Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 123 - 3. juli 2003 UTTAN ÚR HEIMI Nýttu hermenn til royndir Amerikanska tíðindastovan AP visti í gjár at siga, at amerikanski herurin nýtti 5.842 av sínum egnu her- monnum í ymsum royndum við hópoyðingarvápnum í seksti- og sjeytiárunum. Skjøl, sum AP hevur fingið fatur á, vísa, at amerik- anski herurin gjørdi royndir við drepandi nervagassi í Alaska og á Hawaii-oyggjunum, og at fleiri royndir eis- ini vórðu gjørdar við ymsum lívfrøðiligum vápnum. Eisini herflotin gjørdi tílíkar royndir. Serliga kavbátar vórðu nýttir til royndirnar, og í skjølunum sæst, at tí- líkar royndir vórðu gjørdar í Norðuratlantshavinum og í Kyrrahavinum. 260 fyrrverandi amerikanskir hermenn vilja vera við, at teir fingu mein av royndunum, men tað avsannar verjuleiðslan í Pentagon. Men fleiri limir í Kongressini siga seg vera skelkaðar av tíðindunum hjá AP, og teir hava nú biðið Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra al- mannakunngera allar upplýsingar um tær vandamiklu royndirnar. Dýrir tímar Tann 16. juli kemur ísraelski forsætisaráðharrin, Ariel Sharon, til Noregs at tosa við Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra um viðurskiftini í Miðeystri. Sharon verður mettur sum mál hjá yvirgangsfelags- skapum, hvørja ferð hann fer úr Ísrael, og soleiðis er eisini, nú hann kemur til Noregs. Sharon hevur ein riðil av trygdarmonnum við sær, men norska løgreglan met- ir vitjan hansara sum eina av teimum vandamiklu og hevur gjørt av at skipa fyri umfatandi trygdartiltøkum. Eftir ætlanini skal Sharon steðga fimm tímar í Noregi, og sambært løgregluni fara trygdartiltøkini hesar tím- arnar at kosta millum fimm og sjey milliónir krónur. Annars undrast fleiri ísraelskir fjølmiðlar á, at Shar- on hevur valt at fara til Noregs. Teir vísa á, at millum nógvar høgravendar ísraelsmenn er Noreg ikki serliga væl umtókt eftir ta miseydnaðu Oslo-ætlanina um varandi frið í Miðeystri. Sharon fer tó ikki bert at vitja í Noregi. Tann 13. juli kemur hann til Bretlands. Leita eftir barnarænara Spanska løgreglan leitar eftir einum manni, sum er ákærdur fyri at hava burturflutt sína egnu dóttur. Mað- urin varð settur í varðhald mánadagin, men longu dagin eftir eydnaðist tað honum at flýggja úr varðhaldinum. Løgreglan vil vera við, at tann 42 ára gamli maðurin burturflutti sína egnu fimm ára gomlu dóttur í november í 2001. Gentan búði saman við mammu síni í býnum Loja har suðuri í Spania. Í hálvtannað ár eydn- aðist tað manninum at fjala gentuna í einum goymslu- bygningi, har hann búði saman við einum øðrum manni og tveimum skøkjum. Í síðstu viku kom løgregl- an fram á mannin og gentuna, sum nú er latin teimum sosialu myndugleikunum. Løgreglan sigur, at gentan hevur tað gott eftir umstøðunum. Hon hevur ikki gingið í skúla, síðani hon varð burt- urflutt, tí pápin var bangin fyri, at hon fór at melda hann til løgregluna, hevur gentan greitt frá. Týsk kreppa Tann viðurkendi DIW-stovnurin í Berlin væntar 0,1 pro- sent afturgongd í týska búskapinum í ár, og at vøksturin næsta ár verður neyvan meiri enn 1,3 prosent. Tað er minni, enn Gerhard Schrøder, kanslari, hevur sagt. Hann hevur sagt, at næsta ár verður vøksturin í týska búskapinum tvey prosent. Hann hevur kortini biðið evropeiska miðbankan lækkað rentuna uppaftur meiri, enn gjørt er. Herfyri setti bankin rentuna niður í tvey prosent, men kanslarin vil hava hana longur niður, tí hann sigur tað vera avgerandi fyri gongdina í týska búskapinum. Týska stjórnin heldur fast um, at hon virðir avgerð- ina hjá ES, sum sigur, at fíggjarlógarhallið hjá lima- londunum má ikki fara upp um trý prosent av bruttutjóðarframleiðsluni. Í fjør rakk Týskland ikki málinum, tí tá var hallið 3,75 prosent, og tað verður heldur ikki mett, at landið fer at røkka málinum í ár. Palestinski forsetin kann fara úr Ra- mallah til Gaza, men heimaftur sleppur hann ikki. MIÐEYSTUR Árni Joensen Tá ísraelski forsætisráð- harrin, Ariel Sharon, og palestinski forsætisráðharr- in, Mahmoud Abbas, hitt- ust fyrradagin, reisti Abbas spurningin um at lata Yasser Arafat, forseta fáa frítt at fara í teimum palest- insku sjálvsstýrisøkjunum. - Hann kann fara úr Ramallah til Gaza-geiran, men treytin er, at hann verður verandi har, var greiða svarið hjá Sharon sambært ísraelska blaðnum Haaretz. Arafat hevur sitið í húsavarðhaldi í Ramallah á Vestara Áarbakka, og fleiri ferðir hava ísraelsmenn søkt at høvuðsstøð hansara. Ísraelskir embætismenn hava í seinastuni avdúkað, at stjórnin í Tel Aviv eisini umhugsaði at beina fyri Arafat, og í øðrum førum varð umhugsað at koyra hann úr Miðeystri. Á fundinum umrøddu Sharon og Abbas eisini teir nógvu palestinararnar, sum sita í ísraelskum fongslum. Ísraelski mannarættindafel- agsskapurin B'T heldur, at umleið 5.000 palestinar sita fangar í Ísrael. 