Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 3. juli 2003 21 Føroyameistarin í snartalvi 2003 verður funnin leygardagin í Kommunuskúlanum. Og Flóvin Tór Næs hevur fingið góð úrslit í kvikkapping í Grønlandi. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Seinastu trý árini hevur summarsnar-FM verið ein vældámd kapping millum talvfjepparar. Umleið 30- 40 luttakarar hava luttikið á hvørjum ári, og í ár verður mett at enn fleiri tekna seg. Eitt nú teir mongu ungling- arnir sum seinasta ári hava valt talv sum ítrótt og ítriv, gevur eina ábending um metingina. Umframt Íslandssúlu- kappingina í august, er bert FM-snarkappingin ein annar veruligur møguleiki at telva í Føroyum um summarið. Møguliga taka havnarmenn táttin uppaftur at hava eina summarkapping, eina kvikkapping til dømis. Enn er tó einki avgjørt. Kappingin í ár verður ivaleys eins sterk sum í fjør. John Rødgaard hevur vunn- ið heitið seinastu tvey árini, og er hann nokk tí tað nærmasta einum favoritti. Framgongd er tó at hóma hjá flestu topptelvarunum og føroyameistarin á pásk- um Martin Poulsen, er til- tikin góður snartelvari. Er hann í rætta elementinum, verður torført hjá sjálvt Rødgaard at steðga unga havnarmanninum. Kappingin eru fyri allar aldursbólkar, ung sum vaksin. Góðar virðislønir verða latnar. Spennandi verður at síggja hvussu leikur fer fram í Kommunuskúlanum leygardagin 5. juli kl 14.00, tá fyrstu leikirnir verða leiktir. Tekning er á staðn- um, ein tíma undan kapp- ingarbyrjan, kl 13.00. Talv í Grønlandi Tað kann tykjast heldur undarligt at ein krútsterk kvikkapping (25. min hvør) verður leikt í Grønlandi og at Flóvin Tór Næs hevur fingið møguleikan at lut- taka. Talan er um fyrstu of- fissiellu talvkapping í Grønlandi nakrantíð, og er tað eitt serligt norðuratlant- iskt talvráð, sum stendur fyri kappingini. Formaðurin í talvfelagn- um Hrókurinn, íslendskir meistarar seinastu tvey árini í Íslandi, Hrafn Jok- ulsson, vil vera við, at at land uttan talvmentan, er eitt fátækt land. Hann fór tí í februar mánaða í holtur við fyrireikingarnar, og nú fýra mánaðar seinni er kappingin vorðin veruleiki. Heili níggju stórmeistarar, harav Sokolov og Nikolic, tveir altjóða meistarar og 50 telvarar tilsamans manna hópin í Grønlandi. Flóvin vann á stórmeistara Flóvin hevur seinastu 2-3 ár- ini telvað við felagið í íslendsku liðkappingini, og hevur via hesi sambond fingið hendan einastandandi møguleika at telva í fyrstu talvkapping í Grønlandi. Uttan iva ein ógloymandi ferð hjá Flóvini. Ógloymandi er helst eisini orðið, ið hann nýtir um sigurin á fremsta ís- lendska telvaranum, stór- meistarin Hannes Stefans- son. Flóvin legði út sum ein ísbjørn fyrstu fýra umfør- ini, og vann tey øll. Í triða umfarinum niðurlegði hann Hannes í góðum álopstalvi, sum er við í blaðnum í dag. Í fimta og sætta umfarin- um vórðu mótstøðumennir- nir somuleiðis stórmeistarar, Luke McShane