Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr Síða 10 Nr. 132 — 14. JULI 1994 Fyrsta og kanska størsta orðingin burturbeind: Siggja gjøgnum basaltid í Ein nýggj verð liggur opin fyri okkum - fóroyingum og ikki minst oljuídnaðinum. Fyrstu seismisku royndirnar hjá Western- skipinum Sea Star vísa nú, at tað ikki longur er nøkur forðing at “síggja" niður gjógnum tjúkku basaltløgini. Fyrsta stóra sendingin av telduupplýsingum fer til Onglands við Teistanum í dag. Um ein góðan mánað vita vit meira um fóroysku undirgrundina. Tað eru nú góðar tríggjar vikur, síðani Sea Star fór undir Føroyar at gera seis- miskar kanningar. Fyrst vóru teir á Lopransfirði og gjørdu sokalladar VSP- kanningar f sambandi vid boriholið i Lopra. Síðani var farið suður og eisini eystur um Føroyar. Hesa seinastu tíðina hava teir verið vestan fyri og hava teir kannað eitt 1500 km. stórt øki. Sea Star var á Havnina í gjár fyri at skifta mann- ing. Teir vóru eisini við teimum fyrstu upptøku- num, sum fara til Aber- deen í dag við Teistanum. Haðani fara tær víðari til høvudsstødina hjá Wes- tern í London. Har kunnu teir koma við teimum fyrstu ábendingunum, um møguleikarnar at finna olju í undirgrundini, um ein góðan mánað, frætta vit umborð á Sea Star. Tað hevur annars ging- ið væl í hond hjá Western. Teir hava ikki verið stór- vegis tarnaðir av veðri, men tey serstøku streym- vidurskiftini kring oyggj- amar hava volt nakað at byrjunartrupulleikum. Hesir eru nú loystir. Turgei, sum starvast sum geofysikari umborð, og sum tekur sær av at viðgera upplýsingarnar, áðrenn tær fara til víðari viðgerð í London, sigur við Sosialin, at teir hava fingið sera góðar upp- lýsingar. Hann er ikki minst fegin um, at tað hevur eydnast teimum at “síggja" niður gjøgnum tjúkku basaltløgini. Frammanundan varð tað ivasamt, hvussu væl bar til at sleppa niður gjøgnum basaltið við tí nýggjastu tøknifrødini. Áður hevur hetta ikki eydnast so væl. Tá Sea Star kom til Før- oya fyri umleið einum mánað síðani skutu teir nakrar sokallaðar testlinjur. Hesar upplýsingarnar fóru alt fyri eitt til Bretlands at verða vidgjørdir, og henda viðgerðin er nú liðug. Hon sigur klárt og greitt, at tað ber til at koma niður gjøgnum basaltið og fáa Tíðindablaðið Gt góðar upplýsingar upp- aftur. Negdur higartil Martin Heinesen, leiðari á oljufyrisitingini var um- borð á Sea Star tá Sosial- urin vitjaði. Hann var tá í ferð við at hyggja at nøkr- um av seismisku kortu- num frá Føroyaleidunum saman vid Judith Neish, seismikkserfrødingi. Hon arbeidir sum rådgevi hjå føroysku oljufyrisitingini og er hon umborð á Sea Star, meðan kanningarnar fara fram. Martin Heinesen er annars nøgdur við gongd- 1 Hóast basaltlagið er fleiri túsund metrar tjúkt, so ber nú til at "siggja” niður ígjógn- um. Her greiðir Judith Neish, seismikkser- fréðingur og ráðgevi hjá landsstýrinum Martin Heinesen leiðara á Oljufyris- itingini frá, hvussu gongst við kanning- ur.um. Mynd jan Seismiska skipið Sea Star å Havnini eftir olju. Mynd jan ina f øllum seismikk- målinum higartil. Hann er serliga fegin um, at tær fyrstu royndarlinjurnar visa, at tad ber til at siggja nidur gjøgnum basaltid. Enn ber tó ikki at siga nakað við vissu, tí stóra mongdina av upplýsingum frá kanningunum hesar tríggjar vikurnar nú fer til Onglands. -Vit hava fingið at vita, at tað ber til at síggja niður gjøgnum basaltið. Tann næsti stóri spurningurin er so, hvat vit kunnu síggja har. Hetta er tað, sum serfrødingarnir í London skulu til at kanna komandi