fríggjadagur 15. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI- JAVNAÐUR - BRØDRALAG
Blaðlóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/1 Saslalurin
Uppsetng. PA Seslalurin
Prent: PA Pressan 1981
Bústaður: Argjavegi 26
Teleton: 11820
67. ÁRGANGUR
110 Tórshavn
Tølelax: 14720
Argjum
Haldið fram við sama
undirgrundarpolitikki
Í vikuni komu vit so eitt stig víðari.
Kanningarnar av undirgrundini eru nú
komnar so mikið væl áleiðis, at tær
fyrstu veruligu og miðvísu seismisku
upptøkurnar av føroysku undirgrundini
nú eru farnar til Bretlands, har tær skulu
viðgerast á heimsins størstu og mest
framkomnu telduviðgerðarstøð fyri
seismiskar upplýsingar.
TAÐ er skjótt ein mánaði síðani, at
Westernskipið Sea Star kom á Havnina
og síðani fór undir seismiskar kann-
ingar. Hesar kanningar eru gingnar væl
skilja vit, og nú verður so bíðað í
spenningi eftir, hvat tær siga um
fláirnar undir basaltinum. Man tað
veruliga vera so, at tað undir basaltinum
goyma seg oljugoymslur, sum kunnu
koma at broyta okkara tilveru og hana
hjá okkum eftirkomarum fullkomiliga?
Meðan mong seta sítt álit á hetta
rikidømi, so eru tað onnur, sum eru
meira varin og ivasom. Tey bera kanska
ótta fyri, at ov stór rikidømi í
undirgrundini skulu fara at forkoma
okkum sum tjóð. Men hvussu og ikki,
so halda kanningarnar fram.
Politikkurin hjá sitandi landsstýri
verður ikki broyttur ella verður hann
tað?
TAÐ sær ikki mætari út, enn at vit fara
at fáa ein sambandsløgmann um stutta
tíð. Hesin maðurin hevur eina heilt aðra
stóðu til allan oljuspurningin enn
sitandi stýri. M.a. var hann hart ímóti at
geva loyvi til seismiskar kanningar.
Hetta hevur hann grundað á støðu sína í
marknatrætuni við bretar. Hann hevur
víst á, at vit eiga at loysa hesa trætuna,
áðrenn vit fara undir nakrar kanningar
sum helst.
MEN tær eru so byrjaðar, og neyvan fer
eitt komandi landsstýri undir einum
sambandsløgmanna at broyta nakað her.
Men vit kunnu so bara vóna, at tann
hóvliga og skilagóða linjan, sum ver-
andi landsstýri við løgmanni á odda
hevur valt í oljumálinum ikki verður
broytt, tí tað kannn eftir okkara meting
fáa álvarsligar fylgjur. Vit mugu ikki nú
fara og vísa umheiminum, at vit eru
ikki til at líta á og at vit - bert 45.000
menniskju - ikki kunnu standa við eina
avgerð, hóast vit skifta stýri.
TAÐ skal vera vón okkara, at komandi
landsstýri og tey fólk, sum fara at um-
sita undirgrundina, halda fram vid ver-
andi politikki, sum snýr seg um ikki at
leypa fram av men heldur ikki drála
óneyðugt. Vit hava sett okkum fyri at
kanna, um olja er í undirgrundini. Í
hesum sambandi skal gerast eitt stórt
arbeiði á lógargkinum og á ødrum
økjum. Tað er hetta arbeiði, sum
komandi landsstýri má halda fram við
og menna. Ímeðan verða tær seismisku
kanningarnar gjørdar, og ímeðan verður
samrást um markið. Latið ikki hesi
málini forða fyri hverjum gðrum.
Arbeiðið miðvíst víðari á hvgr sínum
øki og roynið og fáið sum frægast
burtur úr, eisini um ein komandi
samgonga verður stuttlivid ella fær ilt
við at taka avgerðir. Tá skal javn-
aðarflokkurin vera tan fyrsti at vísa
góðan andstødupolitikk. Flokkurin fer
til eina og hverja tíð at stuðla komandi
stýri, fer tað at halda fram við verandi
undirgrundar- og oljupolitikki. Men
haraftrat skal sigast, at flokkurin fer
eisini at fylgja væl við, soleiðis at tað
ikki verða tiknar skeivar avgerðir
aftanfyri leiktjøldini, tí ein skeiv avgerð
í hesum stóra álvarsmál kann koma at
kosta okkara samfelag nógv meira enn
=
bæði 70-ara, 80-ara og 90-ara-
politikkurin hevur kostað okkum.
SOSIALURIN
—Á
Marita Petersen við Edmund Joensen:
Veljararin vil ikki
hava okkum at stýra
Edmund Joensen og Marita Petersen heilsast undan fundinum í gjár. Tað verður valla til meir enn tað sama.
Mynd: Jan
Í gjár stóð javnaðarflokk-
urin fyri tørni í landsstýris-
samráðingunum hjá sam-
bandsflokkinum.
Edmund Joensen legði
bandsflokkinum, og segði
hvat hann ætlar at virka fyri
í eini samgongu.
Og tað var tað sama, sum
flokkurin førdi fram í val-
stríðnum. | Hevuðsmálini
eru at fáa kostnadarstødid
niður, at fáa eina nýggja
avtalu við danir, og at fáa
samráðingar við ES í lag
Harafturat løgdu teir ein
hóp av punktum fram, sum
teir vilja hava við í eitt
møguligt samgonguskjal.
Neyvan í samgongu
Hetta var bert ein kunn-
andi fundur - men hann førir
neyvan til samráðingar um
eina samgongu við hesum
báðum flokkum
- Eg segði Edmundi sum
var: Eg haldi íkki, at
javnaðarflokkurin eigur at
fara í samgongu aftur, segði
Marita Petersen eftir fun-
din.
- Tað segði eg, tí eg haldi
at veljarin greitt hevur givið
til kennar, at hann íkki
ynskir okkum at stýra.
Marita vísir á, at flokkur
hennara beyð seg fram til
valið, men bleiv klárt og
týðuliga vrakaður av veljar-
unum.
- Tí hevði tað verið at
gjørt ímóti teirra ynskjum,
um vit fóru útaftur í Tinga-
nes nú, heldur hon.
Vilja síggja
tigglarføg na
Men skuldi tað hent, at
aftur
javnaðarflokkurin
fram sjónarmiðini hjá Sam- - fíggjarlógin
bandsflokkurin ætlar at fáa
fíggjarlógina at hanga
- Teir hava boðað frá spar-
ingum, og tað merkir, at
skal síggja
annarleiðis út, enn tann vit
hava nú.
- Hetta haldi eg vera tað
týdningarmesta at fáa semju
um, um okkara flokkar
skulu samstarva, sigur
Marita petersen.
FJÓS
VERI
1'h ára garanti
Prisdømi:
155/70RX13=369,-
165/70RX14=476,-
185/65RX15=549,-
v/ MVG, åmontering
og avbalansering
- Vit bjóðaðu okkum til at halda fram í landsins stýri, men veljarin
vildi ikki hava okkum. Tí heuði tað verið skeivt av okkum at farið í
samgongu
verður kallaður ul samráð-
ingar, so fer hann at krevja
at fáa at vita, hvussu sam-
NORDBIL
Tlf. 13707 . Fax 10855