úr Onglandi og vælkendi Predrag Nikolic úr Bosna. Hesu ferðirnar gekk tað ikki hjá Flóvini. Men fýra stig av seks møgu- ligum er higartil óføra flott. Mánadagin 30. juni vórðu seinastu trý umførini leikt. Talvið hesa vikuna Flóvin Tór Næs (2313) - GM Hannes Stefansson (2565) 3. umfar 2003.06.28 1. Rif3 d5 2. d4 c6 3. c4 Rif6 4. cxd5 cxd5 5. Ric3 Ric6 6. Bf4 a6 7. e3 Bg4 8. Be2 e6 9. O-O Be7 10. Rc1 O-O 11. h3 Bh5 12. Rie5 Bxe2 13. Rixc6 bxc6 14. Qxe2 Rid7 15. Ria4 Fa5 16. b3 Fb5 17. Fg4 Rfc8 18. Rc2 c5 19. dxc5 Rc6 20. Rfc1 Rac8 21. Bg5 Bf8 22. e4 d4 23. Rc4 Rie5 24. Fg3 Rixc4 25. Rxc4 Kh8 26. Rxd4 Bxc5 27. Rd7 Bf8 28. Rxf7 Fe2 29. Be7 Rc1+ 30. Kh2 Fd1 31. Fe5 Fh1+ 32. Kg3 Rg1 33. Bxf8 Fxg2+ 34. Kh4 Fg6 35. Bxg7+ Kg8 36. Rf6 Fe8 37. Rxe6 Ff7 38. Rf6 Fd7 39. Fc5 Fa7 40. Bh6 Ra8 41. Fe6+ Kh8 42. Rf7 1-0 FM í snartalvi verður komandi leygardag Flóvin Þór Næs vann á íslendska stórmeistaranum Hannes Stefansson í eini kvikkapping í Grønlandi Savnsmynd Annað umfarið í kappsiglingini hjá Seglinum var á Sundalagsstevnu. KAPPSIGLING Tíðindaskriv Sunnudagin 22 juni var árliga kappsiglingin á Sundalagsstevnuni í Kolla- firði, har 26 bátar luttóku. Tað var áhugafelagið Segl- ið sum saman við bátafel- agnum í Kollafirði skipaði fyri tiltakinum. Eitt fitt lot av landsynningi eystri gjørdi siglingina væleydn- aða inn eftir fjørðinum, hvar vent var um tríggjar boyur. Kappingin hesuferð gjørdist bæði jøvn og spennandi og ikki var leyst ímillum tríggjar teir fyrstu bátarnar. Úrsliti var at Leiv- ur úr Kollafirði vann saml- aðu kappingina og sam- stundis bólkin, smærri bátar. Ein annar kollfjarða- bátur, Malle, var nr 2 í samlaðu kappingini og vinnari fyri bólkin, størri bátar. Hoyvíksbáturin, sum vann fyrsta umfarið á Skálafjørðinum, gjørdist nr 3 í samlaðu kappingini. Úrslitini viðføra at eftir bæði tey fyrstu umførini liggja Hoyvíksbáturin og Leivur á einum deildum fyrstaplássi í samlaðu kappingini, meðan Malle er nr 3. Fyri bólkin smærri bátar ger sama støða seg galdandi, Hoyvíkingur og Leivur liggja eisini her á einum deildum fyrstaplássi og á triðja plássi er Vinur. Sum vinnari fyri bólkin størri bátar fór Malle fram- við Svani sum nú liggur á einum øðrum plássi og við Niels í Nesinum á triðja plássi. Steypini til vinnandi bátarnar var givið av Sp/f Karstin A Joensen. Úrslit og støður finnast aðrastaðni á síðuni. Felagið Seglið fingjið ein bátavogn sum P/F Hansen av Strondum hevur givið og vil felagið nýta høvi at takka Kára Hansen fyri stuðulin. Vognurin verður lutaður burtur millum lut- takandi bátarnir eftir sein- astu kappingina í ár, í er Lions. Treytin fyri at verða við í lutakastinum um vognin er einføld. Hvør bátur fær eina seðil í posan fyri hvørja kappsigling við- komandi bátur hevur lut- tikið á í summar t.v.s. tess meiri ein bátur luttekur og kemur á mál, jú størri er sannlíki fyri at báturin kann fáa vognin. Næsta kappingin hjá Seglinum