Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 3. juli 2003 17 Føroysku fimleika- kvinnurnar byrjaðu fyrrapartin í gjár uppá einstaklinga- kappingina. Tað gekk væl hjá teimum, og FIMLEIKUR Álvur/Ingrid Guernsey: Einstaklinga- kappingin hjá kvinnunum varð avgreidd í gjár. Anita Knudsen, Anna Hansen, Marjun Persson og Sarita Heinesen kappaðust, og tað gekk væl hjá teimum. Sarita var tó ikki við á gólvinum av tí, at hon hevði ilt í beininum, og valdi heldur at spara seg til fríggjadagin, tá bunda serian á gólvinum og í lopi fer av bakkastokki. Fyrsta kappingin var á gólvinum, og har stóðu før- oysku kvinnurnar væl. Anita Knudsen lá leingi til eitt silvurheiðursmerki, og tað var ikki fyrr enn tær seinastu tríggjar frá Ber- muda komu á gólvið, at silvurið fór millum fingr- arnar. – Tað var keðiligt. Vit lógu leingi til silvur, og so til bronsu. Anita gjørdi eina fullkomna framførslu, og hinar venjingarnar vóru góðar eisini. Keðiligt, men tað var spennandi, segði venjarin, Henrik Berthel- sen aftaná. Tað endaði við, at Anita fekk eitt fimtapláss, sum sigur hon sjálv, at tað var betri enn hon hevði roknað við. Kappast varð eisini í lopi og á bita, og har gekk ikki eins væl og á gólvinum. Har fekk Anna eitt sjeynda pláss í lopi og Marjun eitt 11. pláss á bitanum, sum tær bestu føroysku fram- førslurnar. Menninir Seinnapartin í gjár varð einstaklingakappingin hjá mannfólkunum eisini av- greidd. Undan sjálvari kappingini var føroyski venjarin, Henrik Berthel- sen, ógvuliga optimistiskur. – Hjá monnunum hava vit meira møguleikar. Nógv meira møguleikar at vinna, so eg vænti, at vit fáa okkurt slag av metalli heim við. Nú mugu vit bara bíða og síggja, segði Henrik Berthelsen áðrenn kapp- ingin byrjaði. Menninir vunnu leikandi lætt í seinasta dystinum í bólkaspælinum, og fara sostatt víðari við fullum stigatalið FLOGBÓLTUR Jákup Guernsey: Føroyska manslandsliðið leikti sín seinasta dyst í bólka- spælinum mikumorgun- in. Hesin var móti Jersey, sum enn átti fyrsta sigurin til góðar, og hann komu teir so ongan tíð í nær námind av móti føroyska liðnum. Uttan at teir á nakran hátt spældu seg út, vundu teir upp á góðan tíma burtur úr Jersey búgvun- um, og tó at fleiri av stuðulsleikarunum aftur hesa ferð sluppu at hvíla seg eitt sindur, kom før- oyski sigurin ongan tíð í vanda. Sostatt er nú klárt til hálvfinaluna, har mót- støðuliðið verður Ber- muda. Teir eru spildur nýggir í Oyl-høpi, og tí eru teir meira ella minni ókendi faktorurin. Føroyska liðið hevði tó høvi at hyggja at Ber- muda, tá teir leiktu móti Gotlandi týsdagin. Hetta var frídagur hjá okkara monnum, og tí fingu teir frítt val, um teir vildu nýta dagin til venjing, ella fara tíðliga upp og hyggja at komandi mót- støðuliðnum. Meldingarnar um Ber- muda vóru nakað bland- aðar, men semja var tó um, at teir høvdu eitt rættiliga spennandi lið. - Teir eru tekniskt góðir, og duga at spæla, men taktiskt eru teir ikki so sterkir, so vit eiga at kunna lesa teir av hampuliga tíðliga í dyst- inum, var tað onkur sum segði. Tað kundi so bent tann vegin, at leikararnir hálv- gum eru farnir at hugsa um eina finalu móti antin Saaremaa ella Álandi. Áðrenn farið verður so- mikið langt, skal dystur- in móti Bermuda tó spæl- ast, og so er bara at vóna, at tann uppgávan í løtuni er hon, sum fyllir mest. Føroyar-Jersey 3-0 (25-10, 25-14, 25- 13): Maksimalt til mansliðið Sama dag sum teir vórðu kosnir kom- andi vertir á