Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 3. juli 2003 19 18 Nr. 123 - 3. juli 2003 Teir níggju føroysku íðkararnir komu aftur við trimum gull og trimum silvurheiðursmerkju m frá Special Olympics, sum hesuferð var í Dublin SPECIAL OLYMPICS Orð: Stefan í Skorini Myndir: Jens Kr. Vang Tað var ein sera stórfingin móttøka, sum tað føroyska ferðalagið fekk, tá tað kom aftur av Special Olympics í Dublin í Írlandi. Hetta eru leikirnir fyri menningar- tarnað. Tað var seint seinnapartin mánadagin, at ÍSB hevði skipað fyri mót- tøku í ÍSF-húsinum í Gundadali. Meðan Emma´s Blues Band og hornorkestrið Ælabogin spældu, so tað rungaði um allan Gunda- dal, so at fleiri komu nærri at forvitnast, hvat her var á vási, bíðaði mannamúgvan spent eftir føroyska ferða- lagnum. Eftir langa bíðitíð komu tey endiliga. Errin og fegin ítróttarfólk saman við venjarum og leiðarum, og tey lupu um hálsin hvør á foreldrum, vinum og ikki minst teimum politikarun- um, sum vóru møttir til hetta serstaka høvið. Høgni Hoydal handaði øllum íðkarunum blómur, og borgarstjórin Jan Christian- sen var eisini til staðar. Fimm heiðursmerki Fýra av luttakarunum høvdu fingið heiðursmerki við sær heimaftur. Tey vóru Durita Strøm, Marjun Niklasdóttir, Júst í Túni og Unn Mortensen. Durita Strøm gjørdi tað størsta hálið. Hon fekk heiðursmerki í øllum trimum greinunum, sum hon luttók í. Gull í 100 metur frí og bringusvimjing og silvur í 200 metur frí. – Eg havi vant fimm ferðir um vikuna, áðrenn vit fóru til leikirnar. Tað var sera stuttligt har niðri, og eg havði gott kunnað hugs- að mær at farið einaferð afturat, sigur Durita Strøm, sum eisini møtti nógvum nýggjum fólki í Dublin. Síðan tey komu aftur úr Írlandi hevur Durita Strøm verið í bæði sjónvarpi og bløðunum, og tað heldur hon er stuttligt men sam- stundis kennist tað eitt sindur løgið at síggja eina samrøðu við seg sjálvan í sjónvarpinum. – Tað var sera fitt av øllum at taka so væl ímóti okkum, tá vit komu aftur, sigur Durita um ta stór- fingnu móttøkuna, sum var í ÍSF-húsinum leygardagin. Marjun Niklasdóttir rann seg til eitt gullmerki í 800 metra kappingini. Unn Mortensen og Júst í Túni spældu seg til eitt silvur- merki í blandaðum tví- mansleiki í borðtennis. Tey taptu finaluna sera tepurt í fimm settum ímóti Týsk- landi. Tað kundi lættliga blivið til enn fleiri heiðursmerki hjá teimum føroysku lut- takarunum. Eitt nú bleiv Símun Petur Zachariasen kolldømdur í 50 metur bringusvimjing, tá hann annars lá til eitt heiðurs- merki. Símun Petur nýtti bert ta einu hondina í vend- ingini, tá hann skuldi nýta báðar. Eisini varð John Joensen kolldømdur í 800 metur renning. Fyrsu ferð Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt ferðalag er við í teimum olympisku leikun- um fyri menningartarnað. Føroyingar hava áður verið við í líknandi evropeiskum leikum, men teir leikirnir vóru ikki nær námind so umfatandi sum hesir. Hetta var ellintu ferð, at leikirnir vóru hildnir, men hetta var fyrstu ferð, at leik- irnir vóru uttanfyri USA. Leikirnir vórðu settir leygardagin 21. juni í Croke Park, har