verður á Hvíta- nesi vikuskiftið 19/20 juli. Leivur úr Kollafirði vann Úrslit av kappsigling á Sundalagsstevnu Smærri bátar Nr Navn Heimst. Manning Stig 1 Leivur Kollafjørður Jón Nolsøe Olsen, Jóhan Joensen 5 2 Hoyvíksbáturin Hoyvík Egil Simonsen, Jóhan Simonsen 4 3 Miðgerð Kollafjørður Arngrím Petersen, Magnus Joensen 3 4 Vinur Tórshavn 2 5 Olivia Kollafjørður 1 Smærri bátar Nr Navn Heimst. Manning Stig 1 Malle Kollafjørður Oddmar Joensen, Marner Joensen 5 2 Niels í Nesinum Tórshavn Alfred Gullbein 4 3 Svanur Skáli Pauli JustinussenSóleyg Mikkelsen 3 4 Helga 2 5 Guðrið 1 "Ársins sjógangari " Støðan eftir 2 umfør Nr Navn Heimst. Bólkur + Placeringar 1 Hoyvíksbáturin Hoyvík Smærri 1 Leivur Kollafjørður Smærri - 3 Malle Kollafjørður Størri 2 4 Svanur Skála Størri 4 5 Niels í Nesinum Tórshavn Størri 5 6 Vinur Tórshavn Smærri 11 7 Falkurin Strendur Størri 14 8 Miðgerð Kollafjørður Smærri 15 8 Helga Kaldbak Størri 15 10 Guðrið Saltangará Størri 16 21 20 Nr. 123 - 3. juli 2003 Dómsnevndin meiri lagalig Í staðin fyri tveir daga leikbannið, sum kapp- ingarnevndin gav , so gjørdi dómsnevndin av, at Hans Fróði Hansen skuldi vera leikbannaður ein dag LEIKBANN Jóannes Hansen Í gjár skrivaðu vit, at Hans Fróði Hansen var leik- bannaður, tá ið B68 í gjárkvøldið skuldi spæla í Gøtu. Hans Fróði fekk reyða kortið næstsíðsta sunnudag, tá ið B68 hevði vitjan av FS Vágum, tí hann í misnøgd vísti dómaranum fingurin, sum tað verður tikið til. Kappingarnevndin boðaði B68 frá, at við støði í dómarafrágreiðingini høvdu teir gjørt av, at leik- bannið skuldi ikki vera ein dag, sum tað annars plagar at vera eftir reyð kort, men tveir dagar. Dómarafrágreiðingin segði, at spælarin hevði víst fingurin, tí hann ikki var samdur við linjuverjanum, ið dømdi hornaspark í stað- in fyri málspark. B68 kærdi avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina við áheitan um, at leikbannið varð ein og ikki tveir leikdagar. Seinnapartin týsdagin gjørdi dómsnevndin av, at sektin skuldi vera ein og ikki tveir leikdagar. Tí var- møguleiki hjá Hans Fróða at spæla við B68 í Gøtu í gjárkvøldið. Dómsnevndin grundaði sína avgerð á tað, sum B68 hevði víst á í síni kæru. B68 vísti á, at spælarin í frustra- tión bæði yvir gongdina hjá hansara liði og í hansara eygum upplagda skeiva avgerð hjá linjuverjanum, sum dømdi horna, hevði givið sína misnøgd til kennar á ein hátt, sum av- gjørt ikki sømir seg. Men B68 helt eisini, at tað átti at telja spælarunum til fyrimunar, at hann hvørki frammanundan ella aftaná á nakran hátt sýndi ósømiligan atburð. Víst varð eisini á, at verjuspæl- arin, sum á fjórða ári um- boðar B68, ongantíð áður hevur verið útvístur í reyða troyggjuni. Tá ið vit umrøddu dystir- nar, sum vóru á skránni í gjárkvøldið, vistu vit ikki um kæruna. Men nú kunnu vit altso staðfesta, hvørja avgerð dómsnevndin tók í fyrradagin og harvið orsøk- ina til, at Hans Fróði