fríggjadagur 15. juli 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK)
Báðir til New Zealands
Fyri 18,5 mió. krónur tilsamans keypti fyritókan Sanford Ltd. í
New Zealandi dalstrolararnar Hádegisklett og Stígarklett
hevði 3,4 og 3,5 mió í kravi.
Skipskredittgrunnurin er
So gjørðist føroyski skipa-
flotin aftur tveir trolarar
fátækari.
Í gjár fóru teir báðir dals-
trolararnir, partrolararnir
Hådegisklettur og Stigar-
klettur, undir hamaran, og
hægsta boðið átti fyritøkan
Sanford Lid. år New Zea-
landi. Stjórin umboðaði
fyritøkuna í fútarættinum.
Teir fingu báðar trolar-
arnar fyri tilsamans 18,5
mió. krónur umframt nakrar
úreiðslur aftrat fyri slakar
700.000 krónur.
Vegna ein ókendan keyp-
ara bjóðaði Jógvan Páll
Lassen ímóti, men hansara
seinasta boð var 18,4 mið.
krónur.
Sambært útvarpinum
beyð hann vegna manning-
ina, sum harvið ætlaði at fáa
skipið, men teir vildu ikki
fara longur upp.
Tað var danski skipskre-
dittgrunnurin, sum kravdi
bátarnar undir hamaran.
Skipskredittgrunnurin
hevði krav uppá ávikavist
27 og 25 mió. krónur í trol-
arunum sum fyrsta veðrætt.
Annan og fjórða veðrætt
hevði Sjóvinnubankin, tils-
amans 4,7 mió. í. Landið
Jógvan Adolf Johannesen:
Teir hava
jørt kvettið
- Tá ikki bar til at sanera teir báðar trolararnar á
vanligan hátt, so máttu teir fara, sigur reiðarin
- Tað er ikki stórt at siga til,
at Hádegisklettur og Stíga-
klettur nú eru mistir. Tað er
syndarligt, tí teir eru góð
skip, millum Føroya bestu,
og væl riknir eru teir eisini,
sigur Jógvan Adolf Johan-
nesen, reiðari.
- Teir, sum keypt hava,
hava gjørt satt kvettið, hava
teir fingið báðar bátarnar
fyri 18,5 mi6. krónur, tí
hver teirra kostar ikki minni
enn 30 mió. krónur at
byggja.
- Men har var einki at
gera, tá trolararnir ikki
kundu sanerast á vanligan
hátt, og skipskredittgrunn-
urin selur ikki aftur til somu
eigarar.
- Í hasum málinum varð
farið harliga fram, við tí
úrsliti at Sandoyggin aftur
misti 18 arbeiðspláss, og
Føroyar mistu tvey góð
skip, sigur Jógvan Adolf
Johannesen.
randi
TØKK
Hjartaliga takki eg tykkum, id
vardu javnaðarhugsjónina í
Vága valdømi.
Persónliga tøkk til tykkum,
sum vístu mær álit við at-
kvøduni valdagin.
Frank Davidsen
einasti figgingarstovnur,
sum fær nakad aftur.
Stigaklettur og Hådegis-
klettur vórðu bygdir á Tórs-
havnar Skipasmiðju í 1988.
Fíggingin av hvørjum skipi
var 33 mió. krónur.
randi
Sluppu
bara til frá
sjónum
Seinnapartin í gjár lá
Tjaldrið framvegis og
bíðaði eftir einum skáa,
so settu teir gummi-
bátin og við frosk-
monnum fyri at sleppa
inn á helluna vestantil á
Hestoynni fyri at leita
eftir bóndanum Jógv-
ani Joensen, sum datt
oman mikudagin
seinnapartin.
Tað er einar 300
metrar høgt niður, har
maðurin datt, 200 metr-
ar steyrrætt berg.
Tað er ógjórligt at
koma til frá landi. Hag-
ar slepst bara frá sjón-
um.
Mikudagin varð leit-
að, til myrkur fall á, og
tíðliga um morgunin
vóru teir aftur og leit-
aðu, men har var so
ókyrt.
Hildið verður, at
bóndin fekk ein tilburð,
og tí datt og fór á rull
Staðið, har hann datt
nevnist í Stuttunum.
randi
Nr. 133— 15. JULI 1994
Síða 3
TØKK
til allar
sjålvstyrisstudlar
Vegna tingmanning Sjålvstyrisfloksins
takka vit hjartaliga øllum veljarum og
floksstuðlum, sum tóku undir vid og stu6l-
aðu Sjålvstyrisflokkin til løgtingsvalid.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum stuðlaðu
okkum persónliga.
Vit fara at leggja alla orku í at samstarva
á løgtingi sambært aðalhugsjónum Sjålv-
stýrisfloksins soleiðis, at politisku sjónar-
mið okkara koma at gagna Foroya fólki.
vegna-tingmanning Sjálvstýrisfloksins
Álvur Zachariassen og
Helena Dam á Neystabø
13. juli 1994
Rútmuveitsla
Næmingar á Føroya
Studentaskúla = hava
sungið í kóri og spælt
tónleik, síðan skúlin
flutti niðan í Hoydalar
1965.
Tíbetur hevur áhugin
fyri hesum verður verið
vaksandi, og sama kann
sigast um áhugan fyri at
ganga nýggjar leiðir á
hesum øki.
Spælimenninir í Hoy-
dølum eru eitt dómi, og í
1981 varð farið undir at
syngja rútmiskan kór-
sang, og hevur so at siga
ikki staðið á at fáa
manning til hetta kór
síðan,
Ikki man vera ov
nógv avgjørt, tá sagt
verður atrútmiska kórið
í Hoydølum ikki bert
hevur slóðað fyri, men
at tað stendur í allar
fremstu rgð, tá tað snýr
seg um slíkan kórsang
her á landi. Og ikki er
tað av tilvild, at so er.
Kórið hevur verið
stjórnað av so frægum
monnum sum Kristiani
Blak, Sunleifi Rasmus-
sen og Zakariasi Søren-
sen, ið var tann sum tók
stig til sjálva stjórnan-
ina.
Rútmuveltsla
Soleiðis er tað saman-
lagt ein hópur av sang-
arum, tónleikarum og
øðrum áhugaðum, ið
hesi árini hava havt til-
knýti til kórið.
Hesi verða nú boðin,
saman við núverandi
kórmanning í eina
rútmuveitslu á skúla-
num lítla ólavsgkuaft-
an, Lv.s. 27. juli. har
verdur høviat hugna sær
vid meira og minni skip-
aðum kórsangi saman
við vinum.
Veitslan verður sum
sagt í Studentaskúla-
num í Hoydglum
27.07.94 kl. 19.30.
Ahugad kunnu venda
sær til: óluvu Poulsen,
tlf. 24368, Marjun Hoy-
dal, tlf. 14768, Róa
Næs, tlf. 18764 ella
Boga Nielsen, tlf.
17046, innan 20.07.94.
Fyrireikararnir
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvort leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031-
578999.