umleið 80.000 fólk vóru komin saman. Til hetta høvið spældi navnframa írska orkestrið U2 við sangaran- um Bono á odda. Eisini vóru onnur kend andlit so sum Nelson Mandela og Arnold Swarzenegger til setanina. Hetta er størsta tiltak innan ítróttarheimin yvirhøvur í 2003, og tað størsta ítróttarliga tiltakið í Írlandi nakrantíð. Næstu leikirnir vera um fýra ár, og tá gongur leiðin til Shanghai. – Eg haldi, at vit mugu seta nøsina upp eftir at fáa eitt føroyskt ferðalag avstað til teir leikirnar eisini, sigur Elna Skylv Hansen, ið var við í Dublin sum leiðari. Hon starvast til dagligt sum ítróttaráðgevi hjá ÍSB, og hon er sera væl nøgd við ta føroysku luttøkuna annars. Nógv fyrireiking Føroyska ferðalagið hevur fyrireikað seg í longri tíð, og longu í oktober varð bruttohópurin úttikin, tá fyrireikararnir av leikunum skuldu hava nøvnini á luttakarunum. Krøv verða eisini setti til luttakararnar, og tíðirnar frá seinasta kappingarári verða nýttar sum grundarlag undir tilmeldingini. Luttak- ararnir verða fyrst býttir upp eftir aldri og kyni. Síðani verður skipað fyri innleiðandi umførum í teimum ymsu greinunum, soleiðis at luttakararnir kunnu bólkast eftir styrki. Hetta verður gjørt so at lut- takararnir koma at kappast ímóti sínum javnlíkum. Venjarar á ferðini vóru Tóra Hansen í svimjing, Ingálvur Gunnarson í boccia, Hans P. Jacobsen í borðtennis og Sonni Djur- huus í frælsum ítrótti. Leið- ari á ferðini var Elna Skylv Hansen, og varaleiðari var Maibritt Djurhuus. Høvuðsstuðul hjá ÍSB er Tryggingarfelagið LÍV, og til hetta serstaka høvið hevði ÍSB eisini fingið stuðul frá Skemmuni og øðrum fyritøkum. Um Special Olympics: Tøl: 7000 íðkarar 3000 venjarar og leiðarar 28.000 familjulimir og vinfólk 21 ítróttargreinar 166 altjóða ítróttarlið 30.000 sjálvboðin hjálparfólk 1500 tíðindafólk 500.000 áskoðarar (meting) 34 milliónir evrur er kostnaðurin fyri leikirnar Fakta Góð úrtøka á olympisku leikunum Durita Strøm var tann stóri sigursharrin í føroyska ferðalagnum. Hon fekk tvær gull og eina silvur í svimjinga John Joensen rann 800 og 1500 metrar. Hann varð kolldømdur í 800 metrum og endaði á sjeynda plássi í 1500 metrum Maiken Olsen luttók í 100 og 200 metra renning. Hon gjørdist nummar sjey í báðum greinunum Tórður Hjalt Jacobsen var við í frælsum ítrótti. Hann gjørdist júst ov stuttur til bronsuna í 200 metra renning, har hann end- aði nummar fýra. Í 100 metra renning endaði hann á sætta plássi Elvin Weihe var við í boccia og endaði á fimta plássi Símun Petur Zachariasen var við í svimjing. Hann gjørdist nummar átta í 50 metur frí, men bleiv tíverri kolldømdur í 50 metur bringu, tá hann annars lá til heiðursmerki Unn Mortensen var við í borðtennis. Hon endaði á fimta plássi í einmansleiki, men fekk silvur í blandaðum tvímans- leiki saman við Júst í Túni Marjun Niklasdóttir fekk eitt gullmerki í 800 metra renning. Hon rann eisini 400 metrar, har hon endaði nummar sjey Júst í Túni luttók í borðtennis. Hann fekk eitt fjórða pláss í einmansleiki, men fekk silvur í blandaðum tvímansleiki sam- an við Unn Mortensen C M Y K 18