Han- sen var á vøllinum í Gøtu í gjárkvøldið. Hans Fróði Hansen fekk bert ein dag leikbann ístaðinfyri tveir dagar, sum kappingarnevndin annars legði upp til Savnsmynd 21 ára gamli Jacob Bymar hevur roynt seg í Esbjerg, har hann higartil í ár hevur verið sjey ferðir á besta liðnum NÝGGJUR KÍ SPÆLARI Jóannes Hansen Klaksvíkingar brynja seg av nýggjum. Eftir stórtapini fyrr í ár ímóti B36 kundi kanska roknast við, at tað var í verjupartinum, at teir styrktu um og tettu. Men ofta verður sagt, at álop er besta verja, og soleiðis ber til at síggja upp á tað, nú KÍ hevur gjørt avtalu við danskan álopsspælara. Talan er um 21 ára gamla Jacob Bymar, sum higartil hevur spælt við Esbjerg. Hann er 183 centimetrar høgur, og hann hevur spælt 22 unglingalandsdystir fyri Danmark: 4 U15, 9 U 16 og 9 U 18 landsdystir. Jacob Bymar hevur verið sáttmála- bundin hálva tíð í Esbjerg, men nú er tað skeiðið runnið, og ungi maðurin, sum ikki hevur megnað at spælt seg til fast pláss, hevur ynskt at royna nýggjar leiðir. Í ár hevur hann verið sjey ferðir inni á vøllinum á besta Esbjerg liðnum. At ungi maðurin, sum er ættaður av Fanø, hevur funnið leiðina til Klaksvík- ar, kemst av sambandinum, sum Bill Jacobsen, ið er fyrisitingarligur leiðari og ungdómsvenjari í KÍ, hevur við Esbjerg. Bill búði mið- skeiðis í níti árunum nøkur ár í Esbjerg, har hann sam- an við skúlalæraranum Kaj Olsen var venjari hjá bestu dreingjaliðunum. Millum spælararnar vóru eitt nú Jacob Bymar og Jan Kristi- ansen, sum nú er fremsta álopsvápnið á besta Esbjerg liðnum. – Jacob er stórur, skjótur og ágrýtin. Hann sparir ikki at royna ímóti málinum. Vit settu okkum í samband við hann longu í mars. Tá hevði hann hug at gevast at spæla fótbólt, tí hann hevur verið so nógv skaðaplágaður. Í fjør var hann eitt skifti út- leigaður til B1909 í 1. deild. Hann er spentur at koma til Føroya at royna seg, og um tað gongst hon- um væl, so er ikki óhugs- andi, at hann verður áhug- aður í at halda fram eftir ársskiftið. Men nú fáa vit at síggja, sigur Bill Jacobsen. Nýggi álopsspælarin hjá KÍ kemur til Klaksvíkar síðst í juli mánað. Spurn- ingurin er so, hvar liðið, sum hann skal spæla við, verður á støðutalvuni, tá ið hann kemur. Tað verður avgjørt næstu vikuna. Í KÍ siga teir, at nýggi maðurin hevur loyvi at spæla við í Europa Cup dystunum ímóti norska Molde. Tá ið vit spyrja KÍ formannin, Gest Hovgaard, um danski spælarin skal loysa Hjalgrím Elttør av, svarar hann soleiðis: – Um tað stendur til okk- ara, so fer hann at spæla saman við Hjalgrími Elttør. Eingin ivi skal vera um, at vit fegnir síggja, at Hjal- grím heldur fram hjá okkum. Sum eg áður havi sagt, so fara vit ikki at leggja honum forðingar í vegin fyri at fara uttan- lands. Hann skal taka av- gerðina sjálvur, og um fel- agið, sum hann ætlar sær til, er rættuliga áhugað, so ivist eg onga løtu í, at tað finst ein semja millum okkum og tað