hósdagur 14. juli 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CH
Seismikkskipið undir Føroyum:
Styggir upsan
Nærri enn fýra fjórðingar frá seismikkskipinum fáa snellubátar-
nir ikki livandi. Upsin órógvast av seismikkskotunum
Hetta er fyrsta greinin av
eini langari rød, sum kann
fevna um tey næstu 50 árini,
verður olja funnin í før-
oysku undirgrundini. Í hesi
vikuni eru føroyskir fiski-
nenn fyri fyrstu ferð vorð-
ir órógvaðir av oljuvinnu
hóast hendan enn liggur í
vøgguni og bert talan er um
torkanningar
Amerikanska seismikk
skipið frá felagnum West-
ern hevur seinastu tíðina
skotið seismikk í kantinum
á Føroyabanka.
Føroyskir bátar hava
roynt á hesi leiðini seinastu
dagarnar, serliga línubátar,
men eisini snellubátar, sum
ikki hava íslandsloyvi.
Vit hava tosað við skip-
aran á einum av snellubáti
og hann greiðir soleiðis frá:
— Sunnudagin byrjaði
dagurin gott. Tað skrivaði
væl og vit høvdu drigið
6000 pund á middegi. Men
sosóu vitseismikkskipið og
vit mistu kennið. Vit vóru
ongantíð nærri enn fýra
fjórðingar frá skipinum,
sigur hann.
— Vit royndu allan dagin
og hóast skriftin var góð á
ekkoloddinum, so kendi vit
hann næstan ikki aftur. Frá
middegi og ul vil góvust
seint á kveldi høvdu vil
drigið 800 pund. Tað er
ongin ivi um at seismikk-
skotini hava órógva upsan.
Hann tók í hvussu er ikki,
sigur skiparin.
— Men tað er logið, vit
hoyrdu línubátarnir, men
tað tyktist ikki sum teir
órógvaðust av seismikk-
skipinum. Teir fingu fisk,
hóast teir settu har seis-
mikkskipið arbeiddi.
Fiskurin tekur í agn, hóast
skotið verður seismikk,
sigur hann.
— Annars vóru føroying-
arnir umborð á ófgrir at siga
línubátunum frá, hvar skip-
BBC til Føroyar
Bretska almenna sjónvarpið BBC ætlar at koma
til Forovar í summar og gera sendingar um
førovska grindadrápið. Eitt sjónvarpslið kemur í
næstum og teir vóna at kunna verða á staðnum
næstuferð ein grind leggur beinini. Foroyingar
rokna sær nógv burtur úr vitjanini hjá BBC. BB(
er kent fyri dugnaligan tíðindaflutning og at lýsa
eitt mál frá ollum síðum. Kanska bretar nú fåa at
vita bakgrundina fyri grindadrápi. je
ið arbeiddi. Tad er skjótt at
línubátarnir missa reið-
skap, seta teir at skipið
arbeiðir, sigur hann.
Tveir føroyingar eru
umborð á seismikkskipin-
um. Teir eru Jan Kristoffer-
sen úr Havn og Jóhan
Simonsen úr Vestmanna.
Teirra uppgáva er, at vera á
brúnni og siga føroysku
skipunum frá hvussu seis-
mikkskipið arbeiðir.
Vita um
trupulleikan
Vit tosadu við Alcks-
andur Christiansen, fiski-
frøding á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Hann sigur at trupulleikar
hava verið aðrastaðir í
heiminum av seismikk-
kanningum. Eitt nú góvu
seismikkkannningar í Har-
dangerfjórðinum í Noregi
herfyri nógva umtalu og
fiskimenn vóru ónggdir.
— Trýstbylgjurnar frá tá
seismikkur verðir skotin
órógva fiskin. Tí er neyðugt
við reglugerð um hvussu
tílíkar kanningar verða
gjørdar, tílík reglugerð
finnst, sigur hann
Seismikkskipið hevur
skotið seismikk kring Før-
oyabanka, men teir eru ikki
komnir inná bankan, teir
sleppa íkki nærri enn inná
eittávístdýpið.
jústinus
Seinast vit frættu lá
skipið hjá Paul Watson,
”Whales Forever“ fram-
vegis í Lerwick. Enn var
onki umvælingararbeiði
farið fram og heldur íkki
var stóða tíkin til um
skipið skuldi umvælast í
Lerwick, ella um tað
skuldi halda leiðina til
Aberdeen. Har varð rok-
nað við stórri pressuum-
talu.
Paul Watson sjálvur er
farin til Týsklands at
savna sær stuðul. Høv-
uðsvápnið hjá Watson í
sínum livibreyði at verja
hval eru fjølmiðlarnir.
Men Watson hevur ikki
havt fjølmidlarnar
rættuliga vid sær i sein-
astuni. Hann hevur einki
rós fingið i Bretlandi,
heldur ikki úr USA fyri
seinasta avrikið í Norð-
umoregi. Har breyt Wat-
son allar hugsandi lógir
Í 5900
Nr. 132 — 14. JULI 1994
Watson
riggar til
Skipið liggur enn í Lerwick,
men Watson savnar sær
stuðul í Týsklandi
Síða 5
fyri sjófarandi, heldur
ikki týdningarmiklasta
regluna á sjónum, at
halda av. Hann rendi
inní bakborð á norska
vaktarskipinum ”And-
esnes“ og í bakborði
lýsir sum øllum sjó-
monnum kunnugt reyða
laternan.
Watson kemur til Før-
oyar. Hetta hevur hann
boðað bretskum fjøl-
miðlum frá. Grinda-
mannafelagið = hevur
fingið fleiri fyrispurn-
ingar í samband við
grindadráp frá útlendsk-
um fjølmiðlum. Roknað
verður við at heimspres-
san verður á staðnum,
fer Watson at gera um
seg í Føroyum. Friðaligt
verður neyvan tá Wat-
son kemur hendanveg-
in.
jústinus
25 Meira fæst at
vita á telefon
SMYRIL LINE
- títt ferðasamband við útheimin -