Oyggjaleikunum, hevði fótbóltsliðið av Rhodos eina alt annað enn heiður- liga framførslu FÓTBÓLTSROK Jákup Guernsey: Rættiligt rok var í fótbóltsdystinnum millum Rhodos og Jersey týskvøldið. Dysturin var avgerandi fyri, hvat av liðunum kom í hálv- finaluna, og tí løgdu leik- ararnir á liðunum báðum nógv fyri. Hjá Rhodos var talan frá fyrsta bríksli um sera hart spæl, sum ætlaðu teir at trumla mótstøðuna niður. Sagt verður, at grov fríspørk vóru á skránni frá fyrsta bríksli, og heilt skjótt hevði dómarin í dystinum fingið nokk. Slíkar gerðir fáa nevn- liga avleiðingar á einum fótbóltsvølli, og so hvørt sum minuttirnir gingu, fækkaðist talið av leikar- um á vøllinum. Endin varð, at dómarin mið- skeiðis í seinna hálvleiki hevði rikið fimm leikarar av Rhodos – umframt venjaran – av vøllinum, og at ein heimamaður eisini hevði sæð reytt. Suðurlendska blóðið hjá grikkunum kom tá í kók, og uttan at himprast tveittu teir troyggjurnar av sær og fóru av vøllin- um. Støðan var tá 2-1 til Guernsey, og tað er av- gjørt, at hetta úrslitið stendur við. Hvat meira fer at henda í málinum, er enn ógreitt, men Oyggjaleikanevndin skuldi á fundi mikudagin taka støðu til, um skammiligi atburðurin skal fáa avleiðingar fyri Rhodos. Roknað verður tó ikki við, at hetta fer at ávirka valið av Rhodos sum verti fyri 2007, men møguliga kann talan gerast um revsing til fót- bóltsliðið. Skomm fyri Rhodos Onki til kvinnurnar Marjun Persson fekk 6,65 fyri sína framførslu á gólvinum Anita Knudsen stóð fyri besta avrikinum hjá føroysku kvinnunum, og lá hon leingi til silvur á gólvi Úrslit hjá føroysku kvinnunum í einstaklingakapping Fimleikari Gólv Lop Bummur Anna Hansen 7,15 7,757 4,60 Marjun Persson 6,65 7,20 6,10 Anita Knudsen 7,50 7,475 6,00 Sarita Heinesen - 7,425 4,35 17 16 Nr. 123 - 3. juli 2003 Miðaltalið datt niður av 11 til 9,7, men tal- an er framvegis um karakter væl oman fyri miðal hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, sum nú av álvara eru farnar at gleða seg til størri avbjóðingar FÓTBÓLTUR Álvur/Jákup Guernsey: Triði og seinasti dysturin í bólkaspælinum hjá føroysku fótbóltskvinn- unum stóð á skránni týs- dagin. Mótstøðuliðið hesa- ferð var Jersey, sum eins og Føroyar høvdu fult stigatal eftir teir báðar fyrru dystir- nar, so tað kundi kanska hugsast, at mótstøðan hjá okkara fór at verða nakað harðari hesaferð. Og tað varð hon so kanska eisini, tí sigurin hesa ferð var ikki størri enn sjey mál. Eitt tal, sum tó ikki sigur tað heilt stóra um dygdina á mótstøðuliðnum, men heldur um, hvussu einaráðandi føroyska liðið er í bólkaspælinum. Aftur hesa ferð hevði Álvur Hansen nýtt høvið til at eksperimentera nakað við uppstillinginni. Mai- britt Olsen, sum nú var afturkomin í øllum góðum, fekk byrjunarpláss á mið- vøllinum, og við stórum ídni royndi hon at sannføra um, at hon væl kann taka sær av hesum, um tað skuldi verið størri tørvur á Rannvá ella Eyðvør aðra staðni á vøllinum. Gleðir seg til finaluna Eftir dystin fingu vit orðið á liðskiparan á føroyska liðnum, Báru S. Klakstein. Hon er ein av teimum mongu á føroyska liðnum, sum dagliga er von við stórsigrar, nú KÍ hevur vunnið sær mest sum eina serstøðu í føroyskum kvinnufótbólti. Spurd, hvørt tað ikki kann kennast eitt sindur einstátta, soleiðis bara at vinna stórsigrar, sigur Bára, at tað ger tað sjálvandi. - Tað sigur seg sjálvt, at tað er stuttligari at spæla dystir, sum eru meira javnir, og tá fært tú eisini aloftast nógv betri spæl fram. Her niðri hava dyst- irnir í stóran mun bara snú seg um at skjóta mál, og tí hevur spælið kanska ikki altíð verið eins gott. Men vit hava tó fingið nógv og góð mál, so tað hevur stutt- ligt hóast alt. Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður Gotland, sum Føroyar skulu spæla ímóti í finaluni. Er tað ein dystur, sum tit gleða tykk- um til. - Sjálvandi. Bara tað at spæla móti einum liði, sum er á okkara støði ger, at vit mugu geva okkum nógv meira, og tí ivist eg ikki í, at tað verður ein nógv betri dystur. Vit sóu ein part av teirra dysti móti Guernsey í dag, og tær hava eitt heilt gott lið, so tað verður ikki lætt hjá okkum. Tað er í øllum førum okkara vón, at tað verður spenningur fram til tað seinasta, men kanska ikki heilt so stórur, sum hann var seinast. Tað var kanska í meira lagi, heldur Bára, og sipar til 5-4 sigurin á Álandi í finaluni á Man fyri tveimum árum síðani. Dysturin í tølum Føroyar-Jersey 7-0 (5-0) 1-0: 2-0: 3-0: 4-0: 5-0: 6-0: Halltóra Joensen 7-0: Føroyar: Anna Kristina Joensen – Annelisa Juste- sen, Bára Skaale, Ragna Andreasen, Silja á Borg – Ása á Neystabø, Eyðvør úr Dímun, Maibritt Olsen, Vivian Bjartalíð - Malena Josephsen, Halltóra Joen- sen Enn er so eingin, sum tykist hava styrkina til at gera nakað við oddasessin hjá Føroy- um í bólkinum FLOGBÓLTUR Álvur/Jákup Guernsey: Eftir at tríggir av fýra dystum í bólkaspæl- inum nú eru leikir, er lítil ivi um, at føroysku kvinn- urnar fáa fyrsta plássið í bólkinum. Enn er dysturin móti Grønlandi, sum eisini hevur fult stigal, eftir, men metast eftir dygdunum, sum bæði liðini hava, so skuldi borið til hjá føroysku kvinnunum at vunnið ein tryggan sigur. Liðugt og heim Eftir at hava havt frí mána- dagin, vóru tveir dystir á skránni hjá kvinnunum týsdagin, og vóru báðir hesir av tí heilt lætta slag- num. Fyrrapartin var talan um dyst móti Caymann, og skuldi metast eftir oyggja- leikunum seinast, so fóru hesar ikki at gera stórvegis við okkara. Tað gingu heldur ikki fleiri enn 65 minuttir, so var alt sópað burtur. Føroyska spælið kom tó ongantíð veruliga upp at koyra, men tað er eisini trupult, tá leikararnir við sær sjálvum vita, at tað bilar ikki so nógv, um tær bert koyra 70% á ketlarnar. Hetta tóktist eisini vera skilið um kvøldið, tá Før- oyar so skuldu spæla ímóti Hitra. Hitra er so heilt av- gjørt at metast milllum veikaru liðini í kappingini, og longu fyrstu bóltarnar sást, at savningin um dystin ikki var heilt í topp. Flent var bara at, tá truplir bóltar miseydnaðust, og tó at fleiri skift vórðu gjørt, so fekst ikki størri álvari í spælið. Hetta tóktist tó ikki nerva landsliðsvenjaran, Niclas Joensen, sum seinasta settið lat allar av sonevndu føstu leikarunum koma á beinkin, soleiðis at tær, sum vanliga verða roknaðar millum skiftisleikararnar, fingu nakað av spælitíð. Ikki minst nýtti Herborg hendan møguleikan at gera vart við síni flogbóltsevni, og saman við Margit Joen- sen var hon hetta settið størsti garanturin fyri, at glið fekst á føroyska spælið. Føroyar-Cayamnn 3-0 (25-13, 25-6, 25-16) & Føroyar-Hitra 3-0 (25-9, 25-10, 25-20): Ongin forðing Føroysku kvinnurnar fingu ikki stórvegis av mótstøðu í teimum báðum dystunum týsdagin Føroyar-Jersey 7-0 (5-0): Sum eitt gott studentsprógv Við 9,7 í miðalt hevur føroyska avrikið higartil verið sum eitt gott studentsprógv Føroyski liðskiparin gleðir seg til eina - vónandi - spennandi finalu C M Y K 16