fyri Johan Krog dylir ikki fyri, at føroysku tennisleikar- arnir ikki eru serliga væl fyri. – Vit eru fyri, sum um- støðurnar eru har heima at spæla. Martin er væl fyri, men hann spælir fast niðri, og Teitur er eisini væl fyri, og hann spælir í Aberdeen. Jón og Kristin eru ikki eins væl fyri. Veðrið heima hevur verið keðiligt, og vit hava roynt at venja innan- dura. Vónirnar til tennis eru lítlar. Venjarin væntar ikki at síggja nakað heiðurs- merki. – Kanska Martin ger ein vørr. Hann er nógv best fyri. Í dublunum sleppa vit kanska ígjøgnum onkra rundu. Men um vit vinna nakað heiðursmerki, so er tað yvirraskandi. Føroyski venjarin vísir á, at áhugin fyri tennis hevur verið dalandi í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vóru 100 limir, og fyri stuttari tíð síðani var limatalið á átta. Nú hevur verið arbeitt fyri at fáa tennis upp at koyra aftur í Føroyum, so tað ikki dettur heilt niður fyri, og í dag eru um 30-40 limir í felagnum. – Men tað er stuttligt at vera við á oyggjaleikunum og spæla undir hesum umstøðunum. Tú kennir eisini fólk aftur, og sleppur at spæla ímóti øðrum enn teimum føroysku spælarun- um, sigur føroyski tennis- venjarin, Johan Krog at enda. Rakk málinum Bara tað at koma í finaluna var nóg stór avbjóðing hjá Evald í Garði, sum eisini rakk hesum RENNING Jákup Guernsey: Evald í Garði hevði longu rokkið sínum máli, tá hann fór undir finaluna á 800 metrum týsdagin, og tí var talan á ongan hátt um nakað vónbrot, tá hann kom á mál sum tann áttandi av rennarunum. - Málið hjá mær var heilt greitt at koma í finaluna, og tí náddi eg eisini. So eg eri á ongan hátt misnøgdur um, at eg ikki slapp longur upp. Men har var eitt øgiligt tempo á fyrstu løtuna. Var tað nakað, sum gav tær trupulleikar? - Ja, hatta var ræðuligt. Teir settu fulla ferð á alt fyri eitt, og so sýra beinini fullkomuliga til, longu tá ein umgangur er eftir. Men hvat, har er ikki nógv annað at gera hjá mær. Eg mátti bara koyra á í ferðini, sum teir settu, og so vita, hvussu langt eg kundi halda, segði Evald í Garði at enda. Rhodos her koma vit Oyggjaleikirnir í ár 2007 verða hildnir á Rhodos sunnan fyri Grikkaland. Hetta avgjørdi altjóða oyggjaleikanevnd- in á aðalfundin- um týsdagin OYGGJALEIKIR Álvur/Ingrid Guernsey: Týsdagin varð avgjørt, at oyggjaleikirnir í 2007 verða á Rhodos. Tað varð avgjørt á aðalfundi hjá altjóða oyggjaleikanevndini týsdagin. Vit megnaðu ikki at fáa tað við áðrenn blaðið í gjár fór til prentingar, tí aðal- fundurin gjørdist nógv longri enn væntað. Hetta er fyrsta ferð- in, at Rhodos verður vertsland fyri oyggja- leikunum, og er tað eisini fyrsta ferðin, at leikirnir verða hildnir so lang suðuri. Togtoganin um leik- irnar í 2007 var mill- um Rhodos og Isle of Wight, men tað gjørd- ist so Rhodos sum dró longra stráðið. Tað gekk onki serligt hjá føroysku monnunum í tennis týsdagin. Teir taptu allar singul dystirnar . Johan Krog (húkandi), venjari er her avmyndaður saman við Martin Simonsen Tað var sjónligt, at beinini hjá Evaldi vóru full av sýru, tá komið varð á mál eftir 800-metra finaluna Taptu alt Úrslit frá singlunum hjá monnum í tennis Jón Brekku vs. Jakob Widange 0-2 Sett-úrslit: 0-6 og 1-6 Tom Harrison vs. Kristin Jensen 0-2 Sett-úrslit: 6-2 og 6-3 Teitur Poulsen vs. James Taylor 0-2 Sett-úrslit: 1-6 og 1-6 John Pankhurst vs. Martin Simonsen 0-2 Sett-úrslit: 6-0 og 6-0 Oyl-støður Flogbóltur, kvinnur Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Føroyar 3 3 -0 9 0 9 9 2 Grønland 3 3 -0 9 0 9 9 3 Gibraltar 3 1 -2 3 6 -3 5 4 Hitra 3 1 -2 3 8 -5 5 5 Cayman 4 0 -4 2 12 -4 4 Flogbóltur, menn Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Føroyar 3 3 -0 9 2 7 9 3 Áland 3 2 -1 8 3 5 7 4 Cayman 3 2 -1 6 5 1 7 2 Grønland 4 1 -3 6 10 -4 6 5 Jersey 3 0 -3 2 9 -7 3 Fótbóltur, kvinnur Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Føroyar 3 3 - 0 - 0 29 0 29 9 2 Jersey 3 2 - 0 - 1 8 9 -1 6 4 Isle of Wight 3 1 - 0 - 2 3 15 -12 3 3 Isle of Man 3 0 - 0 - 3 1 17 -16 0 C M Y K 14