felagið. Men vit vilja fegnir hava Hjal- grím her hjá okkum. Føroyskir summar- gestir í Danmark fáa leygardagin 19. juli høvi at síggja FCK spæla ímóti turkiska Galatasaray ÚTISETI Jóannes Hansen Føroyingar í summarfrí utt- anlands fregnast ofta eftir, hvørjir fótbóltsdystir eru á skránni, meðan teir eru á flatlondum. Ofta roynist tað ikki so væl, tí í juli er danska fótbóltskappingin í summarfrí. Men í summar sær eitt sindur betri út, bæði hjá teimum, sum seinni í mánaðinum fara at vera stødd í Jyllandi og teimum, sum fara at hugna sær í danska høvuðsstaðnum. Skráin fyri næsta kapp- ingarárið í superliguni er júst kunngjørd. Fyrsta um- farið verður spælt sunnu- dagin 27. juli, men longu leygardagin 26. juli verður fyrsti dysturin, sum verður vístur á TV3+ sjónvarps- rásini. Meistaraliðið FCK og Todi Jónsson skulu til Ålborg, har uppgávan í fyrsta umfarinum verður rættuliga torfør. Men longu vikuskiftið frammanundan verður møguleiki at síggja FCK spæla á rættuliga høgum støði. AB skipar í Glad- sakse fyri Dunlopillo Summer Cup, sum teir kalla lítlu kappingina, sum verður leygardagin 19. og mánadagin 21. juli. AB skal leygardagin spæla ímóti hollendska Vit- esse Arnhem, og FCK skal kl. 14 henda leygardagin spæla ímóti Galatasaray úr Turkalandi. Mótstøðuliðið hjá FCK er ikki hvat sum helst. Teir hava verið mest sum fastir luttakarar í euro- peisku meistarakappingini, har teir onkra ferðina hava rokkið heilt langt. Mánadagin 21. juli skulu vinnararnir av leygardags dystunum spæla ímóti hvørjum øðrum, og tapar- arnir skulu eisini dystast innanhýsis. Legg til merkis, at henda kappingin verður í Glad- sakse og ikki í Parkini, har FCK annars spælir sínar heimadystir. Færri spælarar Komandi mánadag fara donsku feløgini undir fyri- reikingarnar til nýggja kappingarárið. Hesar sein- astu dagarnar hevur verið at hoyrt um feløg, sum keypa spælarar, og um spælarar, sum leita eftir nýggjum fel- øgum. FCK hevur ikki verið millum feløgini, sum hava keypt nýggjar spælar- ar, og leiðslan í felagnum hevur fleiri ferðir sagt, at teir halda tilfarið, sum teir hava, vera nóg gott at verja meistaraskapin við og at stríðast fyri at koma í bólkaumfarið í europeisku meistarakappingini við. Í staðin fyri at keypa spælarar hava teir í FCK sloppið sær av við onkrar av teimum, ið hava tyngt á lønarlistanum, men sum ikki hava megnað at spælt seg til pláss á besta liðnum. Millum teir, sum ikki long- ur eru á FCK listanum, er álopsspælarin Pascal Simp- son. Hann var ein av kapp- ingarneytunum hjá Toda, og tað varð roknað nógv við honum, tá ið hann fyri nøkrum árum síðani kom í felagið. Men Pascal Simp- son gjørdist ongantíð nøkur hóttan ímóti eitt nú Toda Jónsson. Hann hevur verið nógv skaddur, eitt skifti varð hann leigaður til svenskt felag, og nú hava skaðarnir havt við sær, at hann gevst at spæla fótbólt. Danskur álopsspælari skal hjálpa KÍ Todi til Ålborg C M Y K 20