1.200 teirra eru í sokallaðum umsiting- arligum varðhaldi, sum millum annað ber í sær, at teir fáa ikki løgfrøðiliga verju, og teir eru heldur ikki ákærdir fyri nakað brotsverk. Arafat sleppur at ferðast men bara annan vegin Arafat kann fara úr Ramallah til Gaza, men hann sleppur ikki heimaftur Amerikanska stjórnin fer harðliga til verka fyri at fáa onnur lond at verja amerikanarar ímóti krígsbrots- mannadómstólinum í Haag. Ein uppgerð við Evropa er á veg, skriv- ar Washington Post. KRÍGSBROTSVERK Árni Joensen Stjórnarumsitingin í Wash- ington hevur sett sær fyri, at eingin amerikanari skal dragast fyri krígsbrots- mannadómstólin ICC, og nú verður stjórnin løgd undir at fyrireika seg til ein diplomatiskan nevaleik við at hótta við at taka hernað- arliga stuðulin frá londum, sum ikki vilja vátta, at tey fara at verja amerikanarar ímóti dómstólinum. 35 lond fingu gjáranátt- ina at vita, at tey fáa ikki meiri hernaðarstuðul úr USA í ár, og tey hava sam- stundis fingið at vita, at teirra nøvn fara ikki at standa á fíggjarlógini næsta ár. Samstundis sita embæt- ismenn hjá stjórnini og kanna, hvørji onnur lond skulu fáa somu ella líkn- andi boð, skrivar Washing- ton Post. Fleiri lond kenna seg illa viðfarin. Ein talsmaður hjá litavisku stjórnini sigur við amerikanska blaðið, at Litava hevur stuðlað USA í stríðnum ímóti yvirgangi, og harafturat sendi landið her- menn til Afghanistan. Næsta ár verður landið limur í NATO og hevur brúk fyri amerikanskum stuðuli. Eitt annað land er Kroatia. USA hevur seinastu árini lagt stórt trýst á kroatisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at útflýggja krígsbrots- mannadómstólinum í Haag sínar krígsbrotsmenn, men nú vil amerikanska stjórnin hava landið at skriva undir uppá, at tað fer ikki at út- flýggja amerikanarar til rættarsókn í Haag. - Vit kunnu ikki tosa við tveimum tungum, sigur kroatiski sendiharrin í USA, Ivan Grdesic, við Washington Post. Talsmaðurin hjá amerik- anska uttanríkisráðnum, Richard Boucher, gjørdi fyrr í vikuni greitt, at stjórnin leggur sera stóran dent á at fáa avtalu við flest møgulig lond um at at verja amerikanarar ímóti krígs- brotsmannadómstólinum. - Tey lond, sum ikki skriva undir, og sum fáa hern- aðarstuðul hiðani, skulu rokna við broytingum í viðurskiftunum, segði hann. USA í diplomatiskum nevaleiki Hóast tað í útgangs- støðinum ikki letur seg gera at biðja Hægstarætt taka støðu til dómin, sum fall í hópneyðtøkumálinum mánakvøldið, ætla verjarnir hjá teimum fimm dømdu monn- unum at royna tað. HÓPNEYÐTØKA Árni Joensen Avgerðin hjá Eystara lands- rætti at døma teir fimm menninar sekar í at hava hópneyðtikið eina føroyska kvinnu í einum bakgarði á Nørrebrúgv í Keypmanna- havn um jóltíðir í fjør kom eftir øllum at døma full- komiliga óvart á verjarnar hjá monnunum. Í býarrættinum á Fred- eriksberg vórðu allir teir fimm menninir fríkendir, men dómararnir í Eystara landsrætti høvdu eina aðra uppfatan av málinum og dømdu menninar tvey ára fongsul. Harafturat skulu teir rinda kvinnuni 50.000 krónur í endurgjaldi í part. Men verjarnir ætla ikki at sleppa málinum so. Vanliga ber tað ikki til at skjóta skuldarspurningin ella revsingina inn fyri Hægstarætt í einum slíkum máli, men tað ætla verjarnir at royna. Ein teirra, Knud Erik Meinertz, segði við Berlingske Tidende í gjár, at hann og hinir verjarnir hava ilt við at góðtaka úr- skurðin hjá landsrættinum, tí eftir teirra tykki kom einki nýtt fram, tá málið var fyri har. - Eftir okkara uppfatan hevur landsrætturin gjørt eitt mistak við at skúgva fleiri vitnifrágreiðingar til viks. Ístaðin hevur rætturin lagt dent á frágreiðingina hjá kvinnuni og sostatt somu frágreiðing, sum býar- rætturin metti ótrúverduga, og sum var grundgevingin fyri, at menninir vórðu frí- kendir har. Vit halda, at úr- skurðurin hjá landsrættinum er grundaður á moralskar metingar um, hvat ein ger og ikki ger, tá tað kemur til kynsliga samveru, sigur Knud Erik Meinertz. Ein tann fremsti løgfrøð- ingurin í Danmark, Eva Smith, professari, sigur við Berlingske Tidende, at tað er einki løgið í tí, at tveir dómstólar koma til hvør sína niðurstøðu í sama máli. Seks aðrir skuldsettir Higartil eru fimm menn dømdir fyri at hava neyð- tikið ta føroysku kvinnuna. Í dóminum hjá Eystara landsrætti stendur, at fimm menn og kanska uppaftur fleiri neyðtóku kvinnuna. Seks aðrir menn eru skuldsettir fyri at hava medvirkað til hópneyðtøk- una, og aftan á summarfrí- tíðina fer statsadvokaturin at taka støðu til, um ákæra eisini skal reisast ímóti teimum, skrivar Politiken. Kvinnan hevur sambært verja hennara, Helle Hald, sagt, at hon vil helst sleppa undan fleiri rættarmálum í sambandi við tilburðin. Ætla sær í Hægstarætt við neyðtøkumálinum C M Y K 22 Nr. 123 - 3. juli 2003 23 Søkt verður eftir dagrøktara at byrja 20. august 2003, fyribils í hálvt ár. Umsóknir skulu vera dagrøktini í hendi innan 15. juli 2003. Dagrøktarskipanin í Sjóvar Kommunu 490 Strendur Handilsfólk Vit sóknast eftir einum fólki til handil okkara at byrja hálvan juli. Pf. Johannes Andreasen Grønlandsvegur 16 110 Tórshavn · Tlf. 312087 Frá Fuglafjarðar býráð Feløg og einstaklingar,sum hava ætlanir um at nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2003-2004 verða biðin um at senda mentamálanevndini skriv- liga umsókn í seinasta lagi hósdagin 15. august 2002 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 02. juli 2003 Fuglafjarðar kommuna Mentamálanevndin P/f Føroya Fiskavirking Reingerð Søkt verður eftir einum fólki til reingerð, at byrja 4. august 2003. Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga. Arbeiðið umfatar m.a. vask av skiftingarrúmum, skrivstovum og trappu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til P/F Føroya Fiskavirking,Vestara Bryggja Postboks 218 · FO-110 Tórshavn Tlf. 355555 · Telefax 312631 Suðuroyar Norðara læknadømi Signar Dam er í summarfrí frá 4. juli til 11. august. Vikarur røkir praksis. Søkt verður eftir 2 avloysarum til Streymoyar øki at byrja 1.september 2003.Einum til avgreiðsluna í eitt hálvt ár og einum málsviðgera til løntakaralíkningina í 2 ár. Høvuðsuppgávur Uppgávurnar í avgreiðsluni eru at avgreiða kundar um skivuna og svara fyrispurningum um telefonina saman við øðrum fyrifallandi uppgávum. Uppgávurnar í løntakaralíkningini er persónslíkning og annars vanligt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava HH-útbúgving. Við- komandi skulu vera arbeiðssom og fyrikomandi, og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum sam- stundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, v.ø.o. sjálvstøðug størv í góðum arbeiðs- umhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs- royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki,men fevnir ann- ars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí,og tey,ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum um tað verður kravt. Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Toll- og Skatt- stovu Føroya, Streymoyar øki, Eyðun Joensen, deildar- leiðara, á tlf. 31 02 60. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um við- komandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18 juli 2003. Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 · 110 Tórshavn Toll- og Skattstova Føroya Avloysarastørv sum málsviðgerðar Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinn- krevjing hja landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan, har viðkomandi koma at starvast, er á Smyrilsvegi, Posttolldeildin heldur til á Óðinshædd og Tollbúðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail streymoy@tollskatt.fo Kunngerð um hægstu dagpeningaupphædd Við heimild í § 9, stk. 2 í »Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m.« (dagpeningalógin), ger Almannastovan kunnugt: § 1. Hægsta dagpeningaupphædd er ásett til kr. 3.459,00 um vikuna íroknað frítíðarløn. § 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. mai 2003. ALMANNASTOVAN hin 30. juni 2003 Petra J. Joensen(sign.) Almannastjóri i 23